søndag den 10. marts 2013

Skapandi vinnur koma ikki av sær sjálvum


Tjóðveldi hevur sett uppskot fram um at landsstýrið stovnar almennan filmsgrunn. Filmslistin hevur av álvara tikið seg upp sum ein vaksandi listagrein í Føroyum seinastu árini. Ongin ivi er um, at her er talan um listagrein sum hevur góðar møguleikar at røkka út í heim og gerast enn ein týdningarmikil táttur í okkara mentanarlívi.

Ein filmsgrunnur er harumframt eitt grundleggjandi amboð, at menna eina nýggja vinnu, sum kann fáa rættiliga stóran týdning fyri búskapin. Filmar framleiddir í Føroyum - óansæð um tað er av føroyingum ella útlendingum - er ein tann besta marknaðarføringin av Føroyum sum ferðamannaland, vit kunnu hugsa okkum.

Flestu lond hava langt síðan ásannað týdningin av at tað almenna stuðlar við byrjunarkapitali til hesa ofta kostnaðarmiklu lista- og vinnugrein. Grannalond okkara hava í mong ár haft sjálvstøðugan filmsgrunn, ið er óheftur av tí almenna mentanargrunninum, júst orsakað av at her er talan um serliga listagrein og vinnugrein.

Vanliga uppfatanin her á landi er tíverri framvegis, at tað er alt í lagi við eitt sindur av mentan og list. Vit fáa undirhald, nakað av mentan skal helst til og tað eiga vit at stuðla eitt sindur. Men so leggja vit ikki meir í tað, og tí er tað so lætt at kuta 20% av Mentanargrunninum í einum. Fara vit í onnur lond, síggja vit hvussu nógv meir tilvitaði tey eru um tann risatýdning mentan og list hava í samfelagnum og tað beinleiðis samband, ið er millum eitt ríkt listaumhvørvi og til vøksturin í skapandi vinnum.

Gransking vísir, at tær skapandi greinarnar verða størstu vinnuøkir í framtíðini, og fara at kasta stór virði av sær til samfelagið. Hetta er sjálvsagt eisini galdandi í Føroyum um vit vilja verða partur av framtíðini og ikki bara dvølja í farnum tíðum. Um vit vilja fáa unga, kreativa og vælútbúna fólkið at støðast her. Her verður filmslistin ofta tikin fram sum dømi. Tann vinnan veksur við rúkandi ferð og kastar heilt nógv aftur til tey lond, ið hava satsað tann vegin. Hendan listagrein, sum eisini er sera kommerciel, er dømi um ein endaleysan tørv, ið støðugt skal nøktast í framtíðini. Tað sama er galdandi fyri telduspøl-vinnuna, har eftirspurningurin eftir telduspølum eftir øllum at døma er ómettandi. Tað snýr seg um at geva skapandi kreftunum møguleika at vaksa og kasta virði av sær.

Men tað er neyðugt at landið tekur ábyrgd og hevur eina greitt orðaða mentanarstevnu. Tí landið spælir ein týðandi leiklut í at skapa gróðrarlíkindi fyri at mentan og skapandi vinnurnar kasta virðir av sær. Um vit vilja fáa skapandi vinnugreinar at blóma, mugu vit byrja tá børnini eru smá, so tey støðugt sleppa at menna síni íbornu skapanarevni. Anne Bamford hevur í nýggjari kanning skrivað eina frágreiðing um list í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum og hon vísir júst á hvussu nógv vantar á tí økinum. Vit mugu støðugt arbeiða við at tryggja skipanir, ið uppala sjálvstøðugt hugsandi, kritisk og kreativ menniskju. Frá dagstovnaøkinum og allan vegin fram til hægri lestur.

Landið hevur eina týðandi uppgávu í at fáa undirvísing í almennari list inn í grundskúlan. Undirvísing í list kann helst við stórum gagni eisini blandast við størri fokus á heimsspeki, tøkni og handilsskap. Hetta eigur eisini at síggjast aftur innan hægri lestur.

Tí er hetta eitt sera stórt mál, ið ikki er avmarkað til eitt einstakt málaráð, men krevur breitt samstarv. Tíðin er komin til, at í minsta lagi Vinnumálaráðið og Mentamálaráðið saman seta sjóneykuna á at skapa fortreytir fyri at fáa mentan, list og skapandi vinnur at blóma. Men tað gerst ikki aleina við skjótum mvg-frítøkum og her og nú loysnum. Hetta arbeiðið krevur, at hugtakið “tað kreativa samfelagið” verður tikið í álvara, og at byrjað verður við rótini. - Við børnum okkara. Men um vit megna tað, kunnu vit vera vís í einum ómetaligum avkasti, bæði vinnuliga og samfelagsliga og ikki minst, fyri tað einstaka menniskja.



Gunvør Balle
tingkvinna