Tíðargrein frá 2009: Blindur er bókleysur maður


Blindur er bókleysur maður
Ímyndið tykkum eina framtíðarmynd -  kanska um eini 30 ár -  har 60 ella 70.000 fólk búgva í Føroyum. Og fólkatalið er støðugt vaksandi, tí tað er vorðið spennandi og dragandi at búgva í Føroyum!
Tað er vorðið gott og sjálvsagt at búgva í Føroyum, tí tað finnast nógvir ymsir útbúgvingar møguleikar her heima, so okkara unga fólk ikki noyðist uttanlands at útbúgva seg.  Og hjá meirilutanum av teimum, ið hava verið uttanlands og nomið sær útbúgving, er tað somuleiðis sjálvsagt at venda aftur til Føroya at festa búgv. Bæði fyri kvinnurnar, ið so stórt undirskot er av, tey samkyndu, tær ungu familjurnar og teir støku uppihaldararnar.  Og ikki at forgloyma útlendingarnar, sum ríka og virka í okkara samfelag við sínum evnum og øðrvísi mentanum. Har vinnulívið stendur á treystum fótum og høvuðsvinnan kastar vinning av sær, tí vit hava funnið røttu javnvágina og megna at stýra dýrabæra tilfeinginum. Nýggjar vinnur og sprotar sleppa at blóma og følna, sum tær eiga í einum eggjandi, opnum vinnulívsumhvørvi.
Ja, dream on hevur onkur hug at siga, hatta verður aldrin veruleiki í Føroyum. Men hví ikki? Ynskja vit okkum ikki øll júst hetta?  Og hvørjar eru forðingarnar fyri at framtíðarmyndin ikki bert verður eitt fata morgana og okkara land spakuliga men víst missir sítt fólk og  vónina um framgongd og vøkstur? Eg haldi, at forðingin fyrst og fremst finst í høvdinum á okkum, í hugburðinum til hvat vit megna og orka.
Øll hava vit helst hvør sína uppfatan av júst hvør høvuðsorsøkin er til at tað tykist so trekt at flyta Føroyar fram á leið. Men fyrsta fyritreytin er og verður at vit mugu verða fleiri fólk. Hetta sum verður rópt “kritiski massin” er krumtappurin í einum samfelag, fyri at tað er ført fyri at røkja vitalar uppgávur sum skulu til í vælferðarsamfelagnum. Og sum ger tað gjørligt at hava tað útboðið av tænastum, mentan og undirhaldi, sum ger at fólk trívist.
Stutt sagt: Vit mugu og skulu fjølgast. Í minari verð er hetta allar fyrsta raðfesting.
Væl veit eg at tað eru onnur týðandi mál, ið skulu til fyri at flyta landið framá. At fáa okkara høvuðsvinnu rentabla er heilt avgerandi. At koma burturúr okkara tómgongd á uttanríkis – og ríkisrættarliga økinum er eins týðandi. Bara fyri at nevna nøkur stór mál úr rúgvuni.
Men fyrst mugu vit fjølgast, og hvussu gera vit tað? Eg eri vorðin meir og meir sannførd um at vit mugu seta turbo á at raðfesta lærdóm og vitan fyri at røkka hesum máli. Fyrr enn vit skilja hvussu umráðandi eitt høgt vitanar- og útbúgvingarstøði er fyri eitt samfelag, er lítil vón um fólkavøkstur, búskaparvøkstur og harvið framgongd fyri okkara kæra land.
Eg hugsi mær at vit gera av, at nú fara vit at raðfesta og styrkja lærdóm í øllum liðum. Úr fólkaskúlanum, gjøgnum miðnámsskúlarnar og til at bjóða fram maritimar, tekniskar og millumlangar útbúgvingar og so sjálvsagt eisini hægri útbúgvingar.

Vit vita frá kanningum, at høvuðsorsøkin til at okkara ungu ikki venda heimaftur, er avmarkaða talið av vælkvalifiseraðum størvum. Tey vilja hava avbjóðandi og spennandi størv, ið samsvara teirra útbúgvingum. Umframt fyrr nevndu eyðsýndu fyrimunir við at halda uppá okkara unga fólk og skapa fortreytir fyri at fjølgast, eru óteljandi aðrir fyrimunir við at raðfesta útbúgving og lærdóm:
1.     Eitt stórt lestrarumhvørvi gevur eitt livandi samfelag og skapar ringar til m.a. íbúðarmarknaðin, tænastuvinnuna og mentanarlívið. Hesi ungu skulu hava íbúðir og tey halda café-, matstovu- og  mentanarlívið í gongd. Tey hava nýggjar, øðrvísi hugsanir, bjóða tí etableraða av og skapa eina sunna tjakmentan og fyribyrgja at samfelagið stendur í stað. Og apropos tjóðarbranding, so mugu vit ikki gloyma øll tey framtíðar sendifólkini vit fáa í teimum útlendsku lesandi, ið koma her í styttri tíðarskeið at lesa. Tey fara restina av síni ævi at minnast og tosa um Føroyar í sínum heimlandi og har tey annars koma.
2.     Stórt lestrarumhvørvi dregur vælútbúgvið fólk til landið,  bæði lærarar og granskarar, sum kunnu vera føroyingar eins væl og útlendingar. Tey hava við sær netverk og sambond, sum kunnu gerast týðandi og dýrabær fyri okkara samfelag á øllum møguligum økjum. Hesi fólk fara at skipa fyri gransking og kanningum í føroyskum viðurskiftum, so vit við størri vitan um okkum sjálvi kunnu gerast betur før fyri at taka politiskar avgerðir og stýra rætt. Við teirra sambondum til granskingarumhørvi úti í heimi økist vitanin um Føroyar uttanlands og enn meira nýggj vitan kann koma okkum til góðar, tí  útlendskir granskarar og lærustovnar halda tað vera spennandi at vera við í granskingarætlanum um smærri økir, har kanska serlig fyribrigdi eru galdandi.
3.     Okkara vinnulív kann fáa stóra nyttu av at fara inn í aktivt viðspæl við lærustovnarnar. Í slíkum samstarvi kunnu vit byrja at menna nýggjar vørur og skipanir, nýggjar søluhættir osfr – grundað á okkara fortreytir og ikki við støðið í útlendskum læribókum langt frá føroyska veruleikanum.
4.     Samstarv millum lærustovnar og politisku skipanina – embætisfólk og politikarar- kann geva báðum pørtum virðismikið við- og mótspæl og styrkja fakliga førleikan í øllum liðum.
5.     Vit fáa serfrøði á øllum økjum um føroysk viðurskifti, sum kann skapa virðing fyri Føroyum og føroyskari vitan uttanlands. Umframt hetta fáa vit tann eyðsýnda fyrimun at hava serfrøðingar í landinum, ið kunnu tala okkara sak innan t.d. altjóða samráðingar, veðurlagsbroytingar, gransking í serføroyskum sjúkum osfr.
6.     Tey útlendsku lesandi rinda gjald fyri at lesa  hjá okkum og harvið fær okkara Fróðskaparsetur inntøkur uttanlands frá.

Men tað sum vit fram um alt fáa við at raðfesta útbúgving og hava eitt sterkt og fjøltáttað lestrarumhvørvi, er tað sjálvsálit tað gevur einari heilari tjóð. Vitan er lykilin til sjálvsálit og sjálvsvirðing og hesi eru aftur lykilin til at gera okkum betur ílatin til at taka avgerðir, sum bera okkum framá.
Tað er næstan hugtungt at samanbera Ísland og Føroyar á hesum øki, men eg fari at gera tað kortini, tí tað liggur so beint fyri.
Um vit hyggja eftir fólkatalinum, so varð íslendingur nr. 300.000 føddur í 2006 og í ár eru tey vorðin yvir 318.000 fólk. Tað svarar til ein árligan vøkstur á ml. 1,5 og 2%. Her er bæði talan um at íslendingar sjálvir eru fjølgaðir, men eisini stóra talið av útlendingum, ið eru komnir til landið. Spátt verður at fólkatalið í Íslandi verður 340.000  í 2020 og 368.000 í 2030.
 Í Føroyum hevur fólkatalið síðstu 25 árini ligið ímillum 45 og 48.000, so um vit komandi 25 árini ikki megna at fáa ein størri fólkavøkstur eru vit kanska júst komin uppum 50.000 fólk í 2020 og 2030. Við verandi gongd hava vit í roynd og veru ongan fólkavøkstur í Føroyum og tað eigur at fáa allar ávararingarklokkur at ringja, tí at tað er fremsta tekin um eitt samfelag í stagnatión.
Tá vit venda okkum til útbúgvingarøkið, síggja vit greitt hugburðsmunin í londunum báðum:  Í Íslandi finnast 7 lærustovnar, ið bjóða hægri lestur. Háskóli Íslands er tað einasta universitetið í landinum, ið bjóðar allar tær vanligu universitets lærugreinarnar – øll hini hava  lagt seg eftir nøkrum fáum lærugreinum. Á hesum 7 hægri lærustovnum ganga uml 24.000 lesandi, harav uml 1500 útlendingar, ið lesa í styttri ella longri tíðarskeið. Hetta svarar til at vit skuldu havt uml. 4000 lesandi í Føroyum, harav um 250 útlendingar! Tann 1. september 2009 vóru íalt 453 lesandi á Fróðskaparsetrinum, íroknað Læraraskúlan og Sjúkrarøktarfrøðiskúlan.
Virðingin fyri vitan og útbúgving tykist mær vera størsti munurin millum føroyingar og íslendingar. Í Íslandi er tað sjálvsagt at øll fáa sær eina útbúgving og at tað finnast fróðskaparsetur á nærmast hvørjum tanga. Í Føroyum  brúka vit endaleysa orku uppá at tjakast um at vit skulu hava eina søgu- og samfelagsdeild á Setrinum.

Útlendskir serfrøðingar, ið verða spurdir um hvussu Ísland fer at koma úr kreppuni aftur, nevna allir sum ein, at tað sterkasta kortið tey hava á hondunum er at fólkið er so væl útbúgvið. Hetta er ein ásannan av, at tað ikki bert er fiskur og orka sum skapa framburð, men fyrst og fremst menniskjaliga tilfeingið.

Og júst hetta leggur tú til merkis sum gestur og eygleiðari í hesum landi, sum mestsum er smokkað saman búskaparliga seinastu tíðina. Sjálvsálitið og trúgvin uppá at tey megna at koma ígjøgnum kreppuna fornokta seg ikki. Og hetta sterka grundstøði kemur fyrst og fremst av at tey eru væl útbúgvin. Sjálvt um tað tykist sum onnur seta dagsskránna fyri tey í hesum døgum, fara tey aldrin heilt niður við nakkanum, ti tey  kunnu møta sínum mótpørtum við eins góðum grundgevingum, tey duga eins væl fremmandamál og vita eins væl sum mótparturin hvørjar spælireglurnar eru.

Meginparturin  av unga fólkinum í Íslandi fær sær sína útbúgving í landinum og nógv fara so uttanlands í styttri tíðarskeið, til at taka master ella til at serútbúgva seg. Av teimum, ið fara burtur, koma tey allarflestu heimaftur til Íslands at seta búgv. Tjóðarbygging verður løgd í beinið gjøgnum alt lívið og m.a. tí er tað náttúrligt at venda aftur til heimlandið og seta búgv.

Í Føroyum kemur bert ein partur av teimum, ið hava verið burturi og lisið heim aftur. Vit dragast við sama álvarsliga trupulleika, sum øll menningarlond kenna til, nevniliga brain drain. Og um hendan gongdin heldur fram – har Føroyar spakuliga bløða burtur – er tað sjálvsagt at deyðin er í durunum. Tí mugu vit venda gongdini og koma inn í tað positivu ringrásina, har jú fleiri vit gerast, jú stuttligari og meira spennandi verður tað at búgva í hesum landi.

Vit hava ikki orsøk til at smæðast burtur og at líða av undirlutakenslum. Vit hava ómetaliga nógv virðismikið at byggja á og sum vit kunnu vera errin av - okkara søgu og mentan, náttúru, fólki og tilfeingi. Tí mugu vit savnast um hesi virðir og samstundis seta okkum verulig og ítøkilig mál fyri at skapa framburð og flyta landið framá.

Men tað krevur at vit øll eru til reiðar at broyta hugburð og virka fyri somu søk. Vit sum búgva í Føroyum – vinnulív, politikkarar, tú og eg – skulu læra at síggja tað virðismikla í tí góðu útbúgvingini. Vit skulu skapa umhvørvi fyri at fólk kunnu læra og lesa í Føroyum og stremba eftir at fáa føroyingar, ið eru uttanlands, og útlendingar at flyta til Føroya. Og føroyskir útisetar, sum umhugsa at flyta aftur, skulu hinvegin ikki grenja um hetta og hitt, ið ikki er nóg gott í Føroyum, men heldur vera til reiðar at slaka uppá krøvini fyri at koma heimaftur.

Lat okkum taka afturí aftur orðini hjá Jóannesi Paturssyni og gera tey til okkara:

Um nú  nýggjar øldir líða
Halt á somu leið várt starv
At vit ikki lata svíða
Dugnaloysi til hin arv
Sum vit ervdu fedrum av
Tá skal lyftið sum tú gav
Allan aldur Føroyum tryggja
Føroyingunum her at byggja.



Gunvør Balle