onsdag den 28. december 2011

Sjósavnið og hallið á fíggjarlógini




Eg eri nærmasti granni til Sjósavni og vitji tað ofta saman við børnunum. Vit hava fylgt tí síðan tað kom og gletst um hvussu tað støðugt  mennist og at tey altíð megna at vísa okkum okkurt nýtt og forkunnugt á savninum. Staðsetingin er framúr góð, niðri við sjógvin og beint við Sandagerð, sum er ein av okkara vakrastu náttúruperlum. Eisini er lætt at koma til Savnið við bilum og bussum, sum er sera hent, tí savnsgestir eru ofta ferðafólk og fólk ymsa staðni út um landið.

Savnið er ein av okkara sonnu dýrgripum og eldsálirnar handan Sjósavnið gera eitt ótrúliga stórt og virðismikið arbeiði. Sjósavnið hevur ein týðandi leiklut í at menna okkara vitan og medvit um náttúruna, fiska og fuglalívið um okkara leiðir. Hvussu nógv stuttligari og meir viðkomandi er tað ikki hjá skúlanæmingum at fara á Sjósavnið at vitja, har man kann nerta við og við egnum eygum síggja tær livandi verurnar, í mun til at sita í skúlastovuni og lesa um djóralívið úr eini bók. Stóra talið av vitjandi skúlaflokkum úr øllum landinum er besta prógv um at Sjósavnið er ein sólskinssøga.

Fólkini handa Sjósavnið brenna fyri, at vísa okkum øðrum alt tað ríkidømi og margfeldni, sum náttúra og sjógvur okkara hava at bjóða. Hetta eiga myndugleikarnir at premiera, við at veita savninum tryggar karmar. Ístaðin velja myndugleikarnir at niðurraðfesta Sjósavnið, tí pleniklipparin verður nýttur fyri at fáa "hallið á fíggjarlógini niður". Hallið, sum tey hava valt at vaksa um fyri at geva teimum, ið eru best fyri, skattalætta.

100.000kr er ein dropi í havinum fyri landskassan. Men 100.000kr minnið til raksturin til Sjósavnið, kann gerast mønustingurin fyri savnið. Tá er nógv mist fyri lítið

At niðurraðfesta Sjósavnið er bara enn eitt dømi um ráðandi politisku ómegdina og manglandi visjónirnar. Tí man torir ikki at fremja nýskipanirnar, ið vit øll vita fyrr ella seinna skulu gerast. Bygnaðarbroytingar, har tær veruliga stóru rationaliseringarnar og sparingarnar kunnu finnast. Innan skúla- og heilsuøkið til dømis.

Nei, tá er lættari at fara eftir Sjósavninum.

søndag den 25. december 2011

23. des: Síðsta appel til samgonguna um at steðga á og hugsa seg um

Røða við 3. viðgerð av málunum um flatskatt og forskatting av pensjónum.
 Hetta er ein ótespilig støða at vera í sum nýtt tingfólk. Eg kom spent inn á Ting, til dystin fús at taka tey tøk ið skulu takast fyri at venda skútuni og føra land okkara framá - sjálvt um tað tíðliga var greitt, at tað bleiv í andstøðu at arbeiðið skuldi gerast. Men at leikluturin skuldi blíva so tungur, so lítið uppbyggjandi - tað vardi meg ikki. At vit - nýbýrjað - skuldu brúka alt okkara krút uppá at forða fyri, at nakrar av grundleggjandi súlunum í samfelag okkara, verða skræddar undan. Tað vardi meg ikki.

Súlur, sum álit - samhaldsfesti - tryggleiki - friður og lítil ójavni - alt tað sum samanlagt gongur undir heitinum vælferðarsamfelagið. Hendan varðan, sum tað hevur tikið áratíggjur at laðað, og sum øll í samfelagnum - reiðarin og lossarin, lærarin og embætismaðurin og politikarin - øll hava lagt sín stein í semju um, at hetta eru virðir, sum eru verd at kempa fyri. Tí í hesi skipanini eru tey flestu vinnarar. Tað hevur ikki ein gongd verið tjak um, at hetta er tann rætta skipanin fyri okkum. Eg havi ikki verið varug við, at ein uppgerð um vælferðarsamfelagið var væntandi. Fyrr enn alt í einum, ein óheppin samanrenning av einum løgmanni, sum letur alt um seg ganga - saman við einum fíggjarmálaráðharra og fíggjarnevndarformanni - setir alt samfelagið á hin endan. Tí teir ætla - um ikki at bróta varðan niður - men so íhvussu er álvarsliga at fáa hann at skinkla, við at taka nakrar av grundarsteinunum burtur. Og øll hini í samgonguni fylgja viljaleys við. Borgarir og fakfeløg kenna seg - av røtttum - ótrygg og eru bangin fyri at nú fer alt at ridla. Tí eru vit endaði í hesi margháttligu og surrealistiski støðu vit eru í, í dag.

Hetta er ein síðsta eyðmjúk roynd at tosa samgongutingfólk til fornuft. Eg fari at heita á øll tykkum, sum ivast í um hetta er tað rætta tit eru í ferð við at gera - um at hugsa tykkum væl um áðrenn tit velja hvønn knøtt tit trýsta á.

Tað snýr seg nevniliga ikki bert um at fylgja floksdisiplin og vera loyalur. Veljarin hevur valt júst tykkum av ymsum orsøkum, og flestu veljarar vilja ikki at tit gera hesa ráðagerð. Tað vita tit væl. Serliga sambands tinglimir vita innast inni, at teirra veljarar ynskja ikki tað stættarsamfelag, sum flatskatturin fer at skapa. Har vit nú beint áðrenn jól geva teimum, ið eru væl fyri, tær størstu jólagávurnar, meðan tey, ið hava minnið, onga jólagávu fáa, men hinvegin ein pakka, við hægri brúkaragjøldum, lægri sosialum veitingum og ótryggleika um hvørjum tey skulu liva av tá eitt strævið arbeiðslív er komið at enda. Ikki hissini jólagáva!


Í degi og viku í gjárakvøldið kom fram, at ein meiningarkanning vísti, at yvir 50% av veljarunum ikki ynskir flatskatt og forskatting av pensjónum og eini 30% eru ivasom um hetta er tað rætta at gera. Tala tølini ikki sítt týðiliga mál?

Og um tit enn veruliga meina, at tit kunnu standa inni fyri, at hetta er tað rætta at gera, so vildi eg fegin sæð tykkum her á røðarapallinum og greitt okkum frá hesum - og ikki minst haldi eg tit skylda veljarum tykkara tað -  hví tit trúgva so nógv uppá at hetta er so rætt. Lat okkum hoyra eina verjurøðu, sum kann fáa okkum at trúgva uppá, at tit um ikki annað sjálvi trúgva uppá hetta. Larmandi tøgnin higartil frá størsta partinum av samgongulimunum ger meg óttafulla.

Í so stórum og fyri eitt samfelag so grundleggjandi og fløktum málum, sum flatskattur og forskatting av pensjónum eru, og sum eru til 3. viðgerð í dag, kann man ikki bara skjóta seg undir at eg fylgi flokkinum blint, tí tað er betur at vera innanfyri og fáa ávirkan enn at vera uttanfyri. Nei, tað er júst øvugt. Tað handlar um integritet og tað gevur ómetaliga nógv meira virðing, um man handlar eftir síni innastu sannføring í slíkum stórum og avgerandi málum.  Eg trúgvi at fleiri tykkara eru í eini tvístøðu. Tí tað hvílur ein stór ábyrgd á tykkara herðum og eg øvundi ikki tykkara støðu. Men ábyrgdin er tykkara nú tit um eina løtu skulu atkvøða.

Um ikki annað, so útsetið gildiskomuna, so vit fáa kanna málið betur lýst og fáa eitt betur grundarlag at taka støðu útfrá.

Harra formaður, fari at enda at biðja um loyvi at sitera nakrar reglur frá einum sangi hjá Mikael Wiehe og Bjørn Afzelius:

Vakna upp! Fatta mod! Börja se dej omkring!
Bli inte en av dom som bara står där se'n,
och säjer att, jag visste ingenting.

Vakna upp! Börja se dej omkring! Fatta mod!
Så du kan säg' till dina ungar när dom frågar dej,
att du var en av dom som stod emot.





-------------

Bjørn Afzelius & Mikael Wiehe


Fröna växer sakta under ytan. Dom trivs där det är fuktigt, mörkt och kallt.
Först när bladen börjar synas kan man se att det är ogräs överallt.
Men om man tittar bort, inget hör, inget ser hur vet man då?
För hör man inget, finns väl ingenting. Och det man inte ser finns säkert inte till.
I mars har du fortfarande tid. Du kan ta det innan knopparna slår ut.
Men om du låter det stå kvar, tills sommar'n är förbi,
så har det växt dej över huvudet till slut.

I dag tar rasisterna en. I morgon så tar dom kanske två.
Frankrike tog dom med storm.
Vem vet när det är dej dom ger sej på.

Vakna upp! Fatta mod! Börja se dej omkring!
Bli inte en av dom som bara står där se'n,
och säjer att, jag visste ingenting.

Varje dag föds nya hot mot våra liv. Varje morgon står missilerna klara.
I det mörker som vi blundar där rustar dom för krig.
Hur kan vi slåss ifall vi inte inser faran?

Idag har du arbete och lön. I morgon så kanske du får gå.
Miljonerna som svälter i världen utenför står bara litt längre ner i samma hål.

Vakna upp! Fatta mod! Börja se dej omkring!
Bli inte en av dom som bara står där se'n,
och säjer att, jag visste ingenting.

Dom flesta går med strömmen om det går. Dom flesta vill ju helst ha lugn och ro.
Men om fascismen kommer smygande tillbaks,
så är det du och jag som måste stå emot.

Ogräset växer och frodas. Så slipa och vässa din kniv.
Om du låter det spridas med vinden över världen får du plikta för din tvekan med ditt liv.

Vakna upp! Börja se dej omkring! Fatta mod!
Så du kan säg' till dina ungar när dom frågar dej,
att du var en av dom som stod emot.

torsdag den 15. december 2011

Skúladepilin í Marknagili enn einaferð útsettur


Tað skortar ikki við álitum og klókum orðum, ið eru skrivaði frá landsins myndugleikum seinastu árini um, at vitan og fakligur førningur eru grundleggjandi fortreytir hjá teimum ungu. At útbúgving er ein mannarættur og at vit skulu arbeiða fram ímóti at 95% av einum ungdómsárgangi fullføra eina miðnámsútbúgving.

Men kortini lata vit 700 ungdómar av Streymoynni, Sandoy og Vágum húsast í einum Studentaskúla í Hoydølum, sum ongan góðan hevur átt síðan 1960. Tað verður pjøssað og pjøssað uppá gomlu bygningarnar, sum heldur áttu at rangera undir málsøki hjá Landsantikvarinum, men sum hann tó neyvan fer at bólka sum varðveitingar verdir. Og enn minnið eru hølini í Hoydølum verd at húsa unga ættarliðinum, sum vit siga, vit vilja geva besta førning til at arva hetta landið.

Nú frættist, at arbeiðið at byggja Skúladepilin fer í gongd í 2012. Men kortini verður hann ikki klárur at flyta inn í fyrr enn í 2016. Hetta er aðru ferð bara í ár, at hendan so týdningarmikla verkætlan er flutt eitt ár fram. Í vár var verkætlanin útsett til 2015 (áðrenn var ætlanin hann skuldi vera liðugur 2014) og nú guðhjálpimeg eitur árið 2016. Tvs skúlin skal vera liðugt bygdur í 2015, men ikki takast í nýtslu fyrr enn 2016, tí man útsetir keyp av innbúgvi.

Landsverk metir, at tað kostar einar 13-14 mió at útseta byggingina hetta eina árið, og hendan upphædd skal sannlíkt takast av heildarkostnaðinum.

Hetta er fullkomiliga meiningsleyst og býtt, fyri ikki at tala um kostnaðarmikið, at ein nýggjur, flottur skúli stendur liðugur eitt heilt ár áðrenn man kann flyta inn í hann, tí íløgurnar til  innbúgv verða útsettar eitt ár. Hetta árið í bíðistøðu fer sjálvsagt at kosta í hita og alskyns øðrum útreiðslum hjá Skúladeplinum, umframt at verandi miðnámsskúlar skulu gjalda rakstur o.a. Hetta er óneyðug longing, og merkir stóra samlaða dýrking fyri landið.

Ábøturnar á studentaskúlan í Hoydølum vóru gjørdar í 2008 útfrá tí, at nýggjur skúli skuldi vera klárur í 2012. Nú er hetta flutt til 2016. So tað er ivaleyst, at tørvur verður á fleiri ábøtum í Hoydølum, tí tann skúlin er í so út av lagi ringum standi sum er.

Um vit hyggja eftir teimum samlaðu íløgunum hjá hesi samgongu í fíggjarlógini, er onki at ivast í, at við umraðfestingum ber væl til at fara undir at byggja bæði Tjóðleikhús og Skúladepilin í Marknagili. Latið okkum sýna politiskt dirvi og støðufesti og halda avtalur frá fyrr í ár, soleiðis at Skúladepilin er klárur at flyta inn í hjá skúlanæmingum í 2015 og ikki í 2016, sum hendan samgongan ætlar.

Nær fáa vit eitt Tjóðleikhús?

Í dag er sól og høgur himmal. Men tó hanga tung skýggj yvir føroyska samfelagnum í hesum døgum. Politikkurin sum er settur út í kortið sendir ørkymlandi og ófrættakend boð út í hvørt heraðshorn í landinum. Ótryggir borgarir vita ikki síni livandi ráð, og ivast í um hetta er veruleiki ella ein óndur dreymur, sum tey eru statistar í.

Hetta er ikki vanlig glefs og frustratiónir frá einum andstøðuflokki, sum sigur tað sum verður væntað av okkum. Hetta er meint í ramasta álvara: Vit hava veruliga ilt í búkinum av tí sum fer fram.  Eg haldi, at tað í veruleikanum er óreelt at vit í dag skulu viðgera eina fíggjarlóg undir teimum fortreytum sum eru galdandi. Tað eru so nógvir ókendir faktorar í hesum roknistykkinum, at tað er vónleyst at hava eitt konstruktivt orðaskifti um fíggjarlógina.


Hesar kollveltingar, sum samgongan ætlar at fremja - flatskatturin og pensjónsskattingin - eru fongdar við so stórum óvissum um hvussu tað skal fíggjast, hvørjar avleiðingarnar verða fyri  einkultpersónar, fakfeløg, tryggingarfeløg, landshúsarhaldið, stovnar av øllum slag - at tað ber snøgt sagt ikki til at viðgera hesi stórmál á nøktandi hátt. Her eru 100 spurningar og ongi svar.

Men tað er helst júst tað sum er ætlanin, hetta skal bara trumlast ígjøgnum uttan at nakar fær ein livandi tjans.

Og gjøgnumgangandi fyri fíggjarlógaruppskotið er, at her verður brotið við allar avtalur sum eru gjørdar seinastu árini. Tað hevur verið gjørd ein erlig roynd síðstu tíðina uppá at flyta føroyskan politikk eitt vet uppeftir og frameftir, við at royna at skapa langtíðar semjur um stórmál. Sum td. nýskipanir innan pensjónir, kommunur, fiskivinnuna og langtíðar íløgukarmar. Stór og týdningarmikil mál, sum vit skulu finna semjur um. Alt hetta er vrakað til fyrimuns fyri ein primitivan, ófulfíggjaðan og bonskan høgrapolitikk, sum ongin hevði trúð møguligt.

Íløgukarmurin eru merktur av, at hvør landsstýrismaður skal seta sítt lokala fingramerki á, og teir fyrr gjørdu langtíðar íløgukarmarnir, har hugsað var um alt landið í eini heild, eru vrakaðir. Samgongan hevur framprovokerað eitt stríð millum meginøkið og útjaðara, sum er oyðileggjandi og óneyðugt. Tí hædd var tikin fyri øllum landinum í teimum langtíðar ætlanum fyri íløgur, ið var gjørd.

Vit eru traðkaði fleiri fet aftureftir í politisku menningini. Tað sendir signal út til tey fólk, sum eru eitt sindur at sær komin og sum hava aðrar møguleikar fyri at skapa sær eitt virðiligt lív, at hetta er ikki eitt verandi stað. Og tá tað hendir, so eru vit veruliga á vandakós. Og tað eri eg stórliga bangin fyri verður gongdin, um vit ikki fáa steðga hesum kollveltandi ætlanum nú.

Á skúla- og mentanarøkinum, eru tað tvær byggiætlanir, sum ikki longur tola at verða útsettar og skumpaðar fram í óvissuna. Onnur er Tjóðleikhúsið og hin er Skúladepilin í Marknagili. Tað hevur ongantíð verið so umráðandi sum í hesum døgum, at  júst hesar byggiætlanir verða settar í gongd nú frá 2012 og árini frameftir.

Føroyar hava staðið frammaliga í røðini, tá Skaparin deildi út av ymsum gávum og tilfeingi til heimsins lond. Umframt stórt náttúrutilfeingi, er list okkara óendaliga rík. Tað sprettir og grør allastaðni rundan um okkum av tónleiki, bókaútgávum, myndlist, sjónleiki, dansi, filmi og sniðgeving og mark tykist ikki vera fyri kreativu skapanarevnunum í hesum lítla landi. Ein av okkara fremstu sjónleikarkvinnum nevndi hetta í útvarpssending um dagin, og hon legði aftrat "men politikkarnir hava bara ikki uppdagað tað".

Hóast politikkurin á hesum øki ikki hevur verið merktur av teimum stóru visjónunum og karmarnir hava verið alt annað enn nøktandi, hevur listin ment seg ótrúliga nógv. Hugsið tykkum hvussu nógv goymt potentiali liggur í dvala, til reiðar at blóma, um bara vit góvu hesum øki eitt sindur meir ans og virðing.

Kanska hevur tað verið ein koddi og ein umbering hjá politisku skipanini at gera nakað munagott - tí hygg hvussu væl tað gongur uttan at vit gera nakað serligt. Men eg havi hug at venda tí við og siga: “Hugsið tykkum, hvussu nógv ríkari mentanarliga og andaliga vit høvdu kunnað verið, um bert vit gjørdu eitt lítið sindur meir á hesum øki”.

Tað sum listin skapar í einum samfelag kann illa gerast upp í krónum og oyrum. Men tess meira virðismikil er hennar leiklutur sum okkara mentanarliga jørðildi, sum skal bjóða vanahugsanini av og vísa okkum á nýggjar vegir. Vit kunnu ikki sum samfelag vera so tilafturskomin, at vit ikki duga at virðismeta tann tydning sum listin hevur fyri okkum sum framkomin tjóð. Og tí mugu vit nú geva henni munagóðar sømdir og karmar.

Tað er ikki bara hjá okkum, at listafólk skulu vera óvanliga tolin eftir at myndugleikarnir geva teirra stóra arbeiði ans og skapa teimum sømiligar karmar. Hetta er kent fyribrigdi í flestu londum. Og treyðugt so, fleiri átøk eru gjørd frá myndugleikans síðu gjøgnum árini, sum hava bøtt um viðurskiftini hjá mentanini og listini.

Men eg haldi, at ein av teimum listagreinum, ið hevur skula víst ógemeina stórt tolni, er sjónleikurin her í landinum. Orðarætt úr Fíggjarlógaruppskotinum stendur (við formansins loyvi): “Hølisumstøðurnar hjá Tjóðpalli Føroya eru út av lagi vánaligar”. Hetta er púra rætt. Men hetta vísir seg bert at vera ein staðfesting, tí gerð fylgir tíverri ikki orðum. Bert ein millión er sett av um árið komandi árini til nýtt Tjóðleikhús. Vit hava onki veruligt mentanarhús bygt sjálvi - Norðurlandahúsið varð jú bygt fyri norðurlendskar pengar - so tíðin er komin, at vit raðfesta Tjóðleikhúsið nú! Eitt Tjóðleikhús hevur ovurstóran týdning fyri okkara samleika og sjálvsvirði sum fólk, og ikki minst - fyri sjálva listagreinina sjónleikin, sum meir enn nøkur onnur rúmar allar aðrar listagreinar. Og fyri ikki at tala um tað reint búskaparliga rætta í at seta gongd á slíka bygging, tá lágkonjunkturur er í samfelagnum, og tað almenna hevur skyldu at seta slík hart tiltrongd bygningsverk í gongd.

Stóra tónleika -  sjónleika og mentanarhúsið Harpa varð bygt í størstu fíggjarligu kreppu í nýggjari tíð í Ìslandi. Byggingin hevur verið sera umdeild, men stjórnin sýndi við hesum ikki smávegis dirvi og virðing fyri hvønn týdning listin hevur -  júst í niðurgangstíðum - til at fáa fólk at hava okkurt at savnast um, vera errin av og til at byggja sjálvsvirði uppaftur.

Beint nú er tíðin tann rætta at seta bygging av Tjóðleikhúsið í gongd. Og tað er hon av fleiri orsøkum. Áðrenn valið, meldaðu allir flokkar - uttan Sambandsflokkurin - út, at Tjóðpallur skal byggjast í hesum valskeiðinum. Hetta eiga vit at taka uppá orðið. Harumframt, hevur Tórshavnar Kommuna víst stóra vælvild við at fara akivt inn sum viðspælari, og hevur bjóðað eina tí bestu staðseting í landinum - nevniliga á Skálatrøð.

Um ikki landið smíðar meðan jarnið er heitt og brúkar hesa politisku vælvildina, bæði úr Løgtingi og frá Tórshavnar Kommunu, so verður Tjóðleikhúsið ikki bygt í okkara tíð.

í 2011 vóru 5 mió settar av til projektering av Tjóðleikhúsið, men tær eru ikki brúktar orsakað av vantandi avgerð um staðseting. Tí verða tær fluttar fram til 2012, og nú staðsetingin er funnin, er ætlanin at brúka hesa upphædd til projektering í 2012. Og tað er rætt gjørt. Tvs at frá 2013 og nøkur ár fram, mugu pengar setast av til bygging. Men í hesum fíggjarlógaruppskoti, er 1 mió sett av hvørt ár hesi komandi fýra árini. Um vit ikki fáa Tjóðleikhúsið inn í langtíðar íløgukarmin, so missa vit tað momentum vit hava nú, og vit eru í stórum vanda fyri at staðsetingin og vælvildin frá Tórshavnar kommunu gleppur okkum av hondum. Og so eru hesar 5 mió, ið verða brúktar í 2012 til projektering mest sannlíkt farnar fyri skeyti.

Tí skal tað vera mín vón, at vit í mentanarnevndini kunnu fáa landsstýrið at taka uppaftur tær niðursjóvaðu ætlanirnar um Tjóðleikhúsið og fáa sett pening av, ið munar, og sum vísir at vit eisini tora og vilja taka stór stig okkara list, mentan og fólki øllum at frama.

torsdag den 1. december 2011

Skapar eitt lágt skattatrýst vøkstur?


Hendan týðing er ein stytt útgáva frá kronikk úr Weekendavisen 21. oktober 2011, við heitinum “Der er gode grunde til at hæve skatten”.

Yvirskriftin á greinini skal als ikki misskiljast, tí hvørki eg ella E ynskja at hækka skattin í Føroyum. Heldur hinvegin eru vit samd í at marginalskatturin er ov høgur. Men harfyri haldi eg, at sjónarmiðini sum verða førd fram her, eru sera viðkomandi og tankavekjandi og kunnu vera við til at geva áleikandi kjakinum her heima um flatskatt meira fjølbroytni og dýpd.

Rithøvundarnir eru: Laust Schouenborg, Ph.D og starvast við London School of Economics og Ole Schouenborg, ið er lektari á University College Capital.

Fyritøkur hyggja eftir einari røð av viðurskiftum, tá tey skulu gera íløgur: Er arbeiðsmegin vælútbúgvin og væl fyri, fyrikemur mutur og kriminalitetur, er politiskur tryggleiki og kann man rokna við einum góðum infrakervi? Danmark scorar høgt innan øll hesi viðurskifti, og hetta er orsøkin til at tað hevur eydnast Danmark at fáa fyritøkur at støðast og harvið skapa vøkstur.

Skattatrýstið hevði ein centralan leiklut í danska valstríðnum. Liberal Alliance koyrdi uppá 40% inntøkuskatt og tey Konservativu argumenteraðu fyri, at lægri skattur skapar hægri vøkstur, fleiri arbeiðspláss og til síðst fleiri pengar til okkara samlaðu vælferð. Vinstra síðan ynskti ávísar skattahækkanir og vísti á, at breiðastu herðarnar mugu bera mest, serliga í krepputíðum.

Nýggja danska centrum-vinstra stjórnin ætlar at halda fast við at hækka avgjøldini, men lovar at lækka skattin á arbeiði markant í einum framtíðar skattareformi. Her spyrja høvundarnir, um hetta er rætta leiðin, ella um tað hinvegin gevur meining at hækka skattirnar  - ikki beint nú, men í longdini.

Teir spyrja: Skapar eitt lágt skattatrýst fleiri arbeiðspláss og vøkstur? Hendir tað, sum fleiri økonomar og politikarir vilja vera við, at lágur skattur tiltrekkir útlendskar fyritøkur og motiverar danskar fyritøkur at gera fleiri íløgur og løntakarar at gera ein “eyka innsats” sum tað kallast?

Teir eru samdir í, at “alt annað líka” - kann lægri skattur vera eitt incitament, sum teoretiskt kann skapa hetta positiva vakstrarscenario. Men hetta er ein sera einfald mynd av tí sum vit meira breitt kunnu kalla tað danska vælferðar-modellið og av teimum faktorum, sum higartil hava gjørt Danmark til eitt ríkt samfelag og sum høvundarnir meina eisini framyvir eru við til at skapa framtíðar vøkstur.


Tað sum man eigur at hyggja at, er hvat er tað sum motiverar fyritøkur og kompetenta arbeiðsmegi at støðast og virka í Danmark. Fleiri kanningar hava víst, at umframt skattatrýstið hyggja fyritøkurnar eftir einari røð av øðrum viðurskiftum: Er arbeiðsmegin vælútbúgvin og hevur hon góða heilsu (og er harvið stabil), politiskur stabilitetur, lítið mutur, lágur kriminalitetur, gott infrakervið osfr. Á øllum hesum økjum er Danmark heilt væl fyri og tað er júst orsøkin til at tað hevur eydnast at vera so kappingarført. Danmark kappast ikki uppá skatt, men uppá samfelag.

Og høvundarnir spyrja: Hvørjar eru so fortreytirnar fyri, at vit framyvir megna at halda fast við hetta attraktiva búskaparliga umhvørvi? - Tað er júst almennar og skattafíggjaðar íløgur í okkara samfelag og menniskjaliga tilfeingi. Gransking og útbúgving, dagstovnar við høgari góðsku umframt okkara felags heilsuskipan. Og her hevur tað týdning at taka fram, tær neiligu avleiðingarnar av einum lágum skattatrýsti, sum vit kenna frá útlondum: Størri ójavni, sum kann leiða til kriminalitet, intolerancu og vónloysi. Spilt menniskjaligt tilfeingi, tá øll ikki fáa ein góðan uppvøkstur, skúlagongd og víðari útbúgving. Og til seinast, færri íløgur í infrakervið og gransking. Við øðrum orðum: Stórur ójavni førir ikki til vøkstur.

Høvundarnir vísa á, at hesi sterku eyðkenni við danska búskaparliga modellinum hevur víst seg at vera eitt av teimum mest kappingarføru í heiminum seinastu 50-70 árini og hendan skipan hevur megnað at givið flestu borgarum bæði vælstand og vælferð. Teir staðfesta tí, at skattirnir eiga at vera verandi á sama støði, ella kanska enntá vaksa eitt sindur, um man ynskir at halda fast í hesum kappingarfyrimuni í framtíðini.

Argumentini fyri, at tað kann vera ein meining í at hækka skattirnar nakað í longdini er ein nýggj læra, sum spakuliga er við at festa røtur. Tað snýr seg um, at vit í framtíðini eiga at broyta búskapin burtur frá endaleysum materiellum vøkstri og øktum forbrúki. Síðstu 10 árini hevur debattin víst, at fleiri og fleiri eru ivasom í um lukkan er at hava fleiri flatskermar og tríggjar uttanlandsferðir. Vit eru vorðin meir og meir tilvitaði um, at okkara felags jørð kann ikki rúma støðugum íbúgvaravøkstri og hartil hoyrandi framleiðslu og forbrúki. Globalt er okkara politiskt-búskaparliga samfelagsskipan ikki burðardygg.

Ein háttur at loysa hendan trupulleika, er at tálma privatu nýtsluni við hækkaðum skattum. Høvundarnir eru væl greiðir yvir at hetta ljóðar ræðuligt fyri mong. Men hetta gevur bert meining um tað almenna væl at merkja dugir at brúka hækkaðu skattainntøkurnar til íløgur í burðardyggar og grønar loysnir í infrakervið, kollektiva ferðslu - elektrisk tokbananet ístaðin fyri bilbrýr osfr.


Høvundarnir eru væl greiðir yvir, at teirra sjónarmið neyvan fær Dansk Arbejdsgiverforening og fíggjarkervið at klappa av frøi. Men tað er eitt faktum, at vøksturin í okkara núverandi samfelag nærkast endastøðini í mentanarsøguni. Og við at skilja og handla út frá hesi sannroynd kann Danmark aftur gerast eitt undangonguland.

Teir enda við at siga, at skattur er vorðin eitt “fy-ord” í politiska orðaskiftinum, bæði uttanlands og í Danmark. Hetta halda teir er spell, tí skattur er eitt úttrykk fyri, at vit hava valt at geva okkara íkast til tað samfelag vit eru ein partur av og sum vit persónliga vilja satsa uppá at finna haldførar kollektivar loysnir til teir trupulleikar, vit standa framman fyri.

Vónandi - siga høvundarnir at enda - fer Fólkatingið at finna aftur á beint í tí avsporaða skatta-kjakinum og byrja uppá framtíðina í góðari tíð. Hon kemur kortini!