tirsdag den 3. marts 2015

Føroysk framleiðsla: Týskt makrelguff og danskir svimjarar


Føroysk framleiðsla: Týskt makrelguff og danskir svimjarar

Hví virka vit ikki makrelin víðari til spennandi hávirðis vørur í Føroyum, so vit skapa nógv størri virðisøking og spennandi arbeiðspláss - ikki á fiskavirkjum, men á matvøruvirkjum? Koyra hann í dós ella framleiða gourmet vørur til feinschmekkaran á tí eksklusiva marknaðinum, sum er tilreiðar at rinda ovurstóran prís?

Á nei, tað kunnu vit ikki, tí vit eru ikki eitt veruligt land, sum kann gera góðar handilsavtalur við okkara høvuðsmarknaðir. Eitt sjálvstøðugt land, sum kundi verið partur av EFTA og EBS og harvið havt atgongd til 25 fríhandilsavtalur í einum. Og fara vit uppí ES verður tað sum partur av Danmark og so eru vit fyri altíð dømd at vera ein útjaðari í einum øðrum landi í stóra EU. Umframt at vit eisini hava latið ræðið á fiskivinnuni frá okkum.

Og tí mugu føroysk reiðarí keypa virkir í Týsklandi, har tey kunnu víðari góðska makrelin. Tì har eru tey innanfyri EU markið og kunnu selja vøruna tollfrítt. Og skapa stór virðir í Týsklandi við kvotuni úr Føroyum. Gott hjá Týsklandi og gott hjá einari føroyskari fyritøku. Men gott fyri Føroyar?

Og hví er tað nú, at okkara framúr knáu svimjarar ikki kunnu kappast í OL - og nú heldur ikki í vanligum evropeiskum kappingum - undir Merkinum?  Og hví hava vit brúkt krút í 30 ár uppá at júka IOC um at lova okkum inn í hitan - lova okkum at gerast sjálvstøðugan lim? Tá ið tað greitt stendur í viðtøkunum, at bara sjálvstøðug lond kunnu gerast limir. Vilja vit ikki viðurkenna veruleikan?

Er tað nakað sum fær allar føroyingar at vakna og harmast, so er tað tá føroysk ítróttarfólk kappast undir Danabrók. Men vit góðtaka uttan at blunka, at allir føroyingar nú skulu hava danskt cpr nr og Nem-id og at vit avreiða øll kt og vitanararbeiðspláss til Danmarkar. Hava vit uppiborið at kappast undir føroyskum flaggi, tá vit ikki vilja gerast sjálvstøðugt land?

Og hvussu var tað nú við Norðurlandaráðnum? Hvussu leingi hava vit júkað um at gerast fullgyldugir limir har?

Hvussu leingi ætla vit at bidda og biðja onnur um at broyta sínar reglur og geva okkum somu rættindir sum sjálvstøðugar tjóðir hava, uttan at vit sjálvi vilja rætta hond frá síðu til at taka ábyrgdina av landinum?

Nær fara vit at taka endaliga støðu til spurningin um vit vilja verða ein donsk kommuna ella eitt sjálvstøðugt land? Skal hendan einki-støðan halda fram í allar ævir? Ein avmarkandi heimastýris hugsunarháttur gjøgnumseyrar alt kjak og allar tankar her á landi. Kann tað vera so galið, at eingin sær nakra aðra loysn, enn hesar einki-loysnir, har vit liva uppá náði frá øðrum?

Loysnin er beint frammanfyri okkum. Heldur enn at brúka alla hesa orkuna uppá at bidda og søkja um undantøk og øsa seg um órættvísi, lat okkum so heldur arbeiða fyri tí mest eyðsýnda, sum hevði loyst allar hesar trupulleikar. Taka ábyrgd av okkum sjálvum og landinum, so hava vit fullgyldugan limaskap ikki bara í IOC, EFTA og í Norðurlandaráðnum, men eisini í ST! Vit kunnu handla frítt við tey lond vit ynskja, umframt endaleysar aðrar fyrimunir og inntøkumøguleikar, ið lata seg upp fyri okkum.

Verður tað lætt? Nei. Verður tað einfalt? Nei. Klára vit tað? Sjálvsagt. Í samstarvi við onnur lond - serliga Danmark - fara vit sjálvsagt at kunna taka ræði á teimum fáu málsøkjum, ið eru eftir. Tað restar so lítið í - glasið er næstan fult. Og vit hava so dugnaligt og vælútbúgvið fólk, at øll eiga at síggja, at vit saktans kunnu umsita øll okkara viðurskifti og stjórna landinum sjálvi.

Gunvør Balle

3. mars 2015

mandag den 2. marts 2015

Grein 52a fyrispurningur settur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni um møguleikar hjá ítróttarfólki at luttaka í altjóða kappingum:



  1. Hvat hevur løgmaður gjørt fyri at føroysk ítróttarfólk kunnu luttaka í altjóða kappingum undir føroyskum flaggi?
  2. Hvat hevur løgmaður ítøkiliga gjørt síðan oktober 2014 fyri at fáa fund í lag við IOC stjórnina til tess at fáa føroyskan olympiskan limaskap?
  3. Nær hevur løgmaður fingið svar frá IOC forsetanum um at hann er til reiðar at hitta løgmann og nær væntar løgmaður at fundurin verður?
  4. Hvørjar væntanir hevur løgmaður til úrslitið av slíkum fundi, havandi í huga at reglugerðin hjá IOC einans loyvir fullveldis ríkjum limaskap?
  5. Heldur løgmaður at føroysk ítróttarfólk skulu kappast undir donskum flaggi í altjóða kappingum, um eingi útlit eru fyri føroyskum IOC limaskapi?
  6. Ætlar løgmaður at stuðla ÍSF og SSF við at stríðast fyri framhaldandi at luttaka á LEN tiltøkum?

Viðmerkingar:
Svimjisamband Føroya hevur fingið fráboðan frá evropeisku olympisku nevndini EOC, at Føroyar kortini ikki sleppa at luttaka á evropeisku juniormeistarastevnuni 2015, sum verður í Baku í summar. Smbrt ÍSF er tað ein vanlukka fyri Føroyar at missa hendan rættin, tí atgongd til slíkar altjóða kappingar er sera týðandi fyri menningina av svimjingini.

Føroyar plaga at luttaka í hesum kappingum undiri Merkinum, men nú LEN hevur avreitt hesar kappingar til EOC er tað vorðið ein trupulleiki, tí Føroyar ikki hava sjálvstøðugan limaskap í IOC. Tískil kann hetta skjótt gerast eitt prinsippmál fyri allan føroyskan ítrótt, sum hevur við sær skerdar møguleikar fyri luttøku í altjóða kappingum. Endin kann verða, at einasti møguleiki tróttarfeløg og íðkarar síggja, er at kappast sum danir undir donskum flaggi.

Í 30 ár hava Føroyar roynt at fingið sjálvstøðugan limaskap í IOC, altjóða olympiska nevndini - uttan úrslit. Løgmaður er verji hjá føroyska ítróttinum og 24 oktober 2014 lovaði hann, at hann fór persónliga at fundast við stjórnina í IOC fyri at fáa í lag føroyskan olympiskan limaskap.

Hóast tað stendur í reglugerðini fyri National Olympic Committee:

Other disputed states face obstacles to being recognized by the IOC. Dependent territories such as Curaçao, the Faroe Islands, Gibraltar, and Macau can no longer be recognised by the IOC, and athletes from those territories can only participate in the Olympics as part of their parent nation's national team. However, the rule does not apply retroactively, so dependent territories which were recognised before the rule change are allowed to continue sending separate teams to the Olympics. Also, the Faroe Islands and Macau have their own Paralympic teams.

Starvsnevndin í Svimjisambandinum ætlar nú í samstarvi við ÍSF at finna fígging til at fara undir sakarmál ímóti evropeiska svimjisambandinum LEN, fyri at krevja tann rætt sum evstalóg LEN ásetur, at Føroyar sum fullgyldugur limur í LEN kunnu luttaka á øllum LEN tiltøkum. Men hetta kann gerast kostnaðarmikið og kostnaðurin kann verða ein forðing fyri at gjøgnumføra sakarmálið. Tí er spurningurin um løgmaður ætlar at stuðla feløgunum í at føra sakarmálið, ið kann hava so stóran prinsipiellan týdning fyri møguleikarnar hjá føroyskum ítrótti at luttaka í altjóða kappingum og harvið at mennast.

á Løgtingi 2. mars 2015
Gunvør Balle

Grein 52a fyrispurningur settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum um møguleikar hjá ítróttarfólki at luttaka í altjóða kappingum



  1. Hvat hevur landsstýrismaðurin gjørt fyri at føroysk ítróttarfólk kunnu luttaka í altjóða kappingum undir føroyskum flaggi?
  2. Ætlar landsstýrismaðurin at fara aktivt inn í málið fyri at tryggja, at føroyskir svimjarar kunnu luttaka í juniomeistarastevnuni í ár undir EOC flaggi?
  3. Um eingin loysn verður funnin, heldur landsstýrismaðurin at føroysku svimjararnir skulu luttaku undir donskum flaggi í juniorkappingini í Baku í summar?
  4. Ætlar landsstýrismaðurin at stuðla ÍSF og SSF - fíggjarliga ella á annan hátt - fyri at fáa staðfest greitt fyri framtíðina, hvørja støðu Føroyar hava í altjóða kappingum og undir hvørjum flaggi kappast verður?


Viðmerkingar:
Svimjisamband Føroya hevur fingið fráboðan frá evropeisku olympisku nevndini EOC (European Olympic Comittee), at Føroyar kortini ikki sleppa at luttaka á evropeisku juniormeistarastevnuni 2015, sum verður í Baku í summar. Hetta hóast endurtikin munnlig lyfti um at føroyskir svimjarar fóru at kunna luttaka har undir EOC-flaggi, síðani tann møguleikin beyðst tíðliga í desember 2014.
Evropeiska olympiska nevndin vil ikki viðurkenna Føroyar, hóast Føroyar hava sjálvstøðugan limaskap í Evropeiska Svimjisambandinum. Juniormeistarastevnan er stevna, sum evropeiska svimjisambandið skipar fyri.  Men ætlanin er nú, at evropeiska olympiska nevndin skal standa fyri stevnuni. Og tá Føroyar ikki hava sjálvstøðugan limaskap í olympisku nevndini, kunnu Føroyar ikki vera við.  Skulu føroyskir svimjarar vera við í kappingini, má tað vera undir øðrum flaggi, hevur evropeiska olympiska nevndin boðað frá.
Starvsnevndin í Svimjisambandinum hevur ætlað at farið undir sakarmál ímóti  evropeiska svimjisambandinum LEN, fyri at krevja tann rætt sum evstalóg LEN ásetur, at Føroyar sum fullgyldugur limur í LEN kunnu luttaka á øllum LEN tiltøkum. Starvsnevndin hevur tó bíðað við sakarmálinum, tí hon ynskti heldur at trúgva uppá eitt munnligt lyfti frá forseta EOC umvegis forseta ÍSF.
Nú arbeiðir Svimjisambandið aftur við sakarmálinum ímóti LEN og ætlanin er í samstarvi við ÍSF at finna fígging til sakarmálið. Uttan mun til um fíggingin verður funnin ella ikki,  verður málið ikki avgreitt áðrenn kappingina í summar og tá Svimjisambandið ikki ynskir at luttaka undir donskum flaggi er greitt, at eingir føroyskir svimjarar verða við í Baku í summar.
Her er talan um rættiliga prinsipielt mál, ikki bara fyri føroyska svimjing, men fyri føroyskan ítrótt yvirhøvur.  At EOC noktar føroyingum at luttaka undir olympiskum flaggi merkir í veruleikanum at Evropeiski Olympiski Felagsskapurin als ikki viðurkennir Føroyar. Og tað merkir, at eingin føroyingur, hvørki í svimjing ella innan nakra aðra ítróttargrein, fer at kunna luttaka í EOC kappingum undir øðrum enn Dannebrog.
Her er talan um prinsipielt mál fyri framtíðar møguleikar hjá ítróttarfólki okkara at luttaka í altjóða kappingum og tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

á Løgtingi 2. mars 2015
Gunvør Balle