tirsdag den 19. maj 2015

Fyrispurningar til Anniku Olsen um broytingar í løgtingsvallógini (lagaligari mannagongdir fyri lesandi uttanlands at greiða atkvøðu á løgtingsvali):


Grein 52a fyrispurningar til Anniku Olsen um broytingar í løgtingsvallógini (lagaligari mannagongdir fyri lesandi uttanlands at greiða atkvøðu á løgtingsvali):


  1. Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað fyri at gera mannagongdirnar smidligari hjá lesandi uttanlands at greiða atkvøðu til løgtingsval?
  2. Um ja, hvørjar eru ætlanirnar og verður eitt uppskot, ið skal bøta um hesi viðurskifti, lagt fram á Ólavssøku saman við øðrum broytingum í løgtingsvallógini, sum landsstýriskvinnan hevur boðað frá?
  3. Ætlar Almannamálaráðið at skipa fyri kunning til lesandi uttanlands um hvussu mannagongdin er til at velja til løgtingsval - td gjøgnum samskifti við MFS, kommunur og við kunning og leinkjum á heimasíðu ráðsins?
  4. Er møguligt at tey lesandi kunnu skráseta seg at velja talgilt, td. gjøgnum Studna?
  5. Er møguligt at fáa føroysku sendistovurnar skrásettar sum valstað?
  6. Kann landsstýriskvinnan tryggja, at tað verður lættari hjá útisetum at velja til   komandi løgtingsvali?
  7. Ísv við ætlaðu broytingarnar í løgtingsvallógini um at onki valstað kann hava færri enn 100 veljarar, er møguleikin kannaður í hesum sambandi, at gera tað møguligt at atkøða talgilt á teimum smáu valstøðunum?


Viðmerkingar:
Sum er, eru galdandi mannagongdir hjá lesandi uttanlands fyri at greiða atkvøðu til løgtingsval sera tungar og stirvnar og tað heldur teimum lesandi frá at fara á val. MFS gjørdi eitt stórt arbeiði áðrenn valið í 2011 við at eggja til og kunna um val-mannagongdirnar fyri at fáa so nógv lesandi sum gjørligt at fara á val. Hóast hetta vóru tað bert 40% av teimum lesandi í Danmark, ið brúktu sín valrætt. Eingi hagtøl eru um hvussu nógv lesandi uttanfyri Danmark greiddu atkvøðu.


Stórt ynski er frá MFS og millum útisetar at fáa mannagongdirnar í samband við at velja til løgtingsval smidligari, soleiðis at fleiri lesandi fara at brúka sín rætt til at fara á val. Bara í Danmark eru 1400 lesandi, ið hava møguleika at fara á val.


Verandi mannagongd er á leið soleiðis:
  • Fyrst skal ein verða skrásettur í føroyska fólkayvirlitinum, og tað kann ein bert, um ein hevur havt bústað í Føroyum minst 5 ár, áðrenn ein flytur av landinum.
  • Síðani skal ein útfylla eitt umsóknarblað (sum ikki er lætt at finna) fyri at vera skrásettur sum veljari uttanlands, og har skal ein viðleggja eina váttan frá lestrarstaðnum.
  • Tá tað so er komið uppá pláss (hetta kann taka vikur), kann tann lesandi fara inn á eina sendistovu ella kommunukontór at greiða atkvøðu. Men her skal ein tryggja sær, at sendistovan/kommunuskrivstovan hevur tey neyðugu skjølini klár til at greiða atkvøðu. (Valevnir, flokkar - sum tey fáa sent stutt áðrenn valið).
  • Tey, ið búgva uttanfyri Kongaríkið skulu brúka somu mannagongd, men tey skulu inn á føroyska ella danska sendistovu/konsulat fyri at greiða atkvøðu.


Áhugin fyri føroyska samfelagnum millum lesandi er sum heild stórur og føroysk lesandi uttanlands ynskja at brúka sín demokratiska rætt at velja, soleiðis at tey kunnu vera við til at skapa tað samfelag, tey hava hug at koma heim aftur til. At hava lættan møguleika at velja, meðan tú ert lesandi er týðandi liður í at halda fast við tilknýtið til føroyska samfelagið. Tað økir somuleiðis um áhugan fyri at fylgja við í hvat fyriferst í føroyskum politikki og samfelagsviðurskiftum.


Ynskið millum tey lesandi er, at skipanin verður talgild, td gjøgnum Studna, soleiðis at fólk skráseta seg at kunna velja, tá man søkir um ferðastuðul el.a. Annað ynski er, at Keypmannahavn verður góðkent sum eitt valstað, soleiðis at til ber at velja td. á føroysku sendistovuni í Keypmannahavn.


Landsstýriskvinnan hevur í øðrum fyrispurningi svarað, at hon ætlar at “leggja fyri tingið eitt minni broytingaruppskot, sum bert fevnir um broyting av § 21 í løgtingsvallógini og § 8 í kommunustýrisvallógini á Ólavssøku. Ætlaðu broytingarnar skulu áseta í løgtingsvallógini, at onki valstað kann hava færri enn 100 veljarar og í kommunuvallógini at kommunustýri ikki kann býta kommununa upp í tvey ella fleiri valstøð uttan at valstøðini hvørt sær lúka somu treytir sum til løgtingsval.”


Àhugavert er at vita, um landsstýriskvinnan í samband við hesar broytingar fer at gera aðrar broytingar, ið fara at gera tað lættari hjá lesandi uttanlands at greiða atkvøðu. Og um tað er kannað, um smáu valstøðini við undir 100 íbúgvum kunnu atkvøða talgilt, tí um so var, kundi møguliga ein líknandi skipan verðið brúkt til lesandi uttanlands.

søndag den 10. maj 2015

Grein 52a fyrispurningur til Karsten Hansen um møguligar sparingar í heilsuverkinum av at minka um nýtsluna av heilivági

Grein 52a fyrispurningur settur Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum um møguligar sparingar í heilsuverkinum av at minka um nýtsluna av heilivági

  1. Hvussu stórar útreiðslur hevði heilsuverkið av heilivági í 2005 - 2010 og 2015?
  2. Hvørji sløg av heilivági standa fyri størsta partinum av útreiðsluvøkstrinum?
  3. Hvussu stórar útreiðslur hevði heilsuverkið av kolestorol-niðursetandi heilivági í 2005, 2010 og 2015?
  4. Hvussu nógvir føroyingar vóru í viðgerð við kolestorol-niðursetandi heilivági í 2005, 2010 og 2015?
  5. Hvussu stórar útreiðslur hevði heilsuverkið av diabetesheilivági í 2005, 2010 og 2015?
  6. Hvussu nógvir føroyingar vóru viðgjørdir fyri diabetes I í 2005, 2010 og 2015?
  7. Hvussu nógvir føroyingar verða viðgjørdir fyri diabetes II í 2005, 2010 og 2015?
  8. Veit Heilsumálaráðið hvat diabetes kostar tí føroyska samfelagnum?
  9. Hvussu stóran part av kolestorol- og diabetesheilivági rinda sjúklingarnir sjálvir og hvussu stóran part rindar heilsuverkið?
  10. Hvussu nógvir kostfrøðingar eru í starvi og hvørjir sjúklingar verða sendir til kostfrøðingar?
  11. Hvussu hevur játtanin til Fólkaheilsuráðið verið síðan tað varð sett á stovn?
  12. Hvussu nógva orku leggur heilsuverkið (læknar og annað heilsustarvsfólk) í at upplýsa og vegleiða sjúklingar um lívsstíl (kost - rørslu o.a.) sum liður í at spara heilsuverkinum fyri stórar heilivágs-útreiðslur?


Viðmerkingar:
Nógv umrøða er í hesum døgum av vaksandi útreiðslunum av heilsuverkinum og hvussu samfelagið framhaldandi skal megna at fíggja eitt dygdargott heilsuverk. Landsstýrismaðurin í heilsumálum biðjur í hesum døgum um eykajáttan, m.a. tí heilivágsútreiðslurnar hækkaðu
14% í 2014, og tí roknað verður við, at útreiðslurnar økjast í 2015.

Stórur partur av sjúkunum, ið okkara sjúkrahús viðgera, eru sonevndar lívsstílssjúkur. Diabetes (II), hjarta- karsjúkur, fleiri krabbameins- og giktasjúkur eru dømi um sjúkur sum í stóran mun stava frá tí lívsstíli vit hava vant okkum við seinastu 50-80 árini. Her verður hugsað um industrialiseraðan mat, royking, lítla rørslu og eitt javnt støðið av strongd.

Tá ið so nógvar sjúkur stava frá lívsstíli, er tað áhugavert, at heilsuverkið ger so lítið við at vísa á okkara egnu ábyrgd og evni at fyribyrgja og møguliga lekja hesar sjúkur. Heilsuverkið sparir allar flest pengar við at færri gerast sjúk. Men ein fatalistiskur hugburður tykist at ráða, og tikið verður fyri givið, at vit skulu halda fram við sama lívsstíli og so heldur hervið verða bundin at dýrum og skaðiligum hjáárinum av heilivági eitt heilt lív fyr at halda sjúkuni so nøkulunda niðri.

Óheft gransking, sum eingin fyrr virdi, hevur við treiskni og áhaldni nú sannført mong ivandi um, at fólk í stóran mun sjálv kunnu fyribyrgja - og í summum førum lekja - mangar av vælferðarsjúkunum.  Td. verður ofta tjakast um hjáárinini við sonevndum statinum, (eitt slag av kolestorol heilivági.) Eitt annað dømi er (sera dýri) diabetes heilivágurin. Hesin heilivágur (móti høgum kolestoroli og diabetes) verða aloftast útskrivað av vana og uttan at sjúklingurin fær nakra miðvísa upplæring og vegleiðing í hvussu hann kann broyta livihátt, sum í ávísum føri kann føra til lægri kolestorol og steðga byrjandi diabetes sjúku.

Hesir spurningar snúgva seg tí um at fáa staðfest, hvussu nógvar pengar heilsuverkið brúkar uppá heilivágin til tvær sera vanligar lívsstílssjúkur/tilstandir - høgt kolestorol (lutvíst lívsstílssjúka) og diabetes (II). Og um talið er vaksið ella minkað millum 2005 og 2015. Og spurningarnir snúgva seg eisini um hvussu høga raðfesting fyribyrging (fólkaheilsuráðið) og lívsstílsvegleiðing (kostur, rørsla og strongd) hevur í heilsuverkinum. Og um sjúklingurin fær nóg góða kunning og vegleiðing í hvussu hann sjálvur kann virka til at minka um (ella kanska sleppa av við) heilivágin um hann broytir lívsstíl.

Um vit halda fram at gera tað vit altíð hava gjørt, fáa vit tað sama, - fleiri og fleiri sjúk fólk. Søgan vísir - og framrokningar staðfesta - at vit fáa alsamt fleiri sjúk og harvið størri útreiðslur til heilivág. Heilivágur til lívsstílssjúkur fyribyrgir og lekir ikki sjúkuna, hann “bara” viðgerð nakað, ið longu er komið. Um ikki ein hugburðsbroyting fer fram innan heilsuverkið er púra vist, at heilsuútreiðslurnar bara vaksa og vaksa. Og ein stórur partur av hesum útreiðslum eru til heilivág. Tí er spurningurin um tað ikki er ov lætt bert at siga, at vit fáa einki gjørt við, at útreiðslurnar til heilivág eksplodera og tí mugu vit øll rinda 100tals milliónir meir til heilsuverkið? Fá munnu ivast í, at ein stórur partur av hesum útreiðslum kundu verið spardar, um heilsustarvsfólk átóku sær at geva fólki góða og skipaða vegleiðing og upplæring í at broyta lívsstíl, so tey kunnu sleppa undan at taka so nógvan heilivág.

Hóast Fólkaheilsuráðið ger eitt stórt arbeiði at kunna og vegleiða um heilsugóðan lívsstíl, tykist talið av lívsstílssjúkum ikki at minka, heldur hinvegin. Hetta hóast fleiri batar eru hendir - td at færri roykja og fleiri eru tilvitað um rørslu og sunnan kost. Tí má okkurt munabetri gerast. Spurningurin er, um skipanin er skúlað til at geva fólki skipaða vegleiðing og upplæring, soleiðis at vit sjálv læra at taka størri ábyrgd fyri egnari heilsu. Møguliga eru tað hesir vantandi førleikar, ið eru orsøk til, at man av vana velur ta “løttu” loysnina, nevniliga at útskriva heilivág? Ein loysn sum í longdini er bæði dýrari fyri samfelagið og verri fyri heilsuna hjá tí einstaka.


Gunvør Balle
7. maj 2015



onsdag den 6. maj 2015

TÍÐARGREIN Har vit ikki eru sjálv, eru vit bara hálv - eisini á uttanríkisøkinum

TÍÐARGREIN

Har vit ikki eru sjálv, eru vit bara hálv - eisini á uttanríkisøkinum

Málið um samhandilin við Russland sýnir okkum, eins og so mangan fyrr, at einans vit vita hvussu okkara handilsligu áhugamál best verða røkt og at einans vit kunnu fremja hesi mál í verki. Uttanríkispolitikkur er í stóran mun handilspolitikkur og í handilssambondum eins væl og í øðrum uttanríkismálum, er tað avgerandi at vit samráðast sjálv.

Føroyar hava drúgv og góð handilssambond við Russland
Føroyar hava samstarvað og samhandlað við Russland fra 1950 árunum. Í fleiri áratíggjur var søla av sild til Russlands o.o eysturlond týðandi partur av okkara útflutningi og nærum eins leingi hava føroyskar skipasmiðjur og virkir veitt russiskum skipum og reiðaríum alskyns tænastur. Í 1977 var Føroyar fyrsta land, ið undirskrivaði fiskiveiðusáttmála við Russland. Vit hava ognað okkum drúgvar royndir við at røkja okkara egnu handilssambond og við sjálv at samráðast um fiskiveiðiavtalur, og harvið prógvað, at vit til fulnar kunnu reka egnan handils- og uttanríkispolitikk.

Russland boykottar ES -  ikki øvugt
Eftir ófriðin á Krim setti ES revsitiltøk í verk móti Russlandi, sum m.a umfataðu fimm russiskar bankar og at hald varð lagt á ognir hjá útvaldum russiskum vinnulívsmonnum. Tiltøkini hjá ES móti Ruslandi eru sostatt ikki eitt alment boykott, og merkjast valla - hvørki í Ruslandi ella í ES. Sum mótsvar boykottar Russland matvørur úr ES og øðrum vesturlondum. Bæði ES og danskir matvøruframleiðarar høvdu heldur enn fegnir hildið fram at útflutt til Russlands um teir sluppu. Russland velur tilvitað ikki at taka Grønland, Ísland og Føroyar við í boykottið og fá munnu ivast í, at orsøkin er stóru áhugamál Russlands í Arktis og tí at teimum tørvar mat, t.e. okkara fisk.

Føroyar í Arktis - gjøgnum Danmark!
Í Norðurhøvum og í Arktiska økinum verða stórar avgerðir tiknar og áhugamál hjá stórveldum - m.a. Russlandi - og stórfyritøkum verða røkt og staðfest. Men Føroyar hava ikki nakra rødd í hesum bólki og sleppa ikki at taka avgerðir. Landsstýrið roynir at bidda um at sleppa at sita undir liðini á donskum ráðharrum, tá londini við áhugamálum í Arktis fundast, Hetta hóast vit liggja í miðjuni á hesum ovurstóra øki, sum í alt størri mun gerst ein av heimsins brennideplum tá ræður um tilfeingi, siglingarleiðir, trygd og verju. Seinastu árini hava prógvað fyri umheiminum, at Føroyar eru í einari lyklastøðu tá umræður ferðandi fiskastovnar. Bæði tí vit liggja mitt í økinum, har hesar stóru broytingar fara fram og tí vit hava víst, at við dugnaligum granskarum og samráðingarfólki megna vit at standa fast við - og vinna - rættindini til tað tilfeingi, sum vit meta okkum eiga. Hesa somu støðu kundu vit havt og fingið gagn av á øllum øðrum økjum í Norðurhøvum og Arktis um vit høvdu fult ræði á uttanríkispolitikkinum. Vit kunnu bert ímynda okkum menningarmøguleikarnar um vit høvdu yvirtikið loftrúmið. Bara í hesum liggja 10-tals arbeiðspláss til vællærd fólk umframt stórir inntøkumøguleikar til samfelagið alt.

Ikki etiskt dilemma at Føroyar flyta fisk til Russlands
Tá summi vilja vera við, at tað er eitt etiskt dilemma, at Føroyar flyta fisk til Russlands og harvið røkja og víðka síni søguligu handilssambond, er tað als ikki so. Sum nevnt, hevur ES ikki sett verulig handilstiltøk í verk móti Russlandi og Danmark hevur ikki mist eina krónu (heldur hinvegin skilst) hesa tíðina londini hava sett tiltøk í verk hvørt móti øðrum.  Harumframt er týðandi at hyggja eftir lutfallinum í hesum máli. Tey virðir fiskaútflutningurin til Russlands skapar í Føroyum hava alstóran týdning fyri okkara samfelag, meðan samhandilin millum Russland og Danmark lutfalsliga ikki hevur nær námind so stóran týdning fyri londini bæði.

Føroyar ikki eftirspurdar um danskan uttanríkispolitikk
So hví skulu Føroyar finna seg í lyftum fremstafingrum og útsøgnum sum “ansa eftir at tit ikki gera tykkum dælt av kreppuni millum Russland og ES” - frá Helle Thorning Smith og Martin Lidegaard? Hava Føroyar sitið við borðið saman við Danmark, tá tey hava tingast um hvørji tiltøk skulu setast í verk mótvegis Russlandi? Hóast Famjin-skjalið sigur, at Føroyar skulu hava “ægte medinddragelse” í stórpolitikki - so eru vit als ikki spurd um hetta mál, eins lítið og onnur mál. Heldur ikki eru vit spurd, um vit vilja verða umfatað av rakettverjuskjøldrinum hjá NATO. Hví skulu vit so kenna okkum bundin av tí Danmark og ES gera av? Løgið, at fólkatingslimur javnaðarfloksins ger so nógv burturúr, at Føroyar mugu standa øksl við øksl við ES, tá ið Danmark í fyrsta lagi ikki boykottar Russland og í øðrum lagi als ikki hevur tikið okkum við uppá ráð í hesum máli. Hevði tað ikki verið meir hóskandi, at fólkatingslimir brúka arbeiðsorkuna uppá at fremja føroysk áhugamál og vísa á hendan eyðsýnda skeivleika og órættvísi? - Og skulu vit treytaleyst - uttan at vit verða hoyrd ella spurd - standa øksl við øksl við ES, eftir at tey hava revsað okkum við einum út-av-proporsjónum ógvusligum boykotti?

Danmark megnaði ikki at forða ES í ólógliga boykottinum móti Føroyum
Tað finnast neyvan søgulig fordømi um so harðrend (og ólóglig) tiltøk, sum ES setti í verk móti Føroyum. 500mió fólk melda kríggj móti 50.000 sálum. ES stongdi allir havnir og marknaðir fyri makrel og sild úr Føroyum og fyri skipum, sum høvdu luttikið í hesum fiskiskapi. Hetta var revsingin fyri tað “brotsverk” vit framdu, tá vit ásettu okkum egna makrelkvotu. Hinvegin verður Rusland - sum ger innrás í eitt annað land - bert revsað við smávegis sanktiónum. Hvar eru proporsjónirnar?

Eftir stendur, at Danmark megnaði ikki at forða ES í ólógliga boykottinum móti okkum! Hóast tað skal eitast at Danmark er okkara verndareingil - sum skal taka sær av uttanríkispolitikki fyri okkum.

ES boykottið móti Føroyum førdi til øktan samhandil við Russlandi
Summarið 2014 vóru Føroyar júst slopnar úr einum lemjandi boykotti frá ES  - sum vit í prinsippinum enn kundu verið í enn, var tað ikki m.a okkara frægu samráðingarfólki fyri at takka. Hendan støða gjørdi tað avgerandi neyðugt at finna aðrar marknaðir og her kom okkara frammanundan góða samstarv við Russland okkum til góðar. Ímynda vit okkum, at vit framhaldandi vórðu boykottaði av ES og eisini blivu fevnd av russiska boykottinum móti Danmark - so beið ikki bøtur hjá okkum.

Føroyar eiga at orða ein greiðan Russlands politikk og taka almenna frástøðu frá russiska politikkinum á Krim
At selja fisk - um tað er til Russlands ella onnur lond - er aldri provokerandi og fer ikki at broyta uppá støðuna á Krim. Tá tað er sagt, eiga Føroyar at ásanna, at vit ríða á eini knívsegg í hesum eyma málið. Og tá eiga øll diplomatisk kort at brúkast rætt. Og tað hevur løgmaður ikki gjørt. Hvørki við ferð síni til Moskva ella við framsøgnum sínum aftaná.

Løgmaður hevur ikki tryggjað, at vit hava ein almennan politikk mótvegis Ruslandi, sum er viðgjørdur og samtyktur í landsstýri og á løgtingi. Hann átti at orðað ein politikk, har vit fyrst og fremst taka greiða, almenna frástøðu frá russiska politikkinum á Krim og har vit verja vestlig virðir sum fólkaræði og mannarættindi. Og har vit grundgeva fyri okkara áhugamálum og handli við Russland og hví vit velja at seta sendistovu á stovn í Moskva. Sera týðandi er tað, at hesin politikkur er kjølfestur í politisku skipanini so vit fara út við einari rødd.

Moskvaferð løgmans loysti eingi mál - útsøgnirnar aftaná gjørdu ilt verri
Einki er at ivast í, at Russland longu hevði gjørt av, at taka ávísar føroyskar fiskavørur av reyða listanum og at Føroyar ikki skuldu umfatast av boykottinum, áðrenn løgmaður legði avstað til Moskva. Og fríhandilssáttmálin við Russland er eins fjarur frá at gerast veruleiki nú, sum áðrenn løgmaður pakkaði kuffertið. Tað var skeivt av løgmanni ikki at gera tað neyðuga heimaarbeiði fyri at fáa politiska semju um hvør okkara politikkur viðv. Russlandi skal vera og at hann ikki so frægt sum ráðførdi seg við uttanlandsnevndina. Og tær lítið diplomatisku útsøgnirnar frá landsins leiðara aftaná ferðina bøttu ikki um støðuna. Tí kemur rumbul í politisku skipanina - hóast øll eru á einum máli um at tað er rætt, at vit framhaldandi handla við Russland.

Føroyar mugu vera greið um síni áhugamál og føra skilvísan, avvigaðan politikk
Føroyar skulu ikki vevjast uppí kalda-krígs retorikkin, ið gerst alt meir týðiligur millum stórveldini. Russland-Ukreina málið er sera fløkt og tað er heldur ikki svart/hvítt, tí bæði eystur og vestur hava hert orðalagið og átøkini. Vit skulu vera greið um okkara áhugamál, skulu velja okkara bardagar við størsta umhugsni og hava ein avvigaðan neutralitet.

Vit mugu reka egnan uttanríkispolitikk
ES boykottið vísir, at Danmark megnar ikki at verja okkum tá á stendur. So hvørt Danmark gerst meira tengt at uttanríkispolitikki ES minkar teirra rásarúm fyri at føra egnan politikk og harvið verða atlitini til Føroya púra burtur. Tí fer Danmark aldri at arbeiða fyri okkara áhugamálum á fremmandum marknaðum. Ikki av illvilja, men í fyrstu atløgu tí Danmark má samankoyra sín uttanríkispolitikk við tann hjá ES. Í øðrum lagi tí okkara áhugamál eru ikki teirra fyrsta raðfesting og sum tað triðja eru áhugamál okkara sjáldan eins. Einans vit kenna til fulnar hvat tænir okkum best og einans vit duga at samráða okkum til tær bestu avtalurnar. Okkara drúgva og góða samstarv við Russland er dømi um, at vit í stóran mun longu reka egnan uttanríkispolitikk og tí er er tað eitt náttúrligt næsta stig, at taka fult ræði á uttanríkispolitikkinum. Tað er neyðugt og tað mennir okkum sum fólk, at verða noydd at taka støðu til og ábyrgd av umheiminum. Harumframt fara nýggir vinnu- og inntøkumøguleikar at lata seg upp, sum vit valla kunnu ímynda okkum í dag.


31. mars 2015
Gunvør Balle

Tjóðveldi