fredag den 28. oktober 2011

Dagurin í dag, 29. oktober, er ein lagnudagur.


Føroyska samfelagið stendur á einum vegamóti. Vit skulu velja ímillum eina kenda, men afturhaldssinnaða kós, ið byggir á hugsanir um eitt siðbundið veiðisamfelag, sum heldur alt vera best sum er. Sum trívist best í ómakaleysu samríkjastøðuni, gjarna við størri peningainnspræning, so vit sleppa frá at taka stóru tøkini sjálv. Og sum enn ikki er til reiðar at rúma seksuellum minnilutabólkum í samfelag okkara, ájavnt við aðrar borgarar.

Ella, vit kunnu velja at traðka inn í vitanarsamfelagið, har vit geva tí kreativu, skapandi kreftunum pláss. Tí vit vita, at samanrenningin av vitan og kreativiteti eru avgerandi fortreytir fyri menning og trivnaði í framtíðar samfelagnum. Har vit, í størstu virðing fyri høvuðsvinnu okkara, tora at gera nýskipanirnar ið skulu til, so hon gerst lønandi og verður før fyri at gera nýggjar íløgur. Eitt samfelag har list, mentan, kreativar vinnur, íverksetan og fjøltáttaði útbúgvingartilboð trívast og mennast lið um lið, men altíð við grundfesti í okkara egna, føroyska samleika. Tí vit eru føroyingar, serstøk tjóð.

Tíðin er komin at skifta kós. Eitt sterkt Tjóðveldislið á Tingi hevur evnini og viljan at seta og halda røttu kósina.

tirsdag den 25. oktober 2011

Veljarafundur í Vestmanna 24. okt



Tað var ein stuttligur og lívligur veljarafundur í fullsettari Fjørukógv í Vestmanna millum Sambandsflokkin og Tjóðveldi í gjárakvøldið. Á fundinum kom greitt til sjóndar, at í allar flestu málum eru flokkarnir samdir, sambandsumboðini tosaðu enntá upp í saman um at yvirtaka málsøkir og at í Føroyum skulu føroyingar ráða! Men at fáa okkum at ganga við til at tiðna blokkin, tað gongur aldrin. Og tað fáa tey heldur onga undirtøku fyri frá øðrum flokkum, so tað fer lukkutíð ikki at henda.
Takk til fyriskipararnar og fundarluttakarar fyri eitt frálíkt kvøld.

ALS-skipanin og tey nýútbúnu


ALS hevur eina týðandi stabiliserandi funksjón í einum samfelag tá kreppur raka, og fólk gerast arbeiðsleys. Okkara ALS skipan skal eisini eiga rós fyri at skipa fyri praktikkplássum, skeiðum og øðrum førleikamennandi, so fólk í skipanini ikki sita hendur í favn, men heldur gerast betur fyri at møta krøvum frá arbeiðsmarknaðinum.

ALS verður sum kunnugt fíggjað frá arbeiðstakarum og arbeiðsgevarum og er tískil leys av politisku skipanini sum so. Tó hava politikkarir ábyrgd av at royna at ávirka stýrið fyri ALS at tillaga skipanina eftir broytandi tørvum í samfelagnum. Eitt evnið, sum Tjóðveldið hevur sett ovast á dagsskránna, er at vit mugu fáa fólkavøkstur í landinum. Tað skal setast inn á nógvum økjum fyri at røkka hesum máli, og ALS skipanin er ein týðandi viðspælari.  

Vit eiga at arbeiða fyri at víðka ALS, so skipanin eisini umfatar tey lesandi, ið flyta heim úr útlondum. Tey hava sjálvsagt ikki havt lønandi inntøku í Føroyum seinastu árini og tá útrokningarháttin hjá ALS bert er grundaður á inntøkugrundarlagið seinastu mánaðirnar, er úrslitið at nýútbúgvin fáa lítið og onki frá ALS.

Hetta er ein beinleiðis forðing fyri fólkavøkstri, tí í Danmark, har tey flestu ungu lesa, fáa tey útgjald beinanvegin, tey eru útbúgvin. Tað ger sjálvsagt, at tey verða verandi niðri og harvið verða knýtt at danska arbeiðsmarknaðinum og tá minkar sannlíkindini fyri at tey flyta heimaftur. Eg skilji frá mongum nýútbúnum, at hetta er ein beinleiðis forðing fyri at tey umhugsa at flyta aftur til Føroya. Eitt uppskot kundi verið, at ásett eitt minsta mark fyri ALS-útgjaldið, soleiðis at nýútbúgvin íhvussu er kunnu fáa eitt grundgjald útgoldið.

lørdag den 22. oktober 2011

Alt ella onki til tey eldru

Tjóðveldisleiðin vitjaði í Suðuroy í gjár og tað var sum altíð ríkandi og lærandi at hitta alt hetta góða fólk vit eiga kring landið, -  seyðamenn í Sumba, íbúgvar og starvsfólk á ellisheimi og á sjúkrahúsinum og til síðst væl vitjaðan veljarafund á tí serstakliga hugnaliga Seglloftinum.


Serliga áhugavert var, at fáa staðfest frá fyristøðukvinnuni á Hamragarði í Vági, júst tað sum framsøgukvinna okkara í sosialmálum, Bergtóra Høgnadóttir, so ofta hevur víst á: At ov einsíðugt fokus hevur verið á at byggja røktarheim, sum eru sera dýr at byggja og reka og har avleiðingin er, at heimahjálpin verður skerd. Ein kanning frá 2008 vísti, at samanbori við hini norðanlondini, er Føroyar tað landi, har flest fólk yvir 65 ár búgva á stovni. 


Øll fólk ynskja at búgva heima sum longst, tí má útboðið til hjálp tillagast, so vit fáa fleiri tímar til 
heimahjálp til tey sum kunnu og vilja búgva heima, byggja fleiri vardar íbúðir, til tey sum hava tørv 
á tí, og síðsti møguleiki er so røktarheim. Sum er, er tað alt ella onki: Røktarheim við fullari pleygu 
til tey fáu og lítil og ongin hjálp til tey mongu, ið eru heima, men hava tørv á nakað av hjálp. 

Hetta vil Tjóðveldi broyta!

Skattaskipan fyri útisiglarar o.o


Í samband við skattauppskotið frá Javnaðarflokkinum, hevur nakað av umrøðu verið um  hvørja skattaskipan vit skulu hava til føroyingar, ið arbeiða uttanlands.

Vit eru sera væl fyri í Føroyum, tí vit hava eina fleksibla og ikki minst dugnaliga arbeiðsmegi, sum tað er eftirspurningur eftir í útlondum. Her tosa vit bæði um skipsførarar, maskinmenn, handverkarar, ROV-operatørar, tyrlu- og flogskiparar osfr osfr. Hesi fólk eru ein stór styrki fyri okkara samfelag, og sjálvandi skulu vit hava so kappingarføra skattaskipan sum til ber, so tey ikki flyta burtur, men framhaldandi skapa vøkstur her hjá okkum.
Ein meting sigur, at uml 5-7% av samlaðu føroysku skattgjaldarunum, arbeiða uttanlands, og sostatt ikki gjalda sama skatta% sum hinir løntakararnir. Í mun til grannalondini, er hetta ein lutfalsliga stórur partur. Eg haldi tað hevur stóran týdning at politikarir og tey, ið arbeiða uttanlands, skilja hvønnannan betur. Tað nyttar onki at koma við einum lidnum uppskoti yvir høvdið á fólki og vænta at tey taka undir við tí uttan mótmæli.
Tey flestu er helst samd um, at øll ið liva í hesum landinum, skulu bera byrðarnar so javnt sum møguligt og øll sum forvinna pengar skulu gjalda sín part til felags húsarhaldið. Og nógv av teimum, ið arbeiða uttanlands, gjalda flestu sosial gjøld í Føroyum. Men sum skilst verða teir viðgjørdir ymiskt og skulu brúka nógva orku uppá at greiða síni viðurskiftir við skattamyndugleikarnar. Tað er hesum vit skulu koma burturfrá. Spurningurin er so, hvussu kunnu vit finna eina einfalda loysn, har øll gjøld verða samlaði og trekt av lønini áðrenn hon er útgoldin. Soleiðis, at løntakarin veit, at tá lønin er komin inn á konto, so er skattur og øll onnur sosial gjøld farin av, og tað sum er eftir kanst tú sjálvur ráða yvir.

Øll gjalda heilsutrygd í dag, men eftir 1. januar verður hetta gjald lagt beinleiðis undir skattin. Ein loysn skal finnast á, hvussu vit tryggja, at fólk, ið arbeiða uttanlands eisini gjalda fyri heilsutænastur. Og í somu loysn eiga vit at leggja onnur gjøld, sum øll hava gleði av, td. kringvarpsgjald, ALS, barsils- og arbeiðsmarknaðargjøldum o.a.

Ein frítíðar felagsskapur er skipaður í Føroyum, ið hevur savnað útisiglarar og summar aðrar fakbólkar, ið starvast uttanlands. Men stóra talið av handverkarum uttanlands er td ikki við í hesum felagsskapi enn. Tað hevði verið ynskiligt, um allir teir fakbólkar, ið starvast uttanlands og hava serskattaskipanir, kundu savnast í einum felagsskapi, sum so kann umboða hesi fólk og tosa við einari rødd yvirfyri myndugleikunum. Sjálvt um ymsu bólkarnir hava ymsar treytir og trupulleikar, ivist eg ikki í at tað ber til at samansjóva áhugamálini, so tað er greiðari fyri politisku skipanini hvørjar treytirnar og sjónarmiðini eru hjá hesum bólkum.

torsdag den 20. oktober 2011

Um vit vilja tað ella ei, so arbeiðir tíðin fyri Tjóðveldi

Í míni tíð í Íslandi, fekk eg næstan dagliga spurningin “nær taka tit fullveldi?” Ì práti við íslendingar er hesin spurningur ikki til at koma uttanum, tey skilja okkum heilt einfalt ikki á hesum øki. Og hvørja ferð stúrdi eg fyri spurninginum, krimpaði tærnar og vavdi runt í svarinum.

Eg havi altíð havt upp- og niðurtúrar um okkara útlit til at náa bjartasta málinum um eina sjálvstøðugar Føroyar. Viðhvørt hugsi eg, at her er øll vón úti, lat okkum bara gloyma tað. Og aðrar tíðir vaknar stríðsandin í mær, og eg hugsi “jú, sjálvandi megna vit tað eisini, og her er vón fyri framman”.

Og trúgvin og stríðsandin varð av álvara kveiktur hesi árini í Íslandi. Hetta samfelagið sum líkist okkum mest á øllum økjum og sum vit beinleiðis kunnu samanbera okkum við. Tað er bara at falda við 6. Tey megna tað - hví skulu vit so ikki? Og ikki minst styrktist trúgvin av tí sterka bróðurandanum og kensluni av felagsskapi, sum í øllum málum kemur til sjóndar millum føroyingar og íslendingar. Vit fara ikki at standa einsamøll tá vit ein dag taka stigið.

Prátaði við ein breta, sum er gestaundirvísari á Háskóla Íslands. Hann segði, at tað gekk yvir hansara forstand at bert 300.000 fólk megnaðu at halda einum samfelag koyrandi, við øllum tí sum hartil hoyrir - framkomið undirvísingarverk, infrakervið, vælferðarskipanir og politikkir á øllum økjum og á so høgum stigi. Víst stríðast tey við eina álvarsliga kreppu nú, men hann skuldi vera tann fyrsti at geva síni egnu harðrendu stjórn part av skuldini fyri at fallið bleiv so djúpt.


Og meðan hann prátaði, hugsaði eg: Og vit megna tað eisini. Næstan. Víst hava vit ikki tikið øll økir yvir enn og fáa framvegis stuðul úr Danmark, men tað restar ikki nógv í. Og tað er í veruleikanum alla æru vert.

So eg havi valt at síggja tað hálvfulla glasið í staðin fyri tað hálvtóma. Havi sannført meg sjálva um at tað er í veruleikanum kraftarverk vit øll útinna hvønn dag, at halda einum fulfíggjaðum samfelag saman við so fáum fólkum.

Og eri sannførd um at tað fyrst og fremst er einari sterkari sjálvstýrisrørslu fyri at takka, at hesin framburður er farin fram hesi síðstu mongu árini. Framburður vinnuliga, mentunarliga, í etiskum máli og í altjóða samstarvi.

Tí ynski um sjálvstýri og framburð eru tvær síður av somu søk, so sjálvsagt sigrar fullveldis hugsjónin til seinast.

mandag den 17. oktober 2011

Sterkt vinnulív

Minnið stuðul, meir kapping:  Eitt sterkt vinnulív er ein fortreyt fyri at tryggja búskaparvøkstur. Stuðul til útvaldar vinnur verður aldrin leiðin fram og eisini er manglandi kapping ein av størstu  forðingunum fyri at brúkarin fær so góðan prís og tænastu sum gjørligt og at fyritøkurnar skapa so høgt avkast sum gjørligt. Hetta merkir m.a. at Brúkararáð og Kappingarráð mugu styrkjast og fáa røttu heimildirnar og atgongd til serfrøði fyri at kanna um nøktandi kapping er á ymsu økjunum, so vit sum brúkarar fáa so rættar prísir sum gjørligt.

Ferðavinnan skal gerast ein nógv meira týðandi vinna í Føroyum. Longu nú gevur ferðavinnan inntøkur til føroyska samfelagið og skapar størv kring alt landið. Skilaleysu politisku avgerðinar á hesum økinum seinastu 3 árini hava skapt óvissu og ótryggleika í vinnuni sum heild. Hetta kan fáa óhepnar avleiðingar fyri hetta vinnuøkið fleiri ár fram í tíðina. Fyri at tryggja eina meira áhaldandi og málrættaða marknaðarføring og menning av Føroyum sum ferðafólkaland, er neyðugt við einum sterkum almennum myndugleika (ferðaráð), sum kann savna vinnuna og ganga á odda í hesum arbeiði. Alneyðugt er at hesin stovnur fær møguleika at arbeiða langsiktað og fær neyðuga tilfeingi, bæði fakliga og fíggarliga, sum skal til fyri at Føroyar skulu fáa ein størri part av heimsins skjótast vaksandi vinnu.

lørdag den 15. oktober 2011

Sterkt vinnulív


Fiskivinnan skal gerast meir lønandi, hon er eitt høvuðsamboð at tryggja búskaparvøkstur. Fyrst og fremst mugu vit semjast um eina nýggja skipan, so vinnan fær tryggar og kendar karmar at virka undir. Lyklaorðini eru m.a.: 


1. Burðadygg veiða - tað er ongin vegur uttanum at seta veiðitrýstið niður. 
2. Stigvíst bjóða fiskirættindi út á uppboði, har bara føroysk skip kunnu bjóða (fyribyrgja strámannavirksemi) 
3. Lóggevast skal so, at alt fiskatilfeingið kemur til lands, so skundast kann undir nýggjar vinnur.
4. At minka ymsu stuðulsskipanirnar niður í onki gjøgnum eitt stutt áramál. 
5. Eisini er neyðugt at loysa áseting av fiskidøgum frá politisku skipanini.


fredag den 14. oktober 2011

Gransking og íverksetan skulu fáa góð kor.

    • Vit skulu eggja til íverksetan, gransking og innovasjón og skapa umstøður fyri at tøkur váðafúsur kapitalur finnur saman við nýggjum vinnuhugskotum. Fígging til íverksetarar er ein stórur trupulleiki og drepur manga verkætlan í føðingini. Íverksetarir eru ofta fólk millum 20 og 35 ár, og tað er júst hetta ættarlið, sum manglar her, tí tey eru uttanlands. Tey, ið flyta heimaftur, eru um 30-40 ára gomul, og tá er íverksetarin sum kanska búði í teimum, fánaður og tey vilja bert heim til trygg kor og fasta løn. Hendan hugburð hava vit ikki ráð til. Eisini tí er tað so umráðandi, at fáa fólk at støðast her longri, lesa lutvíst í Føroyum og fáa tey aftur á ungum aldri, so vit fáa fleiri íverksetarar at seta gongd á góð vinnuhugskot, umframt tann dynamikk hesi ungu skapa í samfelagnum øllum. Eisini her, má serligt fokus setast á hvussu vit fáa fleiri kvinnur at støðast í landinum.

mandag den 10. oktober 2011

Fólkavøkstur er vorðið eitt mantra, sum øll tosa um og ynskja at loysa. Vónandi boðar tað frá góðum, so komandi stjórn okkara fer at raðfesta hetta millum fremstu innsatsøkini. Her eru nøkur boð uppá hvat eg haldi skal til, fyri at venda tí gongdini.

Vit skulu:
  • Fyrst og fremst skulu vit sjálvsagt gera tað gott at búgva í Føroyum, so vit fyribyrgja fráflyting. Her mugu vit fáa greiði á um tað eru ávís afturvendandi viðurskifti, ið gera, at fólk flyta burtur? Tá vit vita tað, ber til at seta fokus á at loysa teir trupulleikarnar. Vit vita nokkso væl frá kanningum, hví fólk velja ikki at flyta heimaftur, so her hava vit nakað at arbeiða við.
  • Styrkja um útboðið av útbúgvingum, soleiðis at tey ungu hava møguleika at taka fleiri útbúgvingar herheima. Eg havi fyrr víst á týdningin av einum altjóða universiteti fyri fólkavøkstur. Eitt styrkt Setur fer eisini at skapa arbeiðspláss fyri vællærdar føroyingar og útlendingar.
  • Víðka hugtakið “føroyingar”, til eisini at umfata føroyingar, ið eru búsett fyribils ella fyri altíð uttanlands. Gera skipanir, td dátugrunnar, har tey kunnu skráseta seg, so vit vita hvørjar førleikar tey hava og hvønn møguleika og áhuga tey hava í at brúka sínar førleikar onkursvegna í føroyska samfelagnum.
  • Fáa valrættin víðkaðan til allar føroyingar uttanlands, td. tey fyrstu 10 árini eftir at tey eru flutt heimanifrá. Hetta knýtir fólk til landið, tí við valrætti fylgja tey við í samfelagnum á ein annan hátt, tí teirra atkvøða telir og við henni  kunnu tey gera sína ávirkan galdandi og velja hvussu tey halda samfelagið skal innrættast.
  • Møguliga kundi vit funnið uppá onkra “gularóts” skipan. Td við at fólk, ið taka lestrarlán frá ÚSUN, bert gjalda ein lítlan part av láninum aftur, um tey flyta heim td innan 5 ár eftir loknan lestur.
  • Bíligari ferðasamband: Tað almenna eigur at taka av ella minka um ferðaavgjøldini á flogferðum, soleiðis at tað í størri mun gerst møguligt at búgva í Føroyum og framvegis arbeiða heilt ella partvís uttanlands.
  • Styrkja javnstøðuna: Vantandi javnstøðan í Føroyum er ein ítøkilig orsøk til at nógvar kvinnur - sum vit sum kunnugt mangla mest - ikki flyta aftur til Føroya. Samfelagið verður sæð sum mansdominerað og reaktivt og lítið lokkandi fyri modernaðar, vællærdar kvinnur. Hetta mugu vit taka í álvara og seta nógv meir turbo á javnstøðu í politikki, vinnulívi og øðrum valdspostum.


Gunvør Balle, valevni hjá Tjóðveldi
Les um mínar hugsanir og hjartamál á gballe.blogspot.com ella á Facebook. Har vil eg fegin kjakast og fáa innlit í tykkara hugskot og meiningar.

lørdag den 8. oktober 2011

Gott at vera "heima" aftur í Reykjavík! Júst komin frá kveikjandi 100 ára hátíðarhaldið fyri Háskóla Íslands, sum verður hildið allan dagin í nýggja tónleikahúsinum Hørpu. Tá skúlin varð stovnaður í 1911, vóru 45 studentar, harav ein kvinna. Hesi kundi lesa løgfrøði, gudfrøði, læknafrøði og heimspeki. Í dag ganga 14000 næmingar á HÍ, 9000 kvinnur og 5000 menn! Í dag ber til at lesa snøgt sagt hvat tú vilt á HÍ. Og tað er bert ein av 7 hægri útbúgvingarstovnum í landinum. Íalt ganga 24.000 næmingar á øllum 7 skúlunum. Tað er altso imponerandi!

fredag den 7. oktober 2011

Útbúgving og meir útbúgving

“Education is the most powerful weapon which you can use to change the world” - segði Nelson Mandela. Og eitt vælútbúgvið fólk er ein fortreyt fyri framhaldandi menning og vøkstri. Tí skulu vit raðfesta betri útbúgvingar á øllum stigum og arbeiða miðvíst móti at seta á stovn eitt altjóða fróðskaparsetur.

Vit vita frá kanningum, at høvuðsorsøkin til at okkara ungu ikki venda heimaftur, er avmarkaða talið av vælkvalifiseraðum størvum. Tey vilja hava avbjóðandi og spennandi størv, ið samsvara teirra útbúgvingum. Eitt sterkt universitet er ein týdningarmikil liður í at halda uppá okkara unga fólk og skapa møguleikar fyri størvum, til tey ið ynskja at flyta heimaftur. Men tað  eru eisini nógvir aðrir fyrimunir við at raðfesta eitt altjóða Fróðskaparsetur:
  1. Eitt stórt lestrarumhvørvi gevur eitt livandi samfelag og skapar eftirspurning til m.a. íbúðarmarknaðin, tænastuvinnuna og mentanarlívið.
  2. Tey ungu lesandi ríka samelagið við teirra meiningum, krøvum og ynskjum til hvussu vit skulu innrætta okkum.
  3. Tað dregur vælútbúgvið fólk til landið, bæði lærarar og granskarar, sum kunnu vera føroyingar eins væl og útlendingar. Tey hava við sær netverk og sambond, sum kunnu gerast týðandi og dýrabær fyri okkara samfelag á øllum møguligum økjum.
  4. Okkara vinnulív kann fáa stóra nyttu av at fara inn í aktivt viðspæl við lærustovnarnar.
  5. Samstarv millum lærustovnar og politisku skipanina – embætisfólk og politikarar- kann geva báðum pørtum virðismikið við- og mótspæl og styrkja fakliga førleikan í øllum liðum.
  6. Vit fáa serfrøði á øllum økjum um føroysk viðurskifti, sum kann skapa virðing fyri Føroyum og føroyskari vitan uttanlands.
  7. Tey útlendsku lesandi rinda gjald fyri at lesa  hjá okkum og harvið fær okkara Fróðskaparsetur inntøkur uttanlands frá.
Men tað sum vit fram um alt fáa við at raðfesta útbúgving og hava eitt sterkt og fjøltáttað lestrarumhvørvi, er tað sjálvsálit tað gevur einari heilari tjóð. Vitan er lykilin til sjálvsálit og sjálvsvirðing og hesi eru aftur lykilin til at gera okkum betur ílatin til at taka avgerðir, sum bera okkum framá.


onsdag den 5. oktober 2011

Vit skulu øll vinna hetta valið!


Tey, sum megna at geva fólki eina kenslu av vón og trúgv uppá framtíðina, vinna hetta valið.

Og tey sum megna at umskapa hesa kenslu til eitt felags mál - ein dreym - og sum fær hvønn einstakan okkara at ynskja at júst hon kann geva sítt íkast til at gera dreymin til veruleika, hevur gjørt okkum øll til vinnarar.

Avbjóðingin er at venda tí kollektiva neiliga hugburðinum til hvat vit eru, hvat vit vilja og hvat vit megna - til eina jaliga og djarva kenslu:  “jú, tað ber til -  eisini hjá okkum”. Venda pessimismu til optimismu.

Eftir hesi seinastu árini í hugsjónarloysi og mjørka, havi eg eina týðiliga kenslu av, at fólkið í hesum landinum saknar stórar savnandi visjónir fyri okkara framtíð. Vit tráa eftir, lið við lið at arbeiða fram ímóti nøkrum felags týdningarmiklum málum, sum veruliga flyta okkum framá.

Tað snýr seg um at brúka hetta momentum. At sameina longsulin eftir veruligum og stórbærum ætlanum og trongdina eftir at gera mun.

Vit hava eina ørgrynnu av óútnyttaðum krafti, vilja og kreativiteti sum býr í okkara fólki. Lat okkum saman sleppa tí út og skapa framburð og vøkstur. Lat okkum trúgva uppá tað ómøguliga. Tað krevst bert, at vit síggja og stimbra hetta potentialið og geva tí flog.

mandag den 3. oktober 2011

Samstarv tvørturum floksmørk

Samstarv tvørturum floksmørk og langtíðarsemjur um stór mál


Vit ynskja øll brennandi at skapa framgongd og vøkstur í landinum. Hetta krevur, at vit semjast um nøkur høvuðsmál, sum vit seta fokus á og gera breiðar, langtíðarsemjur um. Semjur, sum fara tvørturum øll floksmørk og sum røkka 15-20 ár fram í tíðina. Tey mál, ið eiga at fáa fremstu raðfesting, haldi eg vera hesi: Búskaparvøkstur, fólkavøkstur, sterkt vinnulív og útbúgving. Hetta eru míni hjartamál.


Tó, fremsta hjartamál mítt, sum gongur framum øll hini er: Fullveldi gjøgnum búskaparligt sjálvbjargni og altjóða samstarv.  Og hetta er als ikki bara romantikkur. Hetta er fyrst og fremst realisma, tí eg eri sannførd um, at vit fáa eitt betri land at búgva í og ein sterkari búskap um vit taka fult ræði á egnum viðurskiftum. Og fyrsta fyritreyt er, at vit eru búskaparliga sjálvbjargin, tí ikki fyrr enn vit hava fulla ábyrgd av øllum okkara viðurskiftum, byrja vit at handla forsvarligt. Í tí løtu vit vita, at ongin fer at bjarga okkum, fer tað at noyða okkum at gerast dugnaligari, klókari og ábyrgdarfullari.

Vit kunnu ikki blíva við at dúva uppá danskan stuðul. Tað er óvirðiligt. Hallið á danska búskapinum er lutfalsliga nógv størri enn okkara, so eg haldi ikki vit kunnu rættvísgera annað enn at royna at gerast leys av blokkinum. Og tað er ikki bara óvirðiligt, tað er eisini óneyðugt. Tì sjálvsagt megna vit at gerast búskaparliga sjálvbjargin um bert vit vilja tað og arbeiða miðvíst við hesum máli fyri eyga.


í Føroyum liva vit undir nøkrum serligum fortreytum, sum í stóran mun ávirka okkara vælferð. Summar av fortreytunum kunnu vit gera nakað við, aðrar mugu vit góðtaka. Vit eru eitt lítið oyggjaland, við eini lítlari íbúgvarafjøld, sum enntá er í minking. Samfelagið er dýrt at reka og búgva í, tí tað er kostnaðarmikið at vera fjart frá grannalondum og høvuðsmarknaðum okkara. Og innanlands er tað kostnaðarmikið at halda gott ferðasamband millum meginøkið og smærri plássini. Tað er dýrari at keypa vørur og tænastur í Føroyum enn í størri londum, tí á einum so lítlum marknaði er sera torført at fáa kapping at virka í vinnuni, tí oftast er bara ein ella tveir útbjóðarar av vørum og tænastum.


Hinvegin hava vit eisini eitt sera ríkt náttúrutilfeingi, bæði í sjónum - helst eisini í undirgrundini - og á landi við okkara náttúru, søgu og mentan og ikki at forgloyma, tí menniskjaliga tilfeinginum.


Hetta eru høvuðsfyritreytirnar, sum vit liva undir. At vit eru eitt oyggjaland og fjarstøðuna frá meginlandinum kunnu vit ikki broyta, men vit kunnu arbeiða við nógvum av hinum avbjóðingunum. Vit kunnu arbeiða fyri at vaksa um íbúgvaratalið og vit kunnu arbeiða fyri at fáa sum mest burturúr náttúrugivna tilfeinginum, so vit skapa størri vælferð. Endamálið eigur altíð at vera, at vit fáa betur ráð at tryggja, at øll fólk í Føroyum hava eitt gott og virðiligt lív. Løntakarin, íverksetarin, handilskvinnan, tey, ið eru fødd við serligum avbjóðingum vegna sjúku ella brek, og vaksandi talið av eldri, ið hava tørv á røkt. Samfelagið skal rúma og taka sær væl av øllum.

Búskaparvøkstur NÚ!


Í temafrágreiðing frá Búskaparráðnum fyri nøkrum árum síðani varð staðfest, at hóast Føroyar verða bólkaðar millum tey ríku londini í heiminum, tá hugt verður eftir inntøkustøði, so liggja vit niðarlaga í hesum bólki og vit eru greitt fátækari enn nærmastu grannar okkara.

Hetta helt eg vera tankavekjandi og ikki sørt skakandi tíðindi, hóast tey ikki fingu serliga rúmd í miðlum og tjaki millum manna annars. Kanska tí at vit velja at lata eyguni aftur fyri slíkum keðiligum staðfestingum. Eg haldi tó, at tað er átrokandi neyðugt at vita, hví hvørt fólk í Føroyum bert framleiðir 80% av tí sum hvør norðmaður, dani ella íslendingur framleiðir. Ísland er tað samfelag í heiminum, sum líkist okkara mest, og tí er tað serliga tankavekjandi, at vit eru væl minni produktiv enn íslendingar.

Eru vit býttari, óproduktivari ella heilt einfalt dovnari? Og skulu vit bara góðtaka tað? Tí vit hava tað jú nóg gott!? Eiga vit ikki heldur at royna at skilja orsøkirnar til hví so er, og byrja at arbeiða okkum upp og koma á hædd við grannalond okkara í produktiviteti.

Vit mugu byrja at fokusera uppá hvat tað er sum kann skapa størri búskaparvøkstur fyri at  fáa størri vælferð fyri okkum føroyingar. Allir búskaparfrøðingar eru samdir um týdningarmestu faktorarnar, sum fremja hægri produktivitet og harvið hægri vøkstri. Hetta er bæði galdandi fyri altjóða viðurkendar búskaparfrøðingar, skiftandi føroysku Búskaparráðini og á Vinnudegnum herfyri, endurtók okkara føroyska Juanna Schrøter Joensen, Ph.D í búskaparfrøði - somu parolu í sera fangandi og skilagóðum fyrilestri:

  • Vit mugu hava fólkavøkstur, tað er ein fyritreyt fyri búskaparvøkstri.
  • At halda fokus á at tryggja kapping millum vinnufyritøkur. Hetta er serliga neyðugt hjá okkum, har lítli marknaðurin náttúrligt elur fram mono- og duopol. Kappingareftirlitið má styrkjast so vit sum brúkarar fáa so kappingarførar prísir og tænastur sum gjørligt og vinnan gerst so effektiv og harvið lønandi sum gjørligt.
  • At lata óproduktivar vinnur sleppa at doyggja og ikki halda tær órentablu vinnurnar koyrandi við studningi ella øðrum. - Hetta hugtakið kallast skapandi oyðing.
  • Eggja undir íverksetan, gransking og innovasjón og skapa umstøður fyri at tøkur váðafúsur kapitalur finnur saman við nýggjum vinnuhugskotum
  • Arbeiðast má støðugt við at vaksa um útbúgvingarstøði í landi okkara. Tað er ein meginsúla, ið stuðlar undir búskaparvøkstri.
Ábyrgdin liggur á komandi og framtíðar landsstýrum at tryggja, at atlit verða tikin til hesar meginreglur tá politisk inntriv og avgerðir verða tiknar, so vit støðugt halda kósini móti størri vøkstri fyri samfelagið.