mandag den 28. april 2014

Mentamálaráðið dumpaði so dyggiliga í landsroyndini!


Tað er onki minni enn ein gøla, at Mentamálaráðið ikki hevur megnað at fingið tøkniliga partin at rigga, nú allir 4. og 6. flokkar landsins skuldu byrja landsroyndirnar í dag. Her finst ongin góð frágreiðing, tí ráðið hevur havt eitt heilt ár at fyrireika skipanir og tøkni, hevur fingið ávaringar frá lærarum o.ø um at steðga á, men kortini dumpaði ráðið so dyggiliga!

Og eftir sita 1000-tals næmingar og lærarar kring alt landið, nipin og lumpaði. Tey hava vant og terpað landsroyndir í vikur og mánaðir og børnini vóru alspent at sleppa at royna seg. Næmingarnir hava uppiborið eina góða og trygga uppliving fyrstu ferð tey fara til roynd. Tey eiga at hava álit á, at skúlar og myndugleikar hava skil á sínum viðurskiftum, so tey kunnu savna seg um at vísa hvat tey hava lært. Men ístaðin hava teir verið sjónliga merktir av ótryggleikanum og hava borið ótta fyri um nú tøknin fór at rigga, tí tey hava í royndar- koyringunum aftur og aftur sæð hvussu illa tað hevur gingið.

Hóast skúlastjórar, lærarar, skúlastýrir og Lærarafelag fleiri ferðir hava heitt á Mentamálaráðið um at bíða við royndunum, so vissa fekst fyri at skipanin riggaði, so hevur ráðið ikki verið sinnað at lurta. Aðalstjórin var frammi í fjølmiðlunum í seinastu viku og afturvísti øllum ávaringum frá skúlastjórum og øðrum og segði at royndirnar skuldu gjøgnumførast, tí her var alt í lagi. Í hesum máli hevur Mentamálaráðið sýnt stórlætnan hugburð og vantandi virðing fyri lærarum og næmingum.

Og ráðið hevur ikki ein gongd fyrireikað ein annan møguleika, sum td. at næmingarnir kunnu gera royndirnar við pappíri og blýanti. Tað er tøkni, ið riggar hvørja ferð, og hesa skipan hava vit brúkt í mong ár, so hon hevur prógvað sítt virði. Og tá nú næmingar og lærarar vóru púra tilreiðar til royndirnar hesar dagarnar, hví so ikki fella aftur á gomlu pappírsuppgávurnar?

Í fyrireiking til at fara yvir til teldutøkar landsroyndir, vóru landsroyndirnar royndarkoyrdar á teldu í fjør, men hetta riggaði út av lagi illa. Úrslitini frá í fjør kundu av tí sama ikki brúkast og um ongin landsroynd heldur verður í ár, detta tvey ár burturímillum, har ongi úrslit og ongi støðumet eru frá landsins 4. og 6. flokkum. Í eitt heilt ár hevur Mentamálaráðið kunnað fyrireikað seg uppá eina góða og trygga skipan, men tað megnaðu tey ikki. Ein nýggjur servari er settur upp fyri fáum vikum síðani og hann vísir seg als ikki at megna stórt tal av brúkarum í senn. Hvussu kunnu vit - foreldur, lærarar og børn - hava álit á hægsta skúlamyndugleikanum, tá okkurt sum er fyrireikað í áravís og átti at verið so einfalt, ikki riggar? Og tá hann ikki lurtar eftir serfrøðini (lærar, kt-vørðar oa.), men ikki fyrr enn sama dag sum royndirnar eru byrjaðar, viðurkennir tað sum onnur langt síðan hava sæð, og síðani avlýsir øllum landsroyndum?

Stóri spurningurin er, hvat Mentamálaráðið ger fyri at fáa viðurskiftini aftur á beint og fyri at endurskapa álitið aftur á ráðið.

Gunvør Balle
Tjóðveldi




onsdag den 23. april 2014

Svar frá Jørgen Niclasen um "Anitu"

Svar upp á fyrispurning nr. 47/2013 eftir § 52a í tingskipanini  frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu, um “Anitu”

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1.     Hvussu eru skattaviðurskiftini hjá manningini á Anitu og øðrum skipum, sum virka undir somu skipan?
2.     Hvør tekur sær av lønarviðurskiftunum hjá manningini?
3.     Hvør hevur ábyrgdina av, at skatturin verður goldin?
4.     Hvussu fer skattingin fram tá útlendsk arbeiðsmegi er á føroyskum skipum?
5.     Er nakar eftirlitsmyndugleiki sum kann tryggja, at manningin fær sína hýru?


Svar

Ad. 1, 3 og 4
Útlendsk manning umborð á føroyskum skipum er avmarkað skattskyldug til Føroyar.
Hetta merkir, at manningin rindar ein bruttoskatt upp á 42 %. T.v.s. eingin frádráttur verður givin, heldur ikki fiskimannafrádráttur, um tað snýr seg um fiskiskip. Umframt vanliga inntøkuskattin rinda reiðaríið og útlendska manningin hvør 1,75 % til Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.

Sambært § 63 í skattalógini er tað skyldan hjá reiðarínum at gjalda hýruna um eitt av landsstýrinum góðkent  avrokningarstað, ið afturheldur og flytur landskassanum skattin.

Ad 2 og 5
Svarað er omanfyri upp á teir spurningar, ið fíggjarmálaráðharrin varðar av.
Fíggjarmálaráðharrin varðar ikki av lønarviðurskiftum á privata arbeiðsmarknaðinum.



Fíggjarmálaráðið, 11. apríl 2014

Jørgen Niclasen
landsstýrismaður



Svar frá Jacob Vestergaard um "Anitu"

Fyrispurningur um “Anitu”, settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Gunvør Balle, løgtingskvinna


1.   Hví vórðu stig ikki tikin til at fáa reiðaríið hjá Anitu at taka gørnini inn fyrr?
2.   Hevði Anita fingið undantaksloyvi at lata gørnini standa longri enn teir 72 tímarnar, sum sambært lógini er longsta tíð, tey kunnu standa?
3.   Um ikki, er tað so at meta sum ólógligur fiskiskapur, tá skipið brýtur hesa áseting?
4.   Um svarið upp á spurning 3 er ja, hví sigur Fiskiveiðieftirlitið so, at teir ikki hava mandat at seta reiðarínum krøv um at draga gørnini, ella at fáa annað skip at draga gørnini upp á rokning hjá reiðarínum hjá Anitu?
5.   Fær tað nakrar avleiðingar (fyri avvarðandi myndugleika ella reiðaríið), at gørnini hava staðið so leingi úti?
6.   Í mars í 2013 meldaði Fiskimannafelagið Anitu til ymsar myndugleikar, m.a. Fiski­málaráðið, hvat hevur ráðið svarað felagnum?
7.   Eru nøkur viðurskifti viðv. Anitu, sum landsstýrismaðurin ikki heldur kunnu góðtakast, um so er, hvørji eru hesi, og hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at fyribyrgja at hesi ikki henda aftur?


Svar:

Til nr. 1.
Reiðaríið hjá Anitu hevði bert Anitu til at draga gørnini við. Anita fekk siglingarbann frá Sjóvinnustýrinum, tá farið kom í havn, og manningin bleiv send av landinum. Fiskiveiðieftirlitið kann ikki tvinga reiðaríið til at taka gørnini inn.



Til nr. 2.
Tá fiskifør við loyvi sambært kunngerðini fara inn at avreiða, og gørnini standa úti, skulu ikki ganga meiri enn 72 tímar, til skipið aftur er á fiskileið og fer at draga.

Fiskiveiðieftirlitið kann í serligum førum, sbr. § 13, stk. 2 í kunngerð nr. 105 frá 5. august 2013 um skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum, veita undantak viðvíkjandi tíðarfreistini.

Reiðaríið hevði ikki fingið undantaksloyvi at lata gørnini standa meiri enn 72 tímar.

Til nr. 3.
Tað er at meta sum brot á § 13, stk. 1 í kunngerð nr. 105 frá 5. august 2013 um skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum. Brotið kann, sbrt. § 15, stk. 1, revsast við bót, eins og Fiskiveiðieftirlitið, sbrt. § 15, stk. 2, kann taka fiskiloyvið aftur í upp til 4 vikur.

Til nr. 4.
Fiskiveiðieftirlitið metir seg ikki at hava heimild til at útvega sær annað far ella við egnum fari draga gørnini fyri rokning eigarans. 

Heimild er t.d. í § 35, stk. 1, 2. pkt. í lógini um vinnuligan fiskiskap at kanna reiðskap í havn fyri eigarans rokning, um hann er ólógligur, men eingin slík heimild er at taka gørn ella annan reiðskap upp fyri rokning eigarans.

Gørnini kunnu dragast fyri egna rokning, men hetta var, við atliti at fíggjarkarmi stovnsins, ikki mett ráðiligt.

Um Brimil ella Tjaldrið hevði tikið gørnini upp, varð veiðan tveitt fyri borð, eins og reiðskapurin hevði farist illa av tí, at skipini ikki eru egnað at draga gørn. Eisini av hesum orsøkum var hetta ikki mett at vera ein góð loysn.

Til nr. 5.
Reiðaríið og skiparin verða meldað til fútan fyri brot á § 13, stk. 1 í áðurnevndu kunngerð. Reiðaríið og skiparin kunnu vænta sær eina bót fyri brotið, eins og fiskiloyvið møguliga verður tikið aftur í eitt tíðarskeið í upp til 4 vikur.

Til nr. 6.
Fiskimálaráðið fekk 4. mars 2013 skriv frá Føroya Fiskimannafelag við fráboðan um lógarbrot, bæði um manningarviðurskifti umborð á M/s Anitu, umframt at M/s Anita hevði lagt fisk upp í Miðvági, har eingin innvigingarskipan er.

Fiskimálaráðið sendi skrivið víðari til Fiskiveiðieftirlitið, sum hevur eftirlit við, at lóggávan á fiskivinnuøkinum verður hildin.

Fiskiveiðieftirlitið svaraði Føroya Fiskimannafelag tann 6. mars 2013, at M/s Anita hevur góðkenda innvigingarskipan umborð, sum er givin við heimild í § 3 í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavøru, og at fiskurin hjá skipinum tí er innvigaður, tá skipið kemur til lands, og tá er ikki neyðugt at fara um aðra innvigingarskipan.

Eisini svaraði Fiskiveiðieftirlitið, at spurningar um útlendska arbeiðsmegi ikki er málsøki hjá Fiskiveiðieftirlitinum. Víst varð til Útlendingastovuna.

Fiskimálaráðið fekk avrit av skrivi frá Innlendismálaráðnum til Fiskimannafelagið, sum fráboðanin frá Føroya Fiskimannafelag eisini varð send til. Innlendismálaráðið boðar Føroya Fiskimannafelag frá, at tað er løgreglan, sum hevur eftirlit við, at reglurnar í útlendingalógini verða hildnar. Og av tí, at fráboðanin eisini er send løgregluni, ger Innlendismálaráðið ikki meira við málið, men væntar, at løgreglan, sum rætti myndugleiki, tekur sær av málinum.

Til nr. 7.
Eg meti ikki, at tað er nøktandi, at myndugleikin ikki hevur heimild til at lata gørnini draga fyri eigarans rokning. 

Fyri at kunna draga gørnini fyri eigarans rokning, er neyðugt at hava greiða heimild. Eg ætli mær at leggja uppskot fyri Løgtingið fyri at fáa slíka heimild í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.




Jacob Vestergaard

landsstýrismaður

svar frá Johan Dahl viðv. "Anitu"

Svar

uppá

fyrispurning frá Gunnvør Balle, løgtingskvinnu, í løgtingsmáli nr. S-49/2013, viðvíkjandi
“Anitu”

Spurningurin var soljóðandi:

1. Hví gav Sjóvinnustýrið ikki Anitu siglingarbann eftir vanlukkuna umborð á Anitu, tá § 33 í lóg
um trygd á sjónum heimilar Sjóvinnustýrinum hesum?
2. Er landsstýrismaðurin samdur við niðurstøðuna hjá Sjóvinnustýrinum?
3. Metir landsstýrismaðurin at trygdin hevur verið í lagi umborð á Anitu?
4. Hvat ger landsstýrismaðurin við, at arbeiðsloyvini hjá manningini umborð á Anitu ikki vóru í
lagi?
5. Hóast Sjóvinnustýrið alment frásigur sær at fremja eftirlit við útlendskari manning, hevur
Sjóvinnustýrið so ikki generella skyldu at fremja eftirlit við, at skip undir føroyskum flaggi í
føroyskum sjógvi lúka krøvini um trygd umborð, og at umstøðurnar hjá manningini annars eru í
samsvari við treytir/krøv í altjóða sáttmálum/ásetingum?
6. Er nakar myndugleiki, ið tryggjar, at manningin fær sína hýru fyri túrin, aftaná at teir eru
heimfarnir?
7. Í mars í 2013 meldaði Fiskimannafelagið Anitu til ymsar myndugleikar, m.a Vinnumálaráðið,
hvat hevur ráðið svarað felagnum?
8. Eru nøkur viðurskifti viðvíkjandi Anitu, sum landsstýrismaðurin ikki heldur kunnu góðtakast,
um so er, hvørji eru hesi, og hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við júst hetta málið og fyri at
fyribyrgja, at hesi ikki henda aftur?


Svar:


Til nr. 1
Í ítøkiliga førinum við Anitu vóru fortreytirnar fyri at seta siglingarbann ikki mettar at vera til
staðar. Sjóvinnustýrið kann við heimild í § 33 í løgtingslóg um trygd á sjónum seta einum skipi
siglingarbann, um skipið er fongt við brekum, ella tað eru aðrar umstøður, ið kunnu seta lív og
heilsu í vanda hjá teimum umborð. Upplýsingarnar, sum komu fram beint eftir vanlukkuna, bendu á
eitt arbeiðsóhapp, og ongar ábendingar vóru um, at nakað var galið við sjálvum skipinum, ella at lív
ella heilsa hjá manningini annars var í vanda. Eitt siglingarbann er eitt hitt mest inntrívandi átakið
mótvegis einum skipi, og tí setir lóggávan eisini strong krøv til fortreytirnar fyri at seta
siglingarbann. Leikluturin hjá Sjóvinnustýrinum sum kanningarmyndugleiki í sambandi við
vanlukkur á sjónum og reglurnar í sjólógini um sjófrágreiðing góvu heldur ikki Sjóvinnustýrinum
haldgott grundarlag fyri at kalla skipið til lands alt fyri eitt.

Til nr. 2 / 3
Ja, eg eri samdur við metingini hjá Sjóvinnustýrinum. Tað er ikki heimild hjá Sjóvinnustýrinum at
seta siglingarbann, uttan so, at mett verður, at skipið er í so óforsvarligum standi tøkniliga ella
trygdarliga, at tað er til vanda fyri manningina. Eg havi fingið upplýst, at tann 16. januar 2014, tað
vil siga einans tríggjar vikur áðrenn vanlukkuna, er skipið sýnað av “klassanum”, og tá var ongin
serlig viðmerking um standin á skipinum.

Sjóvinnustýrið viðger málið sum eina arbeiðsvanlukku, og sum í hesum føri tíverri hevur verið
atvoldin til, at ein persónur hevur mist lív.

Reglurnar í sjólógini um sjófrágreiðingina áseta, at skiparin “snarest muligt” og í seinasta lagi tveir
dagar eftir, at skipið er komið til lands, skal biðja um sjófrágreiðing um vanlukkuna. Ábyrgdin av
hesum liggur ikki hjá Sjóvinnustýrinum, men tað áliggur reiðaranum, ella í fyrstu atløgu,
skiparanum at meta um, nær hann skal fara til lands við skipinum.

Til nr. 3
Eftirlitsvitjanir umborð á Anitu eftir vanlukkuna vístu ymiskar manglar við trygdarvenjingum,
skrásetingum o.ø. Eftirlitsvitjaninar hava tó ikki staðfest teknisk brek við sjálvum skipinum, sum
kunnu sigast at vera orsøkin til vanlukkuna, tá ein maður fór fyri borð. Viðmerkjast skal tó, at
Sjóvinnustýrið ikki er liðugt við sínar kanningar enn.

Til nr. 4
Útlendingamál er ikki yvirtikið málsøki sambært lóg nr. 79. frá 12. mai 2005 um máls og málsøki
føroyskar myndugleika at yvirtaka (yvirtøkulógin). Tað er sostatt ríkismyndugleikarnir, sum umsita
málsøkið. Leikluturin hjá føroyskum myndugleikum er avmarkaður til at ummæla umsóknir um
arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Tá ið tað kom fram, at manningin umborð á Anitu ikki hevði
neyðug arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, tóku donsku útlendingamyndugleikarnir avgerð um
at senda teir av landinum, sum er vanlig mannagongd í slíkum málum.

Til nr. 5
Sjóvinnustýrið frásigur sær ikki at fremja eftirlit við útlendskari manning innan tey
myndugleikaøki, sum Sjóvinnustýrið umsitur, eins og Sjóvinnustýrið sum myndugleiki ikki ger
mun á, um eitt skip er mannað við føroyingum ella útlendingum. Sum hjá flestu føroysku almennu
stovnum er arbeiðsøkið hjá Sjóvinnustýrinum stórt og víttfevnandi, og neyðugt er áhaldandi at
raðfesta uppgávurnar í mun til arbeiðsorkuna.

Til nr. 6
Nei, tað er eingin almennur myndugleiki sum tryggjar, at manning á fiskiskipum fær sína hýru fyri
túrin aftaná at teir eru heimfarnir.

Til nr. 7
Fyrispurningurin er nágreinaður til, at talan er um eitt mál, sum hevur verið hjá
Innlendismálaráðnum, sum varaði av Útlendingastovuni í mars 2013. Og upplýst er, at
Fiskimannafelagið einans hevur fingið ta svar frá Útlendingastovuni, at málið er móttikið.

Eg havi vent mær til Útlendingastovuna hesum víðvíkjandi og har havi eg fingið upplýst, at
Fiskimannafelagið tann 6. mars 2013 hevur sent fyrispurning um ólógliga arbeiðsmegi umborð á
Anitu. Og at Útlendingastovan tann 7. mars 2013 hevur svarað “...at Útlendingastovan sum / 3
hoyringsmyndugleiki viðger umsóknir um uppihalds- og arbeiðsloyvi, meðan eftirfylgjandi eftirlit
við útlendskari arbeiðsmegi hoyrir undir málsøkið hjá politinum.

Tú (t.e. Fiskimannafelagið) eigur sostatt at venda tær til politiið við hesum upplýsingum.”

Til nr. 8
Eg kann sjálvsagt einans svara fyri mítt egna málsøki, og har meti eg ikki, at tað eru nøkur
viðurskifti sum ikki kunnu góðtakast. Eg harmist sjálvsagt, at ein arbeiðsvanlukka á føroyskum
fiskiskipi hevur kraft eitt mannalív, sum í hesum føri umborð á Anitu. Hinvegin er tað skiparin sum
hevur evstu ábyrgdina og leiðsluna umborð á skipinum og sum eisini áður upplýst, reiðarin ella
skiparin, sum høvdu avgerðarrætt um at skipið skuldi sigla til lands. Sjóvinnustýrið hevði ikki orsøk
at meta, at skipið var fongt við brekum ella tað eru aðrar umstøður, ið kunnu seta lív og heilsu í
vanda hjá teimum umborð og harvið kunna seta siglingarbann til Anitu.



Johan Dahl
landsstýrismaður

Svar frá Bjørn K um at framskunda játtan til Marknagilsdepilin

Til 1: Higartil hevur ivaleysa stór játtan verið tøk til byggingina av skúladeplinum í Marknagili. Ongantíð hevur øll játtanin verið nýtt. Peningur hevur verið støðlaður á hvørjum ári síðan 2008 og fluttur um ár. Sama støða var eisini galdandi um ársskiftið 2013 – 2014.

Nú ferð er sett á byggingina av skúladeplinum í Marknagili, hevur Landsverk kunnað Mentamálaráðið um, at tað eftir teirra metingum verður neyðugt við størri játtan til byggingina í 2015 enn tað, sum er sett av á langtíðaríløguætlanini í fíggjarkørmunum hjá landsstýrinum og á fíggjarlógini, sum er samtykt í Løgtinginum.

Í Mentamálaráðnum hava vit tikið hesa støðu til eftirtektar, og hava eg tí eisini kunnað landsstýrið og Løgtingið um støðuna.

Um tað verður neyðugt at flyta játtan fram frá játtanini í 2016 til 2015, ella hvussu stóra upphædd talan verður um, um tað gerst neyðugt, eri eg kortini ikki sannførdur um enn, tí higartil hava umbønirnar um játtan hjá Landsverki og rætti tørvurin á peningi sum sagt ikki samsvarað neyvt.

Leggjast skal tó afturat, at nú ferð er sett á byggingina, og sáttmálar verða undirskrivaðir við arbeiðstakarar um arbeiðstøkur, er meira sannlíkt, at lættari verður hjá Landsverki at meta neyvari um játtanartørvin. Tí fylgja vit neyvt við gongdini og  fara eisini um neyðugt at skjóta upp fyri landsstýri og Løgtingi, at neyðuga játtanin verður fingin til vega, um tørvur verður á hesum. Tí tað er umráðandi, at býtið av játtan yvir ár ikki verður orsøk til seinkingar og harvið eisini dýrka byggiverkætlanina.

Í fíggjarkørmunum fyri 2015 eru ikki neyvar ásetingar um, hvussu nógvur peningur verður játtaður til skúladepilin í Marknagili, men Mentamálaráðið hevur ávísa upphædd til íløgur. Harafturat er samlaða íløgujáttanin hjá landinum  um 300 mió. kr. umframt støðlaðar játtanir frá árunum fyri.

Við hesum í huga og av royndum undanfarin ár, tá hugsað verður um tørvsmetingar og veruliga nýtslu av íløgujáttanum seinastu nógvu árini, eru vónirnar góðar um, at samgongan við umraðfestingum og tillagingum kann tryggja, at neyðugi peningurin verður tøkur til byggingina av marknagilsverkætlanini.

Tað, sum hevur týdning, er, at peningur verður játtaður til røttu tíðina í mun til teir sáttmálar, sum verða gjørdir við arbeiðstakarar um ávísar arbeiðstøkur og í mun til, nær arbeiðstøkurnar eru liðugt bygdar.

Til 2: Arbeitt verður eftir einari tíðarætlan, sum staðfestir, at skúlin skal standa liðugur á sumri 2016.

Til 3: Tað fyriliggja ongar ætlanir í Mentamálaráðnum um at broyta tíðarætlan. Ætlanin er tí, sum fyrr upplýst,  at skúlin skal standa liðugur á sumri 2016.

Viðvíkjandi fíggingarmøguleikum verður arbeitt við at útvega játtan á fíggjarlógini, sum Løgtingið samtykkir. Alternativum fíggingarhættum við lántøku o.ø. verður ikki arbeitt við.

Til 4: Landsverk upplýsir, at meirkostnaðurin, sum stendst av eini møguligari seinking í tíðarætlanini á eitt ár, liggur um 20 mió. kr.

Harafturat fara aðrar útreiðslur eisini at standast av, at gomlu skúlarnir skulu haldast opnir longri. Hesin møguligi eykakostnaður er tó ikki neyvt uppgjørdur, tí tað, sum sagt ikki fyriliggja ætlanir um, at byggingin skal draga út.

Til 5: Játtanin í fíggjarkørmunum  á tilsamans 515 mió. kr. samsvarar við samalaðu upphæddina, sum Landsverk hevur upplýst, at skúlin fer at kosta við innbúgvi. Býtið av játtanini yvir ár, sum Landsverk hevur mett, samsvarar tó ikki heilt við býtið av játtanunum í langtíðaríløgukørmunum. Serliga er tað sambært Landsverk tørvur á størri játtan í 2015, enn fíggjarkarmarnir áseta. Avbjóðingin verður tí í samstarvi við allar partar  neyvt at finna fram til játtanartørvin og síðan tryggja, at neyðug játtan verður tøk.

Sum greitt frá omanfyri, verður fylgt við gongdini, og um neyðugt fari eg at skjóta upp fyri landsstýri og Løgtingi at laga býtið av samlaðu játtanini, sum er tøk til veruliga tørvin.


Til 6: Sambært teimum upplýsingum, sum fyriliggja frá Landsverki, gongur byggingin eftir ætlan, og bæði  tíðarætlan og kostnaðarætlan halda sum er.

tirsdag den 22. april 2014

Fyrispurningur um framskundan av íløgujáttan til Marknagilsdepilin, settur Bjørn kalsø


Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

1.     Er ætlanin at framskunda 100 mió. kr. av íløgujáttanini til Marknagilsdepilin frá 2016 til 2015, fyri at hann kann verða klárur at taka í nýtslu í 2016?
1.     Um ja, skulu fíggjarkarmarnir fyri 2015 broytast samsvarandi?
2.     Um nei, nær verður Marknagilsdepilin so tikin í nýtslu?
3.     Verður arbeitt við alternativum fíggingarætlanum fyri at halda tíðarætlanina?
4.     Hvør er meirkostnaðurin av at útseta verkætlanina frá 2016 til 2017?
5.     Hvørjar umstøður ella fortreytir eru broyttar, sum gera, at Landsverk kemur við hesum ynski nú, ístaðin fyri at íløgutørvurin var mettur rætt frá byrjan?
6.     Heldur byggiætlanin tíðarætlanina higartil, og gongst sum heild eftir ætlan?

Viðmerkingar
Landsverk hevur upplýst, at í sambandi við íløguna í nýggjan Marknagilsdepil, ið skal húsa Studentaskúla, Tekniska Skúla og Handilsskúlanum, er neyðugt at framskunda um 100 mió. kr., ið skuldu nýtast í 2016 sambært langtíðaríløguætlan landsstýrisins, til 2015.

Landsverk sigur, at brúk verður fyri, at játtanin til skúlan verður býtt øðrvísi millum árini, enn lagt er upp til. Ætlanin er, at Marknagilsdepilin skal verða klárur at taka í nýtslu við skúlaárs­byrjan á sumri í 2016. Men hetta sama árið standa 168 millliónir til byggingina, og tað er ov seint, heldur Landsverk. Brúk verður fyri einum stórum parti av pengunum árið fyri.

Landsverk hevur gjørt vart við støðuna og hevur boðað Mentamálaráðnum og Fíggjarmála­ráðnum frá, at brúk verður fyri millum 90 og 100 av teimum 168 milliónunum longu komandi ár. Verða pengarnir ikki tøkir fyrr enn í 2016, er vandi fyri, at tað kann seinka byggingini soleiðis, at tað IKKI ber til at taka skúlan í nýtslu fyrr enn í 2017, sigur Landsverk.

Peningur er settur av til alla verkætlanina, so spurningurin er bert um, at neyðugt er at flyta ein part av játtanini longur fram. Í fíggjarkørmunum fyri 2015 sæst tó, at landsstýrið ikki hevur valt at flyta part av játtanini fram.

Tað, at landsstýrið hevur valt ikki at flyta part av játtanini eitt ár fram, reisir nógvar spurningar um, nær depilin so verður klárur, og hvussu nógv dýrari samlaða verkætlanin verður. Bæði útreiðslur av at vera verandi í teimum trimum gomlu skúlunum eitt ár aftrat, og av at byggingin skal hálast longur út.

Á Løgtingi, 8. apríl 2014

Gunvør Balle


tirsdag den 8. april 2014

8 spurningar um "Anitu" settir Johan Dahl

Gunvør Balle
løgtingsmaður



Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um “Anitu”, settur Johan Dahl, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1.      Hví gav Sjóvinnustýrið ikki Anitu siglingarbann eftir vanlukkuna umborð á Anitu, tá  § 33 í lóg um trygd á sjónum heimilar Sjóvinnustýrinum hesum?
2.      Er landsstýrismaðurin samdur við niðurstøðuna hjá Sjóvinnustýrinum?
3.      Metir landsstýrismaðurin at trygdin hevur verið í lagi umborð á Anitu?
4.      Hvat ger landsstýrismaðurin við, at arbeiðsloyvini hjá manningini umborð á Anitu ikki vóru í lagi?
5.      Hóast Sjóvinnustýrið alment frásigur sær at fremja eftirlit við útlendskari manning, hevur Sjóvinnustýrið so ikki generella skyldu at fremja eftirlit við, at skip undir føroyskum flaggi í føroyskum sjógvi lúka krøvini um trygd umborð, og at umstøðurnar hjá manningini annars eru í samsvari við treytir/krøv í altjóða sáttmálum/ásetingum?
6.      Er nakar myndugleiki, ið tryggjar, at manningin fær sína hýru fyri túrin, aftaná at teir eru heimfarnir?
7.      Í mars í 2013 meldaði Fiskimannafelagið Anitu til ymsar myndugleikar, m.a Vinnumálaráðið, hvat hevur ráðið svarað felagnum?
8.      Eru nøkur viðurskifti viðvíkjandi Anitu, sum landsstýrismaðurin ikki heldur kunnu góðtakast, um so er, hvørji eru hesi, og hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við júst hetta málið og fyri at fyribyrgja, at hesi ikki henda aftur?

Viðmerkingar:
Føroysk reiðarí eru seinnu árini farin at virka alt meira í altjóða sjóvinnu og tí ábyrgdar málið við Anitu føroyskar myndugleikar í einum altjóða høpi. Eitt álvarsmál sum Anita vísir á fleiri prinsippmál fyri eina sjóvinnutjóð sum Føroyar, og tað krevst, at avvarðandi myndugleikar taka sína uppgávu upp á seg. Bæði viðvíkjandi tí at seta neyðug tiltøk í verk, tá talan sum her er um deyðsfall og somuleiðis at vísa ábyrgdar­fult fiskarí og syrgja fyri at gørnini beinavegin verða tikin inn.

Yvirskipaði spurningurin til myndugleikarnar eftir Anitu-málið er, hvussu kunnu vit vísa í verki, at vit eru ein ábyrgdarfull fiskivinnutjóð. Taka vit avleiðingarnar og stramma lóggávu oa., sum krevst, tá slík mál sum Anita eftir øllum at døma avdúka alskyns brot á lóggávu og vánaligan atburð og hugburð sum heild - bæði móti fólki og tilfeingi? Ella lata vit standa til.

Syrgilig deyðsvanlukka hendi umborð á garnaskipinum Anitu, tá ein maður sló út tann 11. februar í ár. Kortini valdi skiparin og reiðarin ikki at sigla inn, men at halda fram við at fiska. Ikki fyrr enn nærum tvær vikur seinni kom skipið til lands. Eitt skip er eitt arbeiðspláss, og starvsfólk umborð á skipum eiga ikki hava verri sømdir, tá tað ræður um trygg arbeiðsviðurskifti og eftirkanning av arbeiðsóhappum, enn starvsfólk á arbeiðsplássum á landi.

Kapittul 7, § 33 í lóg um trygd á sjónum er soljóðandi:
"Sjóvinnustýrið kann seta skipinum siglingarbann, er tað fongt við brekum, ella eru aðrar umstøður, ið kunnu seta lív ella heilsu hjá teimum, ið eru umborð, í vanda."

Sendingin “Anita” og alt, sum er komið fram um viðurskiftini rundan um skipið aftaná, hava vakt vreiði og skelk millum fólk: Umstøðurnar umborð, trygdin, ógreiða ábyrgdarbýti millum yvirmenninar, arbeiðs- og lønarviðurskiftini hjá manningini og óvissan um manningin fekk nakra hýru eftir, at teir vóru sendir av landinum. Alt hetta eru álvarslig viðurskifti, sum fingu allar føroyingar at kenna seg illa við og lítið ernar av okkara umdømi sum fiskivinnutjóð. Og mong mundu øtast, tá skipið ikki beinan­vegin eftir vanlukkuna sjálvboðið sigldi inn, og tá avvarðandi myndugleiki heldur ikki kravdi skipið til lands. Bæði av menniskjansligum ávum, men eisini fyri at tryggja eitt dygdargott kanningararbeiði av vanlukkuni.

Fiskimannafelagið hevur leingi roynt at gjørt vart við, at alt ruggaði ikki rætt umborð á Anitu, og  meldaði reiðaríið í mars 2013 til ymsar myndugleikar uttan at hava fingið svar. Nú meldaði Fiskimannafelagið aftur fyri at brúka útlendska arbeiðsmegi uttan arbeiðsloyvi til at landa í Føroyum. Tað endaði við, at manningin varð send av landinum, tí útlendingarnir høvdu ikki neyðug arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

Kunnu vit liva við at so nógvir ivaspurningar verða reistir, sum í hesum málinum? Okkara umdømi sum fiskivinnutjóð er sett í veð, skjótt er at bróta niður, nógv tyngri at byggja slíkt álit uppaftur. Vit mugu taka ábyrgd og rudda upp í ógreiðum viður­skiftum, so vit aftur kunnu vera errin av at kalla okkum fiskivinnutjóð.


Á Løgtingi,  8. apríl 2014


Gunvør Balle

7 spurningar um "Anitu" settir Jacob Vestergaard

Gunvør Balle
løgtingskvinna



Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um “Anitu”, settur , Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1.      Hví vórðu stig ikki tikin til at fáa reiðaríið hjá Anitu at taka gørnini inn fyrr?
2.      Hevði Anita fingið undantaksloyvi at lata gørnini standa longri enn teir 72 tímarnar, sum sambært lógini er longsta tíð, tey kunnu standa?
3.      Um ikki, er tað so at meta sum ólógligur fiskiskapur, tá skipið brýtur hesa áseting?
4.      Um svarið upp á spurning 3 er ja, hví sigur Fiskiveiðieftirlitið so, at teir ikki hava mandat at seta reiðarínum krøv um at draga gørnini, ella at fáa annað skip at draga gørnini upp á rokning hjá reiðarínum hjá Anitu?
5.      Fær tað nakrar avleiðingar (fyri avvarðandi myndugleika ella reiðaríið), at gørnini hava staðið so leingi úti?
6.      Í mars í 2013 meldaði Fiskimannafelagið Anitu til ymsar myndugleikar, m.a Fiski­málaráðið, hvat hevur ráðið svarað felagnum?
7.      Eru nøkur viðurskifti viðv. Anitu, sum landsstýrismaðurin ikki heldur kunnu góðtakast, um so er, hvørji eru hesi, og hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at fyribyrgja at hesi ikki henda aftur?

Viðmerkingar:
Føroysk reiðarí eru seinnu árini farin at virka alt meira í altjóða sjóvinnu og tí ábyrgdar málið við Anitu okkara myndugleikar í einum altjóða høpi. Eitt álvarsmál sum Anita vísir á fleiri prinsippmál fyri eina sjóvinnutjóð sum Føroyar, og tað krevst, at avvarðandi myndugleikar taka sína uppgávu í fullum álvara. Bæði viðv. tí at seta neyðug tiltøk í verk tá talan sum her er um deyðsfall og somuleiðis at vísa ábyrgdarfult fiskarí og í hesum føri syrgja fyri, at gørnini beinanvegin verða tikin inn.

Yvirskipaði spurningurin til myndugleikarnar eftir Anitu-málið er, hvussu kunnu vit vísa í verki, at vit eru ein ábyrgdarfull fiskivinnutjóð. Taka vit avleiðingarnar og stramma lóggávu o.a., sum krevst, tá slík mál sum Anita eftir øllum at døma  avdúka alskyns brot á lóggávu og vánaligan atburð og hugburð sum heild - bæði móti fólki og tilfeingi? Ella lata vit standa til.

Syrgilig deyðsvanlukka hendi umborð á garnaskipinum Anitu, tá ein maður sló út tann 11. februar í ár. Kortini valdi skiparin og reiðarin at halda fram við at fiska, og skipið kom ikki til lands  fyrr enn nærum tvær vikur seinni, tá sjóforhoyr skuldi vera. Ikki fyrr enn 4. apríl frættist, at Anita er farin at taka gørnini upp, meir enn ein mánað eftir, at tey vórðu sett. Í kunngerðini um garnaveiðu er ásett, at tá fiskifør fara inn at avreiða, og gørnini standa úti, skulu ikki ganga meiri enn 72 tímar, til skipið aftur er á fiskileið og fer at draga. Í Føroyum hava vit eisini bann móti útblaking og sjálvt um her ikki er talan um beinleiðis útblaking, er úrslitið tað sama. Her er talan um stóra mongd av fiski, ið verður veiddur uttan at koma til høldar.

Tað er heilt ørkymlandi, at fúti, Fiskiveiðieftirlitið og Fiskimálaráðið lata standa til, tá tað er mangt, sum bendir á, at brot er á lógina, og at eingin myndugleiki við teimum heimildum, sum lógin gevur, ger nakað við hetta málið.

Kjartan Hoydal sigur í blaðgrein, at -”Hetta er ein umhvørvisgøla av teimum stóru og kann, sum so nógv annað í málinum um Anitu, raka Føroyar hart”. Hann vísir á, at um gørnini ikki verða røkt, sum tey skulu, ella mist,  fiska tey framvegis, og úrslitið er, at fiskurin rotnar í gørnunum og fer fyri skeyti. Kjartan Hoydal vísir á, at hetta er orsøkin til, at Føroyar í NEAFC hava verið við til at banna gørnum í altjóða sjógvi. “Vit skulu ikki gloyma, at umhvørvisfelagsskapir eru líka ágangandi móti veiðu á djúphavinum, sum móti grindadrápi”. 

Fiskimannafelagið hevur leingi roynt at gjørt vart við, at alt ruggaði ikki rætt umborð á Anitu, og  meldaði reiðaríið í mars 2013 til ymsar myndugleikar uttan at hava fingið svar. Nú meldaði Fiskimannafelagið aftur fyri at brúka útlendska arbeiðsmegi uttan arbeiðsloyvi til at landa í Føroyum. Tað endaði við, at manningin varð send av landinum, tí útlendingarnir høvdu ikki neyðug arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

Kunnu vit liva við, at so nógvir ivaspurningar verða reistir, sum í hesum málinum? Okkara umdømi sum fiskivinnutjóð er sett í veð, skjótt er at bróta niður, men nógv tyngri er at byggja slíkt álit uppaftur. Vit mugu taka ábyrgd og rudda upp í ógreiðum viðurskiftum so vit aftur kunnu vera errin av at kalla okkum fiskivinnutjóð.


Á Løgtingi,  8. apríl 2014


Gunvør Balle

5 spurningar um "Anitu" settir Jørgen Niclasen

Gunvør Balle
løgtingskvinna



Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um “Anitu”, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1.      Hvussu eru skattaviðurskiftini hjá manningini á Anitu og øðrum skipum, sum virka undir somu skipan?
2.      Hvør tekur sær av lønarviðurskiftunum hjá manningini?
3.      Hvør hevur ábyrgdina av, at skatturin verður goldin?
4.      Hvussu fer skattingin fram tá útlendsk arbeiðsmegi er á føroyskum skipum?
5.      Er nakar eftirlitsmyndugleiki sum kann tryggja, at manningin fær sína hýru?

Viðmerkingar:
Føroysk reiðarí eru seinnu árini farin at virka alt meira í altjóða sjóvinnu, og tí ábyrgdar málið við Anitu føroyskar myndugleikar í einum altjóða høpi. Eitt álvarsmál sum Anita vísir á fleiri prinsippmál fyri eina sjóvinnutjóð sum Føroyar, og tað krevst, at avvarðandi myndugleikar taka sína uppgávu upp á seg. Bæði viðvíkjandi tí at seta neyðug tiltøk í verk, tá talan sum her er um deyðsfall, viðvíkjandi lønarviðurskiftum og somuleiðis at vísa ábyrgdarfult fiskarí.

Yvirskipaði spurningurin til myndugleikarnar eftir Anitu-málið er, hvussu kunnu vit vísa í verki, at vit eru ein ábyrgdarfull fiskivinnutjóð. Taka vit avleiðingarnar og stramma lóggávu o.a., sum krevst, tá slík mál sum Anita eftir øllum at døma avdúka alskyns brot á lóggávu og vánaligan atburð og hugburð sum heild - bæði móti fólki og tilfeingi? Ella lata vit standa til.

Sendingin “Anita”, og alt sum er komið fram um viðurskiftini rundan um skipið aftaná, hava vakt vreiði og skelk millum fólk: Umstøðurnar umborð, trygdin, ógreiða ábyrgdarbýti millum yvirmenninar, arbeiðs- og lønarviðurskiftini hjá manningini og óvissan, um manningin fekk nakra hýru, eftir at teir vóru sendir av landinum. Alt hetta eru álvarslig viðurskifti, sum fekk allar føroyingar at kenna seg illa við og lítið ernar av okkara umdømi sum fiskivinnutjóð. Og mong mundu øtast, tá skipið ikki beinanvegin eftir vanlukkuna sjálvboðið sigldi inn, og tá avvarðandi myndugleiki heldur ikki kravdi skipið til lands. Bæði av menniskjansligum ávum, men eisini fyri at tryggja eitt dygdargott kanningararbeiði av vanlukkuni.

Fiskimannafelagið hevur leingi roynt at gjørt vart við, at alt ruggaði ikki rætt umborð á Anitu, og meldaði reiðaríið í mars 2013 til ymsar myndugleikar uttan at hava fingið svar. Nú meldaði Fiskimannafelagið aftur fyri at brúka útlendska arbeiðsmegi uttan arbeiðsloyvi til at landa í Føroyum. Tað endaði við, at manningin varð send av landinum, tí útlendingarnir høvdu ikki neyðug arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Sum skilst, var manningin sera bangin, um tey fóru at fáa sína hýru útgoldna, og enn vita vit ikki, um reiðaríið hevur livað upp til sínar skyldur.

Kunnu vit liva við, at so nógvir ivaspurningar verða reistir sum í hesum málinum? Okkara umdømi sum fiskivinnutjóð er sett í veð, skjótt er at bróta niður, nógv tyngri er at byggja slíkt álit uppaftur. Vit mugu taka ábyrgd og rudda upp í ógreiðum viðurskiftum, so vit aftur kunnu vera errin av at kalla okkum fiskivinnutjóð.


Á Løgtingi, 8. apríl 2014


Gunvør Balle

onsdag den 2. april 2014

Er klassiska studentsprógvið í vanda?



Í nýggju miðnámsskúlaskipanini er enskt krav á øllum breytum, men kravið um danskt er slept. Tó vísir tað seg, at næmingar velja danskt sum einasta fremmandamál og týskt, spanskt, franskt og latín verða vald frá. Úrslitið verður sjálvsagt, at vit fáa studentar við skerdum málsligum førleikum og harvið fátækari mentanarligum førningi. Men ger tað nakað? Hava vit gjørt okkum heilt greitt, hvussu vit halda, at ein studentur skal vera útgjørdur tá hann fer víðari út í lívið?

Nýggja miðnámsskúlaskipanin við breytaskipan varð sett í verk á heysti 2013, men nógvir spurningar verða longu settir um hvussu hon nú kemur at virka og hvørjir avleiðingarnir verða fyri fakliga støðið. Serliga er tað støðan hjá málsligu fakunum sum hevur elvt til kjak og ótryggleika millum lærarar í føroyskum, donskum og fremmandamálum. Tað valdar eisini stór óvissa um hvørja ávirkan tað fer at fáa á støðið hjá næmingunum at mongdini av skrivligum innlatingum er nógv broytt og minkað.

Tí setti eg landsstýrismanninum ymsar fyrispurningar um nýggju miðnámsskúlaskipanina fyri at fáa kjak um møgulig vandamál við hesi stóru nýskipan. Mìtt tilmæli er, at vit beinavegin eiga at seta ein fylgibólk, sum fylgir við hvussu nýggja skipanin virkar. Landsstýrismaðurin var ikki samdur og heldur ikki tað er neyðugt at byrja at eftirmeta nýggju skipanina fyrrenn í 2016 tá fyrstu pisurnar verða floygdar. Fyri mong, sum undirvísa til dagligt, virkar tað sum er sett í verk rættiliga leyst og illa gjøgnumhugsað og mong bera ótta fyri samlaða fakliga førleikanum. Tí hevði arbeiðið hjá einum fylgibólki givið okkum møguleikan at steðga á, áðrenn okkurt møguliga gongur galið.

Nýggja miðnámsskúlaskipanin skuldi eitast at vera ein føroyskur miðnámskúlareformur - okkara egna skipan. Tað er ikki eyðsæð hvar tann føroyska hugsjónin sæst aftur og hvussu vit hava skraddaraseymað okkara egnu skipan í mun til okkara samfelag. Føroyskt-lærarar síggja, at  føroyskt ikki fer at hava tað lætt, hvørki við tí hugburði, sum er til føroyskt í skipanini og tí økta útlendska tilfarinum, sum næmingarnir brúka í sambandi við skúlan.

Næmingurin fær nú nógv minnið frálæru gjøgnum skrivliga rættaðar uppgávur, bæði tí at tær skrivligu uppgávurnar eru fækkaðar, men eisini tí at tíðin til rætting er minni. Sum skilst, er ætlanin at leggja upp fyri færri innlatingum við at næmingar nú skulu skriva í øllum lærugreinum. Tvs. at næmingar skulu framleiða skrivligan tekst í t.d. støddfrøði, alisfrøði, lívfrøði o.s.fr. og hetta skal vera við í samlaða "pakkanum", sum eitur skrivligur førleiki. Trupulleikin er her, at føroyskførleikin hjá nógvum faklærararum ikki er serliga góður og tí er ivasamt hvussu nógv klípi fakliga skrivingin leggur afturat tí samlaða skriviførleikanum í føroyskum. M.a. tí ávaraðu føroysklærarar ímóti, at føroyskt varð skert, um ikki í pultstímum so í næmingatíð.

So hugsi eg eisini um støðuna hjá donskum. Er læran ikki, at danskt eigur at bólkast fyri seg? - Ikki móðurmál, men heldur ikki fremmandamál. Eftir at danskt er skilgreinað sum fremmandamál, velja næmingar danskt sum einasta fremmandamál, tí tað er sjálvsagt tað lættasta. Ein avleiðing er, at tað er vorðið torført at skipa flokkar í hinum fremmanda- málunum (vegna vantandi næmingatal) og hetta kann ikki merkja annað, enn at vit fáa studentar, ið ikki duga fremmandamál.

Fyri føroyingar er fremmandmál ein av okkara stóru styrkjum, tí eiga vit at vera sera varin við at skerja her og spurningur kann kanska fara at setast við tað alment mentandi studentsprógvið. Tì gjøgnum málundirvísing lærir tú ikki bert eitt nýtt mál, men fært eisini innlit í eina heila heimsmentan og júst her liggur lykilin til almenna mentan. Vinnulívið í grannalondunum rópar eftir fólki við málsligum førleika. Øll duga enskt, tí er tað onnur mál, ið eftirspurningur er eftir. Frammandan er latín og fornaldarfrøði burtur og harvið stórur partur av tí klassiska grundarlagnum, og missa vit nú eisini burturav fremmandamálunum eri eg stórliga bangin fyri, at vit hava skotið okkum í fótin. Eg haldi, at landsins myndugleikar eiga at taka hesar spurningar í størsta álvara og longu nú - td gjøgnum fylgibólkar - halda eitt vakið eyga við hvørjar førleikar næmingarnir fáa og hvørjar teir missa við nýggju skipanini. Og so eiga vit at tora at rætta inn og broyta kósina, um vit síggja at vit missa meir enn vit vinna.

Ein næmingur, sum 16 ára gamal, byrjar eina gymnasiala miðnámsútbúgving hevur sjáldan  valt eina fakliga spesialisering fyri lívið. Tí er tað almennandi innihaldið í útbúgvingini ein týdningarmikil førningur at hava við sær og breytavalið má tí ikki verða ein avmarking av møguleikunum hjá næminginum at velja sær hægri útbúgving.

Gunvør Balle,
tingkvinna fyri Tjóðveldi
1. apríl 2014