Røðan (sum ikki bleiv hildin) á Summarstevnu hjá Tjóðveldi á Selatrað

Gott fundarfólk

Hetta er ikki fyrstu ferð eg haldi røðu framman fyri nógvum fólkum, men kortini kann hetta als ikki sammetast við nakað eg havi gjørt fyrr, tí hetta er mín fyrsta almenna røða sum valevni fyri Tjóðveldi og tað er ein løgin kensla, at vera komin út úr skápinum, sum onkur sigur.

Eg havi ongantíð verið limur í nøkrum flokki fyrr, ikki gingið nakað serligt til politiskar fundir - og nú eri eg knappliga á uppstillingarlistanum fyri Tjóðveldi og við familjuni á summarstevnu á Selatrað við tjóðveldisfólki!

Men sjálvt um tað er heldur bivandi at eg traðki út úr skápinum, sum annars hevur veitt mær trygt og myrkt skjól og vart meg frá at taka almenna politiska støðu - so er tað við ikki sørt av stoltleika at eg komi út. Eg havi endiliga sannført meg sjálva um, at tað er ikki nøkur skomm at taka støðu politiskt - tað er í veruleikanum ein demokratisk skylda.

Undanførslurnar hava annars verið nógvar - í mínum monologum harinni í skápinum - ímóti at stilla upp: “Óansæð um tú kemur inn á Ting ella ikki, so ert tú stemplað fyri altíð fyri tína politisku sannføring”. Vit elska jú at seta hvønnannan í bás og velja ikki at lurta eftir ávísum argumentum, tí tey koma jú frá einum tjóðveldis, sambands- ella javnaðarfólki. Man fær eitt spjaldur á seg, sum kann og fer at vera brúkt ímóti tær, sum tey siga í amerikonskum filmum.

Men eg kenni meg væl at vera her í hesum fjølbroytta liði. Hetta er eitt gott og kveikjandi tiltak, har børn, ung, vaksin og eldri samlast til skemt og politiskt uppbyggjandi samveru. Tað hevur so stóran týdnng at fáa unga ættarliðið við, har kjakið fer fram og meiningar taka skap - tey eiga framtíðina, tí skulu teirra sjónarmið fáa rúmd eins væl og hjá okkum etableraðu. Takk og rós til fyriskipararnar.

Og samstundis sum vit gleðast um at vera saman við okkara ungu ein dag sum í dag, mugu vit eisini geva tí ans - og vera takksom fyri - at vit liva í einum so friðarligum landi, at vit kunnu halda slíkar politiskar summarstevnur, uttan at óttast ekstremismu og terrorismu. Hesi hugtøk liggja so fjart frá okkara tangagongd, men hóast tað skulu vit ikki gloyma at hatur og ekstremisma lúrir í øllum samfeløgum, vit mugu bara vera tilvitaði um at hon ongantíð fær fastatøkur í okkum.

Eg bjóði meg fram sum valevni fyri Tjóðveldi tí eg vil vera við til at lyfta hetta landið framá. Daga fram úr havsbrúnni síggi eg einar sjálvstøðugar Føroyar, -  og hetta er ikki nøkur fjar dreymamynd. Tað liggur á okkum at fáa fleiri við í liðið, ið vil gera hesa sjón til veruleika. Eg vil vera við til at skapa vøkstur og framburð og eg vil uppliva tann dag, tá tað er sjálvsagt at tey ungu seta búgv í Føroyum eftir loknan lestur, sum tey hava nomið sær helst bæði í Føroyum og uttanlands. Eg vil síggja okkum fjølgast, eg vil síggja útbúgvingarstøðið hjá okkara fólki verða á hædd við tað í hinum norðanlondunum. Eg vil vera við til at skapa røttu karmarnar um fiskivinnuna, so hon gerst meir lønandi og á henda hátt fara búskaparvøkstur, fólkavøkstur og eitt høgt útbúgvingarstøði at vera drívmegirnar, ið geva fólki okkara trúnna á, at hesum oyggjum er lív lagað í ókomnum døgum.


Takk fyri