Eitt sindur um meg

Fødd: 31. mars 1967
Tel: 510 280
Tpostur: gunvor.balle@gmail.com

Eg eri uppvaksin í Sandagerði í Havn,  næstyngst av 4 systkjum. Mamma, Margreta Mohr Balle, er av gamlari Havna-ætt og pápi, Sten Balle, er dani, og var í nógv ár stjóri í byggifyritøkuni E. Pihl & Søn.

Útlongsulin hevur altíð verið stórur og eftir lokið studentsprógv í 1985 ferðaðist eg saman við vinkonum ymsastaðni í heiminum  í tvey ár, áðrenn veruleikin kallaði og tíðin var komin at fara undir lestur.

Eg fór at lesa SPRØK (búskap, enskt og franskt) og í 1993 varð eg cand merc á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Starvaðist eitt ár á søludeildini hjá donsku hátalarafyritøkuni Peerles.

Sigurð í Jákupsstovu og eg giftust  í 1994 og saman vóru vit í Qatar í trý ár, har maður mín starvaðist hjá Maersk Olie og Gas. Saman eiga vit børnini Guðrun, Hjalta og Maritu, sum eru 18, 15 og 9 ár.

Í  1997 fluttu vit til Føroya og eg fór í starv á Tórshavnar Skipasmiðju. Eg var við til at stovna dótturfelagið PAM Offshore Service og var stjóri har til 2005. Starvaðist eisini í tvey ár sum søluleiðari á Skipasmiðjuni. Frá privatu vinnuni á Vestari Vág tók eg tað mentalt stóra lopið yvirum vágna í uttanríkisdeildina í Tinganesi, har eg í nøkur ár starvaðist við at leggja lunnar undir ein politikk innan menningarsamstarv.

Í 2007 fekk eg starvið sum sendikvinna í Íslandi, og hesi trý fylgjandi árini sum almenna umboð Føroya í grannatjóðini fyri vestan, vóru ómetaliga innihaldsrík og mennandi. Heimkomin á heysti 2010 fekk eg farloyvi frá Uttanríkisráðnum og fór at starvast í fyritøkuni P/f Atlantic Biotechnology á Oyri, sum vit hava verið við til at sett á stovn. Fyritøkan er nýggj og roynir at fáa fótin fyri seg við at virka hávirðisvørur (olju og proteinir) burturúr laksainnvølum.

Eg havi verið limur í nógvum nevndum og ráðum - m.a. í Framtaksgrunninum, Búskaparráðnum, Visjón 2015, Ráðnum fyri brekað, BLF og Oljuvinnufelagnum hjá Vinnuhúsinum. Áhugin fyri samfelagsviðurskiftum hevur altíð verið stórur, hóast eg aldrin havi verið politiskt organiserað ella virkin.

Árini í Íslandi kveiktu av álvara í samfelagsliga og politiska áhugan. Har fekk eg høvi at seta meg inn í hvussu okkara nærmasta grannaland skipar seg á ymsum økjum - samstundis sum eg sá Føroyar eitt sindur uttanifrá, og kundi sammeta samfeløgini bæði, ið eru so lík á so nógvum økjum.

















Umborð á hvalabáti, norðanfyri Húsavík í Íslandi.