søndag den 28. juni 2015

TÍÐARGREIN Set fólkaheilsu í brennidepilin í heilsupolitikkinum



Hugsa tær eitt illa dálkað vatn, har einki lív trívist, hvørki í ella rundan um. Flest okkara ivast ikki í hvussu best er at fara fram. Vit finna dálkingarkeldurnar og steðga teimum, vit reinsa, lata frískt vatn sleppa framat, so ein sunn javnvág endurskapast og vøkstur og lív aftur kann trívast í og kring vatnið.

Tá ið eitt menniskja verður sjúkt, er tilgongdin hinvegin ein heilt onnur. Løgið, - tí vit eru eins nógv náttúra sum náttúran sjálv. Men tá tað snýr seg um at endurskapa eina góða heilsu hjá okkum menniskjum, spyrja vit ikki hví vit gerast sjúk, hvør orsøkin er, ella um lívsstílur kann vera ein frágreiðing. Vit spyrja “bara” hvat er galið og hvussu kunnu vit viðgera. Og alt gott um tað. Av vana fara vit undir at “viðgera” sjúkuna við heilivági. Um vit brúktu sama framferðarhátt við vatninum, skuldu vit farið við tangabilum og stoytt heilivág í vatnið. Tí er tað ikki løgið, at nógvar sjúkur ikki verða grøddar við heilivágs-viðgerð, men bara hildnar niðri. Og ei heldur er tað løgið, at kroppurin spakuliga tekur skaða av, at verða fyltur við heilivági ár undan ári. Sigast skal, at í nógvum føri er viðgerð við heilivági sjálvsagt tann einasta rætta. Men tá tað kemur til lívsstíls- ella sonevndu vælferðarsjúkurnar - er broyting í livihátti alneyðug um heilsan skal batna.

Dansk forebyggelseskommision sigur í frágreiðing frá 2009, at 40% av øllum sjúkum, ið heilsuverkið viðger, stava frá lívsstíli. Ein nýggj frágreiðing vísir, at heimsfevnandi útreiðslurnar til krabbameins heilivág vóru 656 mia DKK í 2014, hetta var ein vøkstur uppá 10,3% frá 2013 til 2014. Serfrøðingar meta, at við hesari ferð fara útreiðslur til krabbameins heilivág at vaksa til 965 mia USD í 2018. Bæði menniskjalív og milliardir kunnu sparast við at forða fyri lívsstíls krabbameini og smbrt. WHO ber til at fyribyrgja uml. einum triðingi av krabbameinssjúkum. The American Institute for Cancer Research staðfestir somuleiðis, at heilsugóður kostur og sunnur lívsstílur kann fyribyrgja uml. 340.000 krabbameins tilburðum um árið.

Tað er tankavekjandi, at vit hava hendan hugburð til heilsu og sjúku. Hóast fólkaheilsa í størri mun er komin á breddan, er upplýsing, fyribyrging og serliga lívsstílur sum loysn nærum ikki sett í brennidepilin. Mong ynskja at liva eitt heilsubetri lív, men sakna hjálp og vegleiðing. Tó so, summi átøk eru sett í gongd, sum eru stór stig rætta vegin. Til dømis heilsufótbólturin, sum er samstarv millum Fótbóltssamband Føroya, Fróðskaparsetrið og fótbóltsfeløgini. Endamálið við átakinum er at fáa fleiri vaksin og tilkomin at spæla fótbólt og harvið fáa bøtt um fólkaheilsuna. Metstóra undirtøkan sum heilsufótbólturin hevur fingið kring landið, er eitt talandi dømi um, at fólk ynskja skipaði og fakliga grundaði tilboð um kost og rørslu. Gransking vísir, at fótbóltsspæl fær blóðtrýstið og pulsin at lækka og vektin minkar. Tað besta við hesum átaki er, at tað er fólksligt og stuttligt, og tað tekur fólk í hondina og leiðir tey á rætta leið, - her er eingin fremstafingur á lofti.

Eitt annað stig á røttu leið er, at Heilsumálaráðið hevur sett kliniskar dietistar, sum fara at veita ókeypis, kostfakliga tænastu til fólk við diabetes, hjarta-æðrasjúku, krabbameini og til ávísar bólkar av børnum. Hetta eru dømi um, at miðvísar íløgur í fólkaheilsu, vegleiðing og skúling í sjúku-fyribyrging við stórum sannlíki økja um lívsgóðskuna og heilsuna hjá tí einstaka. Tað sparir eisini arbeiðsmarknaði, heilsuverki og samfelagnum øllum fyri stórar upphæddir. Onnur dømi um átøku kundi verið, at heilsustarvsfólk seta sjúklingin í "viðgerð" /geva resept við málrættaðum átøkum (royki-stop skeið, vekt, kost, rørslu) og at fáa meir rørslu og heilsugóðan mat í stovnar og skúlar og at taka mvg av heilsugóðum matvørum.

Nógv umrøða er javnt og samt av vaksandi útreiðslunum í okkara heilsuverki og við røttum spyrja vit, hvussu samfelagið framhaldandi skal megna at fíggja eitt dygdargott heilsuverk. Landsstýrismaðurin í heilsumálum fekk í vár eykajáttan, m.a. tí heilivágsútreiðslurnar hækkaðu við 14% í 2014, og tí roknað verður við, at útreiðslurnar aftur økjast í 2015. Í svari frá Karsten Hansen uppá fyrispurningar frá undirritaðu um útreiðslur til heilivág er greitt, at útreiðslurnar eru øktar við 35%, ella 30 mió kr seinastu 6 árini, frá 90mió í 2008 til uml. 120 mió í 2015. Størsti parturin av vøkstrinum er til biologiskan heilivág, til blóðtøpp, til prostata krabba og til typu 2 diabetes.

Í svarinum kemur fram, at talið av sjúklingum í viðgerð við kolesterollækkandi heilivági er vaksandi, frá 3.500 í 2008 til 5.500 í 2014, ein vøkstur uppá 55% innan bara 6 ár. Sama gongd er bæði fyri heilivágsútreiðslur og tal av sjúklingum í viðgerð fyri typu 2 diabetes. Landsstýrismaðurin sigur í svari sínum: “Sum heild er talið av sjúklingum við lívsstílssjúkum vaksandi, eisini í londunum, sum vit samanbera okkum við.” Víðari í svarinum frá Heilsumálaráðnum verður sagt, at Danska Diabetesfelagið hevur roknað út, at diabetes kostar danska samfelagnum 86mió kr um dagin. Til samanberingar svarar tað til áleið 715 t kr um dagin ella 190 mió kr um árið, umroknað til føroysk viðurskifti. Hetta er eitt óhugnaliga stórt tal, tá ið vit vita, at typu 2 diabetes er ein sjúka, sum í stóran mun kann fyribyrgjast.

Tað er sostatt einki at ivast í, at tað loysir seg at halda fólk frísk. Tað loysir seg at brúka orku uppá fólkaheilsu. Flestu fólk við diabetes, høgum blóðtrýsti, høgum kolesteroli eru noydd at taka heilivág restina av lívinum. Útreiðslurnar til typu 2 diabetes og aðrar lívsstílssjúkur halda áfram restina av lívinum og tað er júst tað vit ikki hava ráð til. Fleiri og fleiri av okkum eru í lívlangari viðgerð og tí er kassin tómur í heilum.

Óheft gransking, sum nú hevur fingið størri viðurkenning, hevur við treiskni og áhaldni sannført mong ivandi um, at fólk í stóran mun sjálv kunnu fyribyrgja - og í summum førum lekja - mangar av vælferðarsjúkunum.Tá ið so nógvar sjúkur stava frá lívsstíli, er tað umráðandi, at heilsuverkið miðvíst setir ljóskastaran á at upplýsa, vegleiða og ikki minst veita fólki skipaða ráðgeving um okkara egnu ábyrgd og evni at fyribyrgja og møguliga lekja hesar sjúkur. Heilsuverkið sparir allar flest pengar við at færri gerast sjúk. Tað tykist sum ein fatalistiskur hugburður ræður og tikið verður fyri givið, at vit skulu halda fram við sama lívsstíli og so heldur hervið verða bundin at dýrum og skaðiligum hjáárinum av heilivági eitt heilt lív fyri at halda sjúkuni so nøkulunda niðri.

Við hesari gongdini koma vit skjótt í tað ræðandi støðu, at vit snøgt sagt ikki hava ráð at gjalda fyri okkara sjúku. Og tá koma vit í eina støðu sum samfelag, sum eingin okkara ynskir og tí er tín heilsa og fólkaheilsan ein felags ábyrgd.

Hóast heilsustarvsfólk, Fólkaheilsuráðið, kostráðgevar o.o. gera eitt stórt arbeiði at kunna og vegleiða um heilsugóðan lívsstíl, minkar talið av sjúklingum við lívsstílssjúkum ikki, heldur hinvegin. Tíbetur eru onkrir batar at hóma - talið av roykjarum er nógv minkað og alsamt fleiri eru tilvitað um rørslu og sunnan kost. Hjartasjúkur eru eisini nógv minkaðar í Danmark seinastu árini. Men hóast batar, er tað eyðsæð ikki nóg mikið fyri at vit klára at tálma kostnaðinum av sjúkrahúsverkinum. Tí má okkurt munabetri gerast.

Tað er ein persónlig ábyrgd at tryggja sunnar vanar og eitt langt og sunt lív. Men tað sunna valið er ikki altíð tað lætta valið. Hetta er serliga galdandi í sosialt veikum samfelagsbólkum, har ósunnur liviháttur serliga kemur fyri og harvið eisini tær negativu heilsuligu avleiðingarnar.
Samfelagið hevur tí ábyrgd av at stuðla undir ta persónligu ábyrgdina og seta karmar og bjóða tilboð, ið hjálpa tí einstaka borgaranum við at velja ein sunnan livihátt.

Útreiðslurnar til heilsuverkið fara framhaldandi at vaksa við rúkandi ferð um samfelagið og heilsuverkið ikki harðliga raðfesta arbeiðið við fyribyrging og heilsufremjan. Tí tørvar okkum eina heilt nýggja áskoðan á heilsupolitikk, har sjúkufyribyrging er avgerandi og har væl skikkað starvsfólk geva fólki góða og skipaða vegleiðing og upplæring í tí lívsstíli, sum kann gera at tey sleppa undan lívlangari viðgerð. Okkum tørvar eina miðvísa tilgongd, har vit, í so stóran mun sum gjørligt, fyribyrgja at fólk gerast sjúk.


24. juni 2015

Ári Rasmussen, kiropraktor og
Gunvør Balle, løgtingskvinna