Hjartamál míni

Samstarv tvørturum floksmørk og langtíðarsemjur 

Vit ynskja øll brennandi at skapa framgongd og vøkstur í landinum. Hetta krevur, at vit semjast um nøkur høvuðsmál, sum vit seta fokus á og gera breiðar, langtíðarsemjur um. Semjur, sum fara tvørturum øll floksmørk og sum røkka 15-20 ár fram í tíðina. Tey mál, ið eiga at fáa fremstu raðfesting, haldi eg vera hesi: Búskaparvøkstur, fólkavøkstur, sterkt vinnulív og útbúgving. Hetta eru míni hjartamál.

Tó, fremsta hjartamál mítt, sum gongur framum øll hini er: Fullveldi gjøgnum búskaparligt sjálvbjargni og altjóða samstarv.  Og hetta er als ikki bara romantikkur. Hetta er fyrst og fremst realisma, tí eg eri sannførd um, at vit fáa eitt betri land at búgva í og ein sterkari búskap um vit taka fult ræði á egnum viðurskiftum. Og fyrsta fyritreyt er, at vit eru búskaparliga sjálvbjargin, tí ikki fyrr enn vit hava fulla ábyrgd av øllum okkara viðurskiftum, byrja vit at handla forsvarligt. Í tí løtu vit vita, at ongin fer at bjarga okkum, fer tað at noyða okkum at gerast dugnaligari, klókari og ábyrgdarfullari

Vit kunnu ikki blíva við at dúva uppá danskan stuðul. Tað er óvirðiligt. Hallið á danska búskapinum er lutfalsliga nógv størri enn okkara, so eg haldi ikki vit kunnu rættvísgera annað enn at royna at gerast leys av blokkinum. Og tað er ikki bara óvirðiligt, tað er eisini óneyðugt. Tì sjálvsagt megna vit at gerast búskaparliga sjálvbjargin um bert vit vilja tað og arbeiða miðvíst við hesum máli fyri eyga.


Í Føroyum liva vit undir nøkrum serligum fortreytum, sum í stóran mun ávirka okkara vælferð. Summar av fortreytunum kunnu vit gera nakað við, aðrar mugu vit góðtaka. Vit eru eitt lítið oyggjaland, við eini lítlari íbúgvarafjøld, sum enntá er í minking. Samfelagið er dýrt at reka og búgva í, tí tað er kostnaðarmikið at vera fjart frá grannalondum og høvuðsmarknaðum okkara. Og innanlands er tað kostnaðarmikið at halda gott ferðasamband millum meginøkið og smærri plássini. Tað er dýrari at keypa vørur og tænastur í Føroyum enn í størri londum, tí á einum so lítlum marknaði er sera torført at fáa kapping at virka í vinnuni, tí oftast er bara ein ella tveir útbjóðarar av vørum og tænastum.


Hinvegin hava vit eisini eitt sera ríkt náttúrutilfeingi, bæði í sjónum - helst eisini í undirgrundini - og á landi við okkara náttúru, søgu og mentan og ikki at forgloyma, tí menniskjaliga tilfeinginum.

Hetta eru høvuðsfyritreytirnar, sum vit liva undir. At vit eru eitt oyggjaland og fjarstøðuna frá meginlandinum kunnu vit ikki broyta, men vit kunnu arbeiða við nógvum av hinum avbjóðingunum. Vit kunnu arbeiða fyri at vaksa um íbúgvaratalið og vit kunnu arbeiða fyri at fáa sum mest burturúr náttúrugivna tilfeinginum, so vit skapa størri vælferð. Endamálið eigur altíð at vera, at vit fáa betur ráð at tryggja, at øll fólk í Føroyum hava eitt gott og virðiligt lív. Løntakarin, íverksetarin, handilskvinnan, tey, ið eru fødd við serligum avbjóðingum vegna sjúku ella brek, og vaksandi talið av eldri, ið hava tørv á røkt. Samfelagið skal rúma og taka sær væl av øllum.





Búskaparvøkstur NÚ
Í temafrágreiðing frá Búskaparráðnum fyri nøkrum árum síðani varð staðfest, at hóast Føroyar verða bólkaðar millum tey ríku londini í heiminum, tá hugt verður eftir inntøkustøði, so liggja vit niðarlaga í hesum bólki og vit eru greitt fátækari enn nærmastu grannar okkara.


Hetta helt eg vera tankavekjandi og ikki sørt skakandi tíðindi, hóast tey ikki fingu serliga rúmd í miðlum og tjaki millum manna annars. Kanska tí at vit velja at lata eyguni aftur fyri slíkum keðiligum staðfestingum. Eg haldi tó, at tað er átrokandi neyðugt at vita, hví hvørt fólk í Føroyum bert framleiðir 80% av tí sum hvør norðmaður, dani ella íslendingur framleiðir. Ísland er tað samfelag í heiminum, sum líkist okkara mest, og tí er tað serliga tankavekjandi, at vit eru væl minni produktiv enn íslendingar.

Eru vit býttari, óproduktivari ella heilt einfalt dovnari? Og skulu vit bara góðtaka tað? Tí vit hava tað jú nóg gott!? Eiga vit ikki heldur at royna at skilja orsøkirnar til hví so er, og byrja at arbeiða okkum upp og koma á hædd við grannalond okkara í produktiviteti.

Vit mugu byrja at fokusera uppá hvat tað er sum kann skapa størri búskaparvøkstur fyri at  fáa størri vælferð fyri okkum føroyingar. Allir búskaparfrøðingar eru samdir um týdningarmestu faktorarnar, sum fremja hægri produktivitet og harvið hægri vøkstri. Hetta er bæði galdandi fyri altjóða viðurkendar búskaparfrøðingar, skiftandi føroysku Búskaparráðini og á Vinnudegnum herfyri, endurtók okkara føroyska Juanna Schrøter Joensen, Ph.D í búskaparfrøði - somu parolu í sera fangandi og skilagóðum fyrilestri:

  • Vit mugu hava fólkavøkstur, tað er fremsta fyritreyt fyri búskaparvøkstri
  • At halda fokus á at tryggja kapping millum vinnufyritøkur. Hetta er serliga neyðugt hjá okkum, har lítli marknaðurin náttúrligt elur fram mono- og duopol. Kappingareftirlitið má styrkjast so vit sum brúkarar fáa so kappingarførar prísir og tænastur sum gjørligt og vinnan gerst so effektiv og harvið lønandi sum gjørligt.
  • At lata óproduktivar vinnur sleppa at doyggja og ikki halda tær órentablu vinnurnar koyrandi við studningi ella øðrum. - Hetta hugtakið kallast skapandi oyðing.
  • Eggja undir íverksetan, gransking og innovasjón og skapa umstøður fyri at tøkur váðafúsur kapitalur finnur saman við nýggjum vinnuhugskotum
  • Arbeiðast má støðugt við at vaksa um útbúgvingarstøði í landi okkara. Tað er ein meginsúla, ið stuðlar undir búskaparvøkstri.


Ábyrgdin liggur á komandi og framtíðar landsstýrum at tryggja, at atlit verða tikin til hesar meginreglur tá politisk inntriv og avgerðir verða tiknar, so vit støðugt halda kósini móti størri vøkstri fyri samfelagið.