onsdag den 28. marts 2012

Niðurstøður frá temaráðstevnu í Útnorðurráðnum í Ilulissat

Eg kundi ikki verið meir samd í niðurstøðunum hjá serfrøðingunum, ið hildu fyrilestur á temaráðstevnu hjá Útnorðurráðnum í dag, har evnið var ”leikluturin hjá Útnorði í altjóða samfelagnum, við serligum fokus á Arktis” - 1. Útbúgving, kreativitetur og livandi mentan eru millum týdningarmestu fokusøkir fyri at skapa trivnað og fáa ungt fólk og kvinnur at støðast. 2. At samfelagið er sosialt rættvíst hevur somuleiðis avgerandi týdning fyri framhaldandi vøkstri og menning og 3. at vit sum sjálvstøðugt land – og við einari atkvøðu í ST - høvdu haft munandi størri møguleika at fingið ávirkan á okkara framtiðar leiklut í arktis og í altjóða samfelagnum sum heild. Tað er ein óheppin ójavnvág í samstarvinum í Útnorðurráðnum, at Ísland einsamalt er fræls tjóð, meðan Føroyar og Grønland ikki hava fult ræði á egnum viðurskiftum.

Vit skulu ikki bara vera áskoðarar ella medaktørar í hesum tydningarmikla valdspæli ið fer fram, vit skulu vera høvuðsaktørar!

”Løgið, at allir fyrilesturhaldarar skulu vera tjóðveldisfólk”, hildu mínir føroysku starvsbrøður argandi fyri. Nei, vælsignaðir - tað er sum ikki einaferð Tjóðveldi, ið hevur viðsjónirnar um hvussu vit skilabest skipa hetta samfelagið.  Tit hava bara ikki fangað tað enn.


mandag den 5. marts 2012

Slettikki so øvugt, Georg


Í Punktum.fo 2. mars skrivar Georg L. Petersen, at hann ikki trýr uppá at fleiri útbúgvingar í Føroyum fara at skapa størri fólkavøkstur. Hesum eri eg grundleggjandi ósamd í. Eg haldi, at vit eiga at skapa nógv fleiri útbúgvingartilboð, bæði tekniskar/yrkisrættaðar og akademiskar, soleiðis at fleiri av okkara ungu lesa nøkur ár í Føroyum. Hetta tekur tíð, so meginparturin av ungdómsárganginum fer framvegis - í fleiri ár fram - at fara uttanlands at lesa eftir lokið miðnám. Men um bert vit megna at fáa nøkur (kanska 20-40) fleiri enn nú, at byrja eina útbúving her heima á hvørjum ári, ella at taka eina styttri útbúgving her, eru sannlíkindini munandi størri fyri at tey flyta heimaftur seinni. Og soleiðis fáa vit steðga netto-fráflytingini.

Umframt at tað er heilt veruleikafjart, so haldi eg slettikki, at vit skulu stremba eftir at øll tey ungu taka alla sína útbúgving í Føroyum. Og eri samd við Georg í, at tað hevur sera stóran týdning at okkara ungu eisini fara uttanlands - serliga útum Danmark - í nøkur ár at læra, lesa, ferðast og arbeiða. Okkara samfelag hevur meir enn nakað annað tørv á fólki við altjóða arbeiðsroyndum, sum við íblástri frá øðrum mentanum bjóða vanahugsanini av.

Tí skulu vit leggja lunnar undir at bjóða fleiri av teimum ungu at taka grundleggjandi útbúgvingar her hjá okkum áðrenn tey fara uttanlands at lesa víðari. Tey kunnu td taka eina styttri útbúgving ella eina heila bachelor her og so út í heim at taka master. Undirvísingarskipanin skal snikkast soleiðis til, at hon er samanbærlig við útlendskar, so til ber at byggja víðari á tað tú hevur lært herheima, uttan at longja útbúgvingina.


Tað er ongin ivi um, at fólk ið eru 22-23 ár tá tey flyta uttanlands, hava fest djúpri røtur og kanska funnið sær ein maka herheima, í mun til tey, ið fara sum 19-20 ára gomul. Og jú betri røturnar eru festar, jú størri eru sannlíkindini fyri, at tey flyta heimaftur.

Hetta mynstur sæst týðiliga í Íslandi. Har hava teir mongu hægri lærustovnarnir lagt seg eftir at bjóða eina stóra breidd av bachelor útbúgvingum fram og tað ger, at tey allarflestu ungu taka í minsta lagi fyrsta part av síni útbúgving í Íslandi. Men tað merkir ikki, at tey ikki fara út í heim. Tey flestu fara uttanlands at lesa master, ella tey taka eitt ella tvey semestir av síni útbúgving aðrastaðni. Og hetta er uttan iva ein orsøk til at tey ikki stríðast við okkara trupulleika við fráflyting. Tí sjálvt um heilt nógv fara út í heim at lesa og arbeiða í nøkur ár, so koma tey allarflestu heimaftur at seta búgv. Við at búgva fleri av tínum tilvitaðu, vaksnu árum í heimlandinum, veksur hugurin til at leggja títt lívsstarv har.

Og tá havi eg slettikki tikið allar fyrimunirnar fyri samfelagið við at vit fáa eitt sterkt og fjøltáttað lestrarumhvørvi. Tað skapar arbeiðspláss fyri fólk, ið ynskja at koma heim at undirvísa og granska og tað gevur aftur eitt sterkari fakligt umhvørvi, og at vitan um okkara egnu viðurskifti verður framleidd. Harumframt vantar okkum í ólukkumát tey ungu millum 20 og 35 ár, og teirra rødd er sera neyðug fyri at broyta og flyta samfelagið rættan veg.

Annars eri eg so sera samd við Georg í, at her er ymiskt ið ger, at samfelagið ikki er serliga innbjóðandi at flyta aftur til. Havi sjálvt víst á, at vantandi álit á politisku skipanina (har sundurlyndið kemur best til sjóndar) er ein høvuðsorsøk til at fólk ikki tíma at flyta aftur. Men eg trúgvi eisini at hetta kann broytast við tíðini, m.a við at vit av álvara tora at satsa uppá at styrkja og fjøltátta útbúgvingartilboðini.