tirsdag den 30. april 2013

Kringvarpið á vandakós





 Kringvarpið hevur gjørt sáttmála við privata fyritøku um at fyritøkan, fyri proivisjón, skal selja lýsingar og sponsoratir fyri KVF. Enn hava vit ikki fingið fult innlit í júst hvussu sáttmálin er orðaður, men kenslan er ikki góð. Fyrsti tankin er, at her ruggar ikki rætt og allar ávaringarlampur byrja at blinka. Skulu vit nú vera á varðhaldi tá vit lurta og hyggja eftir sendingum frá Kringvarpinum, um nú onkur privatur lýsari hevur fíggjað sendingarnar, haft ávirkan á innihaldið ella onkursvegna hevur verið við til at avgjørt programmpolitikkin?


Kringarpið er hart spert fíggjarliga og roynir tí allar kreativar loysnir til at skaffa inntøkur til stovnin. Tað er væl skilligt, men tað kann als ikki góðtakast, at almenni kringvarps- stovnurin fer beint inn og kappast um somu inntøkur, sum privatu miðlarnir skulu liva av.


Eitt og hvørt samfelag hevur stóran tørv á fleiri, sterkum, fjølbroyttum og óheftum miðlum. Fyri at tryggja fólkaræði, er tað vanligt í grannalondunum, at privatir miðlar verða stuðlaðir á onkran hátt, tí trupult er hjá dagbløðum kring allan heim at bera seg.

Loysnin til trupulleikan hjá Kringvarpinum finst í uppskotinum um broytingar í kringvarpsgjaldinum hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, sum samgongan feldi í vetur. Uppskotið hevði harumframt bøtt um umstøðurnar hjá øllum miðlunum og gjørt kringvarpsgjaldið rættvísari.




Í stuttum, vóru hesir høvuðstættir í uppskotinum:

1. Kringvarpinum varð tryggjað eitt støðugari inntøkugrundarlag og sparir stórar umsitingarútreiðslur av at heinta gjaldið inn. Hetta tí, at farið verður burtur frá húski til einstaklingagjald og TAKS heintar gjaldið inn.

2. Borgarin fær eitt rættvísari kringvarpsgjald.  Við at broyta inngjaldið til einstaklingagjald, og við at differentiera tað millum inntøkubólkar, koma tey, sum eru ringast fyri fíggjarliga, eisini at rinda minni í kringvarpsgjaldi.

3. Banna handilslýsingum og aðra handilsliga sponsorering í útvarpinum hjá Kringvarpinum. Fær Kringvarpið eina støðuga inntøku, eigur stovnurin ikki at vera bundin av handilslýsingum í úf, sum bæði virka kappingaravlagandi mótvegis privatu miðlunum og skaða umdømið hjá Kringvarpinum sum óheftur public-service miðil.

4.Seta á stovn miðlagrunn, sum skal umsita lýsingarinntøkurnar frá sjónvarpslýsingum, ið verða kanaliseraðar út til útberingarstuðul til privatar miðlar, eftir nærri ásettum reglum.

Hetta uppskotið er heilt einfalt tað skilabesta, ið hevur verið frammi í langa tíð og loysir í stóran mun teir trupulleikar, ið eru innan føroyska fjølmiðlaheimin. Politiska skipanin kann ikki standa hendur í favn og hyggja at, meðan allir okkara fjølmiðlar bløða út. Tí fara vit at leggja uppskotið fram aftur á Ólavssøku.

torsdag den 25. april 2013

Flaggdagsrøða í Kvívik


Góðu kvívikingar, gott fundarfólk

Eg má siga, at eg kenni tað sum ein serstakan heiður at vera í Kvívík í dag og bera fram  nøkur orð, nú vit savnast um Merkið og minnast, at tað eru 73 ár síðan, at tað fekk sína viðurkenning sum okkara tjóðarflagg.

Flaggdagurin, 25. apríl, er einasti alment viðurkendi føroyski hátíðardagur. Sprottin úr okkara egnu stremban fyri viðurkenning sum tjóð. Ólavsøkan eins og allir hinir hátíðardagarnir hava sín uppruna úr aðrari søgu og øðrum hendingum enn okkara egnu. Hetta sigur ikki so lítið um tann serliga týdning, flaggdagurin eigur at hava fyri okkum.

Ymsar tíðir hava við sær ymisk stríð og ymsar avbjóðingar. Tá flaggið vann viðurkenning, var hetta ein varði í tjóðskaparvekingini og tilgongdini at definera okkum sum fólk. Málstríðið hevði leikað í nógv ár, politiskt vóru vit vaknað úr dvala, og nú stóð flaggið fyri framman sum týðandi tekin um, at vit eru føroyingar.

Nú halda vit hesi tjóðarmerki vera sjálvsøgd og steðga bara á ein dag sum hendan at minnast stríðið og søguna aftanfyri. Tíðin í dag bjóðar okkum av við øðrum átrokandi málum, sjálvt um vit á mangan hátt hava somu avbjóðing sum okkara undangongufólk fyri 50 og 100 árum síðan.

-----
Eg taki ikki munnin ov fullan, tá eg sigi, at Kvívík er ein merkisverd bygd, sum hevur nógv at vera errin av. Hon hevur fostrað mangar lærdar og mentaðar konur og menn, sum hava gjørt Føroyar ríkari á so mongum økjum - og sum júst hava verið undangongufólk innan tjóðarbygging og at styrkja føroyska samleikan: Umframt dugnaligar sjómenn, hava bygdabørn og ættarfólk teirra skarað framúr innan skúlaskap, sum listafólk við sjónleiki, sangi og myndlist og sum yrkjarar, týðarar, læknar og prestar. Hugsjónarfólk við skapandi gávum og víðum sjónarringi hava slitið sínar barnaskógvar millum hesi hús.

At hugsa sær, at fyri 113 árum síðan, situr Jóan Petur uppi í Trøð her í bygdini og yrkir Boara-táttin, og nevnir allar generalarnar við navni, bæði teir ensku og boararnar! Hvar hevur hann fingið vitan og íblásturin frá? Tað skilst, at sum smádrongur var Jóan Petur ofta við pápanum inni á gólvinum á Kirkjuteigi, tá V.U. Hammersheimb var prestur her, og her hevur hann fingið bøkur til láns. Hetta er tekin um ein sjáldsama at sær komnan mann, sum livdi upp til síni egnu orð um “heldur at hyggja runt ALLA havsbrúnna, harav birtist ljósið í Føroyum.«

Ein av avbjóðingunum vit støðugt standa við, er tað áhaldandi arbeiði at vinna føroyska málinum sess á øllum rókum. Aftur her var I.P. Gregoriussen ein av undangongumonnum.

Í bókmentasøguni hjá Árna Dahl stendur, at ein hending, Jóan Peturi var fyri á Íslandi, fór ongantíð frá honum. Manningin á skipi hansara hevði ein dagin, teir lógu inni, leitað sær í kirkju, og har hoyrdu teir íslendskan prest  prædika á íslendskum máli. Hetta fekk Jóan Petur at hugsa um standin í føroyskum kirkjulívi, har allir prestar — sjálvt teir føroysku — prædikaðu á donskum. Frá hesum degi var tjóðskaparansur hansara av álvara vaktur, og tá Føringafelag í 1889 var stovnsett, átti tað valla trúgvari viðhaldsmann enn Jóan Petur uppi í Trøð.

Uttan samanbering annars, var tað hjá mær, eins og hjá Jóan Peturi, í Ìslandi, har eg búði við familjuni í nøkur ár, -  at mín tjóðskapkensla av álvara styrktist. Tí júst sum IPG, sá eg hvussu nógv verður gjørt burturúr at styrkja íslendska málið á øllum økjum. Íslendingurin kann altíð lesa sítt móðurmál, - um tað so er skaldsøgur, filmar og á fartlf og teldum. Meðan okkara fyrsta val og møguleiki tíverri í stóran mun er at lesa og uppfata heimin gjøgnum danskt ella enskt mál. Og eftir situr man støðugt og hugsar:  “Tá tað ber til hjá teimum, so ber tað eisini til hjá okkum.” Tað er ein spurningur um vilja.

--------------
Tað leiðir meg yvir til at hugleiða eitt sindur um hendan støðuga tvídráttin okkara millum um hvørt vit eru tilreiðar til at taka størri tøk á sjálvbjargnisleið ella ikki.

Danski rithøvundurin, Kim Leine, hevur búð mong ár í Grønlandi. Hann skrivaði eina kronikk í Politiken herfyri, beint undan landstingsvalið í Grønlandi. Hann setir ofta setta spurningin: “Er Grønland tilreiðar til sjálvstýri?” - og svarar sjálvur, “sjálvsagt eru grønlendingar ikki tilreiðar. Men tað verða tey. Heilt einfalt tí tey noyðast”. Um Grønland skal bíða til tey eru búgvin til sjálvstýri, er innlandsísurin langt síðan smeltaður og tey hava fingið subtropiskt veðurlag.

Um heimsins lond høvdu skula bíða til tey vóru klár til fólkaræði, so høvdu helst øll lond framvegis verið einaveldi. Tað er ein spurningur um at vilja.

Tí evnini til sjálvbjargni fara altíð at koma aftaná at fullvelldið er tikið, Onki menniskja - onki land - er fult á hædd við menningina, tí menningin kemur altíð aftaná, í kjalarvørrinum av krøvunum frá umheiminum. Og ja, - eins og nú – fara at henda býttleikar, skeivar avgerðir og illgruni um óreglusemi - alt tað fer eisini at vera tann dagin vit hava tikið stigið fult út. Men tá hava vit tann framíhjárætt at kunna siga, at vit hava sjálvi fulla og heila ábyrgd fyri egnari menning, tá hava vit rætt til at taka feil. Men í longdini, so við og við, verða vit búnari og skilabetri til at stýra.

Tað hevur eydnast afturhaldskreftunum, at billa einum meiriluta av føroyingum inn, at vit kunnu ikki liva uttan fíggjarligan stuðul. At føra hugsjónina um størri sjálvbjargni fram, verður altíð svarað aftur við teimum vanligu fordómunum um droymandi og veruleikafjar tjóðskaparfólk. Og tað er spell. Albert Einstein segði, at tað var syrgiligt, at man livdi í eini tíð, har tað var lættari at splitta eitt atom enn fordómar.

Tí vit mugu ongantíð undirmeta týdningin av, at geva fólkinum vón. Vit mugu vísa vilja í verki til at seta eina greiða sjálvbjargniskós. Og tá vit senda tað signalið út - so styrkja vit sjálvsálitið og sjálvsvirðingina hjá eini heilari tjóð - og tá kunnu vit útinna kraftarverk.

Megna vit at gerast sjálvbjargin, fer tað at skapa eina menning, sum vit ikki kunnu ímynda okkum. Tí allar royndir - ikki bara hjá okkum, men eisini hjá heimsins londum, vísa, at á teimum økjum har fólk hava tikið fulla ábyrgd hevur tað skapt menning, búskaparvøkstur og møguleikar fyri alt fólkið at virka.

------
Samtíðin er á mangan hátt merkt av fleiri ymsum skisma’um -ella klovningum. Vit liva í eini broytingartíð, har nógvir mótsetningar koma týðiliga til sjóndar. Tað eru spurningar um tann gamla mátan vit hava livað og virkað uppá í Føroyum og tað sum unga ættarliðið ynskir og krevur. Í hesum samanstoyti millum tað konservativa og tað nýggja flættast klovningar av ymsum slag - millum bygd og bý,  millum ófaklærd og akademikarar  og millum tann kristna, siðbundna lívsstílin og tann meir liberala og opna, stórbýarkenda.

Spurningurin er hvussu síggja vit okkum sjálvi í hesum rembingartíðum. Hvar síggja vit Føroyar í hesum meldri av ávirkan uttanifrá? Eru vit tilreiðar at vera opin fyri nýggjum vindum, tí vit kenna okkum trygg í okkara egna fundamenti, og vita at vit verða ikki koppaði av at lata sinnini upp? Ella lata vit hurðina aftur, av ræðslu og ótryggleika fyri tí fremmanda, tí sum bjóðar okkara vanahugsan av, og velja heldur tað trygga og kenda?

Føroyar er eitt land við ovurstórum møguleikum og ríkidømi. Tað sigst, at oyggjabúgvar eru serliga heimkærir og í so máta eru føroyingar onki undantak. Fáa staðni man alskurin til føðilandið vera størri enn millum føroyingar. Vit hava sostatt allar fortreytir fyri at fjølgast og skapa vøkstur. Men tað krevur at vit vilja broyta kós og seta okkum stór mál. Eg síggi okkara ovurstóra trupulleika við fólkaminking, sum eitt beinleiðis tekin um, at vit ikki hava gjørt upp við okkum sjálvi, hvørja leið vit vilja taka. Tey ið ikki flyta heimaftur og velja Føroyar frá, gera á ein hátt (ótilvitað) uppreistur móti tí mátinum vit halda fram við at stýra og liva uppá. Tey ynskja eitt meir moderna samelag við størri toleransu yvirfyri minnilutum, fleiri útbúgvingarmøguleikar og fleiri yrkis- og karrierumøguleikar. Og tey ynskja at síggja eitt samfelag, sum setir sær nøkur verulig langtíðar mál, har tey kenna at tey eisini hava ein møguleika at útfolda seg. Snøgt sagt - eitt samfelag, sum tey hava hug at leggja sína orku í.

Hetta er mín tulking - kanska fari eg skeiv.

Men mín niðurstøða verður, at vit eiga at tora at satsa uppá at vera í oddinum millum hini norðanlondini, tí tað er teimum vit kappast ímóti. Tí vit hava fortreytirnar og møguleikarnar - tað krevst at vit vilja tað. At vera fremst í skúlaskapi, -  í vinnuligari nýskapan, í at tryggja eitt sterkt fólkaræði og veruliga satsa uppá tjóðarbygging í breiðum týdningini og uppá listina og mentanina.  - Og ikki minst - hava eina greiða og støðuga kós móti sjálvbjargni. Uttan at missa okkum burtur og verða eins og øll onnur lond. Vit skulu gera tað uppá okkara máta, undir okkara fortreytum, við virðing fyri øllum tí sum undan er slóðað, men vit byggja víðari uppá tað: Vit møta framtíðini og hennara krøvum og avbjóðingum, við fótunum væl og virðiliga gróðursettum í føroyskari mold.

Tað tekur tíð at røkka á mál - kanska røkkur man aldrin á mál, tí tað er ikki absolutt - men bara tað at vit ætla okkum á hesa ferðina, at vit byrja at arbeiða fram ímóti tí stóra málinum - er tað sum hevur størstan týdning. Tað kann vekja alla tjóðina úr dvala og fáa okkum at rætta ryggin. Og føroyingar heima og úti fara at velja Føroyar til heldur enn frá. Tí her er gott at vera.

Takk fyri

torsdag den 18. april 2013

Ein stórur dagur fyri føroyska málið



Hesin dagur er ein gleðisdagur, har øll orsøk er til at fegnast og vera errin. Tí í dag hevur løgtingið samtykt uppskotið hjá Tjóðveldi, um at farast skal undir at fáa føroyskt mál inn í fartelefonir og teldur.


Tað merkir, at vilji er til at styrkja føroyska málið á øllum pallum og tað er eitt sterkt politiskt signal um týdningin av tjóðarbygging. Hetta leggur eina greiða ábyrgd á Mentamálaráðið og landsstýrismannin í mentamálum um at seta skjøtil á hetta týðandi arbeiði.


Nevndarviðgerðin vísti, at vegurin er torgreiddur fyri at fáa sjálvsagdar møguleikar fyri føroyska málinum í samskiftistøknini. Skulu vit røkka málinum og samstundis tryggja, at dagføringararbeiðið aftaná verður røkt til fulnar, og at peningur er tøkur til endamálið, er neyðugt við dyggum samstarvi millum almennar myndugleikar og privatu veitararnar.


Álitið frá eini samdari mentanarnevnd ljóðar soleiðis: Løgtingið heitir á landsstýrismannin í mentamálum um at skipa samstarv millum Mentamálaráðið, Fíggjarmálráðið, Fróðskaparsetur Føroya og KT-felagið við tí endamáli at tryggja føroyska málinum atgongd í samskiftistøknini, har serligur dentur skal vera á fartelefonir og teldur.


Vónandi fara privatu veitararnir at síggja ein stoltleika í at leggja seg eftir at fáa føroyskt mál inn í ymsu tólini, forritini og vørurnar - tí ongin ivi er um at brúkarin hevði valt tað sum tosar føroyskt framum fremmandamálið.


Í heildarætlanini um Fólkavøkstur eitur átak nr 23: At styrkja sjálvsfatanina hjá føroyingum frá barnsbeini. Har verður sagt, at negativi hugburðurin til møguleikar í føroyska samfelagnum kemur fyri ein part av veikari sjálvsfatan, har føroyska málið hevur ein týðandi leiklut. Ein skeiklað mynd av veruleikanum verður løgd í okkum frá barnsbeini, tí børn og ung mangla føroysk orð fyri tey fyribrigdi og tær støður tey eru í. Einki føroyskt er í tøkniligu sosialu miðlunum, lítið føroyskt tilfar er í undirvsíngini osfr.


Tí mælir arbeiðsbólkurin til, at fyri at styrkja sjálvsfatanina hjá føroyingum frá barnsbeini, at seta ítøkilig átøk at bøta um støðuna hjá móðurmálinum í øllum liðum í undirvísingini hjá børnum.


Eg gleði meg til at vit komandi árini fara at síggja støðugt meir føroyskt tilfar allastaðni har vit ferðast: Barnafilmar við føroyskari talu, filmsklassikarar við føroyskum teksti, ymisk forrit sum Skype, Facebook, First Class, fartlf-mál, Windows osfr.


Vinna vit inn á hesar rókir, verður føroyskt mál, sum ikki bara røkkur í fortíð, men eisini  inn í framtíðina og tá eru vit komin væl áleiðis.


onsdag den 17. april 2013

Fyrispurningur til Johan Dahl um el-kaðal til Íslands




Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um el-kaðal til Íslands, settur Johan Dahl, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1.     Hvussu gongur við samstarvinum við íslendskar orku-myndugleikar um at kanna møguleikarnar fyri at gera el-kaðal millum Ísland og Føroyar?
2.     Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrið fyri at gera Føroyar minni heft av fossilum orkukeldum?

Viðmerkingar
Á Norðurlandaráðsfundi seinasta heyst undirritaði Johan Dahl, landsstýrismaður, ætlanaryvirlýsing við íslendska samstarvsráðharra sín um at fara undir annað stig í kanningini av at gera el-kaðal millum Ísland og Føroyar.

Tað hevur stóran almennan áhuga at fáa upplýst, hvat hendir á hesum øki. Hvat verður eftir ætlan næsta stig, og hvør er tíðarætlanin? Tað er ótrúliga umráðandi skjótt at fáa staðfest, um ein el-kaðal til Íslands er eitt veruligt alternativ.

Í 2012 innfluttu Føroyar olju fyri 1,3 mia. kr., í 2006 var hetta tal 670 mió. kr., t.v.s. at í virði er talan um tvífaldan upp á 6-7 ár.

Tølini vísa tó, at nýtslan nærum stendur í stað. Í ár 2000 brúktu vit íalt 220.000 tons av olju, og í 2011 var nýtslan 218.000 tons. Serliga er tað fiskivinnan, ið hevur minkað sína nýtslu, frá 94.000 til 59.000 tons.

Skip íalt, tvs fiskiskip og onnur skip, brúka í 2012 íalt 90.000 tons av olju - og harvið standa skipini fyri uml 40% av samlaðu oljunýtsluni. Sostatt sæst, at fiskivinnan hevur tillagað seg mest, meðan nýtslan á landi er óbroytt seinastu árini. Tað má staðfestast, at tað gongur alt ov seint við at minka um bundni at olju sum orkukeldu á landi.

Alt bendir á, at oljuprísurin bara fer at hækka í framtíðini, og tí fara útreiðslurnar til orku - bæði fyri land, kommunur, virkir og húsarhald - at gerast ein ovurhonds tungur postur,  um ikki okkurt veruliga munadygt átak verður gjørt skjótt.


Í sambandi við at Halldór Ásgeirson, fyrrverandi íslendski forsetin, í 2005 vitjaði Jóannes Ejdesgaard, løgmann, varð møguleikin fyri kaðalsambandi millum Føroyar og Ísland til flutning av el-orku umrøddur. Hetta hevði við sær, at Vinnumálaráðið heitti á Jarðfeingi um at gera innleiðandi metingar av fíggjarliga, tøkniliga og lógliga grundarlagnum fyri at flyta el-orku úr Íslandi til Føroyar. Jarðfeingi og íslendski orkumyndugleikin gjørdu eina forkanning í 2007 av at leggja ein el-kaðal millum londini, og tann varliga metingin segði, at tað kom at kosta einar 2,7 mia. at gera íløguna. Talan er um eitt umleið 450 km langt kaðalsamband umframt umformarastøðir í Íslandi og í Føroyum. Afturat hesum verður neyðugt at styrkja føroyska el-kervið til øktu mongdirnar av el-orku, umframt at ein trygdarskipan fyri kaðalbrot má setast í verk.

Um kostnaðarmetingina segði frágreiðingin hjá Jarðfeingi, at 100 MW kaðalsamband og transformatorstøðir verða mett at kosta 2.000 mió. DKK. Styrking av el-kervinum í Føroyum og uppbygging av nøktandi backupskipan (fyri kaðalbrot) verður mett at kosta 700 mió. DKK. Samlaða íløgan er tá mett at verða umleið 2.700 mió. DKK.

Í samandráttinum av frágreiðingini skrivar Jarðfeingi at enda: “Hesar fyrstu metingarnar eru áhugaverdar, men tað er neyðugt, at málið um el-kaðal úr Íslandi verður viðgjørt saman við øðrum møguleikum at minka um oljunýtsluna og útlát av veðurlagsgassum við atliti til veitingartrygd og búskap.”

Nú eru 6 ár liðin, síðan kanningin hjá Jarðfeingi varð gjørd, og tølini eiga sjálvsagt at kannast av nýggjum, tí tøkniliga menningin hevur ofta við sær, at kostnaðirnir minka. Um vit bara taka føroysku oljunýtsluna á landi, so samsvarar hon í virði við uml. 700 mió. kr. árliga. Seta vit tað einfalt upp, merkir tað, at talan er í veruleikanum bara um trý ára nýtslu, so er kaðalin vunnin innaftur.

Tí má tað sigast at vera umráðandi at fara undir næsta stig í kanningini av at leggja el-kaðal úr Íslandi til Føroya, so øll tøk vitan fæst til vega. Saman við øktari vitan um aðrar møguleikar fyri at minka um oljunýtsluna, eiga vit tá at hava grundarlag fyri at taka endaliga støðu um, hvør skilabesta framtíðar loysn verður á okkara orkuveiting.


Á Løgtingi, 17. apríl 2013


Gunvør Balle

mandag den 15. april 2013

Fyrispurningur um bjarging av myndasavninum hjá Kringvarpinum



Grein 52a fyrispurningur
til
landsstýrismannin í mentamálum
viðvíkjandi bandasavninum hjá Kringvarpinum



1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at bandasavnið hjá Kringvarpi Føroya verður varðveitt?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at fylgja tilmælinum frá arbeiðsbólkinum frá 2010 um digitalisering og varðveitslu av bandasavninum?


Viðmerkingar:
Ì 2010 handaði ein bólkur umboðandi starvsfólk frá Kringvarpi Føroya, Landsskjalasavninum, Landsbókasavninum og Fornminnissavninum landsstýriskvinnuni í Mentamálum eitt álit um hvussu bandasavnið í Kringvarpinum kundi bjargast. Álitið innihelt eisini uppskot um, hvussu føroyskt loftmiðlatilfar kann verða varðveitt undir tryggum kørmum framyvir. Stovnarnir vóru samdir um, at mæla til at íverkseta hesa bjargingarætlan, í ásannan av, at talan er um sera týdningarmiklan mentanararv hjá føroyska fólkinum, sum tað er alneyðugt at standa saman um at bjarga.

Tað er alneyðugt, at stig verða tikin beinavegin til at tryggja mentanararvin, sum liggur í bandasavni kringvarpsins. Bandatilfarið lysir søgu og samleika føroyinga tey seinastu gott 50 árini í ljóði og myndum. Tað er onki minnið enn ein sorgarleikur, at hetta tilfarið, sum kundi verið til stórt gagn fyri eftirtíðina, forferst, tí hóskandi bjarging og varðveitsla av tilfarinum ikki verður raðfest. Longu nú er partur av tilfarinum farin fyri skeyti.

Tað snýr seg ikki einans um at varðveita tilfarið fyri eftirtíðina, men eisini at gera tað atkomuligt fyri almenningin. Talgilding hevði gjørt tað møguligt hjá øllum borgarum, at fingið atgongd til tann partin av okkara mentanararvi, sum er í ljóði og myndum.

Arbeiðið var mett at kosta uml. 30 milliónir samanlagt. Í uppritinum varð mælt til, at peningur verður játtaður til 3 ársverk at arbeiða við at talgilda alt bandaða loftmiðlatilfarið hjá KVF. Verkætlanin gongur yvir 10 ár, ella 2,7mió um árið í góð 10 ár.

Sum nú er, eigur Kringvarpið uppgávuna at talgilda og varðveita bandasavnið. Tað er rætt og slætt ábyrgdarleyst av Mentamálaráðnum, at leggja hesa kostnaðarmiklu uppgávu yvir á frammanundan hart sperda Kringvarpið. Hesin stovnur noyðist sjálvsagt at raðfesta framleiðslu av aktuellum tilfari, fram um at bjarga bandasavninum. Og tí dettur hendan ómetaliga týdningarmikla uppgáva burtur ímillum og ongin tekur ábyrgd. Hesum kunnu vit sum fólk og tjóð við virðing fyri okkara mentanararvi ikki loyva okkum. Tí er tað av alstórum týdningi, at landsstýrismaðurin tekur ábyrgd og greiðir frá hvørjar ætlanir eru fyri bjarging og varðveitslu av bandasavninum.


Á Løgtingi, 16. Apríl 2013

Gunvør Balle
Løgtingskvinna