Eg frøist um, at
Hanus Samró, samgongutingmaður, er farin at skriva um hægri útbúgving og leggja
fram nakrar politiskar hugsanir um framtíðina. Tí vil eg stuðla.
Men eg fái ilt tá
eg síggi, at eisini Hanus Samró roynir at verja samgonguna og hennara politikk
á hesum økinum við at snara veruleikan.
Tí kanska nógv fólk
trúgva tí, sum Hanus skrivar. Og harvið kunnu tey ótilvitað stuðla politiskum
flokkum sum gera beint ta øvuta av tí, sum Hanus sigur seg vilja.
Hanus Samró
skrivar millum annað, at játtanir til Fróðskaparsetrið eru støðugt hækkaðar
síðani 2007 og hendan samgongan vil eina “skynsama útbýgging” av
Fróðskaparsetrinum.
Sannleikin er, at
øktar játtanir, nýggjar útbúgvingar og politisk átøk til at menna
Fróðskaparsetrið, vórðu framdar undir CHE-samgonguni í 2008. Síðani hevur
játtanin bara verið framskrivað og enntá skorin í mun til ta fíggjarætlan, sum
varð løgd í 2008.
Fólkaflokkurin
hevur verið ímóti øllum útbyggingum á Setrinum og hevur aftur nú skotið upp at
skerja Fróðskaparsetrið.
Tað er tí
beinleiðis óerligt, um Hanus roynir at mála eina mynd av, at hann stendur fyri
at menna hægri útbúgving í Føroyum, tá hann samstundis er partir av einum
flokki og atkvøður við honum fyri at gera beint ímóti tí.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar