fredag den 30. august 2013

svar uppá fyrispurning um forskúlar

Svar

upp á

fyrispurning eftir Tingskipanini § 52a. Fyrispurningur frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu, nr. 4/2013 um forskúlar, settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, (at svara skrivliga eftir TS § 52a).

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1.     Hvar liggur málið viðv. lýsing av kunngerðini um forskúlar?
2.     Hvør hevur fingið kunngerðina til hoyringar, og hvørjar viðmerkingar eru komnar?
3.     Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðv. stovnan av fleiri forskúlum?
4.     Hvussu eru eftirmetingarnar av forskúlaskipanini gjørdar, og hvat hava tær víst?
5.     Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at námsfrøðiligi serkunnleikin verður hoyrdur í avgerðum, sum viðvíkja børnum undir skúlaaldri, sum t.d. í málum viðv. stovnsetan av forskúlum?
6.     Hvør skal hava leiðsluna í framtíðar forskúlum - lærarar ella pedagogar, ella verður talan um tvíbýtta leiðslu?

Svar
Til. 1: Kunngerðin um skipan og læring í forskúla er kunngjørd og sett í gildi frá skúlaársbyrjan skúlaárið 2013/14.

Til 2: Uppskotið til kunngerð hevur verið til hoyringar hjá Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag.

Viðmerkingar frá hoyringarpørtunum snúðu seg um ábyrgdarbýtið, leiðsluviðurskifti, setanarviðurskifti, starvsfólk, gjøld, innihald í forskúlatilboðnum, staðseting, skúlaaldur o.a.

Mentamálaráðið hevur í tann mun tað hevur verið gjørligt gingið hoyringarpørtunum á møti og lagað kunngerðina til eftir innkomnu viðmerkingunum, har tað hevur verið møguligt.

Til 3: Í §4,  stk. 4 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 7. juni 2007 og løgtingslóg nr. 67 frá 26. mai 2011,  er ásett, at kommunum kann verða loyvt at seta 1 árs forskúlaflokk/ar á stovn eftir gjøllari reglum, sum landsstýrismaðurin setur. Tað er sostatt ikki landsstýrismaðurin, men kommunurnar, sum taka stig til at skipa forskúla. Men landsstýrismaðurin skal sambært lógini tryggja, at  reglur eru á økinum, so heimild er fyri tí virksemi, sum verður skipað í forskúlaflokkunum. Og tað eru hesar lógarásettu reglur, landsstýrismaðurin hevur fingið til vega við kunngerðini um skipan og læring í forskúla.

Tvær  kommunur hava fingið loyvi til at skipa forskúla, men av tí at ongar reglur hava verið, sum ásett í § 4, stk 4 í fólkaskúlalógini, so hava Runavíkar Kommuna og Eysturkommuna fingið loyvi til at stovna forskúla eftir eini royndarskipan, sum hevur verið kjølfest í uppskotinum til kunngerð um skipan og læring í forskúla. Harumframt er forskúli í Sankta Frans skúla, sum av fyrstan tíð hevði forskúla sum privatur skúli, men sum helt fram við hesum virksemi eftir, at kommunan yvirtók skúlan. Forskúlin í Sankta Frans skúla hevur fimti ár á baki.

Eisini er heimilað  Frískúlanum Kelduni at skipa forskúla sbrt. § 2, stk. 2 í løgtingslóg nr. 46 frá 26. mars 2002 um frískúlar, har ásett er, at landsstýrismaðurin kann geva loyvi til, at forskúlaflokkar og undirvísing eftir 9. skúlaár koma undir lógina.

Til 4: Eftirmetingar eru gjørdar í Skúlaspíranum, sum er forskúlin í Eysturkommunu. Niðurstøðan í eftirmetingini er, at tey, ið varða av forskúlanum: Kommuna, skúli, pedagogar, lærarar, foreldur og næmingar sum heild hava verið væl nøgd við skipanina.

Til 5: Leiðslan á staðnum hevur saman við starvsfólkunum í forskúlanum ábyrgd av at tryggja, at virksemið verður skipað við atliti at einstaka næminginum, við støði í galdandi lóg og reglum, og at innihaldið er greinað og lagað sambært hesum viðurskiftum.

Mentamálaráðið fer eisini at fylgja við arbeiðnum í  forskúlunum , soleiðis at hesir javnan verða eftirmettir. Ætlanin er eisini at gera greiðar námsætlanir fyri forskúlan í samstarvi við allar avvarðandi partar.

Harafturat er mín ætlan, í samstarvi við kommufeløgini og Føroya Pedagogfelag  at endurskoða Dagstovnaráðið, sum skal veita landsstýrismanninum ráð og vegleiðing í m.a. námsfrøðiligum spurningum innan forskúlaøkið, á sama hátt sum Fólkaskúlaráðið ráðgevur landsstýrismanninum um fólkaskúlan.

Umráðandi er eisini, at Førleikastovan verður tikin við upp á ráð í sernámsfrøðiligum spurningum.

Til 6: Sambært galdandi reglum, so er skúlaleiðarin á staðnum eisini leiðari fyri forskúlan. Forskúlaflokkar, sum verða skipaðir við heimild í fólkaskúlalógini, eru partur av fólkaskúlanum á staðnum, og í viðmerkingunum til fólkaskúlalógina verður m.a. sagt, at lógargrundarlagið verður
at finna í teimum ásetingum, sum standa í tí broyttu fólkaskúlalógini, og at tá ið næmingur er
innskrivaður í ein forskúlaflokk, so eru rættindi og skyldur hjá foreldrunum og næmingi tey somu,
sum um næmingurin var í undirvísingarskyldugum aldri.

Tað er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at kunngerðin um skipan og læring í forskúla als ikki snýr seg um at broyta fólkaskúlalógina, soleiðis at skúlaaldurin verður lækkaður. Í hesum føri snýr tað seg um, at heimildargrundarlagið hjá landsstýrismanninum at loyva kommunum sbrt. § 4, stk. 4 í fólkaskúlalógini at seta á stovn forskúlaflokkar skal vera í lagi, og at børnini kunnu fáa væl tilrættaløgd og mennandi tilboð.

Eg vil somuleiðis undirstrika, at talan er um eitt tilboð, sum kommunur sjálvar kunnu velja at gera nýtslu av.

Kunngerðin hevur tí ikki ávirkan á tey forskúlalíknandi tilboð, sum fleiri kommunur við góðum úrsliti í mong ár hava valt at veita elstu børnunum á teirra dagstovnum.  


Vinarliga
Mentamálaráðið

Bjørn Kalsø

landsstýrismaður

Fyrispurningur til Bjørn Kalsø um forskúlar

Gunvør Balle
løgtingskvinna



Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um forskúlar, settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1.     Hvar liggur málið viðv. lýsing av kunngerðini um forskúlar?
2.     Hvør hevur fingið kunngerðina til hoyringar, og hvørjar viðmerkingar eru komnar?
3.     Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðv. stovnan av fleiri forskúlum?
4.     Hvussu eru eftirmetingarnar av forskúlaskipanini gjørdar, og hvat hava tær víst?
5.     Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at námsfrøðiligi serkunnleikin verður hoyrdur í avgerðum, sum viðvíkja børnum undir skúlaaldri, sum t.d. í málum viðv. stovnsetan av forskúlum?
6.     Hvør skal hava leiðsluna í framtíðar forskúlum - lærarar ella pedagogar, ella verður talan um tvíbýtta leiðslu?

Viðmerkingar:
Um ólavsøkumundið kom alment fram, at kunngerðin um forskúlar skuldi setast í gildi 1. august. Hetta hóast Pedagogfelagið hevur verið sera atfinningarsamt og sigur seg als ikki vera hoyrt. Undir viðgerðini av løgmansrøðuni segði landsstýrismaðurin í mentamálum, at av tí at dagstovnaráðið ikki virkar, hevur tað ikki verið gjørligt at hoyra námsfrøðiliga partin. Eisini segði landsstýrismaðurin, at sum nú er virka teir 4 forskúlarnir um landið í lógloysi, og tað ber ikki til at liva við, men hann fór at syrgja fyri at fáa dagstovnaráðið at virka. Hetta sama segði landsstýrismaðurin eisini í vár, tá undirritaða spurdi um dagstovnaráðið. Tí verður spurt aftur um ætlanirnar hjá landsstýrismanninum viðv. forskúlum, og um hann als ikki ætlar at taka námsfrøðingarnar við upp á ráð í hesi tilgongd.

Nógvar óvissur eru í hesum máli. Bæði viðv. tí innihaldsliga og tí námsfrøðiliga, har átrokandi spurningurin, hví forskúlar skulu setast á stovn, als ikki er viðgjørdur. Er tað tí, man metir tað vera best fyri børnini, og um so er, út frá hvørjum argumentum er tað best fyri børnini at fara inn í eina skúlaskipan sum 6-ára gomul heldur enn sum 7-ára gomul.

Somuleiðis eru fleiri ivamál og spurningar um flokkingar, setanarviðurskifti og arbeiðs- og ábyrgdarbýtið millum lærarar og námsfrøðingar á forskúlunum. Pedagogar hava ongan sáttmála innan forskúlaøkið, og ógreitt er, hvussu leiðslan í forskúlunum skal skipast.

Fleiri og fleiri granskingarúrslit vísa á, at tað er ein myta, at tað hækkar fakliga støðið og Pisa-úrslitið, um næmingar byrja tíðliga í skúla. Nýggj vitan vil enntá vera við, at tað er beinleiðis skaðiligt fyri børn at byrja ov tíðliga í skúla, tí tey hava ikki førleikan at hugsavna seg, og tá kann úrslitið verða, at tey brenna út. Hetta er gransking, grundað á royndir frá londum, har børn fara í skúla ella forskúla sum 5 og 6 ára gomul. Við tí nýggju vitan, ið gerst alt meira alment góðtikin, er nógv, sum bendir á, at vit í Føroyum hava gjørt rætt í at halda fast í, at skúlaaldurin er 7 ár. Tí eiga vit at hyggja gjølla at teimum royndum, ið onnur lond hava gjørt sær, og gera okkum púra greitt, hvat tað er, vit vilja uppnáa við forskúlum. Tað krevur eina skipaða tilgongd, har pedagogar og lærarar á jøvnum føti verða tikin við upp á ráð, soleiðis at eitt møguligt forskúlatilboð gerst so gott sum til ber.


Á Løgtingi, 15. august 2013



Gunvør Balle

torsdag den 8. august 2013

Um at privatisera yvirskotið og nationalisera undirskotið



Nú tingfólk kappbjóða um at vera fyrst og best í tunnilsloysnum, spyrja mong - av røttum - um ikki alt tunnilstos er ørvitistos í løtuni. Eiga vit ikki at binda frið um tunnlar eina stund, og er løtan ikki komin, har vit gera íløgur sum hava verið afturúrsigldar í áravís og sum samfelagnum tørvar so stórliga. T.d. íløgur í hægri útbúgvingar og í bústaðir, í skúlar, mentan og søvn. Og at lætta um hjá teimum, ið stríðast við at fáa gerandisdagin at hanga saman. Ella í tey 37 átøkini í Heildarætlanini um Fólkavøkstur. Snøgt sagt, at vit gera íløgur í fólkið og í tað, sum ger okkum klókari, glaðari og meir mentaði. Tað sum gevur gerandisdegnum innihald og meining og sum øll vita er ein fyritreyt fyri at fólk støðist í landinum.

Eg skilji ómetaliga væl allar tær kritisku røddir, ið halda at Løgtingið er farið í kollektivt tunnils-sjálvsving og sakna, at onkur fólkavaldur torir at siga siga sína hjartans meining ímóti fleiri tunnilsútbyggingum.

Ongin ivi er í mínari verð um at vit áttu at raðfest annaleiðis, men nú liggja fleiri uppskot um tunnlar á borðinum og neyðugt er at taka støðu. Eg eri eisini sannførd um aðalmálið, at neyðugt er áhaldandi at gera samferðsluútbyggingar fyri at skapa menning og vøkstur kring alt landið. Sum landspolitikarar hava vit skyldu til at brúka víðvinkulin tá vit hyggja eftir landinum, og tá er ikki torført at fáa eyga á hvat øki veruliga tørvar ein tunnil fyri yvirhøvur at yvirliva. Fólkatalið í Sandoynni er minkað við nærum 600 seinastu 25 árini og nú bert góð 1200 fólk búgva í oynni gongur tað skjótt skeiva vegin. Vit kunnu heilt einfalt ikki lata standa til, og tí er ongin ivi um, at Sandoyartunnilin er tann samferðsluíløgan, sum Løgtingið eigur at raðfesta framum um allar aðrar. Tó vita vit, at ein Sandoyartunnil aldrin fer at bera seg, og tí hevur hann eisini havt so tungan burð, tí landskassin kemur so ella so at átaka sær stórar lánibyrðar fyri at byggja tunnilin umframt rakstrarútreiðslur í framtíðini.

Bjørt Samuelsen og Axel V Johannesen hava lagt eitt vala uppskot fyri Løgtingið, har Eysturoyar- og Sandoyar tunnlarnir verða tengdir saman, tí hetta gevur bestu samfelagsligu nyttuna og er bíligasta loysn fyri landið. Í uppskotinum er stórt arbeiði lagt í at argumentera sakliga og at leggja fram tøl, ið eru grundaðar á neyvar og dagførdar  útrokningar frá Landsverki. Landsverk mælir greitt til eina almenna loysn, tí hon er nógv bíligari og ikki tengd við tí stóra váðanum sum landsstýrismaðurin vil gera tað til.Tann stóri munurin er, at privata felagið skal hava eitt avkast á 9,8%, og at rentan hjá almenna felagnum er 3%. Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm hava gjørt eitt líknandi uppskot, sum tó ikki er lagt fyri Løgtingið enn.

Nú uppskotið hjá Kára P Højgaard um at lata privat útlendskt felag byggja, reka og eiga Eysturoyartunnilin, er til viðgerðar, kunnu vit spyrja:

- Hví skulu vit privatisera tað sum gevur yvirskot og nationalisera tað sum gevur undirskot?

- Hvussu kunnu vit taka eitt vitalt strekki úr øllum vegakervinum, sum helst er tað einasta ið kann skapa stórar inntøkur, og geva útlendskum íløgufelag ognarskap og framtíðar profitt av hesum strekki? Heldur enn at vit sjálvi kunnu fáa vinningin, td við lægri prísum og við at tengja Eysturoyar- og Sandoyartunnilin saman. Og harvið skapa størri samfelags gagn fyri vinnulív og privat?  Sambært útrokningunum hjá Landsverki,sparir vinnulívið uml. 15 mió kr. í nýtslugjaldi um árið við einum almennum tunnilsfelagi heldur enn einum privatum.

- Hava vit ikki higartil verið samd um at samferðslan er ein almenn og solidarisk skipan?

- Hvussu kunnu vit rationelt forklára og forsvara, at vit skulu seta allar fólkaræðisligar grundreglur til viks, og við bindi fyri eyguni skulu velja at taka av eini loyniligari privatari loysn? Har tað eru hópin av óvissum og har vit ikki vita hvørji forpliktilsi vit binda okkara eftirkomarar til? Og hartil eina nógv dýrari privatari loysn, enn tí almennu.

- Hví skal CIP hava heili 5 ár til bara at koma við einum forprojektið? Ikki fyrr enn í 2021 vita vit, um tey yvirhøvur fara í gongd! Man tað vera tí tey skulu viga og kanna allar aðrar áhugaverdar samferðsluíløgur í heiminum, og um onkur onnur íløga vísir seg at vera lukrativari, so blaka teir allar ætlanir viðv. Eysturoyartunlinum frá sær? Og so sita vit her - við ongum? Hvussu kann man vilja skriva undir uppá slíkt?

Privata avtalan sum landsstýrismaðurin ætlar at gera við CIP og øll tann loyniliga og klossuta tilgongdin líkist mest av øllum einari farcu.

Her er upp í leypar av argumentum fyri eini almennari loysn og tí átti tað slettikki at verið nakað ivamál um hvat er tað rætta at gera. Men eftir 12 tíma langa orðaskiftið í Løgtinginum týsdagin bendi nógv á, at ørvitisprojektið við Kára P Højgaard og løgmanni sum fremstu sølumonnum, fer at sigra. Tað er syndarligt at vera vitni til, at tílíkar beinleiðis samfelagsskaðiligar avgerðir verða tiknar og at ongi av øllum teimum skilagóðu argumentunum rína við.

Sjálvandi skulu vit lata føroyskt vinnulív standa fyri byggingini: Vit styrkja førleikar og vitan í landinum og tað eru vit sum sjálvi skulu stýra og ráða fyri hesi verkætlanini, tí tað hava vit prógvað at vit saktans megna.

Heilt yvirskipað eiga vit at halda fast í hesum prinsippum:

1. Samferðsla er og skal vera ein almenn uppgáva. Vit eiga at hava eitt alment tunnilsfelag, eitt PF Føroyatunnlar, ið umfatar Norðoya- og Vágatunnilin og komandi undirsjóvartunnlar. Hesin leistur hevur riggað væl, vitan og førleiki er í Føroyum - hví ikki halda fram við somu skipan, sum virkar? Helst er tað rætt, eisini at taka bergholstunnlar við í slíkt felag, so øll ið koyra gjøgnum tunnlar okkara gjalda samhaldsfast fyri at reka okkara dýra samferðslukervið.

2. So eigur at vera farið undir at byggja Eysturoyartunnilin fyrst - sum uppskotið hjá Bjørt Samuelsen og Axel V.Johannesen leggur upp til - og beinavegin aftaná fara undir Sandoyartunnilin. Tí annars kemur als ongin Sandoyartunnil, tað er ongin ivi um tað. Og Sandoyartunnilin er tann farleið vit hava størst samfelagsskyldu at byggja, tí tað er spurningur um lív ella deyða fyri Sandoynna.

3. Tað eru tvær orsøkir til at vit byggja tunnlar: Onnur er at tað er skjótari og bíligari fyri hvønn einstakan at koma aftur og fram. Og hin orsøkin er, at eitt vælútbygt samferðslukervið eigur at fáa okkum at reka samfelagið rationellari og skynsamari. Tað hevur tíverri ikki verið nógv at sæð til at samfelagið er blivið bíligari at reka hóast Norðoyatunnilin og Vágatunnilin eru komnir. Vit hava enn trý sjúkrahús, fleiri skúlar av sama slag, ið verða útbygdir leyst av hvørjum øðrum, stór og dýr havnaanlegg í størru kommununum osfr. Tað eigur at vera ein treyt, at vit samstundis sum vit játta at fara undir fleiri tunnlar, eisini binda okkum til at umskipa og reka samfelagið bíligari eftir at tunnlarnir eru komnir.

Tíðin er langt síðan er komin til at vit gera munagóðar íløgur í fólkið og hesum fari eg framhaldandi at leggja alla mína orku í. Viðvíkjandi aktuellu uppskotunum vóni eg inniliga at skilið fer at sigra og okkurt av uppskotunum um eina almenna tunnilsoysn fer at fáa meiriluta í Løgtinginum. Sjálv taki eg undir við at vit fara undir at byggja Eysturoyar-Sandoyartunnil sum samantengd, almenn verkætlan. Um ikki hetta verður leisturin, kann eg ikki atkvøða ikki fyri einum Eysturoyartunnli.



Gunvør Balle

tingkvinna