fredag den 20. september 2013

Hví vil samgongan ikki seta ein kanningarstjóra?




Enn hanga ein røð av ivamálum og spurningum í leysum lofti viðv. leikluti løgmans og hjá fyrrverandi innlendismálaráðharranum í málinum um Eysturoyartunlinum. Hetta mál dálkar alt tað politiska umhvørvið og órógvar ein hóp av týðandi politiskum arbeiði, ið liggur á láni.  At samgongan ikki vil seta ein kanningarstjóra skapar tí enn størri illgruna um, at alt ikki er farið rætt fram.


Onki løgtings- ella landsstýrisfólk kann vera dómari í hesum máli, tí eigur ein professionellur og óheftur løgfrøðingur at kanna um embætisførslan og fyrisitingin hjá landsstýrismanninum og løgmanni er útint á lógligan hátt í málinum um Eysturoyartunnilin. Um tað nakrantíð hevur verið grundarlag fyri at seta ein kanningarstjóra, so er tað í hesum málinum.


Fleiri av fremstu løgfrøðingum landsins hava úttalað seg um, at her ruggar ikki rætt og at hesi óvissuni kann hvørki politiska skipanin ella embætisverkið liva við. Havi ikki hoyrt nakran løgfrøðing sagt, at her er onki at fara eftir. Um tað er sum løgmaður sigur, at “alt er farið fram eftir bókini”, um onki er at dylja,  - hví er løgmaður so ikki tann fyrsti til at lata eina óhefta kanning prógva hetta? So hann kann siga seg vera reinsaðan og harvið reisa álitið aftur á politisku skipanina?


Millum teir mongu álvarsomu spurningarnir eru:
1. Var heimildin fyri at fara undir samráðingar við CIP í lagi?
2. Var heimildin fyri at lova CIP eina mió kr í break-free í lagi?
3. Er tað í lagi, at løgtingið skal viðgera eina lóg, sum er grundað á ein sáttmála, ið verður hildin loyniligur fyri løgtinginum og fyri almenninginum. At skúgva til síðis grundleggjandi rættindir sum alment innlit?
4. Var tað í lagi, at landsstýrismaðurin í innlendismálum afturhelt upplýsingar frá m.ø. lógardeildini fyri Løgtinginum?
5. Var tað í lagi, at landsstýrismaðurin í innlendismálum afturhelt upplýsingar frá Landsverki fyri Løgtinginum?
6. Hevur løgmaður framt nøktandi eftirlit við landsstýrismanninum í innlendismálum?


Samgongan brúkar sum umbering, at landsstýrismálanevndin í løtuni kannar málið. Meirilutin í hesi nevnd (sum eru samgongutingfólk) hevur higartil ikki viljað sett ein kanningarstjóra. Nevndin kannar bert tveir spurningar, tann um heimild er fyri tí einu milliónini til CIP og um upplýsingarnar hjá Landsverki, íð vóru afturhildnir. Hon kannar sostatt als ikki leiklut løgmans, sum kanska er tann mest áhugaverdi. Løgmaður var sjálvur við á fundinum, tá avtalan um eina mió. í break-free varð avtalað, sjálvt um hann í Løgtinginum rópti nei, tað hevði hann ikki, og dagin eftir í sjónvarpinum viðgekk, at tað hevði hann kortini.

Landsstýrismálanevndin hevur rættiliga skerdar møguleikar í sínum kanningararbeiði og kann bert innkalla landsstýrisfólk til hoyringar. Tað kunnu ganga nakrar vikur áðrenn nøkur niðurstøða fyriliggur, og rættiliga óvist er hvør tann niðurstøðan verður. Men Føroya fólk hevur krav uppá at fáa endurreist álitið á politisku skipanina nú. Og Føroya fólk má sum minsta krav kenna seg trygt við, at tey, ið eru vald at umsita og gera landsins lógir, sjálvi seta eina æru í at hesar verða umsitnar rætt og lógliga. Hetta kann bert ein kanningarstjóri staðfesta og tí fái eg meg ikki at trúgva annað, enn at tað finnast um ikki annað 14 somikið frægir tinglimir, ið fara at taka undir við at fáa málið kannað av óheftum løgfrøðingi.


So segði skaldið - Spyrst so livst.