mandag den 19. november 2012

Hin føroyski eftirskúlin: Ein grundarsteinur undir fólkavøkstri



Í summar vóru vit í Danmark og fylgdu miðlinginum á ítróttareftiskúla á Fjóni. Vænti mær ein nógv mentan 17 ára gamlan ungling aftur komandi summar, við fullari skjáttu av sjálvsáliti og minniligum upplivingum. Saman við kveikjandi lærarum og nýggjum vinum tekur hann eitt avgerandi stig frá barndóminum og inn í vaksna lívið hetta árið. Hann hevur fingið fult av andaligum og kropsligum avbjóðingum og í felagsskapi við onnur hevur hann lært at taka ábyrgd av sær sjálvum.  Fyri fyrstu ferð merkir hann titrandi kensluna av frælsi, og at standa á egnum beinum. Alt virði, ið fara at koma honum til góðar í framtíðini – í útbúgvingini og í familju- og arbeiðslívinum.

Eg gleðist um drongin og hinar yvir 130 ungu føroyingarnar, ið fáa somu góðu uppliving á donskum eftirskúlum hvørt ár. Men eg kann ikki annað enn stúra fyri, hvat hetta merkir fyri Føroyar og fyri komandi ættarlið, ið skulu bera førningin víðari. Tí allar hesar kenslur og upplivingar  – øll hendan menning – fer fram í einum fremmandum umhvørvi. Harvið eru stór sannlíkindi fyri, at unglingurin festir sínar røtur í útlendska jørð, og at hann sær sína framtíð at vera aðrastaðni enn her heima.

Fyri nøkrum árum síðan var elsta dótturin eitt ár á sama skúla, og eyguni glógva enn, tá hon minnist aftur á hetta eydnuríka ár. Og yngsta kelivættið tosar longu um, tá hon um 6 ár skal á eftirskúla í Danmark ”eins og øll hini”. Hon er tó heldur bivandi við tankan,  tí ólík av lyndi sum hon er frá hinum systkjunum, so trívist hon best í tí trygga og heimliga.

Men henni nýtist ikki at stúra, tí tá hon verður 16, hevur hon møguleika fyri at fara á eftirskúla í Suðuroy. Tá kann hennara dreymur eisini gerast veruleiki, og hon kann, eins og eldri systkini, fáa eitt spennandi og mennandi eftirskúlaár í Føroyum. Hon fær kensluna av at royna sítt flog, men tó ikki so ræðandi langt heimanifrá.

------

Í 2018 ferðist eg so við tí yngstu við Smyrli suður til Hin Føroyska Eftirskúlan. Tá hevur skúlin fýra ár á baki, og eftirspurningurin eftir at sleppa inn er vaksandi. Fyrstu árini hevði skúlin ein flokk við 25 næmingum, flestir úr Føroyum, men eisini eru fleiri børn hjá føroyskum útisetum, umframt  einstakir næmingar úr øðrum Norðurlondum. Orsaka av longum bíðirøðum, er ætlanin at  taka tveir flokkar inn í 2018. Skúlin hevur víst seg at vera sera lokkandi fyri útisetabørn, sum gjarna vilja styrkja sítt tilknýti til Føroya og longu sæst, at fleiri teirra velja eisini at taka miðnám og hægri lestur her. Harfrá er tankin um at gerast fastbúgvandi ikki fjarur.

Eftirskúlin hevur  fingið umdømi sum ein spennandi og øðrvísi møguleiki  í 10. flokki. Eitt sindur bygdasligur, men uppá tann kula og skeiva mátan. Innihaldið er støðugt ment og megnar at lokka tey ungu til oynna. Skúlin húsast í einum av tómu skúlunum og kostaði lítið at gera í hóskandi stand. Virksemið á skúlanum er tætt samskipað við tí hjá Miðnámsskúlanum, soleiðis at full nýtsla verður av hølum, lærarum og útgerð.  Einasta, sum er nýbygt, er eitt snøgt og nýmótans næmingaheim, ið virkar sum bústaður fyri næmingar og lærarar á Eftirskúlanum,  Miðnámsskúlanum og Heilsuskúlanum.

Grundsúlur skúlans hvíla á somu tankar og hugsjónir sum Grundtvíg hevði um Fólkaháskúlan: Upplýsing, fólkaræði, siðsemi og at kjølfesta ungdómin í fosturlandinum. Hin føroyski Eftirskúlin leggur dent á søgu og samtíð, samstundis sum tey ungu fáa kunnleika og tokka til okkara móðurmál og skaldskap.

Innihaldið er býtt upp í valfak og breytir. Næmingarnir kunnu velja millum nøkur ástøðilig valfak, ma føroyskt, enskt, støddfrøði og samfelagsfak. Haraftrat er møguleiki fyri at velja ímillum tvær breytir: Eina listabreyt við myndlist, skriving, tón- og sjónleiki og eina natúrubreyt, sum umfatar tilfeingi og upplivingar. Íverksetan er felagsfak hjá báðum breytunum, tí  eitt av endamálum skúlans er at stimbra tey skapandi evnini og geva næmingunum sjálvsálit og hug til at brúka hesi evni. Skúlin setir høg krøv til næmingarnar og tey vera støðugt stimbrað til at flyta egin mørk.

Á natúru- og upplivingarbreytini eru næmingarnir sjálvsagt nógv úti. Til fjals, í fjøru og á sjónum. Tey læra sjómanskap ígjøgnum verkligar royndir umborð á skipi og báti, har tey hava lært at arbeiða við reiðskapi og duga at skyna á veðri. Hesir næmingar hava fingið eina grundleggjandi fatan av natúruni, og av hugtakinum burðardygd. Tey hava skilt samanhangin millum menniskju og náttúru, og hvussu hetta samspæl kann gerast við virðing.

Á listabreytini  sleppa næmingar, við skapandi áhuga og evnum, í djúpdina við hesum fakum. Lærararnir eru lærdir innan sítt fak, sum umfatar myndlist og undirvísing í skriving. Tónleikur og drama er eisini partur av breytini, og verkevni og sangleikir verða skipað í samstarvi við musikkskúlan og Saltsiluna, hvørs tónleikavirksemið nú er komið væl í gongd. Mangir av næmingunum tosa um, at tey hava fingið eitt slag av listarligari veking, og tey brenna fyri at arbeiða innan tað kreativa fakið.

Fakið íverksetan verður samantvinnað við lista- og náttúrubreytina, soleiðis at næmingurin fær íblástur og hug til kreativt ella vinnuligt virksemi. Okkurt hugskot til smáídnað er sprottið úr hesum umhvørvi og tey hava havt góðar royndir av, at næmingar samstarva við Kunningarstovurnar um at koma við hugskotum til nýggj ferðavinnutilboð. Tað er ein serlig uppliving bæði hjá teimum ungu og hjá ferðafólki, at næmingarnir eru við sum hjálpar-ferðaleiðarar á gongutúrum í fjøllunum og í fjørðinum á floti. Allastaðni leita ferðafólk eftir sonnum upplivingum, og hetta kunnu Føroyar bjóða í ríkiligt mát.

Lærarar við royndum sum íverksetarar kveikja áhugan hjá teimum ungu til at seta ting í gongd við støði í egnum evnum og okkara tilfeingi og natúru. Fyri at verða ein góður íverksetari mást tú hava okkurt uppá hjartað. Hesir næmingar finna eina meining og hava fingið fatan av møguleikunum í okkara mentan og natúru, samstundis sum íverksetaraandin mennist. Hetta samspæl vísir seg longu at hava verið ein góð íløga í framtíðar vinnumenning.

Eftirskúlin verður fíggjaður lutvíst við almennum og kommunalum stuðli og lutvíst við næmingagjaldið og privatum stuðli.

------

Eg siti við einari góðari kenslu á veg norðuraftur hetta sunnukvøld umborð á Smyrli. Dótturin, sum hevur valt tónleik og list, fór spent inn í hetta nýggja umhvørvið. Kenslan er ikki bara góð fyri hana, men eg gleðist yvir alt tað ýðandi lív og øll tey tekin um framburð, eg sá í Suðuroynni hendan dagin. Eg tori nú at trúgva uppá, at vit hava vent rákinum og hugburðinum til, at tað saktans er møguligt at fáa ungdómin at støðast og mennast í Føroyum.

Eg sá ein Skúladepil í Suðuroy – umfatandi Eftirskúla, Miðnámsskúla og Heilsuskúla – sum er í støðugari menning og sum skapar eitt blómandi ungdómsvirksemi kring alla oynna. Lærarar kappast um at fáa starv á Deplinum, og saman við sterka vinnulívinum í oynni hevur Suðuroyggin endurvunnið sítt pláss sum ein av kraftdeplunum í landinum.

Og kenslan er góð, tí eg gleðist um, at vit politikkarar í tingsetuni 2012/13 megnaðu at finna breiða semju um at seta á stovn Eftirskúlan í Suðuroy, soleiðis at hann var klárur at taka teir fyrstu næmingarnar inn í 2014. Og hetta var gjørt uttan at stórar íløgur vóru neyðugar, men tí politiski viljin var til staðar til at fáa eitt føroyskt eftirskúlatilboð, sum er ein av fortreytunum fyri at unga fólkið støðist í landinum.


Gunvør Balle
Tingkvinna, Tjóðveldi

Ingen kommentarer:

Send en kommentar