torsdag den 31. januar 2013

Fólkaatkvøða um nýggja fiskivinnulóggávu




Eftir bara einum ári, hevur Landsstýri gjøgnumført forskatting av pensjónum, flatskatt, avtikið Landsbankan, hækkað blokkstuðulin, niðurlagað Musikkskúla og Mentanargrunn og arbeiðir nú við at áseta brúkaragjøld á vælferðartænastur. Hetta eru bara nøkur av álvarsmálunum, ið samgongan uttan stórvegis kjak ella hoyringar hevur koyrt ígjøgnum. Alt átøk, ið hava í felag, at tey hava skeiklað vælferðarsamfelagið, skapt stóra ónøgd og misálit á politisku skipanina.

Men felags fyri øll hesi átøk er, at her er - hóast trupult - møguleiki fyri at venda aftur. Tá nýtt landsstýrið kemur, fara vit at broyta hesi viðurskifti aftur og harvið koma aftur á rætta kós. Tað er stóri munurin millum tað sum higartil er framt, og fyriliggjandi ætlanir um broytta fiskivinnulóggávu. Har vendist ikki aftur.

Jacob Vestergaard er nú komin alment fram við sínum ætlanunum um, at
fiskivinnan í Føroyum endaliga skal privatiserast.

Her eru nakrir megintættir í uppskotinum frá landsstýrismanninum:
1. At broyta heitið “fólksins ogn” til “landsins ogn”. Hví skal hetta broytast? Tað er grundleggjandi skeiv avgerð, tí hetta er okkara felags tilfeingi. Heldur kundi heitið verið “Tjóðarogn”, so ongin ivi er um, at her er talan um tilfeingi, ið onkursvegna skal koma øllum borgum til góðar. Landið skal ikki kunna diskriminera landsins borgarar, við at geva hesa ogn til nakrar ávísar samfelagsbólkar.
2. At fiskiloyvir skulu útlutast politiskt og ongin fríur marknaður skal vera, har øll kunnu bjóða seg fram. Hetta stríðir ímóti einari frælsari vinnu, har øll - í kapping - hava møguleika at sleppa uppí part.
3. At landið skal lata nøkrum útvaldum reiðarum ókeypis fiskiloyvir, sum tey so kunnu selja aftur. Tað kann als ikki góðtakast.
4. At lata loyvini koyra yvir nógv ár (7-9), sum merkir, at tey í veruleikanum ikki kunnu uppsigast, uttan við ognartøku, sum fer at kosta landinum stórar upphæddir. Tjóðarvirðir okkara mugu ikki avreiðast fyri altíð, soleiðis at privat fáa ognarrættin og kunna handla tey víðari sum teimum lystir.

Endaliga avreiðingin av fiskiloyvum er størsta álvarsmál, ið hetta Landsstýrið til dato hevur sett fram. Og vandamálið við hesum ætlanum er, at tá hetta er framt, ber ikki til at bakka. Tí er tað altumráðandi, at uppskotið, sum tað nú fyriliggur, ikki gerst veruleiki.

Landsstýrið hevur megnað at grivið djúpar gjáir millum føroyingar seinasta árið. Bæði bókstaviliga, við at økja um stættarmunin, men eisini í yvirførdum týdningi, við at kloyva fólkið í tvey. Tey sum eru fyri bondska og víttgangandi framferðarháttinum hjá Landsstýrinum og tey mongu, sum ynskja eina aðra kós fyri Føroyar.

Fyri fiskivinnutjóðina Føroyar, hevur nýggja fiskivinnulóggávan alt at siga fyri trúnna á, at hetta er eitt gott land at liva í. At her er gjøgnumskýgni og rættvísi og landsins størstu virðir verða umsitin soleiðis, at allir borgarir fáa part í ríkidøminum. Enn er talan um eitt uppskot og allir flokkar á Løgtingi eru umboðaðir í fylgibólki, ið skal finna semju um eitt endaligt uppskot. Vónandi ber til at røkka eini semju, ið øll kunnu liva við.

Hetta mál er tó so avgerandi fyri framtíðina hjá føroysku tjóðini, at óansæð úrslitið av politisku telvingini, má fólkið sleppa at tala. Ásannandi, at okkum vantar Stjórnarskipan, ið kann verja fólkið móti at Løgtingið samtykkir slíkar víttgangandi lógir, er tað einasta rætta, at leggja endaliga uppskotið út til fólkaatkvøðu. Íslendingar hava á fólkaatkvøðu júst sagt, at tey vilja leggja bond á sítt Alting, so tey ikki kunnu viðtaka mál um tjóðarognir, uttan at fólkið  sleppur til orðanna. Vit, fólkið í Føroyum, hava eisini uppiborið at verða spurd um hvussu vit ynskja at skipa fiskivinnuna í framtíðini.


í Havn 31.januar
Gunvør Balle
Tingkvinna