mandag den 27. januar 2014

Svar uppá spurningar um Mentanargrunnin

Svar

upp á

fyrispurning frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu, nr. 29/2013, eftir Tingskipanini § 52a.
Fyrispurningurin um Mentanargrunn Landsins, er settur Bjørn Kalsø, landsstýris­manni.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1.     Ætlar landsstýrismaðurin at endurskoða skipanina fyri Mentanargrunnin?
2.     Um ja, hvørjar eru ætlaðu broytingarnar?
3.     Hvussu skal nýggja játtanin til filmslistina umsitast?
4.     Eru listaráð fyri ávísar listagreinar sett, sum Mentanargrunnurin kann søkja sær sakkøna ráðgeving hjá?
5.     Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at broyta ásetingarnar í lógini um krøv til fakligu førleikarnar hjá nevndarlimunum?
6.     Er ætlanin at broyta grein 4 í kunngerðini um starvslønir?
7.     Er tað rætt, at Mentanargrunnurin sum nakað nýtt nú krevur, at verkætlanin skal vera liðug, áðrenn játtaður stuðul verður útgoldin?
8.     Um svarið til spurning 7 er játtandi, er hetta so lóglig umsiting, tí kunngerðin, ið liggur á heimasíðuni hjá Mentanargrunninum, er ikki broytt?
9.     Hvussu nógv av tí, sum Mentanargrunnurin játtar til stuðulsumsøkjarar árini 2011, 2012 og 2013, var ongantíð útgoldið til fólk - og tí ikki gagnnýtt?
10.  Ger grunnurin nakað fyri at tryggja, at tað er eitt realistiskt lutfall millum upphæddirnar, søkt verður um, og tað, sum verður játtað, soleiðis at játtaðu upphæddirnar kunnu verða útgoldnar?
11.  Hvat hendir við tí peningi, sum ikki verður útgoldin?
12.   Er tað rætt, at grunnurin noktar umsøkjarum stuðul til somu verkætlan árið eftir?
13.  Um svarið til spurning 12 er játtandi, hvar finst heimildin fyri hesi grundgeving?

Svar

Til 1-2: Arbeitt verður í løtuni við lógaruppskoti, sum hevur til endamáls at styrkja Mentanargrunn Landsins, soleiðis at hann í størri mun kann ráðgeva landsstýrinum í yvirskipaða mentanarpolitikkinum. Harumframt er ætlanin, at nevndin í grunninum í ávísum førum í størri mun skal hava møguleika at søkja sær serkøna hjálp á sonevndum fakligum listafundum, sum verða skipaðir við serkønum innan ávísar mentanar- og listagreinar, og sum kunnu veita nevndini í grunninum fakliga ráðgeving í stuðulsspurningum. Ætlanin er eisini at geva Mentanargrunninum heimild at umsita aðrar stuðulsjáttanir, sum landsstýrismaðurin hevur ræðisrættin yvir. Í hesum partinum av umsitingini av stuðulsjáttanum er ætlanin, at nevndin í Mentanargrunninum ger tilmæli til landsstýrismannin at avgreiða umsóknirnar eftir.

Til 3: Ætlanin er, at játtanin til filmslist verður løgd til Mentanargrunnin at umsita. Serkøn innan filmsøki verða við í viðgerðini av stuðulsveitingunum í sonevndum fakligum listafundum, sum eru umrøddir í svarinum til 1-2.

Til 4: Í starvsskipanini fyri Mentanargrunnin er tilskilað, at Listaráð fyri ymsar listagreinar kunnu verða sett. Hetta hevur ikki verið brúkt, hóast Mentanargrunnurin kann hava leitað sær serkøna hjálp eftir tørvi.

Í lógaruppskotinum, sum er nevnt undir spurningi 1-2, verður lagt uppfyri, at sokallaðir ”listafundir” kunnu verða skipaðir eftir tørvi, og m.a. filmslistin kann verða viðgjørd á einum slíkum listafundi við serkønum innan filmslist.

Til 5: Lógin um Mentanargrunn Landsins sigur, at nevndin skal hava breiða mentanarliga og samfelagsliga umboðan, og tað ætli eg framhaldandi, at hon skal. Harumframt fara sum fyrr nevnt  fakligir listafundir at verða skipaðir eftir tørvi, fyri framhaldandi at tryggja fakliga støði.

Mentanargrunnur Landsins hevur sum endamál at veita stuðul innan mentan og list til bæði leik og lærd, og tað skal grunnurin eftir ætlan framhaldandi gera.

Til 6: Flestu umsóknir til grunnin snúgva seg um starvsløn í styttri tíðarskeið - vanliga millum 1 og 6 mánaðir. Grunnurin fær javnan at vita, at játtaða starvslønin - tó at hon í summum førum er styttri enn tað tíðarskeið, ið søkt var um - er komin sera væl við, og at starvslønin hevur ein týðandi leiklut í at tryggja, at verkætlanin veruliga verður framd í verki.

Ætlanin er tí ikki at broyta § 4 í kunngerðini um starvslønir.

Vert er tó at geva gætur, at starvslønin, ið verður útgoldin sum vanlig løn sambært Kunngerð um Mentanargrunn Landsins, nr. 109 – 21. september 2000, § 4, er ein føst upphædd mánaðarliga, og vanligi stuðulin, ið verður útgoldin í einum, kann vera ymiskur, alt eftir ítøkiligu umsóknini. Vanligi stuðulin verður latin eftir § 6 í nevndu kunngerð.

Til 7-8: Mentanargrunnurin hevur upplýst, at tá ið umsókn verður gingin á møti, verður samstundis boðað umsøkjaranum frá, at peningurin verður goldin so skjótt grunnurin fær vissu fyri, at verkætlanin verður framd í verki. Somuleiðis verður umsøkjarin kunnaður um, at játtaði stuðulin sum meginregla skal verða nýttur innan fyri eitt ár, tó at undantøk kunnu verða. Henda mannagongd er grundað á, at grunnurin ikki – í óavmarkaða tíð – kann støðla játtaðan stuðul. Grunninum kunnugt hevur hetta verið mannagondin í meira enn 30 ár.  Hetta  merkir, at tað er ikki krav, at verkætlanin skal vera liðug, áðrenn stuðulin verður útgoldin.

Til 9: Samlaða játtanin til Mentanargrunn Landsins og Týðaragrunnin var bæði í 2011 og 2012 6,412 mió. kr. Játtaður, men ikki útgoldin stuðul, var sambært Mentanargrunninum í 2011 290.000 kr., og játtaður, men ikki útgoldin stuðul, var í 2012 143.000 kr. 

Av tí at 2013 júst er farið aftur um bak, ber ikki til enn at staðfesta, hvussu nógvur játtaður stuðul ikki verður útgoldin. Hetta kann í fyrsta lagi gerast upp við árslok 2014, hevur Mentanargrunnur Landsins upplýst fyri Mentamálaráðnum.

Til 10: Mentanargrunnurin upplýsir, at stuðul verður játtaður við støði í einstøku umsóknini, og mett verður í hvørjum einstøkum føri um upphæddina, sum latin verður. Atlit verður í ávísan mun tikið til kostnaðarætlanina, men játtan grunsins er avmarkað. Sí eisini viðmerkingarnar til spurning 12-13.  

Til 11: Játtaður stuðul, sum ikki verður nýttur, fellur aftur til Mentanargrunnin og hvørvur tískil ikki úr skipanini.

Til 12-13: Avgerð grunsins um annaðhvørt at ganga eini umsókn á møti ella ikki tekur støði í meting nevndarinnar av teirri ítøkiligu umsóknini. Í ávísum førum verða verkætlanir stuðlaðar í fleiri umførum, í øðrum førum ikki. Játtan grunsins er avmarkað, og tað er tí tíverri ikki gjørligt hjá Mentanargrunninum at geva øllum dygdargóðum umsóknum játtandi svar.





mandag den 13. januar 2014

Grein 52a fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum um Mentanargrunn Landsins




  1. Ætlar landsstýrismaðyrin at endurskoða skipanina fyri Mentanargrunnin?
  2. Um ja, hvørjar eru ætlaðu broytingarnar?
  3. Hvussu skal nýggja játtanin til filmslistina umsitast?
  4. Eru listaráð fyri ávísar listagreinar sett, sum Mentanargrunnurin kann søkja sær sakkøna ráðgeving hjá?
  5. Hevur landsstýrismaðurin umhugsa, at broyta ásetingarnar í lógini um krøv til fakligu førleikarnir hjá nevndarlimunum?
  6. Er ætlanin at broyta grein 4 í kunngerðini um starvslønir?
  7. Er tað rætt, at Mentanargrunnurin sum nakað nýtt nú krevur, at verkætlanin skal verða liðug, áðrenn játtaður stuðul verður útgoldin?
  8. Um svarið til sp 7 er játtandi, er hetta so lóglig umsiting, tí kunngerðin, ið liggur á heimasíðuni hjá Mentanargrunninum er ikki broytt.
  9. Hvussu nógv av tí, sum Mentanargrunnurin játtar til stuðulsumsøkjarar árini 2011, 2012 og 2013, var ongantíð útgoldið til fólk - og tí ikki gagnnýtt?
  10. Ger grunnurin nakað fyri at tryggja, at tað er eitt realistiskt lutfall millum upphæddirnar, søkt verður um, og tað, sum verður játtað, soleiðis at játtaðu upphæddirnar kunnu verða útgoldnar?
  11. Hvat hendir við tí peningi, sum ikki verður útgoldin?
  12. Er tað rætt, at grunnurin noktar umsøkjarum stuðul til somu verkætlan árið eftir?
  13. Um svarið til sp 12 er játtandi, hvar finst heimildin fyri hesi grundgeving?


Viðmerkingar:
Tað er gleðiligt, at játtanin til Mentanargrunnin hækkaði nakað aftur fyri 2014 og at filmslistin loksins er komin á fíggjarlógina. Sum vera man, tá játtanirnar eru smáar og ynskini hjá lista- og mentafólki stórar, er kjakið um, hvussu játtanin verður umsitin heldur smáligt og óvirðiligt. Tað tykist stundum sum hvør listagrein sær vil kradda sum mest til sín sjálvs, í staðin fyri at hava eitt sakligt og virðiligt kjak um dygd.


Tað hoyrast ofta atfinningar um arbeiðsháttin hjá Mentanargrunninum. Tær mest vanligu eru, at nevndin átti at haft størri vitan og innlit um list, og at avgerðir um umsøkjarar skulu fáa stuðul ella ikki, verða tiknar tilvildarliga. Eisini verður ofta sagt, at reglur, ella atlit verða broytt, alt eftir ráki, gitingum um viðurskifti hjá umsøkjara og øðrum tilvildarligum her og nú kenslum. Starvslønirnar og stuðulsupphæddir sum heild, verða uppfataðar sum fólkslig útlutan av pengum, heldur enn ein íløga í dygdargott listaligt arbeiði, ið møguliga kann geva samfelagnum góðar og áhugaverdar listaligar upplivingar. Í árunum 2010, 2011 og 2012 fingu ml 30 og 40 fólk starvsløn, flestu í 1-3 mð. Her kundi verið lagt á annan bógv, soleiðis at man gjørdi sær ómak við at velja út (eftir listaligum o.ø kriterium) og tordi at satsa uppá, heldur at útluta pening og starvsløn til færri, men at tey so fingu størri upphædd ella starvsløn í longri tíðarskeið. Soleiðis at umsøkjarar hava møguleika at útinna eitt veruligt avrik.


Ad 1, 2 og 3: Tað hevur ljóðað frá landsstýrismanninum, at hann arbeiðir við at fremja broytingar í mentanargrunninum, tí hevur tað áhuga hví hann heldur tað er neyðugt við broytingum og hvørjar hesar eru. Mong ynski eru frá ymsum áhugabólkum um broytingar í grunninum. Td verður ofta ført fram, at yrkislistin átti at havt ávísan markaðan part av játtanini og tað meir “kommerciella” átti at havt sín part, so tað ikki er orsøk til klandur millum ymsu áhugabólkarnar. Og nú er filmslistin komin inn sum nýggj serstøk játtan undir Mentanargrunninum, tí hevur tað týdning at vita hvussu pengarnir til hesa nýggju listagrein skulu umsitast.


Ad 4: Í starvsskipanini stendur, at “Ætlanin er at skipa listaráð fyri ávísar listagreinar. Til hesi ráð kann nevndin søkja sær sakkøna ráðgeving hjá avvarandi felagsskapum ella hjá stovni ella einstaklingi, sum nevndin metir hevur neyðturviligan førleika í málinum, sum umsóknin snýr seg um.” Tað er áhugavert at fáa at vita, um hesi listaráð eru skipað og um ja, hvussu mong tey eru og hvussu tey virka.


Ad 5: Í grein 3 í lógini um Mentanargrunn Landsins stendur, at “Nevndin skal hava breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan.” Tað kann undra, at lógin sum tað fyrsta nevnir samfelagsligar førleikar og als ikki nevnir listaligar førleikar. Í somu grein stendur, at landsstýrismaðurin tilnevnir formann og næstformann og í løtuni hava bæði umboðini hjá landsstýrismanninum førleikar innan tað samfelagsliga økið. Tey, ið arbeiða við list burturav, hava aftur og aftur eftirlýst, at nevndarlimirnir í Mentanargrunninum hava størri innliti í listina.


Ad 6: Javnan hoyrist stór ónøgd við, at játtanin verður pettað í so mong, smá pettir, ístaðin fyri at lata færri umsøkjarum hægri stuðul ella starvsløní eitt longri tíðarskeið.
Ofta eru játtaðu stuðulsupphæddirnar so smáar, at ógjørligt er at gjøgnumføra verkætlanina, - serliga nú nýggj siðvenja tykist vera um, at peningurin ikki verður útgoldin fyrr enn verkætlanin er liðug. Hetta ger, at hóast umsøkjari hevur fingið játtað eitt sindur av stuðli, so er ógjørligt at gjøgnumføra verkætlanina og stuðulin fellur tí ofta aftur til Mentanargrunnin.


Eisini er ónøgd við, at tað skal vera ein ávís verkætlan, fyri at játtan kann latast. Yrkislistafólk, td. myndlistafólk, hava ofta torført við at vísa á eina ávísa verkætlan, tá søkt verður. Júst hesin bólkur hevur tó serliga stóran tørv á at fáa arbeiðsfrið og tá er 1, 2 ella 3mðr starvsløn ov lítið.


Ad 7 og 8: Tað frættist, at Mentanargrunnurin nú krevur, at verkætlanin skal vera liðug, áðrenn stuðulin verður útgoldin. Hetta samsvarar ikki grein 7 í kunngerðini um Mentanargrunnin, “stuðulsmóttakari skal lata nevndini fyri Mentanargrunni roknskap og frágreiðing, eftir at tiltakið er av, tó í seinasta lagi 1. mars árið eftir játtanarárið”. Hvussu hongur hetta saman?


Ad 9-13: Av tí, at játtaðu upphæddirnar eru so smáar er ofta ógjørligt hjá stuðulsmóttakaranum at gjøgnumføra verkætlanina, og tí eru dømir um at játtanin fellur aftur til Mentanargrunnin. Um sami umsøkjari søkir aftur árið eftir, fær hann noktandi svar, tí við tí grundgeving, at umsøkjarin longu hevði søkt um pengar til somu verkætlanir árið frammanundan. Hóast umsøkjarin reelt ongantíð fekk peningin útgoldnan. Spurningurin er, hvar heimildin er til at brúka hesa grundgeving.



9. januar 2014
Gunvør Balle
tingkvinna



mandag den 6. januar 2014

Sjálvbjargni og framtíðar støðu Føroya aftur á skrá



Í 1927 helt Jørgen-Frantz Jacobsen røðu á fólkafundi undir heitinum “Vit skulu sjálvir”. Har sigur hann m.a., at stevnuskráin frá 1889 hjá Føringafelagnum um at gera Føroyar sjálvbjargnar í øllum lutum má fram aftur í hásetrið. Hann greiðir fundarfólkinum frá vitamálastjóranum í Íslandi, ið hevði sagt, at fyri hvørja ferð íslendingar hava fingið meira sjálvræði, hevur tað skapað størri framburð í landinum. Jørgen-Frantz endar røðu sína við at siga, “soleiðis verður tað eisini hjá okkum. Vit skulu sjálvir.”

Hetta varð borið fram í 1927. Øll hesi ár seinni kunnu vit sanna, at eisini hjá okkum hava vit støðugt sæð størri framburð so hvørt vit hava tikið meir sjálvræði. Men enn er nakað eftir á mál, og nú 125 ár eru liðin síðan Jólafundin, er stevnuskráin hjá Føringafelagnum, tíverri, enn tíðarbær.

Tað er íborið í okkum menniskjum, at vilja klára okkum sjálv. Fyri vaksin fólk er tað ein sjálvsøgd drívmegi, at vilja standa á egnum beinum, bæði fíggjarliga og á annan hátt. Fyritøkur seta æru í at skapa vøkstur og virksemi, og endamálið er at hava yvirskot og ikki vera bundin at stuðli og hjálp. Hesin hugburður er grundleggjandi fyri sjálvsálitið hjá tí einstaka og fyri samfelagsligan framburð og hann hevur verið avgerandi fyri, at tað gongst landi og fólki so frægt sum tað ger. Tá hesin hugburður er so púra nátúrligur fyri okkum øll persónliga og vinnuliga, hví so ikki eisini tá tað snýr seg um okkum sum land og tjóð? Eyðsæð eru hesi stavnhald ikki minni neyðug tá umræður Føroyar sum land og okkara framtíðar møguleikar í heiminum.

Í kanningini “Førleiki í útlegd” sum Rógvi Absalonsen gjørdi í 2009 um føroyskar útisetar í Stóra Bretlandi sæst, at íalt 65% av teimum 120, ið hava svarað, at tey eru samd ella sera samd í útsøgnini “Føroyar skulu hava fullveldi”. Og ongin ivi er um, at ein stórur meiriluti av føroyingum - eisini mong javnaðar- og sambandsfólk -  halda, at  føroyingar skulu klára seg sjálvar og gerast leys av fremmandum stuðli. Tí er tað ein so ótrúlig andsøgn, at vit nú hava eina politiska leiðslu, ið hevur hækkað blokkstuðulin aftur og harvið sent ein uppgevandi boðskap út til allar føroyingar; vit megna ikki at reka landið sjálvi, vit mugu biðja um meir pening uttanifrá. Fyri tað um landsins leiðsla ikki hevur dirvið, áræði og sjálvsálit til at taka fulla ábyrgd, so hevur fólkið alt tað dugnasemi og framfýsni sum skal til, og tað megina skal ongin taka frá fólkinum.

Og neyðarrópið um meir pening hendir samstundis sum vit hesi ár hava metstórar inntøkur, - av alivinnu, uppisjóvarvinnu, ferðavinnu og í 2014 eisini av oljuvinnu. Tað er ikki bara ein ússalig og óvirðilig biddaragongd, hon er eisini fullkomiliga óneyðug. Politisku flokkarnir hava skyldu til at fremja meirilutan av fólksins vilja og leggja alla orku í at gerast leys av donskum pengum.

Tjóðveldi hevur fleiri ferðir lagt uppskot fram fyri Løgtingi um at tengja inntøkuvøkstur landsins og útslúsing av ríkisveitingini saman. Tað snýr seg einfalt um, at so hvørt inntøkurnar í landinum vaksa, so fara 50% av hesum vøkstrinum til at minka ríkisveitingina á fíggjarlógini, meðan 50% av inntøkuvøkstrinum fer inn á fíggjarlógina. Við hesi skiftisskipanini verður leystliga mett, at fíggjarlógin verður óheft av donsku ríkisveitingini eftir 8-12 árum.

Í fyrrnevndu útiseta-kanning sigur ein føroyskur lesandi í London, at “tað er ofta eitt sindur frustrerandi at vera føroyingur, hevði man blivið samdur um onkrum viðvíkjandi sjálvstýrisleiðini, so trúgvi er samleikin hevði blivið nógv sterkari. Eg minnist aftur tá eg gekk í Hoydølum í 1998, tá helt man, at nú fór man at blíva samdur, nú fór okkurt at henda. Tá var ein ótrúliga góð kensla í landinum.”

Hesi útsøgn munnu flestallir føroyingar vera samdir í og tær prógva, at okkara fólk hevur uppiborið eina politiska leiðslu, sum gevur fólkinum eitt størri mál at savnast um og vera errin av. Eina leiðslu við greiðum hugsjónum um at skapa eitt sjálvstøðugt land fyri tey mongu heldur enn fyri tey fáu. Tá vit seta verkætlanina “Sjálvbjargnar Føroyar” á skrá, tendrast ein neisti av eldhuga og bjartsýni millum fólk og hesar kenslur eru fremsta drívmegin til størri vøkstur og framburð. Tí eru mál sum stjórnarskipan og fólkaatkvøða um ríkisveiting og framtíðar viðurskiftini við Danmark so neyðug at fáa aftur á breddan. Tá vit saman hava víst í verki at vit saktans megna at skapa eitt gott samfelag uttan stuðul, fer tað at broyta alla myndina av hvat ber til og hvat, ið ikki ber til. Tí tað eru bara vit, ið kunnu byggja og bjarga hesum landinum.

Í heyst sleppa íbúgvarnir í Katalonia og Skotlandi til fólkaatkvøðu um sjálvstýrið. Frá okkara  politisku leiðslu er púrt onki í væntu, tí er mítt størsta nýggjársynski, at øll tey, íð veruliga ynskja at síggja eina aðra leið fyri hetta landið, tala at og á allan hátt royna at gera sína ávirkan galdandi. Tá politiska hugsjónarloysið er so fullkomið sum tað hevur verið í drúgva tíð, er skilligt at fólk fellur í fátt og líkasælan fær fastatøkur. Men ábyrgdin er okkara allra at broyta umstøðurnar vit liva í. “Be the change that you wish to see in the world” segði Gandhi.

Gunvør Balle
á trettanda 2014


søndag den 5. januar 2014

Sjálvbjargni og framtíðar støðu Føroya aftur á skrá




Í 1927 helt Jørgen-Frantz Jacobsen røðu á fólkafundi undir heitinum “Vit skulu sjálvir”. Har sigur hann m.a., at stevnuskráin frá 1889 hjá Føringafelagnum um at gera Føroyar sjálvbjargnar í øllum lutum má fram aftur í hásetrið. Hann greiðir fundarfólkinum frá vitamálastjóranum í Íslandi, ið hevði sagt, at fyri hvørja ferð íslendingar hava fingið meira sjálvræði, hevur tað skapað størri framburð í landinum. Jørgen-Frantz endar røðu sína við at siga, “soleiðis verður tað eisini hjá okkum. Vit skulu sjálvir.”


Hetta varð borið fram í 1927. Øll hesi ár seinni kunnu vit sanna, at eisini hjá okkum hava vit støðugt sæð størri framburð so hvørt vit hava tikið meir sjálvræði. Men enn er nakað eftir á mál, og nú 125 ár eru liðin síðan Jólafundin, er stevnuskráin hjá Føringafelagnum, tíverri, enn tíðarbær.


Tað er íborið í okkum menniskjum, at vilja klára okkum sjálv. Fyri vaksin fólk er tað ein sjálvsøgd drívmegi, at vilja standa á egnum beinum, bæði fíggjarliga og á annan hátt. Fyritøkur seta æru í at skapa vøkstur og virksemi, og endamálið er at hava yvirskot og ikki vera bundin at stuðli og hjálp. Hesin hugburður er grundleggjandi fyri sjálvsálitið hjá tí einstaka og fyri samfelagsligan framburð og hann hevur verið avgerandi fyri, at tað gongst landi og fólki so frægt sum tað ger. Tá hesin hugburður er so púra nátúrligur fyri okkum øll persónliga og vinnuliga, hví so ikki eisini tá tað snýr seg um okkum sum land og tjóð? Eyðsæð eru hesi stavnhald ikki minni neyðug tá umræður Føroyar sum land og okkara framtíðar møguleikar í heiminum.


Í kanningini “Førleiki í útlegd” sum Rógvi Absalonsen gjørdi í 2009 um føroyskar útisetar í Stóra Bretlandi sæst, at íalt 65% av teimum 120 spurdu svara, at tey eru samd ella sera samd í útsøgnini “Føroyar skulu hava fullveldi”. Og ongin ivi er um, at ein stórur meiriluti av føroyingum - eisini mong javnaðar- og sambandsfólk -  halda, at  føroyingar skulu klára seg sjálvar og gerast leys av fremmandum stuðli. Tí er tað ein so ótrúlig andsøgn, at vit nú hava eina politiska leiðslu, ið hevur hækkað blokkstuðulin aftur og harvið sent ein uppgevandi boðskap út til allar føroyingar; vit megna ikki at reka landið sjálvi, vit mugu biðja um meir pening uttanifrá. Fyri tað um landsins leiðsla ikki hevur dirvið, áræði og sjálvsálit til at taka fulla ábyrgd, so hevur fólkið alt tað dugnasemi og framfýsni sum skal til, og tað megina skal ongin taka frá fólkinum.


Og neyðarrópið um meir pening hendir samstundis sum vit hesi ár hava metstórar inntøkur, - av alivinnu, uppisjóvarvinnu, ferðavinnu og í 2014 eisini av oljuvinnu. Tað er ikki bara ein ússalig og óvirðilig biddaragongd, hon er eisini fullkomiliga óneyðug. Politisku flokkarnir hava skyldu til at fremja meirilutan av fólksins vilja og leggja alla orku í at gerast leys av donskum pengum.


Tjóðveldi hevur fleiri ferðir lagt uppskot fram fyri Løgtingi um at tengja inntøkuvøkstur landsins og útslúsing av ríkisveitingini saman. Tað snýr seg einfalt um, at so hvørt inntøkurnar í landinum vaksa, so fara 50% av hesum vøkstrinum til at minka ríkisveitingina á fíggjarlógini, meðan 50% av inntøkuvøkstrinum fer inn á fíggjarlógina. Við hesi skiftisskipanini verður leystliga mett, at fíggjarlóg landsins gerst óheft av donsku ríkisveitingini eftir 8-12 árum.


Í fyrrnevndu útiseta-kanning sigur ein føroyskur lesandi í London, at “tað er ofta eitt sindur frustrerandi at vera føroyingur, hevði man blivið samdur um onkrum viðvíkjandi sjálvstýrisleiðini, so trúgvi er samleikin hevði blivið nógv sterkari. Eg minnist aftur tá eg gekk í Hoydølum í 1998, tá helt man, at nú fór man at blíva samdur, nú fór okkurt at henda. Tá var ein ótrúliga góð kensla í landinum.”


Hesi útsøgn munnu flestallir føroyingar vera samdir í og tær prógva, at okkara fólk hevur uppiborið eina politiska leiðslu, sum gevur fólkinum eitt størri mál at savnast um og vera errin av. Eina leiðslu við greiðum hugsjónum um at skapa eitt sjálvstøðugt land fyri tey mongu heldur enn fyri tey fáu. Tá vit seta “verkætlanina sjálvbjargnar Føroyar” á skrá, tendrast ein neisti av eldhuga og bjartsýni millum fólk og hesar kenslur eru fremsta drívmegin til størri vøkstur og framburð. Tí eru mál sum stjórnarskipan og fólkaatkvøða um ríkisveiting og framtíðar viðurskiftini við Danmark so neyðug at fáa aftur á breddan. Tá vit saman hava víst í verki at vit saktans megna at skapa eitt gott samfelag uttan stuðul, fer tað at broyta alla myndina av hvat ber til og hvat, ið ikki ber til. Tí tað eru bara vit, ið kunnu byggja og bjarga hesum landinum.


Í Katalonia og Skotlandi sleppa íbúgvarnir til fólkaatkvøðu um sjálvstýrið í ár. Frá okkara  politisku leiðslu er púrt onki í væntu, tí er mítt størsta nýggjársynski, at øll tey, íð veruliga ynskja at síggja eina aðra leið fyri hetta landið, tala at og á allan hátt royna at gera sína ávirkan galdandi. Tá politiska hugsjónarloysið er so fullkomið sum tað hevur verið í drúgva tíð, er skilligt at fólk fellur í fátt og líkasælan fær fastatøkur. Men ábyrgdin er okkara allra at broyta umstøðurnar vit liva í. “Be the change that you wish to see in the world” segði Gandhi.

á trettanda 2014