tirsdag den 12. november 2013

Gev teimum skapandi kreftunum møguleika at vaksa og kasta virði av sær



Landsstýrimaðurin í mentamálum hevur ætlanir um at seta 500.000kr av til filmslist. Hetta er sera gleðiligt og fyri at tryggja okkum at pengarnir vera brúktir rætt, hevur Tjóðveldi lagt uppskot fram, sum áleggur Landsstýrinum at orða ein filmspolitikk og at stovna filmsgrunn.

Tað stendur meir og meir greitt, at spírandi filmsvinnan í Føroyum kann gerast eitt nýtt vinnuøki innan kreativu vinnurnar. Fyrsta fyritreyt fyri at røkka málinum er, at filmsvinnan veruliga verður raðfest. Politiskt liggur filmsvinna  á markamótinum millum mentan/list og vinnu, og tí er fyrsta stig í hesum arbeiðinum, at Mentamálaráðið og Vinnumálaráðið samstarva um at orða ein yvirskipaðan politikk fyri filmsvinnuna. Orøskin til, at tað hevur so stóran týdning fyrst at orða ein politikk, er tí at har ger man sær greitt hví filmsvinnan verður raðfest og hvat man vil fáa burturúr játtaðu pengunum. Um man ikki veit hví man velur at seta pengar av til ávíst endamál, er vandi fyri at játtanin ikki verður umsitin rætt og at peningurin tí ikki kemur til fulla nyttu.

Filmspolitikkurin kann td innihalda hesi mál:
1. Útgreining av hvat høvuðsendamálið er við at stuðla filmslist
2. Hvussu skal stuðulsskipanin umsitast, so hon fremur nýskapan og fjølbroytni
3. Mál fyri, hvussu íløgur verða gjørdar í føroysk talent innan filmsvinnuna
4. Mál fyri menning av talentum innan telduspøl (gaming)
5. Mál fyri biografvinnuna
6. Framsøkin mál um altjóða marknaðarføring av føroyskum filmum.

Sum liður í arbeiðinum at orða ein filmspolitikk skal ein Filmsgrunnur setast á stovn.
Filmsgerð er kostnaðarmikil listagrein, og neyðugt er, at landið í eini byrjanartíð setir í minsta
lagi 500.000 kr. av um árið í ein grunnin. Upphæddin eigur at vaksa stigvíst eftir nærri
ásettum lykli, soleiðis at tað innan fyri nøkur ár er møguleiki fyri at fáa stuðul til ein spælifilm.
Tað hevur týdning, at fakkøn fólk meta um umsóknirnar og kunnu ráðgeva og vegleiða
umsøkjarum í, hvussu ein góð umsókn skal síggja út, og hvussu tey frægast koma víðari, so
úrslitið kann gerast so gott sum tilber. Sostatt eiga krøv at setast til, at nakað ítøkiligt kemur
burtur úr tí játtaða peninginum. Og tá filmsgrunnurin er vorðin størri, eiga krøv at verða sett til,
at stuðulin verður veittur eftir krónu-fyri-krónu prinsippinum, t.v.s. at eins nógvur stuðuls- peningur skal verða útvegaður frá øðrum grunnum sum frá føroyska Filmsgrunninum.
Hetta tí, at til ber ikki at søkja úr útlendskum grunnum fyrr enn ein sjálvur kann vísa á, at man
hevur fingið munandi upphæddir frá heimliga Filmsgrunninum.

Filmsgrunnurin kann annaðhvørt umsitast í Mentanargrunninum ella leggjast saman við
filmsgrunninum hjá Klippfisk og Norðurlandahúsinum. Fyrimunurin við, at grunnurin hjá Klippfisk/Norðurlandahúsinum umsitur játtanina, er, at umsøkjarar sleppa frá at senda sína umsókn fleiri støð og harvið brúka nógva óneyðuga orku. Eisini hevur hesin grunnur longu bygt ein ávísan fakkunnleika upp, sum við størri játtan kann gagnnýtast betur. Um hendan loysn verður vald, hevur tað týdning, at greiðar reglur verða settar fyri, hvør situr í nevndini fyri grunnin, so tey, sum viðgera umsóknirnar, eru óheft og fakliga skikkaði.

Gransking vísir, at tær skapandi greinirnar verða størstu vinnuøkir í framtíðini, og fara at
kasta stór virði av sær til samfelagið. Hetta er sjálvsagt eisini galdandi í Føroyum um vit vilja
vera partur av framtíðini og ikki bara dvølja í farnum tíðum, um vit vilja fáa unga, kreativa og
vælútbúna fólkið at støðast her. Her verður filmslistin ofta tikin fram sum dømi. Tann vinnan veksur við rúkandi ferð og kastar heilt nógv aftur til tey lond, ið hava satsað tann vegin. Hendan listagrein, sum eisini er sera kommersiel, er dømi um ein endaleysan tørv, ið støðugt skal nøktast í framtíðini. Tað sama er galdandi fyri gaming og telduspøl-vinnuna, har eftirspurningurin eftir telduspølum eftir øllum at døma er ómettandi.

Her er onki at bíða eftir, neyðugt er at koma í gongd og orða greið og framsøkin mál fyri eini films- og gamingvinnu.

Gunvør Balle
12. november 2013