onsdag den 16. maj 2012

Makrel býtið - tað verður betri næstu ferð!

Í hesum døgum fer eitt eljustríð fram, um hvussu tey astronomisku makrel-virðini skulu deilast út til aktørar í vinnuni. Ein útvaldur bólkur av samgongulimum, við fiskimálaráðharranum á odda, hava snikkað saman eitt lógaruppskot, ið deilir makrel út til stórt sæð allar bólkar. Arbeiðshátturin er reindyrkaður sovjettiskur planbúskapur, har ovasta politiska skipanin lutar almenna ogn út til fyritøkur. Summar fáa nógv, aðrar minni. Hvørji kriteriir ella argumentir, ið liggja til grund, er vónleyst at fáa greiðu á. Og tað skal samgongan eiga, hon roynir heldur ikki at fyrigykla okkum, at har er nakað gjøgnumskygni. Øll hava fingið eitt sindur, so ongin kann ordiliga klaga. Men kortini skapar hetta  stóra frustrasjón og illgruna millum fólk, tí ongin skilir og kann gjøgnumskoða rationalið aftanfyri býtið.

Og so mín sann tónar løgmaður fram í bløðunum í gjáravkøldið og sigur, at tað verður betri næstu ferð! At hann heldur ein uppboðssøla hevði verið nógv tann rættari hátturin. Men tað er ikki politisk semja um tað, verður lagt aftrat. Eg eri sannførd um, at tað er semja millum 3/4 av tinglimum um uppboðssøluna, men sig sum er løgmaður. Tað er fólkaflokkurin, ið ikki vil loyva marknaðarskipanini at virka, og sum ikki einaferð boyggir sambandsflokkurin seg í dusti fyri einaveldisflokkinum. Men um løgmaður veruliga meinar tað hann sigur, so veit hann hvørjar flokkar hann skal samstarva við, fyri at fáa eina skilabetri umsiting av fiskivinnuni. Vit eru tilreiðar.

Í umrøðuni í Tinginum mánadagin um makrelbýtið var greitt, at nógv ónøgd er í øllum flokkum um býtið og um manningargjaldið, ið ásetir eitt gjald uppá eina kr/kg fyri at brúka útlendska manning. Niðurstøðan hjá fiskimálaráðharranum var, at líkamikið hvussu hetta verður gjørt, so er vónleyst at gera øll nøgd og har er ongin rættur máti at býta. Hvør skal siga, tí mugu vit bara gera sum frægast.

Tað er helst rætt at tað finst ikki ein perfekt skipan. Men tað er tó ein nógv frægari máti at útluta loyvini uppá, sum er grundaður á gjøgnumskygni og rættvísa kapping. Ein roynd var gjørd í fjørsummar, har grundprinsippið var at nótaskipini fáa útlutað ein part og restin verður boðið út á uppboði.

Sjálvsagt eiga vit at binda fyri, so tær óhepnu avleiðingarnar, ið sóust frá fiskiskapinum í fjør, ikki henda aftur. M.a. ber til at áseta við lóg, at bert fyritøkur skrásettar og heimahoyrandi í Føroyum hava rætt at bjóða og at føroyskir sáttmálar skulu vera galdandi.

Men ongin ivi er um, at vansarnir við politiskari útlutan eru eins mangir og eyðsýndir og fyrimunirnir við uppboðssøluni:

  • Vit sleppa undan eini korruptari skipan. Tá landsstýrismaðurin ikki lutar út, hvørvur illgrunin sum altíð vil vera, óansæð hvussu reiðiligur fiskimálaráðharrin er.
  • Tað er kapping millum aktørarnar, sum avger hvør sleppur framat fatinum, tí hægstbjóðandi fær fiskiloyvi. Hetta er júst sama prinsipp sum í øðrum vinnum, har tann mest kappingarføra fyritøkan vinnur arbeiðið.
  • Uppboðssølan staðfestir, at landið eigur rættindini, og tá fiskaríið er liðugt, fella loyvini aftur til landið, tey kunnu ikki seljast víðari og ongin bólkur kann siga seg eiga forrættindi næstu ferð.
  • Uppboðssølan í fjør prógvaði hvussu stór virðir eru uppá spæl og landið fekk nógv hægri tilfeingisrentu enn væntað. Og við at loyva marknaðarmekanismuni at virka, er tað vinnan sjálv, ið ásetir støddina á tilfeingisgjaldinum. Tí hon bjóðar bert tað uppá fiskin, sum hon veit, at hon klárar at forrenta.

Uppboðssølan hevur helst onkur lýtir, men hon er nógva ferðirnar frægari enn politisk útlutan og bureaukratisk ásett tilfeingisgjald, sum hvørki avspeglar rættvísi ella tilskundan at skapa stóran vinning. Ein marknaðarbaserað skipan ger fyritøkurnar kappingarførar og eggjar til at skapa sum mestan vinning. Hetta prinsipp góðtaka vit og skilja í øllum øðrum vinnum enn í høvuðsvinnuni. Og tað er løgið og sera skaðiligt fyri okkum øll at vit ikki loyva fiskivinnuni eisini at virka undir marknaðartreytum. Tí tað hevði skapt so nógv størri inntøkur bæði til fyritøkurnar og til landið um vit tordu at trúgva uppá at  marknaðarskipanin eisini eigur at virka í fiskivinnuni.

Gunvør Balle
tingkvinna

fredag den 11. maj 2012

føroyskar bókmentir út í heim



Tað vóru kveikjandi tíðindi at frætta í útvarpinum í morgun, um átakið sum nú er í gongd fyri at fáa føroyskar bókmentir sjónligar úti í heimi. Ivist ikki í, at her liggur eitt stórt potentiali, tí vit eiga fleiri rithøvundar, sum lata dygdarverk úr hondum og umheimurin hevur alt ov leingi bíðað eftir at fáa part í hesum skatti okkara.
Nýsetti bókmentaligi samskiparin Jenny Johannesen nevndi, at Ìsland er ein fyrimynd á hesum øki, tí íslendskar bókmentir so væl hava megnað at gerast sjónligar uttanlands. 
Hon segði m.a., "Tá tey kunnu, kunnu vit eisini" . Og hetta er so satt so satt. At vit gera eitt slíkt átak til frama fyri føroyskar bókmentir er eitt dømi um, at vit saktans megna tað vit seta okkum fyri. Men tað er ikki bert á hesum øki, at vit kunnu siga, at tá tað ber til hjá íslendingum, eigur tað eisini at bera til hjá okkum. 

Serliga tá tað snýr seg um tað, ið hevur við tjóðarbygging at gera, kunnu vit nýta Ísland sum fyrimynd. Tey hava ein stálsettan vilja at virðismeta og raðfesta sína mentan, søgu, móðurmálið, samleika, skúlaskap, gransking, list - snøgt sagt, alt sum skapar eina sjálvstøðuga tjóð í eini livandi sterkari mentan.
Á øllum hesum økjum kundu vit lært nógv við at hugt til Íslands. Tí vit kunnu eisini. Tað krevst bert at vit vilja.

mandag den 7. maj 2012

Umskipan av bygnaðinum í fólkaskúlanum. Svar uppá skrivl spurning til Bjørn Kalsø


Svar

upp á

skrivligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum. Løgtingsmál nr. S-33/2011: Viðvíkjandi umskipan av bygnaðinum í fólkaskúlanum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1.     Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at skipa framtíðar bygnaðin í fólkaskúlanum fyri at náa málinum um at skerja fólkaskúlan við 16 mió. komandi 5 árini, utttan at lækka undirvís­ingar­støðið?
2.     Hvat verður ítøkiliga meint við, at ”fylla næmingar í flokkar, sum ikki hava fult næmingatal?
3.     Verður talan um at skapa færri og sterkari skúlaeindir?
4.     Verður hetta bert gjørt, um kommunurnar verða færri í tali, ella verður tað gjørt uttan mun til úrslitið av kommunusamanleggingum?
5.     Um tað verður gjørt uttan mun til úrslitið av kommunusamanlegging, hvussu verður farið fram?

Svar

Til 1: Í kørmunum eru framskrivingarnar á fólkaskúlaøkinum 10 mió. kr. og sparingarnar á 16 mió. kr. Lækkingin á fólkaskúlajáttanini er sostatt 6 mió. kr. fram til og við 2017, ella eina góða mió. kr. um árið komandi 5 árini.

Tað eru nógv dømi um, at vit í skúlum, sum liggja stutt frá hvørjum øðrum, hava flokkar á sama floksstigi við lutfalsliga fáum næmingum. Ein lítil flokkur kostar, við galdandi skipan, nærum líka nógvar læraratímar sum ein størri flokkur.

Við betri samstarvi og einum meira hóskandi skúlabygnaði, har tað landafrøðiliga er møguligt, ber til at reka skúlan bíligari uttan at lækka undirvísingarstøðið.

Ætlanin er at røkka hesum máli við at skipa størri skúlaeindir og við eini betri skipaðari innskriving av næmingum. Ein skúlaeind er ein arbeiðseind, sum saktans kann húsast í fleiri skúlum. Sum dømi kann eg vísa á Eysturkommunu, har 1. – 3. floks undirvísingin, umframt forskúli, eru í Leirvík. Næmingarnir í 4. – 7. flokki ganga í skúla í Gøtu, og framhaldsdeildin er savnað í Fuglafirði. Á henda hátt verður bæði tann fakliga, tann pedagogiska og tann fíggjarliga orkan brúkt á ein skilagóðan hátt. Lærarar fáa høvi til at menna sínar førleikar, og næmingar fáa fleiri og fjølbroyttari undirvísingartilboð.

Tað er umráðandi, at næmingurin verður settur í miðdepilin, tá hugsað verður um framtíðar skúla.

Skúlin skal menna bæði fakligar-, sosialar-, og musiskt/kreativar førleikar hjá einstaka næminginum. Somuleiðis skal skúlin rúma øllum næmingum, og pláss skal verða fyri fjølbroytni og ymiskleika. Umstøður skulu verða fyri næmingalagaðari undirvísing, har allir næmingar, eisini næmingar við skerdum førleikum, kunnu fáa mennandi og fjølbroytt skúlatilboð í mun til teirra evni og áhuga.

Fyri at røkka málinum innan verandi karmar, verður neyðugt við tillagingum í skúlabygnaðinum.

Til 2: Hesin spurningur er nakað ógreiður, tí tað er ikki nakað mál í sjálvum sær at fylla næmingar í flokkarnar, sum spyrjarin tekur til. Men við einum meira hóskandi bygnaði við færri flokkum ber til, sum víst verður á í svari til spurning 1, at fáa eina eins góða undirvísing fyri eina heldur lægri játtan.

Til 3: Víst verður til svarið í spurningi 1.

Til 4 og 5: Málið, sum samgongan hevur sett sær, er at leggja skúlan út til kommunurnar at umsita. Tað verður gjørt fyri at greiða fíggjarliga tvíbýtta ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, sum er í galdandi skipan, har kommunurnar byggja, reka og skipa skúlabygnaðin saman við skúlastýrinum, ímeðan landið rindar læraratímar til flokkarnar.

Í samband við arbeiðið at leggja skúlan út er best  og greiðast, um vit fáa færri og størri kommunalar eindir, ið einsamallar megna at lyfta uppgávurnar, ið verða lagdar út. Tað fer at gera tað lættari at fara undir samráðingar við kommunurnar um fíggingarleist og um, hvussu fólkaskúlin skal skipast framtíðini.

Fáa vit ikki størri kommunalar eindir, fari eg kortini at leggja upp til, at umskipanin á fólkaskúlaøkinum verður framd í tøttum samstarvi við kommunur, Lærarafelag og onnur, ið varða av skúlanum.



Vinarliga
Mentamálaráðið

Bjørn Kalsø
landsstýrismaður

Viðmerkingar:
Í uppskotinum til játtanarkarmar hevur landsstýrið uppskot um skúlanýskipan. Tað er sera áhugavert at fáa landsstýrismannin at útgreina, hvussu skúlanýskipanin skal fara fram.

Í dag eru 54 fólkaskúlar í landinum, harav tríggir eru skipaðir sum frí/privatskúlar. Av teimum 51 fólkaskúlunum, hava 10 skúlar færri enn 10 næmingar og 17 skúlar færri enn 50 næmingar. Tað er eyðsæð, at so smáir skúlar, hava verri møguleika at geva næmingum eins góða og fjølbroytta frálæru og skúlagongd sum heild, sum næmingar í størri skúlaeindum fáa.

Tað er tí eitt gott mál at seta sær, at skapa færri og sterkari skúlaeindir í fólkaskúlanum, - um tað er málið. Ikki bara tí, at tað er óneyðuga dýrt at reka fólkaskúlan við verandi bygnaði, men fyrst og fremst tí, at allir næmingar í føroyska fólkaskúlanum, sum er, ikki hava sama tilboð. Tað er tó sera týdningarmikið, at henda nýskipan fer fram í tøttum samstarvi við avvarandi partar og høvuðsdentur má vera á, at styrkja fakliga støðið og trivnaðin fyri næmingar kring alt landið

Fólkaskúlin skal spara 16 milliónir kr. fram til 2017, men smbrt landsstýrismanninum, kan hetta gerast uttan at dygdin versnar ella at næmingarnir fáa verri undirvísing. Sum skilst, skal hetta gerast við at fylla fleiri næmingar í flokkar, sum ikki hava fult næmingatal. Hetta ljóðar tó sum ein sera einføld loysn uppá eina stóra avbjóðing. Tosað verður sostatt um færri og størri flokkar, men ikki um avleiðingin verður færri skúlar, sum tað neyðturviliga má enda við. Tí má almenningurin fáa greiðu á, hvat meint verður við at fylla uppí flokkar.

Eisini er nógv ógreitt viðv. Ábyrgdarbýtinum av fólkaskúlanum millum land og kommunur. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin skjótt at fáa greiðu á hesum ábyrgdarbýti, so nýskipanirnar kunnu henda og harvið sparingarnar røkkast? Um tað ikki eydnast at fáa eina avtalu um ábyrgdarbýtið við kommunurnar skjótt, má tað ikki henda, at sparingin rakar fólkaskúlan yvir ein kamb. Tí seinastu árini er spart nógv innan hetta økið – tímajáttanin er støðugt minkað, játtanin til vikarar er sera lítil eins og játtan til rokni/lesiskeið og til serligan tørv er skorin inn á bein.

Um rætt verður borið at, er ongin ivi um at fólkaskúlin kann rekast bíligari enn hann er í dag. Men hetta má gerast við einari breiðari og fleksiblari tilgongd, har ymisk tiltøk verða tikin í nýtslu fyri at røkka ein effektivari, bíligari og betri skúla. Tí tykist tað sera einfalt, at siga, at henda nýskipan skal røkkast bert við at fylla fleiri næmingar inn í skúlastovurnar.
Á Løgtingi, 16. apríl 2012
Gunvør Balle
Løgtingskvinna