torsdag den 23. februar 2012

Fólkavøkstur byrjar við áliti á politisku skipanina


Nú hava køldu tølini aftur víst okkum syndarligu gongdina í fólkatalinum. Tað er nú so galið, at færri enn 600 nýggir føroyingar verða føddir um árið, og hetta tal er ájavnt burðartalið í 30’unum. Og tá var samlaða fólkatalið bara helvtina av tí tað er í dag. Hetta er uttan samanburð størsta avbjóðing vit standa framman fyri sum samfelag, og øll politisk orka átti at verið rætta ímóti at basa skeivu gongdini.


Fólkavøkstur - og harvið búskaparvøkstur - snýr seg fyrst og fremst um at borgarir hava trúgv uppá framtíðina. Sokallaða treystitalið. Ein týðandi partur av hesum er álit á politisku skipanina og virðing fyri landsins myndugleikum. Og eg eri rættiliga sannførd um, at vantandi álit er mest grundleggjandi orsøkin til minkingina í fólkatalinum.

Politiskt hevur verið stýrt uttan mál og mið í fleiri ár. Onki dirvi og ongin ryggur hevur verið til at tikið stóru tøkini og framt tær nýskipanir, sum samfelagið hevur so ovurstóran tørv á. Innan fiskivinnu, kommunurbygnað, skúlar, eftirlønir osfr. Í heyst kom nýtt landsstýri framat, og nú eru vit farin úr øskuni í eldin og hava sæð handling í ólukkumát. Frá fullkomnari naggatódn í fleiri ár eru vit nú vitni til eitt landsstýri, sum púrasta setir fólkaræði til viks fyri at fremja grundleggjandi broytingar í samfelagnum. Forskatting av pensjónum, flatskattur, niðurbræðing av samhaldsfasta vælferðarsamfelagnum, blokkhækking og niðurgering av fakfelagsrørsluni. Og síðsta skotið á stammuni er ætlanirnar um endaliga avhending av ræðisrættinum yvir høvuðstilfeingi okkara. Eitt ræðandi uppskot, sum kann forkoma tilverugrundarlagnum undir okkum og framtíðar ættarliðum.

Øll hesi mál, ið hava øst og ørkymlað eitt heilt fólk uppá stutta tíð, senda greið signal út um, at vit hava eitt cowboy-stýri, sum trumlar ting ígjøgnum uttan at lurta eftir ella virða nakran, og so als ikki fakkunnleikan. Álitið á politisku skipanina var ikki stórt frammanundan, nú er tað mestsum syndrað.

Føroyingar eru eitt væl upplýst fólk og fleiri og fleiri hava góðar útbúgvingar. Men tað er sera lítið lokkandi at vera undirløgd politikarum, ið hugsa stuttskygt, bert røkja seráhugamál ella sítt lokaløki, og sum ikki vilja leggja dygdargóðar heildarloysnir aftanfyri sínar avgerðir. Fólk í dag eru kritisk og seta krøv - og tey krevja góða politiska stýring, har fakkunnleikin verður virdur, so tey kunnu hava álit á samfelagið og fáa hug at liva og virka í tí. Tað er ein farin tíð, at politikarir kunnu skalta og valta sum teir vilja. Samfelagið gerst alsamt minni og meir gjøgnumskygt við sosialu miðlunum, har øll taka lut í kjakinum, og øll vita hvat fyriferst. Undirtónin í almenna kjakinum er harðnaður og nógv merktur av frustratión yvir vánaligan politikk. Tað neiliga prátið skuggar yvir tí góða og stuttliga, sum plagar at savna okkum sum fólk og sum ger at tað er vert at búgva í hesum landinum.

Eg haldi, at tann alsamt vaksandi negativi hugburðurin til alt í hesum landinum er niðurbrótandi og ófrættakendur. Fólk eru óð og ørg um óbúnan og ábyrgdarleysan hovsa-politikk og eru við at missa mótið, tí tað røkist ikki fyri batum. Hetta er eitt tekin um, at vit eru á vandakós og má takast í stórum álvara.

Eg fari inniliga at heita á samgongu, landsstýrið og fyrst og fremst løgmann um at stinga fingurin í jørðina, lurta eftir fólki og taka teirra ótta og ónøgd í álvara. Steðga fleiri vanlukkuligum politiskum avgerðum og fá fólkið við tykkum! Við at vísa virðing fyri fólkinum, fyri fakkunnleikanum og við at taka búnar politiskar avgerðir kann álitið kanska reisast aftur. Og um tað eydnast, verður tað fyrsta stig á leiðini til fólkavøksturin.

mandag den 20. februar 2012

Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum um samanlegging av stovnum



  1. Skal alt virksemi hjá Jarðfeingi flytast oman í eftirlitsstovnin á Skálatrøð?
  2. Skal Ferðaráðið flyta oman í eftirlitsstovnin á Skálatrøð?
  3. Er talan um at allir hesir stovnar verða lagdir saman í ein stovn?
  4. Hvør er høvuðsorsøkin til at flyta hesar stovnar saman í somu hølir?


Viðmerkingar:
Tað hevur verið alment frammi, at Jarðfeingi skal flytast til eftirlitsstovnarnar á Skálatrøð. Síðan stig vóru tikin til at seta á stovn oljumyndugleika í Føroyum í 1990, sum seinni varð lagdur saman við Jarðfrøðisavinum, hevur Jarðfeingi ment seg til ein týdningarmiklan aktør innan oljuleiting og gransking av jarðfrøðiligum viðurskiftum á føroyska landgrunninum og á landi.

Uppgávan hjá Jarðfeingi er m.a. at taka sær av altjóða oljufeløgum, og granskarar á Jarðfeingi taka lut í fleiri altjóða granskingarsamstarvum. Her er tað umráðandi fyri umdømi og fakliga trúvirði at spurnartekin ikki kann setast við virksemið hjá stovninum, m.a. má tað vera púra greitt, at virksemið og granskingin á stovninum er politiskt óheft. Við at leggja hetta virksemi í eitt stýri undir Vinnumálaráðnum, sum sær út til at vera ætlanin, flytir man virksemið tættari at politisku umsitingini. Tí eigur tað at vera heilt greitt, hvat endamálið er við hesi umskipan.

Harumframt  er Jarðfeingi orkumyndugleiki og skal vera aktivur í at menna ein orkupolitikk. Sum liður í hesum, var elveitingareftirlitið flutt frá stovnunum á Skálatrøð til Jarðfeingi síðsta summar. 

Eisini hevur verið frammi – men ikki alment staðfest – at Ferðaráðið skal flyta oman á Skálatrøð. Ferðaráðið hevur m.a. sum uppgávu at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál úti í heimi og  uppgávurnar hjá Ferðaráðnum eru bæði strategiskar og operationellar. Vinnan hevur síðstu árini eftirlýst, at Ferðaráðið verður skipað í eina dynamiska eind, sum kann verða lokomotiv fyri vinnuna úti í heimi. Tað er torført – fyri ikki at siga ógjørligt – at  síggja, hvussu hetta virksemi kann samansjóðast við eftirlitsumhvørvið á Skálatrøð, tí tað eru heilt hvør síni arbeiðsøki.

Tí verður landsstýrismaðurin biðin um at upplýsa um hesir stovnar  skulu flyta saman við eftirlitsumhvørvið á Skálatrøð, og greiða frá hvussu virksemi á Ferðaráðnum og Jarðfeingi hóska inn í hetta høpi. Er talan fyrst og fremst um at stovnarnir húsast í somu hølum ella er talan um at samansjóða øll hesi virkisøkir.

Ì viðmerkingum í miðlunum hevur landsstýrismaðurin sagt, at grundin til ætlaðu samanleggingarnar er at effektivisera m.a. við at taka dupultfunktiónir burtur. Landss­­týrismaðurin verður biðin um at svara ítøkiliga, hvørjar dupultfunktiónir sipað verður til. Her er talan um stovnar, sum hava so ymisk arbeiðsøki sum eftirlit, oljuleiting og gransking og marknaðarføring av Føroyum sum ferðamál.


Á Løgtingi, 20. Februar 2012

Gunvør Balle,
Løgtingskvinna

Munnligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø viðv. Føroya Symfoniorkestri


1. Hvørjar hugsanir hevur landsstýrismaðurin um týdningin av at hava eitt Symfoniorkestur í Føroyum.
2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at symfoniorkestrið kemur inn í ein støðugan karm og kann tryggjast víðari menning?

Viðmerkingar:
At Føroyar hava eitt symfoniorkestur er eitt bragd í sær sjálvum. At vit í skjótt 30 ár hava megnað at haft eitt symfoniorekstur er greitt tekin um hvussu mangar gávuríkar tónleikarar vit eiga og hvussu stórur fakligi stoltleikin og viljin hevur verið til at vit, ájavnt onnur framkomin lond, megna at hava eitt slíkt flaggskip innan tónlistina.

Føroya Symfoniorkestur hevur fingið 975.000kr á fíggjarlógini í fleiri ár, men hendan játtan er í 2011 og 2012 minkað til 938.000kr og í fíggjarætlanini fyri 2013 og 2014 er somuleiðis ætlanin at FOS skal fáa 938.000kr.

Í 2004 fekk táverandi mentamálaráðharrin handað eitt álit um hvussu FSO framhaldandi kann halda støði og mennast í framtíðini. Tilmælið var, at teir tónleikarar í orkestrinum, ið eisini eru musikkskúlalærarar, fáa sum ein part av síni starvssetan eitt ávíst tímatal at framføra tónleik.
Hesin parturin kann umsitast av FSO í samstarvi við Føroya Musikkskúla. FSO skal so leggja ætlanir um venjingar, konsertir og samstarv við skúlar til rættis. Sjálvt um álitið er frá 2004, er onki hent á økinum og tónleikararnir hava framvegis hetta ynski.

Ein lækkað játtan er eitt greitt tekin um eina niðurraðfesting av Symfoniorkestrinum. Tí hevur tað týdning, at fáa at vita frá landsstýrismanninum, hvørjar ætlanir hann hevur við Symfoniorkestrinum og framtíð tess. Eisini er tað áhugavert at vita, hvat landsstýrismaðurin heldur um ynski frá tónleikarunum um at samskipa arbeiði á Musikkskúlanum við Symfoniorkestrið, soleiðis at teir fáa ein part av starvssetanini til at framføra tónleik.

Á Løgtingi, 20. Februar 2012

Gunvør Balle,
Løgtingskvinna










fredag den 17. februar 2012

Tekniski skúli í Klaksvík

Í síðstu viku var 1. viðgerð av málinum um at útbyggja Tekniska skúla í Klaksvík. Í lógaruppskotinum liggur í kortinum, at Løgtingið íalt játtar 36 milliónir komandi fimm árini til at útbyggja Tekniska skúla Í Klaksvík.

Ongin skal ivast í, at eg eri heit talskvinna fyri at styrkja útbúgvingar og økja um útbúgvingartilboðini í Føroyum. Men tá vit víðka og styrkja okkara útbúgvingar má tað gerast rætt og við skili. Tí tað skerst ikki burtur, at her er talan um klassiskt dømi um hvussu ofta verður arbeitt politiskt: Vit seta pengar av - ár eftir ár - í hesum føri til Tekniska skúla í Klaksvík, uttan nakrantíð at gera tað grundleggjandi arbeiði. Vit mangla heildarætlanina um innihald og hugsa fyrst og fremst um bygningar og at tað skapar byggivirksemi og arbeiðspláss.

Vit mugu fyrst arbeiða yvirskipað: Hvørjar útbúgvingar hava vit tørv á, hvussu vilja vit skipa tær, hvørjum støði skulu tær vera á, hvørjar førleikar tørvar samfelagið og vinnan osfr. Tvs innihald og fakligheit fyrst. Næst kemur so: Hvussu nógvar eindir og deplar skulu vera í landinum innan ymsu útbúgvingarnar. Við komandi miðnáms- og tekniska deplinum í Marknagili í Havn kunnu vit staðfesta, at ein slíkur depil kemur at liggja í Havn. So er náttúrligt at vit leggja til rættis, hvussu restin av landinum fær sama miðnámsskúlatilboð. Her skal støða takast til um tað er nóg mikið við einum depli í Norðurøkinum, sum umfatar Kambsdal og Klaksvík? Ella skal ein depil eisini vera í Suðuroy? Hetta má viðgerast yvirskipað politiskt, tvs bæði viðv. innihaldi og at tryggja at næmingar kring alt landið hava sama møguleika.

Tá vit eru vorðin samd um tey grundleggjandi viðurskiftini, kunnu vit gera upp um verandi bygningar eru nøktandi ella ikki. Og so hvar er tørvur á at byggja nýtt ella byggja aftrat.

Her gera vit beint øvugt: Landsstýrismaðurin vil hava Løgtingið at játta 36 mió komandi árini at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík. Stóri spurningurin, ið eg sum løgtingsfólk siti við er: Til hvat? - Í lógaruppskotinum stendur stutt, at talan er um at hýsa matvøru- yrkis - miðnáms og maritimar útbúgvingar. Men hetta er als ikki viðgjørt yvirskipað. Vit eru so slettikki liðug við kjaki um maritimar útbúgvingar og hvar tær skulu vera. Og hvørjar matvøruútbúgvingar tosa vit um her? Her liggur onki gjøgnumarbeitt álit til grund, bara leysir tankar og ynskir frá landsstýrismanninum um at fáa ein stóran skúla til sítt øki.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at ein arbeiðsbólkur lat táverandi landsstýris- kvinnuni eitt tilmæli á vári í 2011. Høvuðstilmælið er: “At gjørd verður ein heildarætlan fyri útbúgvingarøkið  í Klaksvík, og at henda verður samskipað við eina ætlan fyri Eysturoy.”

Hetta er júst kjarnin í málinum og sera skilagott orðað. Eg gangi fult inn fyri at ein góður og sterkur útbúgvingardepil verður skipaður í Klaksvík, tí hesum er tað veruliga tørvur á, og ein slíkur  eigur sjálvsagt at samskipast við Eysturoy. Tí vóni eg at landsstýrismaðurin tekur til eftirtektar tað sum eitt samt ting ráddi honum til, nevniliga at lata umsiting sína arbeiða við eini heildarætlan fyri úbtúgvingarøkið Klaksvík/Eysturoy og lata Løgtingið fáa hetta at viðgera, áðrenn avgerð verður tikin um at seta pening av til víðari útbygging av Tekniska skúla í Klaksvík.