tirsdag den 27. november 2012

Fyrispurningur um mammografi



Munnligur fyrispurningur
til
Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum
viðvíkjandi mammografiscreening



1. Ætlar landsstýrismaðurin at bjóða føroyskum kvinnum regluliga mammografiscreening fyri at staðfesta bróstkrabba nóg tíðliga?
2, Hvør er títtleiki og deyðiligheit av bróstkrabba í Føroyum í mun til hini Norðanlondini?


Viðmerkingar:

Í grannalondum okkara, eins og í flestu evropisku londum, bjóða heilsumyndugleikarnir kvinnum regluligar kanningar fyri bróstkrabba, sokallaða mammografiscreening. Hetta tilboð hava føroyskar kvinnur ikki.

Í ”Krabbameinsætlanini” sum Heilsumálaráðið gav út í 2009 stendur: Arbeiðsbólkurin mælir til, at landsumfatandi mammografiscreening verður sett í verk í Føroyum. Screeningin skal í fyrstu atløgu fevna um kvinnur í aldrinum 50-69 ár, men møguliga seinni víðkast til aðrar aldursbólkar.

Tað er týdningarmikið at vita, um Heilsumálaráðið fylgir hesum tilmæli og arbeiðir við ætlanum um at bjóða hesa tænastu fram.

Í Danmark verða allar kvinnur millum 50 og 69 ár bjóðaðar til kannningar annaðhvørt ár. Hóast nógv verður kjakast um fyrimunir og vansar við bróstscreening, hava flestu lond nær okkum, gjørt av at fyrimunirnir eru fleiri, og tískil verða allar kvinnur yvir ávísan aldur kallaðar inn til regluliga mammografiscreening. Danska Sundhedsstyrelsen ger nógv burturúr at senda kunningarskriv út til kvinnur, saman við innkallingini, har upplýst verður um fyrimunir og vansar við bróstscreening.

Tað er tó lítið at ivast í, at flestu kvinnur høvdu ynskt at havt tilboðið, tí tað liggur ein stórur tryggleiki í at hava møguleika til regluliga kanning. Júst eins og kvinnur í Føroyum nú regluliga verða kannaðar fyri lívmóðurhálskrabba, er tað nátúrligt at føroyskar kvinnur, eins og kvinnur í grannalondum okkara, eisini fáa møguleika fyri at kannast fyri bróstkrabba.

Áhugavert er eisini at vita, hvussu tølini fyri títtleika og deyðiligheit av bróstkrabba síggja út í Føroyum samanborið við hini Norðanlondini, har tey hava haft screening í nøkur ár. Og um serfrøðin metir at har er samanhangur millum tølini hjá okkum, ið ikki hava screening og hini, ið hava screening.



Á Løgtingi, 27. November 2012

Gunvør Balle,
Løgtingskvinna

mandag den 19. november 2012

Hin føroyski eftirskúlin: Ein grundarsteinur undir fólkavøkstri



Í summar vóru vit í Danmark og fylgdu miðlinginum á ítróttareftiskúla á Fjóni. Vænti mær ein nógv mentan 17 ára gamlan ungling aftur komandi summar, við fullari skjáttu av sjálvsáliti og minniligum upplivingum. Saman við kveikjandi lærarum og nýggjum vinum tekur hann eitt avgerandi stig frá barndóminum og inn í vaksna lívið hetta árið. Hann hevur fingið fult av andaligum og kropsligum avbjóðingum og í felagsskapi við onnur hevur hann lært at taka ábyrgd av sær sjálvum.  Fyri fyrstu ferð merkir hann titrandi kensluna av frælsi, og at standa á egnum beinum. Alt virði, ið fara at koma honum til góðar í framtíðini – í útbúgvingini og í familju- og arbeiðslívinum.

Eg gleðist um drongin og hinar yvir 130 ungu føroyingarnar, ið fáa somu góðu uppliving á donskum eftirskúlum hvørt ár. Men eg kann ikki annað enn stúra fyri, hvat hetta merkir fyri Føroyar og fyri komandi ættarlið, ið skulu bera førningin víðari. Tí allar hesar kenslur og upplivingar  – øll hendan menning – fer fram í einum fremmandum umhvørvi. Harvið eru stór sannlíkindi fyri, at unglingurin festir sínar røtur í útlendska jørð, og at hann sær sína framtíð at vera aðrastaðni enn her heima.

Fyri nøkrum árum síðan var elsta dótturin eitt ár á sama skúla, og eyguni glógva enn, tá hon minnist aftur á hetta eydnuríka ár. Og yngsta kelivættið tosar longu um, tá hon um 6 ár skal á eftirskúla í Danmark ”eins og øll hini”. Hon er tó heldur bivandi við tankan,  tí ólík av lyndi sum hon er frá hinum systkjunum, so trívist hon best í tí trygga og heimliga.

Men henni nýtist ikki at stúra, tí tá hon verður 16, hevur hon møguleika fyri at fara á eftirskúla í Suðuroy. Tá kann hennara dreymur eisini gerast veruleiki, og hon kann, eins og eldri systkini, fáa eitt spennandi og mennandi eftirskúlaár í Føroyum. Hon fær kensluna av at royna sítt flog, men tó ikki so ræðandi langt heimanifrá.

------

Í 2018 ferðist eg so við tí yngstu við Smyrli suður til Hin Føroyska Eftirskúlan. Tá hevur skúlin fýra ár á baki, og eftirspurningurin eftir at sleppa inn er vaksandi. Fyrstu árini hevði skúlin ein flokk við 25 næmingum, flestir úr Føroyum, men eisini eru fleiri børn hjá føroyskum útisetum, umframt  einstakir næmingar úr øðrum Norðurlondum. Orsaka av longum bíðirøðum, er ætlanin at  taka tveir flokkar inn í 2018. Skúlin hevur víst seg at vera sera lokkandi fyri útisetabørn, sum gjarna vilja styrkja sítt tilknýti til Føroya og longu sæst, at fleiri teirra velja eisini at taka miðnám og hægri lestur her. Harfrá er tankin um at gerast fastbúgvandi ikki fjarur.

Eftirskúlin hevur  fingið umdømi sum ein spennandi og øðrvísi møguleiki  í 10. flokki. Eitt sindur bygdasligur, men uppá tann kula og skeiva mátan. Innihaldið er støðugt ment og megnar at lokka tey ungu til oynna. Skúlin húsast í einum av tómu skúlunum og kostaði lítið at gera í hóskandi stand. Virksemið á skúlanum er tætt samskipað við tí hjá Miðnámsskúlanum, soleiðis at full nýtsla verður av hølum, lærarum og útgerð.  Einasta, sum er nýbygt, er eitt snøgt og nýmótans næmingaheim, ið virkar sum bústaður fyri næmingar og lærarar á Eftirskúlanum,  Miðnámsskúlanum og Heilsuskúlanum.

Grundsúlur skúlans hvíla á somu tankar og hugsjónir sum Grundtvíg hevði um Fólkaháskúlan: Upplýsing, fólkaræði, siðsemi og at kjølfesta ungdómin í fosturlandinum. Hin føroyski Eftirskúlin leggur dent á søgu og samtíð, samstundis sum tey ungu fáa kunnleika og tokka til okkara móðurmál og skaldskap.

Innihaldið er býtt upp í valfak og breytir. Næmingarnir kunnu velja millum nøkur ástøðilig valfak, ma føroyskt, enskt, støddfrøði og samfelagsfak. Haraftrat er møguleiki fyri at velja ímillum tvær breytir: Eina listabreyt við myndlist, skriving, tón- og sjónleiki og eina natúrubreyt, sum umfatar tilfeingi og upplivingar. Íverksetan er felagsfak hjá báðum breytunum, tí  eitt av endamálum skúlans er at stimbra tey skapandi evnini og geva næmingunum sjálvsálit og hug til at brúka hesi evni. Skúlin setir høg krøv til næmingarnar og tey vera støðugt stimbrað til at flyta egin mørk.

Á natúru- og upplivingarbreytini eru næmingarnir sjálvsagt nógv úti. Til fjals, í fjøru og á sjónum. Tey læra sjómanskap ígjøgnum verkligar royndir umborð á skipi og báti, har tey hava lært at arbeiða við reiðskapi og duga at skyna á veðri. Hesir næmingar hava fingið eina grundleggjandi fatan av natúruni, og av hugtakinum burðardygd. Tey hava skilt samanhangin millum menniskju og náttúru, og hvussu hetta samspæl kann gerast við virðing.

Á listabreytini  sleppa næmingar, við skapandi áhuga og evnum, í djúpdina við hesum fakum. Lærararnir eru lærdir innan sítt fak, sum umfatar myndlist og undirvísing í skriving. Tónleikur og drama er eisini partur av breytini, og verkevni og sangleikir verða skipað í samstarvi við musikkskúlan og Saltsiluna, hvørs tónleikavirksemið nú er komið væl í gongd. Mangir av næmingunum tosa um, at tey hava fingið eitt slag av listarligari veking, og tey brenna fyri at arbeiða innan tað kreativa fakið.

Fakið íverksetan verður samantvinnað við lista- og náttúrubreytina, soleiðis at næmingurin fær íblástur og hug til kreativt ella vinnuligt virksemi. Okkurt hugskot til smáídnað er sprottið úr hesum umhvørvi og tey hava havt góðar royndir av, at næmingar samstarva við Kunningarstovurnar um at koma við hugskotum til nýggj ferðavinnutilboð. Tað er ein serlig uppliving bæði hjá teimum ungu og hjá ferðafólki, at næmingarnir eru við sum hjálpar-ferðaleiðarar á gongutúrum í fjøllunum og í fjørðinum á floti. Allastaðni leita ferðafólk eftir sonnum upplivingum, og hetta kunnu Føroyar bjóða í ríkiligt mát.

Lærarar við royndum sum íverksetarar kveikja áhugan hjá teimum ungu til at seta ting í gongd við støði í egnum evnum og okkara tilfeingi og natúru. Fyri at verða ein góður íverksetari mást tú hava okkurt uppá hjartað. Hesir næmingar finna eina meining og hava fingið fatan av møguleikunum í okkara mentan og natúru, samstundis sum íverksetaraandin mennist. Hetta samspæl vísir seg longu at hava verið ein góð íløga í framtíðar vinnumenning.

Eftirskúlin verður fíggjaður lutvíst við almennum og kommunalum stuðli og lutvíst við næmingagjaldið og privatum stuðli.

------

Eg siti við einari góðari kenslu á veg norðuraftur hetta sunnukvøld umborð á Smyrli. Dótturin, sum hevur valt tónleik og list, fór spent inn í hetta nýggja umhvørvið. Kenslan er ikki bara góð fyri hana, men eg gleðist yvir alt tað ýðandi lív og øll tey tekin um framburð, eg sá í Suðuroynni hendan dagin. Eg tori nú at trúgva uppá, at vit hava vent rákinum og hugburðinum til, at tað saktans er møguligt at fáa ungdómin at støðast og mennast í Føroyum.

Eg sá ein Skúladepil í Suðuroy – umfatandi Eftirskúla, Miðnámsskúla og Heilsuskúla – sum er í støðugari menning og sum skapar eitt blómandi ungdómsvirksemi kring alla oynna. Lærarar kappast um at fáa starv á Deplinum, og saman við sterka vinnulívinum í oynni hevur Suðuroyggin endurvunnið sítt pláss sum ein av kraftdeplunum í landinum.

Og kenslan er góð, tí eg gleðist um, at vit politikkarar í tingsetuni 2012/13 megnaðu at finna breiða semju um at seta á stovn Eftirskúlan í Suðuroy, soleiðis at hann var klárur at taka teir fyrstu næmingarnar inn í 2014. Og hetta var gjørt uttan at stórar íløgur vóru neyðugar, men tí politiski viljin var til staðar til at fáa eitt føroyskt eftirskúlatilboð, sum er ein av fortreytunum fyri at unga fólkið støðist í landinum.


Gunvør Balle
Tingkvinna, Tjóðveldi

torsdag den 1. november 2012

Fyrispurningur til Bjørn K um skerjing av Mentanargrunni og Námi


Munnligur fyrispurningur
til
Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum
viðvíkjandi skerjing av Mentanargrunninum, Námi og játtanini til Tónleik og Sang


1.     Hvøjrar mentanarpolitiskar hugsjónir liggja aftanfyri ógvusligu skerjingina av Mentanargrunninum?
2.     Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja skúlanæmingum dagført, føroyskt undirvísingartilfar, tá Nám verður skorið?

Viðmerkingar:

Ad 1: Mentanargrunnurin er arbeiðsgevari hjá teimum sum royna at virka sum yrkislistafólk. Vit eru so ómetaliga rík í hesum landinum, at her eru so nógv listarliga gávaði fólk, sum við sínum listaframsýningum, filmum, sjónleiki, konsertum og bókaútgávum megna at inspirera okkum og støðugt taka okkum á bóli.

Men við teimum ætlanum, ið liggja fyri framman, verður langt ímillum listarligu upplivingarnar í framtíðini. Tí ongin ivi er um, at tað er játtanini til Musikkskúlan, til Tónleik og Sang og til Mentanargrunnin, ið hava tryggjað okkum allar hesar listaupplivingar. Hesar kontur verða skornar inn á bein, og allarharðast skal Mentanargrunnurin skerjast. Hetta er ein játtan, sum frammanundan er so óendaliga lítil og verður togað sundur millum frítíðarítriv og yrkislist. Mentanargrunnurin fær 20% minnið at luta út til okkara frammanundan forarmaðu listafólk. Hetta er lutfalsliga tann allarstørsta skerjingin, sum nøkur konto er útsett fyri í allari fíggjarlógini.

Tí er tað sera áhugavert at fáa at vita, hvørjar mentanarpolitiskir hugsjónir liggja aftanfyri eina so greiða niðurraðfesting av tí arbeiði, ið Mentanargrunnurin stuðlar.

Ad 2: Nám er fremsti veitari til føroyska skúlaverkið, tá ið tað viðvíkur undirvísingartilfari.
Mentamálaráðharrin frøist uttan iva nú um ta nýggju avtaluna, ið júst er gjørd millum føroyskar og danskar myndugleikar, har lesandi við føroyskari miðnámsútbúgving nú lúka upptøkutreytirnar, um tey hava føroyskt mál á A stigi

Men tá bæði Mentanargrunnurin verður skorin so meint og Nám somuleiðis, so verður enn minnið útgivið á føroyskum. Tvs at vit  fáa enn torførari við at geva miðnámsskúlanæmingum føroyskar skaldsøgur og skúlabøkur at lesa, soleiðis at teir fáa eitt nóg dygdargott innihald í føroyskt á A stigi.

Um onki verður givið út á føroyskum, so mennist málið ikki. Tað er tí alneyðugt, at vit hava nakrar bøkur at lesa. Tað finnast næstan ikki ungir rithøvundar í Føroyum í dag og av tí sama er lítið og onki til av ungdómsskaldskapi og lítið verður týtt til børn og ung av samtiðar bókmentum. Tí áttu hesar játtanir heldur at verið styrktar. Landsstýrismaðurin verður biðin um at greiða frá, hvussu vit fáa ment føroyska málið og føroyskt undirvísingartilfar, tá hesar týðandi játtanir verða skerdar.

Á Løgtingi, 9. Oktober 2012

Gunvør Balle
Løgtingskvinna


Svar uppá fyrispurning um skerjing av Mentanargrunni og Námi


Svar

upp á

skrivligan fyrispurning frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu, til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum. Løgtingsmál nr. 21/2012: Viðvíkjandi skerjing av Mentanargrunninum, Námi og játtanini til Tónleik og Sang.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1.     Hvøjrar mentanarpolitiskar hugsjónir liggja aftan fyri ógvisligu skerjingina av Mentanargrunninum?
2.     Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja skúlanæmingum dagført, føroyskt undirvísingartilfar, tá Nám verður skorið?

Svar

Til 1: Í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina fyri 2013 hava fíggjarkarmarnir, sum Løgtingið samtykti á vári í 2012, ligið sum grundarlag. Tað hevur havt við sær, at neyðugt hevur verið at framt sparingar á § 7.

Samlaða játtanin til mentanarøkið í ár er 76,1 mió. kr. og verður komandi ár 74,3 mió. kr. Hetta svarar til eina sparing á mentanarøkinum á 2%.

Afturat sparingunum eru eisini nakrar umraðfestingar gjørdar. M.a. eru játtaðar góð ½ mió. kr. eyka til nýggja Málráðið, 400 t. kr. til mentanarsøgulig skip og føroyski dansurin er eisini kvinkaður uppeftir.

Sostatt eru tað serliga trongu fíggjarligu karmarnir og smávegis umraðfestingar, ið tíverri hava gjørt tað neyðugt at skerja einstakar játtanir.

Tá hesar skerjingar eru framdar, hevur dentur verið lagdur á ikki at niðurleggja týðandi funktiónir á mentanarøkinum.

Skerjingin í játtanini til Mentunargrunnin fer at hava við sær, at grunnurin fer at hava færri pengar at arbeiða við. Men virksemið hjá grunninum fer kortini at halda fram, við teimum pengum, sum hóast alt framvegis eru játtaðir grunninum.

Til 2: Skerjingin í játtanini til Nám hevur m.a. við sær tillagingar í starvsfólkatalinum, tá starvsfólk fer frá vegna aldur.

Til tess at minka um avleiðingarnar av sparingunum sum mest á útgávuøkinum, hevur Nám seinnu árini ment eitt víðfevnt samstarv við útlendsk forløg. Avtalur eru gjørdar við útlendsk forløg um útgávur, sum verða týddar og tillagaðar til føroysk viðurskifti. Hetta er munandi bíligari og skjótari loysn heldur enn at gera alt frá grundini í Føroyum. Útlendska tilfarið, stendur øll krøv í allar mátar, men er tó grógvið úr útlendskari mentan og siðvenju og skrivað og lagt til rættis har. Dømi um slíkar verkætlanir eru Heimssøgurnar, sum júst eru útkomnar til 7. – 9. flokk, Pit Stop til enskt og landalærutilfar, sum er í gerð.

Tá ið tað viðvíkur føroyskum, er drúgv tilgongd hjá næmingum okkara, áðrenn teir røkka A-støðið á miðnámi. Nám hevur lagt nógv fyri, so henda tilgongdin kann vera sum best frá 1. flokki og allan vegin uppeftir.

Tilfarið til 1. – 3. flokk er nýtt, og ein tann størsta verkætlanin  næstu nógvu árini verður føroyskt til 4. – 7. flokk. Hetta er upprunatilfar, sum umframt at krevja nógva arbeiðsorku, eisini krevur nógva fígging. Tilfarið í framhaldsdeildini er rættiliga nýtt. Væntandi verður tilfar eisini tókt til barnagarðsøkið um ikki so langa tíð.

Tá ið tað viðvíkur miðnáminum í føroyskum hevur tekstasavn verið í gerð í eina tíð. Umframt hetta er sáttmáli undirskrivaður við Norsk Gyldendal um tilfarið ”Panorama”, sum er ástøðistilfar til C, B og A-støðið. Hetta er norskt tilfar, men sum verður tillagað og broytt, so tað fevnir námsætlanina í føroyskum. Umframt hetta verður so lagt aftrat við føroyskum tekstum av øllum slagi.

Samanumtikið kann verða sagt, at útgávuverkætlanir eru drúgvar, og av tí sama eru fleiri teirra í gerð og hava verið tað longu í eina tíð og halda sjálvsagt áfram. Men sum frá líður verður talan um færri nýggjar útgávuverkætlanir við lægri játtan, umframt at tað frameftir eisini verður neyðugt at halda fram við at tillaga útlendskt tilfar heldur enn burturav at gera uppruna tilfar.


Vinarliga

Bjørn Kalsø
landsstýrismaður