onsdag den 15. august 2012

Hanus Samró má velja annan flokk, um hann vil styrkja hægri útbúgving

Tað er gleðiligt, at Hanus Samró skrivar um týdningin av hægri útbúgving í Føroyum og vísir á týdningin av hesum fyri at steðga fráflyting. Bert harmiligt, at hann roynir at fjala, at hansara egna samgonga vil skerja hægri útbúgving

Eg frøist um, at Hanus Samró, samgongutingmaður, er farin at skriva um hægri útbúgving og leggja fram nakrar politiskar hugsanir um framtíðina. Tí vil eg stuðla.

Men eg fái ilt tá eg síggi, at eisini Hanus Samró roynir at verja samgonguna og hennara politikk á hesum økinum við at snara veruleikan.

Tí kanska nógv fólk trúgva tí, sum Hanus skrivar. Og harvið kunnu tey ótilvitað stuðla politiskum flokkum sum gera beint ta øvuta av tí, sum Hanus sigur seg vilja.

Hanus Samró skrivar millum annað, at játtanir til Fróðskaparsetrið eru støðugt hækkaðar síðani 2007 og hendan samgongan vil eina “skynsama útbýgging” av Fróðskaparsetrinum.

Sannleikin er, at øktar játtanir, nýggjar útbúgvingar og politisk átøk til at menna Fróðskaparsetrið, vórðu framdar undir CHE-samgonguni í 2008. Síðani hevur játtanin bara verið framskrivað og enntá skorin í mun til ta fíggjarætlan, sum varð løgd í 2008.

Fólkaflokkurin hevur verið ímóti øllum útbyggingum á Setrinum og hevur aftur nú skotið upp at skerja Fróðskaparsetrið.

Tað er tí beinleiðis óerligt, um Hanus roynir at mála eina mynd av, at hann stendur fyri at menna hægri útbúgving í Føroyum, tá hann samstundis er partir av einum flokki og atkvøður við honum fyri at gera beint ímóti tí.

tirsdag den 14. august 2012

Fyrispurningur til Bjørn Kalsø um Kringvarp Føroya


Skrivligur fyrispurningur
til
Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum
viðvíkjandi Kringvarpi Føroya


  1. Hevur landsstýrið nakra ætlan ella visjón fyri Kringvarpið?
  2. Hevur landsstýrið nakra ætlan um at skipa eitt føroyskt Kringvarp, har keypt tilfar í minsta lagi verður tekstað ella viðgjørt á føroyskum? 
  3. Hvat hevði tað kostað at teksta (ella viðgjørt á føroyskum) alt keypt útlendskt tilfar í Sjónvarpinum?
  4. Hevur landsstýrið nakra ætlan fyri at styrkja mentanartilfar og barna- og ungdómstilfar í Kringvarpinum?
  5. Kann tað góðtakast, at Dagur og Vika verður tikin av skrá í nógvar vikur?
  6. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til at hetta ikki hendir aftur og uppraðfesta tíðindasendingar í Kvf?
  7. Metir landsstýrismaðurin at Kringvarpið livir upp til sínar skyldur sum eru avtalaðar í Public Service sáttmálanum
  8. Nær er samanleggingin av sjónvarpinum og útvarpinum endaliga liðug, tvs nær verður alt virksemi hjá Kringvarpi Føroya savnað undir einum taki?
  9. Hvørja støðu hevur landsstýrismaðurin til at selja bygningin í M.A. Vinthersgøtu?
  10. Hvussu nógv hevur bygningurin í M.A. Winthersgøtu kostað at reka hesi 7 árini síðan samanleggingina?
  11. Verður arbeitt við nøkrum byggiuppskotum um útbygging í Sortudíki?
  12. Ætlar landsstýrismaðurin at eftirmeta samanleggingina av stovnunum?

Viðmerkingar:

Ad 1 – 4:
Kringvarpið átti at havt sín sjálvsagda leiklut sum fremsti almenni fjølmiðil okkara, sum skal veita kritiskan og dygdargóðan tíðindaflutning hvønn dag í árinum. Høvuðsuppgávan er, at framleiða føroyskt tilfar á høgum støði, soleiðis at Kringvarpið gerst mentanarberin, ið støðugt styrkir føroyska samleikan og ger okkum meir tilvitað, klók, errin og góð við okkara mál, mentan og søgu.
Men hesar uppgávur røkir stovnurin tíverri langt frá í dag. Lítið og onki nýtt barna- og ungdómstilfar verður framleitt, tær fáu mentanarsendingar, ið hava verið, eru burtur og sum heild hevur tað gingið afturá hond við góðskuni seinastu árini. Summarskráin er enn ein staðfesting av keðiligu gongdini. Tað tykist sum stovnurin ikki eigur nakran góðan í avvarðandi stjórnarráði, og tí verður spurt um landsstýrismaðurin hevur nakrar hugsanir um og ætlanir fyri hvussu Kringvarpið skal mennast í framtíðini.

Ad 5 og 6:
Við avgerðini um at taka Dag & Viku av skrá í 7 vikur, niðurlaðar stovnurin í veruleikanum sín egna tilverurætt. Hvør skal gera tíðindi, barnasendingar og mentanarsendingar úr Føroyum um Kringvarpið ikki ger tað? Tá hesar uppgávur ikki verða røktar, kunnu vit sum brúkarar av røttum spyrja, hví vit skulu gjalda kringvarpsgjald. Átti fremsta raðfesting ikki heldur at verið, at sett Dag og Viku á skrá hvønn dag í vikuni, alt árið?

Í Public Service sáttmálanum stendur ” Tað verður mett sum eitt minstakrav at hava eina tíðindasending hvønn gerandisdag í árinum. Tað verður ringt at rópa tað fyri tíðindi, um sendingin manglar ein gerandisdag.” Hendan orðing stendur í lýsandi andsøgn til avgerðina, at taka høvuðstíðindasendingina í SVF av alt summarið.

Tí er tað áhugavert, at hoyra hvørja hugsan landsstýrismaðurin hevur til avgerðina um at taka Dag og Viku av skrá í so langt tíðarskeið. Og um hann ætlar at taka stig til at fyribyrgja at hetta hendir aftur.
Ad 7:
Í fremsta setningi í Public Service sáttmálanum stendur, at “stovnurin skal leggja dent á eitt sakligt og óheft upplýsingarvirksemi og eitt fjøltáttað programmtilboð”. Víðari stendur, at “Kringvarp Føroya eigur at leggja dent á at hava gott føroyskt mál í sínum sendingum. Kringvarp Føroya hevur skyldu at tryggja starvsfólkunum holla málsliga ráðgeving.”

Spurningurin er, um landsstýrismaðurin heldur, at Kringvarpið livir upp til hesar orðingar? Eru ætlanir um gera øðrvísi raðfestingar ella broyta nakrar orðingar í Public Service sáttmálanum, ið skal endurnýggjast við ársenda 2013?

Ad 8 - 11:Hóast 7 ár eru liðin síðani samanleggingina, húsast kringvarpið og útvarpið framvegis í hvør sínum bygningi. Sambært langtíðar íløguætlanum hjá landsstýrinum liggur ikki í kortunum, at savna virksemi undir einari lon. Tað, at stovnurin enn ikki er endaliga samanlagdur , verður aftur og aftur ført fram sum tann størsti trupulleikin stovnurin hevur og ein beinleiðis forðing fyri víðari menning.

Fleiri byggiuppskot eru løgd fyri mentamálaráðið seinastu árini, men tað tykist ikki sum landsstýrið ætlar at taka nakra støðu viðv. útbygging í Sortudíki. Tí er tað áhugavert at vita, um mentamálaráðið hevur kannað møguleikan fyri at selja bygningin í M.A. Winthersgøtu, soleiðis at sølupengarnir kundu verið við til at fíggja ein samanlagdan stovn. Tað kostar sjálvsagt eisini í rakstri at reka tveir bygningar, og tí má ein frágreiðing fáast um hví hetta, sum átti at verið ein fyribilsloysn, sær út til at skula halda fram í mong ár fram.

Umframt at tað er óneyðuga kostnaðarmikið og ópraktiskt at hava virksemið í tveimum bygningum, merkir tað eisini, at ymsu mentanirnar framvegis ikki eru samansjóðaðar. Úrslitið sæst aftur í verri góðsku, sum alt samfelagið rindar prísin fyrii

Ad 12:
Í samgonguskjalinum stendur ”Ein heildarmeting verður gjørd av Kringvarpi Føroya, og lógarverkið verður endurskoðað.” Nær er ætlanin at gera hesa heildarmeting?

Nú fleiri ár eru liðin síðan útvarpið og sjónvarpið vórðu løgd saman, átti tað at verið hóskandi at steðga á og spyrja, hvørjar batar og rasjonaliseringar samfelagið hevur fingið við samanleggingini. Hava vit fingið eitt betri sjónvarp? Eitt betri útvarp? Hava vit fingið meir fyri pengarnar?

Eftirmetingin eigur m.a. at viðgera, um tað er nøktandi, at Kringvarpið í veruleikanum bert hevur eina tíðindaredaksjón (og ikki tvær óheftar, sum Public Service sáttmálin greitt tilskilar). Har er bert ein tíðindaleiðsla, og journalistarnir flyta ímillum og starvast í báðum tíðindadeildunum. Tá vit hava so fáar kritiskar fjølmiðlar annars í landinum, er tað óheppi og stundum vandamikið, at Kringvarpið bert hevur ein vinkul uppá søgurnar.

Ein eftirmeting hevði kanska komið fram til, at tað er alneyðugt at savna virksemið í einum húsið og at stovnurin má hava tvær sjálvstøðugar tíðindaredaksjónir. Ella kanska hevði niðurstøðan verið ein heilt onnur - at rættari var at skilja útvarp og sjónvarp sundur aftur. Ella deila játtanina upp, so tað liggur fast júst hvørja játtan útvarpið og sjónvarpið skal hava. Hetta fyri at fyribyrgja, at tað ikki støðugt verður etið av hjá hvørjum øðrum í einum innanhýsis eljustríði um avmarkaðu játtanina.


Á Løgtingi, 7. August 2012

Gunvør Balle
Løgtingskvinna


tirsdag den 7. august 2012

Fyrispurningur til løgmann um hann ætlar at taka ynski sítt um eina endurskoðaða avtalu millum Føroyar og Danmark upp á ríkisfundi


Nr. 1/2012
Gunvør Balle
løgtingskvinna



Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um komandi ríkisfundin og ætlanir at endurskoða avtaluna millum Føroyar og Danmark, settur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)


1.     Hvørji mál ætlar løgmaður at taka upp á komandi ríkisfundi?
2.     Ætlar løgmaður at arbeiða við at fáa eina breiða semju millum allar flokkar um, hvussu ein nýggj skipan millum Føroyar og Danmark skal síggja út?
3.     Ætlar løgmaður at taka ynski sítt um eina endurskoðaða avtalu millum Føroyar og Danmark upp á ríkisfundi síðst í august?
4.     Um hetta ikki er ætlanin, hvussu ætlar løgmaður ítøkiliga at fara fram, fyri at fáa hol á arbeiðið at fáa eina nýggja skipan millum Føroyar og Danmark?

Viðmerkingar:
Í frágreiðing løgmans á ólavsøku varð boðað frá, at løgmaður ynskir eina nýggja avtalu millum Føroyar og Danmark. Áhugavert er at vita, um løgmaður ætlar at fáa allar flokkar á Løgtingi við í at fyrireika hetta arbeiðið, ella hvussu hann ætlar at fara fram.

Seinast í august verður ríkisfundur í Grønlandi. Tað er gylt høvið at bera hetta mál fram. Tí verður spurt um framtíðarviðurskiftini millum Føroyar og Danmark verða á skrá á fundinum.



Á Løgtingi, 7. august 2012

Gunvør Balle

søndag den 5. august 2012

Aftur á kós móti einum sjálvstøðugum Føroyum



Fyri Føroyum skulu føroyingar ráða. Hesi orð eiga at vera so fullkomiliga náttúrlig fyri okkum, ið her búgva. Hvør vil ikki ráða yvir sær sjálvum? Men ein partur av føroyingum, hevur søguliga ikki tikið undir við hesum sjónarmiði. Tí er tað stórhending og eitt nýbrot, at løgmaður, formaður Sambandsfloksins, á Ólavsøku kunngjørdi, at hann ynskir at Føroyar gerast sjálvstøðugt land.


Útmeldingin merkir, at loksins er hetta týðandi evni komið aftur á skrá. Fyri flestu føroyingar, óansæð politiskan lit, hevur tað verið ein oyðimarkargongd, at sjálvstýrismál hava verið mestsum deyð og jarðað seinastu árini. Tí er tað djarvt og neyðugt av løgmanni at siga sum er, at tørvur er á broytingum í ríkisrættarligu støðu okkara. Hann hevur púra rætt í, at vit kunnu ikki halda fram at stinga høvdið í sandin og lata sum trupulleikarnir ikki finnast. Vit mugu byrja at skifta orð um og mýkja hetta eksistensiella mál aftur og royna at finna eina semju.

At tað er formaðurin í sambandsflokkinum, ið kemur við útsøgnini, hevur tann fyrimun, at hon noyðir onnur sambandsfólk út úr holunum. Og undir umrøðuni av løgmansrøðuni hevur tað verið áhugavert at hoyra sambandsfólk sjálvi seta orð á, hvussu langt tey eru sinnaði at fara á sjálvstýrisleið. Gleddist um at fleiri teirra siga seg ynskja sjálvberandi búskap, støðugt at yvirtaka fleiri málsøkir og at vit gerast sjálvstøðugt land í einhvørjum felagsskapi við Danmark.


Løgmaður hevur sparkað eitt tiltrongt kjak í gongd innanveggja í Sambandinum um ríkisfelagsskapurin í verandi líki eisini er ein hóskandi skipan framyvir. Við hesum er tað eydnast at blása lív aftur í fullveldiskjakið, og Sambandið hevur yvirhálað Sjálvstýrisflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin við fleiri bátslongdum. Vit fylgja spent gongdini og eg velji at trúgva, at hetta er byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið í føroyskum sjálvstýrispolitikki. Har vit megna at finna semju um okkara framtíðar støðu millum onnur lond. Semju um, at fyri at vit skulu fjølgast og trívast, er neyðugt at vit støðugt mennast vinnuliga, mentanarliga og tjóðskaparliga. Tá fullveldisstríðið var fremsta politiska raðfesting frá 1998 fluttu fólk heim í hópatali, tí tey vildu vera við til at byggja land. Hesa kenslu kunnu vit fáa fram í fólk aftur og tá kunnu vit útinna kraftarverk.

Eftir sigurin hjá teimum sameindu við El Alamein, segði Sir Winston Churchil hesi víðagitnu orð: “This is not the end. It is not even the beginning. But it is, perhaps, the beginning of the end”.

Kanska hetta er byrjanin til endan á “Danmark forsåvidt angår Færøerne”. Kanska er tað skjótt ein farin tíð, at vit brúka meginpartin av politisku orkuni uppá at kjakast um fyrimunir og vansar við fullveldi og sambandi, alt meðan vit ikki flyta okkum úr stað. Vóni tað ikki er fjart úti í framtíðini, at vit fara at brúka alla politiska orku til at menna einar blómandi, sjálvstýrandi Føroyar. Tí fyri Føroyum skulu føroyingar sjálvandi ráða.

onsdag den 1. august 2012

Ólavsøkurøða uttan trúvirði


“Plaga so allir høviskir sveinar, halda síni orð”. Hesar reglur frá kvæðinum Harra Pætur og Elinborg komu fyrst fram í huga mín, tá eg hoyrdi frágreiðing løgmans á Ólavsøku.

Tí her eru nógv lyftir og mong orð. Føgur orð, vælmeinandi orð og klichéir í hópatali. Um man ikki visti betur, helt man at her var alt møguligt gott í vænti fyri føroyingin. At her stóð væl til, tí leiðarin var víðskygdur og fevnandi og hevði sett gongd á nógvar, góðar og rættar ætlanir.

Men øll, sum bara hava fylgt eitt lítið sindur við seinastu árini, við KLHJ sum løgmanni vita, at hetta eru bara føgur orð, sum absolutt onki hava uppá seg. Tí hóast løgmaður kanska sjálvur meinar okkurt av tí hann sigur, so megnar hann jú ikki at halda tað. Og førdi politikkurin og ætlanirnar hjá samgonguni ganga beint ímóti øllum orðunum.

Løgmaður fyrikemur mær meir og meir eins og ein satelittur, ið einsamallur sveimar í himmalhválvinum, púra uttan samband við okkara Jørð og ei heldur við nakra aðra planet. Stundum koma tankar og ætlanir frá honum, íð eru tiknar púra í leysum lofti, uttan at hava nakað jørðildi, hvørki í hansara egna flokki ella í samgonguni. Ætlanir um arbeiðsbólkar her og der, ið skulu greina hetta og hatta.

Tað mest positiva í røðu løgmans var, at hann ætlar at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land. Løgmaður hevur jú umsitið uttanríkismál í nøkur ár, og tað er helst tí hann nú loksins skilir hvussu ómøgulig støða Føroya er í mun til umheimin. So hattin av fyri at seta hetta týðandi evni á skrá, tí vit noyðast at byrja at mýkja ríkisrættarligu støðu okkara og um sambandsfólk nú eisini vilja vera við, so skulu tey vera hjartaliga vælkomin.

Stóri trupulleikin við útsøgnini er jú um vit kunnu trúgva henni. Vit vita, at løgmaður ikki hevur sín egna flokk aftanfyri seg, og hann hevur váttað, at hann aftur í heyst ætlar at biðja um fleiri pengar úr Danmark. So her er aftur eitt dømi um at skriva rokning uttan vert.

Annað høvuðsevni í røðuni var vantandi fólkavøkstur. Tjóðveldið hevur leingi víst á, at hetta er størsti einstaki samfelags trupulleiki okkara og tað er at fegnast um, at løgmaður eisini á hesum øki er farin at lurta eftir Tjóðveldi.

Men hvat ætlar løgmaður so at gera við trupulleikan? Jú hann ætlar at seta ein bólk at útgreina og gera heildarætlan fyri at skapa fólkavøkstur. Men harra løgmaður: Vit vita hvat skal til! Kanningin hjá norðuratlantsbólkinum vísir greitt, at ein heilt ítøkilig loysn er at skapa fleiri útbúgvingartilboð í Føroyum. 30% av teimum lesandi í Danmark svaraðu, at tey vildu tikið sína útbúgving í Føroyum um tað var møguligt. Hetta hava vit vitað leingi og her krevst ongin bólkur til at útgreina tað. Tað krevst hægri játtan til Setrið, so ein miðvís ætlan kann gerast fyri hvussu útbúgvingartilboðini kunnu gerast fleiri. Men samgongan ætlar at skerja játtanina til Setrið komandi árini.
Og vit vita, at teimum lesandi eisini tørvar lestrarbústaðir, har tey kunnu fáa eitt umhvørvi, ið líkist tí tey fáa uttanlands. Hetta ber væl til at seta fulla ferð á. Her krevst ongin kanning.

Og harumframt vita vit, at fleiri íløgur skulu gerast í gransking, so tað eru størv til tey, ið vilja flyta heim at granska. Umframt tað gagn vinnan og samfelagið fær av at vit framleiða vitan. Í frágreiðing løgmans stendur eisini at vit “framhaldandi ætla at luttaka í ES-granskingarsamstarvinum”. Men álvaratos! Hetta er nærmast at gera gjøldur burturúr granskingarumhvørvinum at sagt verður so. Landsstýrið hevur jú kunngjørt, at tey ætla at strika pengarnar til ES-granskingina. Aftur her ger landsstýrið beint øvugt av tí, ið løgmaður sigur seg vilja í frágreiðing síni.

Hvussu kunnu vit trúgva nøkrum av tí, ið verður sagt? Tá tað mest gjøgnumgangandi við røðuni er, at ongin samanhangur er millum orð og gerð? Ei undur í at vantandi trúvirðið er so stórur trupulleiki í føroyskum politikki.

So leingi løgmaður situr í starvinum, hevur hann møguleikan at handla. Føroya fólk eru leið og troytt av at verða tosað upp í lag. Tí fari eg at heita á løgmann, eins og frúgvin Elinborg ger, at vísa seg sum ein høviskan svein, og halda síni orð.