onsdag den 6. februar 2013

Uppskot til samtyktar um at fáa føroyskt mál inn í teldur og fartelefonir


Gunvør Balle
Løgtingskvinna

Løgtingsmál nr. xx/2012: Uppskot til samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna og leggja ætlan fyri, at fara undir at fáa føroyskt mál inn í samskiftistøknina, herundir fartelefonir og teldur, og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.

Viðmerkingar:
Alnetið og fartelefonin eru vorðin ein týðandi táttur í okkara samskifti og mentanarliga virksemi, serstakliga millum tey ungu. Samstundis ber til at vísa á, at tað er ungdómurin – meira enn nakar annar aldursbólkur – sum leggur grundina undir framtíðar málbroytingar. Nógv bendir á, at tey ungu ikki duga móðurmálið nóg væl og ein av orsøkunum til hetta er, at miðla-ávirkanin er kraftfullari enn nakrantíð, og alt ov lítið av frálæru- og barnatilfari er tøkt á føroyskum.

Føroyska málið er undir støðugum trýsti so hvørt nýggj øki koma inn á okkum, sum bara eru á útlendskum máli. Tað er eitt støðugt átak at menna føroyskt og tað verður ikki bíligari við tíðini, nú allir hugsandi miðlar koma floymandi og allur heimurin er komin inn í hvørt hús. Um vit ikki ásanna hetta, verður føroyskt mál, sum bara røkkur í fortíð og ikki framtíð.
Ein týðandi partur av tilmælunum í frágreiðingini “Málmørk” frá Málstevnunevndini frá 2007, snýr seg um møguleikarnar at styrkja støðu málsins á øllum økjum í samfelagnum. Málstevnunevndin mælir til, at nýtaramótini á teldum og fartelefonum verða føroyskað og at leggja føroyskar orðabøkur inn á fartelefonirnar.

At menna og framleiða kunningartøkni er ein vinnuvegur, sum allar heimsins tjóðir kunnu vera við í – summar við størri fyrimuni enn aðrar. Enskt mál er ráðandi á hesum øki, eins og meginparturin av øllum ritbúnaði hevur sín uppruna í enskum máli. Nógv orka verður løgd í at týða enskmæltan ritbúnað til onnur mál. Sum dømi kann nevnast, at flest vanlig forrit, ið stórur partur av fólkinum nýtir dagliga, eru týdd til skandinavisk mál. Bæði í Íslandi og í Noregi í sambandi við nýnorskt verður strongt á at gera nýtaramótini á egnum máli. Uppgávan er krevjandi, men verður mett at hava stóran týdning fyri málini, so at tey ikki verða fyri missi á hesum týðandi øki.

Fartelefonin er eitt týðandi frambrot á samskiftisøkinum. Saman við teldutøknini og alnetinum hevur fartelefonin við sínum mongu hentleikum havt stóra ávirkan og broytt teir siðbundnu samskiftishættirnar. Sms-mál verður sagt at vera skrivað talumál. Sostatt, er lætt at ímynda sær, at sms-málið longu sum er, ávirkar skriftmálið hjá teimum ungu, sum brúka sms-mál dagliga. Tí hevur tað stóran týdning, at tey, sum í framtíðini fara at keypa sær fartelefon, hava møguleika, at velja føroyskt nýtaramót og føroyskar stavir, eins og føroyskar orðabøkur eiga at verða lagdar inn á fartelefonirnar, sum stuðla stavsetingini og lættir um sms-ingina.

Harumframt er tað neyðugt, at stuttleikaídnaðurin, sum burturav vendir sær til føroyingar á útlendskum máli, styrkir sína støðu í føroyska samfelagnum, so hvørt sum tøknin gerst framkomnari. Hugsað verður um telduspøl, filmar og margmiðlaframleiðslur og t.d. sjónbandaløg, yrkingalist, leiklist o.a., sum kundu havt serstakan áhuga fyri føroyskan ungdóm og samfelagið sum heild. Td. hevði tað haft stóran týdning at føroysk foreldur kunnu keypa útlendskar barnafilmar og teknifilmar við føroyskari talu, ella í minsta lagi føroyskum teksti.

Tað er altavgerandi at her verður talan um serstaka játtan, ið kann skipast tvørtur um ár. Nám eigur at hava avgerandi samskipandi leiklut í slíkum arbeiði og somuleiðis er Týðaragrunnurin eitt týdningarmikið amboð fyri at røkka málinum. Týðaragrunnurin eigur at loysast frá Mentanargrunninum, og fáa serstaka og økta játtan og reglugerðin eigur at enduskoðast. Tað skal bera til, at søkja um stuðul til starvsløn til at týða ymiskt tilfar til føroyskt. Eitt nú barnafilmar og ymisk forrit sum Skype, Facebook, First Class, fartlf-mál, Windows osfr. Flestu av hesum forritum hava latið upp fyri, at til ber at týða til alskins mál og onkur av hesum forritum eru lutvíst týdd til føroyskt. Men sum er, er hetta øki heilt óskipað og tað sæst eisini mangan á góðskuni á týðingini. Eitt dømi er ófulfíggjaða føroyska týðingin av Facebook. Tað eru mong fólk við vitan um tann tøkniliga partin, sum hava áhuga fyri at týða hesi forrit, men tørvur er á at skipa umstøðurnar rundan um týðara-arbeiðið. Tvs at krøv skulu setast til at týðingin fer fram saman við málkønum fólki, at orðabøkur- ella listar verða gjørdir og dagførdir og løn kann latast fyri arbeiðið, ið er gjørt.

Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu stendur: “Føroyskt mál skal styrkjast. Samgongan fer at arbeiða fyri at fylgja tilmælunum frá Málstevnunevndini. Føroyskt mál eigur at koma inn á fartelefonir og teldur.” Sostatt er hetta uppskot heilt í tráð við landsstýrisins egna vilja.



á løgtingi 5. februar 2013
Gunvør Balle
løgtingskvinna

mandag den 4. februar 2013

Skrivligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø um forskúlar





1. Ætlar landsstýrismaðurin at vit skulu hava forskúlar í Føroyum?
2. Um ja, nær verður kunngerð um forskúlar sett í gildi?
3. Er ætlanin at øll børn skulu í forskúla, ella skal tað vera frítt val?
4. Hvørjar eru orsøkirnar til at Dagstovnaráðið ikki virkar og nær skal tað fáast at virka?
5. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja fólkaskúlarnar út til kommunurnar at umsita?


Viðmerkingar:

Til spurning 1 og 2:
Eitt av PISA-tilmælunum var at lækka skúlaaldurin, soleiðis at føroysk børn byrja skúlagongdina 6 ára gomul. Fyrrverandi landsstýriskvinna í mentamálum sendi kunngerð viðv. forskúlum til hoyringar í november í 2010, altso fyri 15 mánaðum síðani. Kunngerðin fekk rættiliga blandaða móttøku: Lærarafelagið var positivt, Pedagogfelagið hevur víst á fleiri ivamál meðan nógvar atfinningar vóru frá KSF.

Spurningurin um forskúlar er nær tengdur øllum málinum um hvør eigur ábyrgdina og kostnaðin av fólkaskúlanum. Smbrt kunngerðini kunnu kommunur stovna forskúla, ið skal vera samanrunnin partur av fólkaskúlanum annars, bæði tá ið tað snýr seg um lærutilgongd, starvsfólk, staðseting og nýtslu av teimum tilboðum, sum eru í skúlanum, til dømis skúlabókasavni og kunningartøkni.

Kommunusamskipan Føroya sær onga sakliga orsøk til, at kommunurnar skulu halda útreiðslurnar av forskúlanum, um hann skal skipast smbrt. uppskotinum, ið var til hoyringar. KSF vísir í sínum hoyringssvari á, at “Ætlanin um forskúlar er í øllum lutum í andsøgn við meginregluna um, at tann ið valdar eisini skal gjalda”.  Tí vilja kommunurnar ikki vita av ætlanini, sum tá lá á borðinum.

Spurningurin er viðkomandi, tí tað er nú ein sannroynd, at fleiri skúlar ymsastaðni í landinum byrja at gera forskúlar, uttan kunngerð - og nú er vandi fyri, at man endar í onkrum undaligum, har hvør kommuna og skúli snikka síni egnu tilboð saman.

Til spurning 3:
Í Føroyum er kjakið enn livandi um, hvørt tað er rætt at flyta skúlaaldurin niður ella ikki. Í flestu grannalondum okkara fara børn í skúla 6-ára gomul, men har kallast fyrsta árið 0-ti flokkur, sum altso er fult integreraður í fólkaskúlan og tí eisini er skipaður undir neyvt sama leisti sum restin av skúlagongdini. Men í hesum londum eiga kommunurnar ábyrgdina av øllum fólkaskúla økinum, øvut okkara tvíbýttu skipan.

Eitt er bygnaðarliga skipanin, men annað - og týdningarmeiri - er kjakið um tað er rættast fyri barnið at byrja eitt ár fyrr í skúla. Í Finlandi, ið sum kunnugt er hægst á PISA-listanum, fara børn í skúla 7-ára gomul, men har hava námsfrøðingarnir bachelor-útbúgving og kunnu undirvísa børnum fyrstu skúlaárini, altso í innskúlingini.

Til spurning 4:
Í 2011 vóru tvey ráð sett á stovn, eitt dagstovnaráð og eitt fólkaskúlaráð, ið skuldu virka sum ráðgevar hjá mentamálaráðnum. Orsakað av ósemjum millum kommunufelagsskapir og Mentamálaráðið er Dagstovnaráðið  tó ongantíð komið at virka, og tí hevur landsstýrismaðurin ikki fingið nøktandi ráðgeving frá hesum parti, ið veit mest um menning og tørv hjá børnum undir skúlaaldur.

Pedagogfelagið metir ikki, at spurningurin um forskúlar og um at lækka skúlaaldurin er lýstir nóg væl. Tey eftirlýsa endamálið við at byrja forskúlar, hvat er tað man vil og hví verður brotið inn í dagstovnaøkið. Men tey meta ikki at teirra sjónarmið hava verið hoyrd og viðgjørd nóg væl, tí Dagstovnaráðið - sum er ráð, ið landsstýrismaðurin skal lurta eftir - í veruleikanum ikki hevur virkað.


Tí verður spurt, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera fyri at fáa Dagstovnaráðið at virka.

Til spurning 5:
Málið um forskúlar er sostatt enn eitt dømi um, hvussu umráðandi tað er at Mentamálaráðið sum skjótast stingur út í kortið, hvussu viðurskiftini á skúlaøkinum skulu verða. Tað er í fyrsta lagi kki nøktandi, at arbeitt verður uttan kungerð og Mentamálaráðið hevur harumframt ábyrgdina at tryggja, at allir skúlar arbeiða eftir einum og sama leisti. Mentamálaráðið skal eisini tora at viðgera spurningin, um forskúli skal vera eitt tilboð ella eitt krav og royna at finna breiðar semjur.

Mangt bendir á at málið um forskúlar er endað í óvissuni um fólkaskúlin skal leggjast út til kommunurnar at umsita ella ikki. Tì er tað áhugavert at hoyra hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur hesum viðvíkjandi. Skal fólkaskúlin halda fram í verandi tvíbýttu skipan, verður talan kanska heldur um at skipa samstarvsøkir, ella skal hann leggjast út til kommunurnar. Hvagar gongur leiðin?



Gunvør Balle
løgtingskvinna
4. februar 2013