fredag den 7. oktober 2011

Útbúgving og meir útbúgving

“Education is the most powerful weapon which you can use to change the world” - segði Nelson Mandela. Og eitt vælútbúgvið fólk er ein fortreyt fyri framhaldandi menning og vøkstri. Tí skulu vit raðfesta betri útbúgvingar á øllum stigum og arbeiða miðvíst móti at seta á stovn eitt altjóða fróðskaparsetur.

Vit vita frá kanningum, at høvuðsorsøkin til at okkara ungu ikki venda heimaftur, er avmarkaða talið av vælkvalifiseraðum størvum. Tey vilja hava avbjóðandi og spennandi størv, ið samsvara teirra útbúgvingum. Eitt sterkt universitet er ein týdningarmikil liður í at halda uppá okkara unga fólk og skapa møguleikar fyri størvum, til tey ið ynskja at flyta heimaftur. Men tað  eru eisini nógvir aðrir fyrimunir við at raðfesta eitt altjóða Fróðskaparsetur:
  1. Eitt stórt lestrarumhvørvi gevur eitt livandi samfelag og skapar eftirspurning til m.a. íbúðarmarknaðin, tænastuvinnuna og mentanarlívið.
  2. Tey ungu lesandi ríka samelagið við teirra meiningum, krøvum og ynskjum til hvussu vit skulu innrætta okkum.
  3. Tað dregur vælútbúgvið fólk til landið, bæði lærarar og granskarar, sum kunnu vera føroyingar eins væl og útlendingar. Tey hava við sær netverk og sambond, sum kunnu gerast týðandi og dýrabær fyri okkara samfelag á øllum møguligum økjum.
  4. Okkara vinnulív kann fáa stóra nyttu av at fara inn í aktivt viðspæl við lærustovnarnar.
  5. Samstarv millum lærustovnar og politisku skipanina – embætisfólk og politikarar- kann geva báðum pørtum virðismikið við- og mótspæl og styrkja fakliga førleikan í øllum liðum.
  6. Vit fáa serfrøði á øllum økjum um føroysk viðurskifti, sum kann skapa virðing fyri Føroyum og føroyskari vitan uttanlands.
  7. Tey útlendsku lesandi rinda gjald fyri at lesa  hjá okkum og harvið fær okkara Fróðskaparsetur inntøkur uttanlands frá.
Men tað sum vit fram um alt fáa við at raðfesta útbúgving og hava eitt sterkt og fjøltáttað lestrarumhvørvi, er tað sjálvsálit tað gevur einari heilari tjóð. Vitan er lykilin til sjálvsálit og sjálvsvirðing og hesi eru aftur lykilin til at gera okkum betur ílatin til at taka avgerðir, sum bera okkum framá.


Ingen kommentarer:

Send en kommentar