tirsdag den 24. februar 2015

UNESCO listin og skyldan at varðveita mentanararvin


Tað er einki minni enn eitt frambrot, at Koltur framyvir skal umsitast sum mentamál. Harvið eru fortreytirnar til staðar, at skapa nakað heilt serstakt og visjonert - fyri okkum sjálv og fyri umheimin. Ein serlig friðingarskipan, ið bæði umfatar mentanararv og náttúruarv, skal skipa Koltur sum ein livandi tjóðgarð. Um rætt verður borið at, fer Koltur at gerast ein kelda til stoltleika, gleði og vitan fyri okkum heimafólk, skúlaflokkar o.a - eins væl og fyri útlendingar - ferðafólk, granskarar og listafólk. Vitan um fornar byggisiðir og -búsetingar, velting, jarðarbrúk og um hvussu náttúran sær út, tá hon er ótamd og órørd.

Í fjør heyst skipaði føroyska UNESCO nevndin fyri kunnandi fundi um UNESCO sáttmálar, heimsarv og føroyskan mentanar- og náttúruarv og um verju av immateriellum mentanararvi. Bæði føroyskir og útlendskir serfrøðingar løgdu fram síni sjónarmið.
UNESCO sáttmálin er mest kendur fyri heimsarvslistan, ið er listi við dømum um mentanar- og náttúruarv, ið verða mett at hava so stórt virði fyri heimin, at serlig átøk skulu gerast fyri, at hesi kunnu verða varðveitt fyri eftirtíðina. Stór virðing er knýtt at heimsarvslistanum, og lond leggja stóra orku í at fáa sítt heimsarvsevni á listan. Í Norðanlondum eru kend støð á listanum eitt nú Þingvellir, Ilulissat ísfjørðurin, rúnarsteinarnir í Jellinge og Bryggjan í Bergen. Onnur kend støð á heimsarvslistanum eru eitt nú pyramidurnar í Giza, kinverski múrurin og Great Barrier Rief í Avstralia. At eitt land fær mentanar- ella náttúruarvsevni á listan hevur stóran týdning fyri ferðavinnuna, tí ferðafólk í stórum tali vitja støðini á heimsarvslistanum. Føroyar hava onki evni á heimsarvslistanum, men kunnandi fundurin var eitt fyrsta stig til at seta føroyskan heimsarv á dagsskránna.
Fundurin á Tjóðsavninum staðfesti, at fyri at søkja um at koma á listan hjá UNESCO yvir heimsarv skal eitt umfatandi og miðvíst arbeiði gerast heima hjá okkum sjálvum fyrst. Víst var á dømi um materiellan og immateriellan mentanararv, ið kann koma uppá tal at søkja um. Tá tað snýr seg um materiellan mentanar- og náttúruarv vísti stjórin á Fornminnissavninum Erland V. Joensen m.a. á, at mentanarminnini í Kirkjubø, búsetingin úti á Reyni, Koltur og Hvalastøðin við Áir kundu verið sjálvsøgd at arbeitt víðari við. Tá tað snýr seg um immateriellan mentanararv kundi talan t.d. verið um føroyska dansin og kvæðini og tann ræsta smakkin.
Visit Faroe Islands hevur rós uppiborið fyri at hava strongt á, at fáa gongd á arbeiðið at lýsa hvat skal til fyri at koma á listan hjá UNESCO yvir heimsarv, tí hetta skumpar undir, at vit gerast tilvitað um týdningin av okkara mentanararvi. Sølva Patursson hevur ótroyttiliga víst á týdningin av, at fáa munagóða brimverju fyri fornminnini í Kirkjubø. Og tess fleiri bólkar og einstaklingar í samfelagnum trýsta á, tess størri vón er fyri, at ein miðvís og skipað tilgongd at varðveita fornminnir og mentanararv verður sett i verk.
Men tað er týðandi at vit gera okkum greitt, at hetta arbeiði skal gerast uttan mun til ferðavinnu og UNESCO listar. Tað skal gerast, tí vit sjálvi síggja og skilja tað neyðuga og virðismikla í mentanararvinum. Um tað kann gagna ferðavinnuni at vit møguleika koma á listan hjá UNESCO, er tað ein eyka ágóði, vit bara kunnu gleðast um. Men tað er sjálv tilgongdin og viljin vit vísa í verki til at varðveita fornminni og mentanarminnini, sum er mest týðandi, fyrst og fremst fyri okkum sjálv. Varðveitingararbeiðið í Kirkjubø er dømi um, at arbeitt verður miðvíst fram ímóti, at mentanarminnini í Kirkjubø sum ein heild verða góðkend av alheimssamfelagnum sum heimsarvur. Men samstundis er manglandi raðfesting av brimverjuni dømi um misrøkt, ið bókstaviliga máðar støði undan varðveitingararbeiðinum.
Mentanarminni umboða okkara felags mentanararv, og tí er tað ein felags skylda og ábyrgd at varðveita tey til framtíðar ættarlið. Hesin mentanararvur skal varðveitast við virðing, umhugsni og teimum bestu kunnleikum og royndum, ið finnast.. Tí má varðveiting av mentanarminnum fáa nógv størri rúmd og raðfesting enn higartil.

Gunvør Balle
24. februar 2015

onsdag den 18. februar 2015

Spurningar settir Johan Dahl um integrasjón

1.      Hvørjum ítøkiligum átøkum innan integrasjónsøkið verður arbeitt við?
2.      Hvussu útinnur Vinnumálaráðið sín leiklut sum yvirskipaður og samskipandi myndugleiki á integrasjónsøkinum?
3.      Nær kemur ein integrasjónslóg?
4.      Eru ætlanir um at fremja broytingar í galdandi útlendingalóg, og um ja, hvørjar?
5.      Hvussu metir landsstýrismaðurin, at málsøkið útlendingamál best verður umsitið frameftir?

Viðmerkingar:
Seinnu árini hevur eitt vaksandi tal av útlendingum sett búgv í Føroyum. Fyri mong er talan um eitt tíðarskeið í arbeiðs- ella ítróttaørindum, men alt fleiri eru gift til Føroya og gerast harvið fastbúgvandi borgarar í landinum. Í 2004 viðgjørdi Útlendingastovan 20 umsóknir frá makum, ið ynsktu familjusameining, og í 2014 var hetta tal 75. Av hesum er lutfallið, at uml. 70% av um­søkjarum eru kvinnur og 30% menn. Talan er sostatt um nærum fýrafalding av umsóknum upp á 10 ár. Leggjast kann aftrat, at tað er ikki óvanligt, at kvinnurnar hava eitt ella tvey børn við sær, so veruliga talið av teimum, ið fáa familjusameining, er nakað hægri.
1.januar 2014 vóru 1.234 fólk í Føroyum, sum eru fødd uttan fyri Norðurlond og sambært Manntali vóru í 2011 2.464 fólk, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Útlendingar eru í dag ein natúrligur partur av okkara samfelag og eitt ríkt tilfeingi, ið rúmkar okkara vitan og kunn­leika á so mangan hátt. Vit eru fáment og okkum tørvar menniskjaligt tilfeingi.
Eingin ivi er tó um, at vit geva ikki hesum nýggju borgarum nóg góðar møguleikar at trívast og virka í landinum. Størsti trupulleikin er vantandi føroyskt-undirvísing, og ein stórur hópur býr í landinum í mong ár uttan at læra málið. At læra málið væl er lykilin til væleydnaða integrasjón. Lykilin til at kunnu brúka sínar førleikar og lykilin til fult at kunna virka og taka lut í fólka­ræðinum. Umframt dygga mál-undirvísing er eisini tørvur á frálæru um mentan, samfelag, arbeiðsmarknað og teirra rættindir og skyldur.
Integrasjónsálitið frá 2011 mælti til 6 átøk, ið eru neyðug, fyri at integrasjón skal rigga:
1.      Smíða integrasjónslóg
2.      Seta ein samskipara at arbeiða við integrasjón
3.      Kravt byrjanarskeið
4.      Eyka undirvísing í fólkaskúlanum
5.      Átøk til børn undir skúlaaldri og
6.      Tulkatænasta
Løgtingið hevur tikið undir við hesum áliti, og harvið eisini at seta í verk tey tiltøk, ið eru neyðug fyri at hjálpa tilfluttum fólki at fáa eina so góða byrjan og eina so góða tilveru í Føroyum sum gjørligt. Men sera fá av hesum átøkum eru sett í verk, og skjøtul eigur at vera settur á at fáa hesi átøk framd í verki.
Sum er, fáa útlendingar 20 undirvísingartímar í føroyskum í boði ókeypis og kunnu so fáa eitt 20-tíma skeið aftrat, sum tey sjálvi rinda undir Kvøldskúlanum. Sum royndarætlan bjóða Mentamálaráðið, ALS og Tórshavnar Kommuna í løtuni eitt 20 vikurs skeið í heyst og eitt nýtt byrjar aftur nú í januar, og tað er eitt stórt stig rætta vegin. Men umframt, at pláss ikki er fyri øllum á skeiðunum, so er tað framvegis alt ov lítið, og harumframt vantar stórliga undirvísing í føroyskari mentan og samfelagsviðurskiftum. Nógv hava góðar útbúgvingar, og tað, teimum tørvar, er fyrst og fremst eina málsliga innføring í tað virkisøki, tey eru útbúgvin til, soleiðis at tey kunnu brúka sína útbúgving.
Í grannalondunum verða treytir settar umsøkjarum soleiðis, at tey skulu hava verið ígjøgnum ávíst tal av mál-undirvísingartímum fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi. Slíka treyt kunnu vit ikki seta, fyrr enn vit hava givið fólki møguleika at taka slík skeið, sum tey í øðrum londum lutvíst skulu rinda fyri sjálvi.
Integrasjón er dømið um øki, har bæði land og kommunur mugu taka ábyrgd, men tað er landsstýrismaðurin í útlendingamálum, sum hevur yvirskipaða ábyrgd. Hann má seta mál fyri økið, orða politikkin og bera so í bandi, at onnur aðalráð og kommunurnar taka sín part á seg. Umframt at bjóða nógv fleiri og longri skeið í føroyskum fram, eigur arbeiðið við at smíða eina integrasjónslóg og at seta ein samskipara at verið millum fremstu raðfestingar.

Spurningar settir Bjørn Kalsøe um føroyskt undirvísing til útlendingar

1.      Hvørji tilboð um føroyskt-undirvísing eru í løtuni í boði til útlendingar, ið koma til Føroya at búgva?
2.      Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja útlendingum nøktandi undirvísing í føroyskum máli, mentan, samfelagsviðurskiftum umframt kunning um teirra rættindi og skyldur?
3.      Hvørji tilboð um føroyskt-undirvísing fáa børn hjá útlendingum í føroysku fólkaskúlun­um í dag?
4.      Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at hetta tilboð verður enn betri?
5.      Hvussu er hetta økið skipað millum land og kommunur og tann einstaka, t.v.s. hvør hevur ábyrgd av hvørjum, hvør rindar og umsitur hvat?
6.      Eru 20 ókeypis undirvísingartímar í føroyskum í boði uttan mun til, hvar í Føroyum útlendingarnir búgva, ella eru tað bara ávísir kvøldskúlar, ið bjóða hetta fram í løtuni?
 
ViðmerkingarSeinnu árini hevur eitt vaksandi tal av útlendingum sett búgv í Føroyum. Fyri mong er talan um eitt tíðarskeið í arbeiðs- ella ítróttaørindum, men alt fleiri eru gift til Føroya og gerast harvið fastbúgvandi borgarar í landinum. Í 2004 viðgjørdi Útlendingastovan 20 umsóknir frá makum, ið ynsktu familjusameining, og í 2014 var hetta tal 75. Av hesum er lutfallið, at uml. 70% av um­søkjarum eru kvinnur og 30% menn. Talan er sostatt um nærum fýrafalding av umsóknum upp á 10 ár. Leggjast kann aftrat, at tað er ikki óvanligt, at kvinnurnar hava eitt ella tvey børn við sær, so veruliga talið av teimum, ið fáa familjusameining, er nakað hægri.
1.januar 2014 vóru 1.234 fólk í Føroyum, sum eru fødd uttan fyri Norðurlond og sambært Manntali vóru í 2011 2.464 fólk, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Útlendingar eru í dag ein natúrligur partur av okkara samfelagi og eitt ríkt tilfeingi, ið rúmkar okkara vitan og kunn­leika á so mangan hátt. Vit eru fáment og okkum tørvar menniskjaligt tilfeingi.
Eingin ivi er tó um, at vit geva ikki hesum nýggju borgarum nóg góðar møguleikar at trívast og virka í landinum. Størsti trupulleikin er vantandi føroyskt-undirvísing, og mong búgva í land­inum í fleiri ár uttan at læra málið. At læra málið væl er lykilin til væleydnaða integrasjón. Lykilin til at kunnu brúka sínar førleikar og lykilin til fult at kunna virka og taka lut í fólka­ræðinum. Umframt dygga mál-undirvísing er eisini tørvur á frálæru um mentan, samfelag, arbeiðsmarknað og teirra rættindir og skyldur.
Integrasjónsálitið frá 2011 mælti til 6 átøk, ið eru neyðug fyri at integrasjón skal rigga:
 
1.      Smíða integrasjónslóg
2.      Seta ein samskipara at arbeiða við integrasjón
3.      Kravt byrjanarskeið
4.      Eyka undirvísing í fólkaskúlanum
5.      Átøk til børn undir skúlaaldri og
6.      Tulkatænasta
Løgtingið hevur tikið undir við hesum áliti og harvið eisini at seta í verk tey tiltøk, ið eru neyðug fyri at hjálpa tilfluttum fólki at fáa eina so góða byrjan og eina so góða tilveru í Føroyum sum gjørligt. Men sera fá av hesum átøkum eru sett í verk, og skjøtul eigur at verða settur á hesi átøk sum skjótast. Integrasjónsálitið staðfestir, at í sambandi við útlendingaøkið hevur Mentamála­ráðið ábyrgd av undirvísingartilboðum í føroyskum máli og mentan.
Sum er, fáa útlendingar 20 undirvísingartímar í føroyskum í boði ókeypis og kunnu so fáa eitt 20-tíma skeið aftrat, sum tey sjálvi rinda fyri undir kvøldskúlanum. Sum royndarætlan bjóða Mentamálaráðið, ALS og Tórshavnar Kommuna í løtuni eitt 20 vikurs skeið í heyst, og eitt nýtt byrjar aftur nú í januar, og tað er eitt stórt stig rætta vegin. Men umframt, at pláss ikki er fyri øllum á skeiðunum, so er tað framvegis alt ov lítið, og harumframt vantar stórliga undirvísing í føroyskari mentan og samfelagsviðurskiftum. Nógv hava góðar útbúgvingar, og tað, teimum tørvar, er fyrst og fremst eina málsliga innføring í tað virkisøki, tey eru útbúgvin til, soleiðis at tey kunnu brúka sína útbúgving.
Í grannalondunum verða treytir settar umsøkjarum, soleiðis at tey skulu hava verið ígjøgnum ávíst tal av mál-undirvísingartímum fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi. Slíka treyt kunnu vit ikki seta, fyrr enn vit hava givið fólki møguleika at taka slík skeið, sum tey í øðrum londum lutvíst skulu rinda fyri sjálvi.

tirsdag den 10. februar 2015

Munnligur fyrispurningur til Karsten Hansen um lóg um foreldramyndugleika



  1. Hvat heldur landsstýrismaðurin fyrimunirnar og vansarnar vera við:   
    1. at lata verandi lóg um foreldramyndugleika framhaldandi vera í gildi?
    2. at seta donsku “forældreansvarsloven” í gildi fyri Føroyar?
    3. at yvirtaka málsøkið familju- og arvarætt, so vit kunnu smíða okkara egnu lógir á økinum?
  2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at tað altíð er trygdin og trivnaðurin hjá barninum, sum er í hásæti og ikki rætturin hjá foreldrunum til eins nógva samveru, tá avgerð skal takast um foreldrarætt- og samveru við hjúnaskilna?

Viðmerkingar:
Nú landsstýrið hevur í umbúna at broyta lóg um foreldramyndugleika, hevur sjóneykan seinastu tíðina verið sett á ymisk viðurskifti í hesum sambandi, ma. um at tryggja barninum eins góða samveru við bæði foreldrini eftir hjúnaskilnað. Og tryggja samverurætt hjá tí foreldrinum, ið ikki hevur foreldrarættin (oftast pápin) við børnini eftir hjúnaskilnað. Ein nýggjur vinkul vísir á, at rætturin hjá børnum til tryggan uppvøkstur skal ganga fram um rættin til eins nógva samveru við bæði foreldrini. Tá ið talan er um at annað foreldrið ikki er skikkað at hava samveru við børnini,  - td orsakað av sálarligum órógvi, harðskapi, rúsevnismisnýtslu ella øðrum - kann tað vera beinleiðis skaðiligt fyri barnið, at eitt óskikkað foreldur hevur ótarnaða atgongd til samveru við børn síni.

Víst hevur verið á, at Føroyar verður brúkt sum friðskjól hjá hesum (oftast) mammum og børnum, ið verða noydd at flýggja undan hóttandi og skaðiligum pápum, tí smbrt. nýggju donsku foreldraábyrgdarlógini, hava bæði foreldrini eins stóran rætt til samveru við barnið.
Myndugleikarnir hyggja tí fyrst og fremst eftir, at barnið hevur eins nógva samveru við bæði foreldrini, meðan umstøðurnar hjá foreldrunum, teirra evnir at samstarva um børnini og teirra førleiki at geva barninum góða og trygga uppaling kemur í aðru røð.

Um danska forældreansvarslógin verður sett í gildi fyri Føroyar, skal andin í lógini haldast, og bert smávegis praktiskar tillagingar kunnu gerast. Tey eru mong, ið mæla staðiliga frá, at samtykkja verandi donsku lóg í Føroyum. Um galdandi lóg um foreldramyndugleika heldur ikki er mett at verða nøktandi, kann einasta gongda leið vísa seg vera, at yvirtaka økið og smíða okkara egnu lógir á familju- og arvarættarøkinum.

Tá ið ósemjur eru millum foreldrini eftir hjúnaskilna og myndugleikarnir eru blandaðir uppí, er tað av størsta týdningi at myndugleikarnir seta barnið og tess trivna í miðdepilin. Mong eru dømini um foreldur, ið liggja í innanhýsis beiskum valdsstríði um børnini. Og tann einasti tryggi taparin er barnið. Í slíkum førum skal lógin verða greitt orðað, so trivnaðurin hjá barninum er í fokus og myndugleikin skal hava neyðuga játtan og fakligan førleika at útinna hetta í verki. Myndugleikarnir eiga at átaka sær ein virknan leiklut, fyrst og fremst við at gera neyðugar kanningar og metingarnar um hvar barnið hevur best av at vera. Eisini eigur krav at verða sett til mekling og at foreldrini skulu samstarva um børnini. Men rætturin hjá børnunum til ein góðan og tryggan uppvøkstur eiga at koma framum rættin hjá foreldrunum til børnini.



9. februar 2015
Gunvør Balle
Tjóðveldi