tirsdag den 10. december 2013

lógaruppskot um styrktar fjølmiðlar

Tíðindaskriv:

Samfelagnum tørvar eitt fjølbroytt miðlalandslag og ein sterkan public service stovn. Hetta uppskot er ein roynd at styrkja fjølmiðlarnar og gera greiðan skilnað millum alment fíggjaða public service stovnin Kringvarpið og teir privatu fjølmiðlarnar.
Gunvør Balle úr Tjóðveldi og Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum leggja í dag uppskot fram, sum hevur til endamáls at styrkja føroyska fjølmiðlalandslagið.

Uppskotið snýr seg um at mvg upphæddin av kringvarpsgjaldinum verður roknað við í inntøkurnar hjá Kringvarpinum. Hugsanin er, at borgarin rindar tad sama, landið frásigur sær mvg upphæddina av gjaldinum og harvið fellur upphæddin til Kringvarpið. Við hesi hækking í inntøkunum hjá Kringvarpinum fer at bera til at banna handilslýsingum og sponsoratum. Av tí, at vit einans hava ein sjónvarpsmiðil, kann sjónvarpið hjá Kringvarpinum framvegis senda føroyskt framleiddar filmaðar sjónvarpslýsingar.

Fyri at tryggja redaktionella frælsið og trúvirðið hjá almenna public service stovninum, Kringvarpi Føroya, verða inntøkurnar frá sjónvarpslýsingum (sum seinastu árini hava verið uml 1,3 mió kr) brúktar til demokratistuðul, sum skal stimbra eitt fjølbroytt og nýskapandi miðlalandskap.

Uppskotið styrkir fíggingargrundarlagið undir Kringvarpinum og skapar greiðan skilnað millum alment fíggjaða Kringvarpið og privatu miðlarnar, við at banna handilslýsingum í Kringvarpinum. Við hægri fígging hevur Kringvarpið ikki tørv á lýsingarinntøkum, og hetta gevur samstundis privatu miðlunum øktar inntøkumøguleikar. Í verandi skipan er inntøkan av kringvarpsgjaldi 46 mió. kr. árliga, meðan sveiggjandi inntøkur sum eydnuspøl og lýsingar fíggja restina. Virðið á mvg’num er uml 11,5 mió kr. árliga og nýggja skipanin kemur sostatt at geva áleið 57,5 mió kr. árliga í kringvarpsgjaldi umframt inntøkur frá spølum.

Seinastu árini hava bløð um allan heimin havt sera tungt við at fáa raksturin at hanga saman. Hetta bæði tí at haldaratalið er lækkandi, lýsingarinntøkurnar eru minkandi og tí at stór tøknilig menning er farin fram, so nógv tíðindir eru til taks ókeypis á netinum. Við lækkandi haldaratali eru lýsingar høvuðsinntøkugrundarlagið hjá privatu miðlunum. Tí verður tað mett rætt, at hava greiðan skilnað, soleiðis at Kringvarpið hevur eitt trygt inntøkugrundarlag frá kringvarpsgjaldinum og privatu miðlarnir eiga lýsingarmarknaðin. Kringvarpið skal ikki hava fyri neyðini at kappast við privatu miðlarnar um lýsingarpengar.

10. des 2013
Gunvør Balle, Tjóðveldi og Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin