Munnligur fyrispurningur
til
Bjørn Kalsø,
landsstýrismann í mentamálum
viðvíkjandi skerjing
av Mentanargrunninum, Námi og játtanini til Tónleik og Sang
1. Hvøjrar mentanarpolitiskar
hugsjónir liggja aftanfyri ógvusligu skerjingina av Mentanargrunninum?
2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin
at tryggja skúlanæmingum dagført, føroyskt undirvísingartilfar, tá Nám verður
skorið?
Viðmerkingar:
Ad 1: Mentanargrunnurin
er arbeiðsgevari hjá teimum sum royna at virka sum yrkislistafólk. Vit eru so
ómetaliga rík í hesum landinum, at her eru so nógv listarliga gávaði fólk, sum
við sínum listaframsýningum, filmum, sjónleiki, konsertum og bókaútgávum megna
at inspirera okkum og støðugt taka okkum á bóli.
Men við
teimum ætlanum, ið liggja fyri framman, verður langt ímillum listarligu
upplivingarnar í framtíðini. Tí ongin ivi er um, at tað er játtanini til
Musikkskúlan, til Tónleik og Sang og til Mentanargrunnin, ið hava tryggjað
okkum allar hesar listaupplivingar. Hesar kontur verða skornar inn á bein, og
allarharðast skal Mentanargrunnurin skerjast. Hetta er ein játtan, sum
frammanundan er so óendaliga lítil og verður togað sundur millum frítíðarítriv
og yrkislist. Mentanargrunnurin fær 20% minnið at luta út til okkara
frammanundan forarmaðu listafólk. Hetta er lutfalsliga tann allarstørsta
skerjingin, sum nøkur konto er útsett fyri í allari fíggjarlógini.
Tí er
tað sera áhugavert at fáa at vita, hvørjar mentanarpolitiskir hugsjónir liggja
aftanfyri eina so greiða niðurraðfesting av tí arbeiði, ið Mentanargrunnurin
stuðlar.
Ad 2: Nám
er fremsti veitari til føroyska skúlaverkið, tá ið tað viðvíkur
undirvísingartilfari.
Mentamálaráðharrin
frøist uttan iva nú um ta nýggju avtaluna, ið júst er gjørd millum føroyskar og
danskar myndugleikar, har lesandi við føroyskari miðnámsútbúgving nú lúka
upptøkutreytirnar, um tey hava føroyskt mál á A stigi
Men tá
bæði Mentanargrunnurin verður skorin so meint og Nám somuleiðis, so verður enn
minnið útgivið á føroyskum. Tvs at vit
fáa enn torførari við at geva miðnámsskúlanæmingum føroyskar skaldsøgur
og skúlabøkur at lesa, soleiðis at teir fáa eitt nóg dygdargott innihald í
føroyskt á A stigi.
Um onki verður givið út á føroyskum, so mennist málið ikki. Tað
er tí alneyðugt, at vit hava nakrar bøkur at lesa. Tað finnast næstan ikki
ungir rithøvundar í Føroyum í dag og av tí sama er lítið og onki til av
ungdómsskaldskapi og lítið verður týtt til børn og ung av samtiðar bókmentum. Tí
áttu hesar játtanir heldur at verið styrktar. Landsstýrismaðurin verður biðin
um at greiða frá, hvussu vit fáa ment føroyska málið og føroyskt
undirvísingartilfar, tá hesar týðandi játtanir verða skerdar.
Á Løgtingi, 9. Oktober 2012
Gunvør Balle
Løgtingskvinna
Ingen kommentarer:
Send en kommentar