mandag den 29. august 2011

Hjartamál: VIt mugu gerast búskaparliga sjálvbjargin


Samstarv tvørturum floksmørk og langtíðarsemjur um stór mál

Vit ynskja øll brennandi at skapa framgongd og vøkstur í landinum. Hetta krevur, at vit semjast um nøkur høvuðsmál, sum vit seta fokus á og gera breiðar, langtíðarsemjur um. Semjur, sum fara tvørturum øll floksmørk og sum røkka 15-20 ár fram í tíðina. Tey mál, ið eiga at fáa fremstu raðfesting, haldi eg vera hesi: Búskaparvøkstur, fólkavøkstur, sterkt vinnulív og útbúgving. Hetta eru míni hjartamál.

Tó, fremsta hjartamál mítt, sum gongur framum øll hini er: Fullveldi gjøgnum búskaparligt sjálvbjargni og altjóða samstarv.  Og hetta er als ikki bara romantikkur. Hetta er fyrst og fremst realisma, tí eg eri sannførd um, at vit fáa eitt betri land at búgva í og ein sterkari búskap um vit taka fult ræði á egnum viðurskiftum. Og fyrsta fyritreyt er, at vit eru búskaparliga sjálvbjargin, tí ikki fyrr enn vit hava fulla ábyrgd av øllum okkara viðurskiftum, byrja vit at handla forsvarligt. Í tí løtu vit vita, at ongin fer at bjarga okkum, fer tað at noyða okkum at gerast dugnaligari, klókari og ábyrgdarfullari.

í Føroyum liva vit undir nøkrum serligum fortreytum, sum í stóran mun ávirka okkara vælferð. Summar av fortreytunum kunnu vit gera nakað við, aðrar mugu vit góðtaka. Vit eru eitt lítið oyggjaland, við eini lítlari íbúgvarafjøld, sum enntá er í minking. Samfelagið er dýrt at reka og búgva í, tí tað er kostnaðarmikið at vera fjart frá grannalondum og høvuðsmarknaðum okkara. Og innanlands er tað kostnaðarmikið at halda gott ferðasamband millum meginøkið og smærri plássini. Tað er dýrari at keypa vørur og tænastur í Føroyum enn í størri londum, tí á einum so lítlum marknaði er sera torført at fáa kapping at virka í vinnuni, tí oftast er bara ein ella tveir útbjóðarar av vørum og tænastum.

Hinvegin hava vit eisini eitt sera ríkt náttúrutilfeingi, bæði í sjónum - helst eisini í undirgrundini - og á landi við okkara náttúru, søgu og mentan og ikki at forgloyma, tí menniskjaliga tilfeinginum.

Hetta eru høvuðsfyritreytirnar, sum vit liva undir. At vit eru eitt oyggjaland og fjarstøðuna frá meginlandinum kunnu vit ikki broyta, men vit kunnu arbeiða við nógvum av hinum avbjóðingunum. Vit kunnu arbeiða fyri at vaksa um íbúgvaratalið og vit kunnu arbeiða fyri at
fáa sum mest burturúr náttúrugivna tilfeinginum, so vit skapa størri vælferð. Endamálið eigur altíð at vera, at vit fáa betur ráð at tryggja, at øll fólk í Føroyum hava eitt gott og virðiligt lív. Løntakarin, íverksetarin, handilskvinnan, tey, ið eru fødd við serligum avbjóðingum vegna sjúku ella brek, og vaksandi talið av eldri, ið hava tørv á røkt. Samfelagið skal rúma og taka sær væl av øllum.