fredag den 14. november 2014

Nú fullføra vit arbeiðið uppá Kirkjubømúrin


Nógv tann størsti parturin av ferðafólkunum, ið koma til landið, fara til Kirkjubøar, fyrst og fremst fyri at hyggja eftir Múrinum. Seinastu árini hava ferðafólk tó bara hómað leivdirnar av honum, væl fjaldur sum hann er undir einari lítið-pyntiligari veðurverju. Har eru eingi skeltir, eingi kort og eingin kunningarstova, har til ber at kunna seg um ta merkisverdu søgu, ið fjalir seg handan leivdirnar í hesum gamla Bispasæti.

Varðveitingararbeiðið uppá Kirkjubømúrin verður ikki liðugt í 2015 sum ætlað, og tørvur er á  játtan komandi fýra árini fyri at arbeiðið kann fáast frá hondini. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015 er bert 1mió kr sett av til varðveitingararbeiðið og einki frá 2016 og frameftir. Tað er alneyðugt, at politiska skipanin stendur saman um at játta neyðuga peningin til at fáa gjørt arbeiðið at varðveita Múrin liðugt. Annars er sannlíkt, at tað ikki verður fullført og at tað sum er gjørt er til fánýtis, og so er gølan vís.
Kirkjubømúrurin er Føroya mætasta fornminni, tá ið tað snýr seg um byggikynstur og bygningadekoratiónir, og hevur, sum ein “norskur bygningur”, eisini stóran byggisøguligan týdning í norðurlendskum høpi. Varðveitingararbeiðið í samband við Kirkjubømúrin og onnur jarðføst fornminni á miðaldar biskupssetrinum í Kirkjubø verða framd smbrt áliti um Kirkjubømúrin frá 2008, sum varð góðkend av landsstýrsimanninum í 2010. Í álitinum verður staðfest, at arbeitt verður miðvíst fram ímóti, at mentanarminnini í Kirkjubø sum ein heild, t.e. eisini aðrar leivdir av biskupssetrinum, verða góðkend av alheimssamfelagnum sum heimsarvur.
Smbrt tilmælinum skuldi verkætlanin ganga frá 2008-2014 og fór at kosta 10,9 mió kr. Men umvælingararbeiðini, sum skuldu setast í verk í 2009, vórðu ikki sett í verk fyrr enn í 2011. Tí er nú greitt, at verkætlanin verður ikki liðug í 2015 og endurskoðaða kostnaðarætlanin vísir, at samlaði kostnaðurin fer at vera 12 mió kr. Hækkingin verður grundgivin við, at við verandi játtan uppá 1 mió kr um árið, ber illa til at arbeiða skynsamt, hvørki arbeiðsliga ella fíggjarliga. Tað er neyðugt, at múrkonserveringin fer fram í føstum árligum stigum við somu manning, sum nú hevur vunnið sær virðismiklar royndir á hesum serøki, og eins neyðugt, at til ber at gera forkanningar, uttan at darva tilgongdini í múrkonserveringini. Harumframt er fyribils veðurverjan farin at eldast, og tí skulu serligar umvælingarútreiðslur nú setast av til hetta. Eisini skal ein fyribils veðurverja setast um líkhús í 2015.
Tí er neyðugt við eini árligari játtan uppá millum 1,2 og 1,85 mió kr komandi árini fram til 2018 fyri at verndararbeiði kann gerast liðugt. Um somu leið sum varðveitingararbeiðið verður fullført, eiga Mentamálaráðið (Søvn Landsins) og Vinnumálaráðið (Visit Faroe Islands) at fara undir at gera eina ítøkiliga almenna ætlan fyri, hvussu ferðavinnan kann og eigur at verða skipað og ment á søguligum plássum við fornminnum.
Gunvør Balle
14.november 2014

lørdag den 25. oktober 2014

Grein 52a spurningur settur løgmanni um garnaskipið Anitu - og svar løgmans



  1. Hevur løgmaður tikið fiskiloyvið endaliga frá Anitu?
  2. Hvussu samsvarar tað, at løgmaður 29. august sigur, at hann fer at taka øll fiskirættindi frá skipinum og skipið sama dag fekk nýtt fiskiloyvi at galda í eitt ár?
  3. Heldur løgmaður at føroysk lønar- og arbeiðsviðurskifti skulu galda umborð á føroyskum skipum - óansæð um manningin er føroysk ella útlendsk?
  4. Um spurningur 3 er svaraður játtandi, hvør eigur ábyrgdina at syrgja fyri, at føroysk lønar- og arbeiðsviðurskifti galda umborð á føroyskum skipum?
  5. Hevði løgm viljað sett eina kanning í verk, so at almenningurin og løgtingið fær eina heildarmynd og fullfíggjaða frágreiðing um hvat er hent í málinum viðvíkjandi Anitu?


Viðmerkingar:
Í apríl bað Vørn landsstýrismannin í fiskimálum taka veiði og -fiskiloyvi frá garnaskipinum Anitu fyribils, til rætturin er liðugur at viðgera málið. Av tí at Fiskimálaráðið var ógegnigt, endaði málið hjá løgmanni, sum 1. juli spurdi Vørn um tey mæltu til, at løgmaður brúkar afturtøkuheimildina í lógini um vinnuligan fiskiskap, áðrenn dómur er sagdur.


Seint í august - uml. hálvanannað mánað seinni - svarar Vørn, við at mæla til at taka loyvini frá garnaskipinum. Tann 22. august kemur Anita aftur í føroyskan sjógv at royna og manningarfeløgini gera nú alment og harðliga vart við sína ónøgd.


28.aug - tá løgmansskrivstovan hevur sitið við málinum í 4 mánaðir - er ætlanarskriv til reiðaríið klárt og tann dagin verður hoyringarskrivið sent. 29. august boðaði løgmaður frá, at hann fór at taka øll fiskirættindini frá garnaskipinum Anitu, men sama dag fekk skipið kortini spildurnýtt fiskiloyvi til garnafiskiskap at galda í eitt ár at royna eftir svartkalva undir Føroyum.


Hóast reiðaríið bert fekk eina viku at svara hoyringsskrivinum, eru nú lidnar 5-6 vikur og almenningurin hevur onki frætt um víðari gongdina í málinum.


Anitu-málið er dømi um mál, ið átti at havt við sær, at umfatandi kanning av øllum avvarðandi stovnum og eftirlitsmyndugleikum varð gjørd. Hetta fyri at staðfesta, júst hvat hendi, um røttu mannagongdirnar vóru fylgdar o.s.fr. Endamálið skal sjálvsagt vera at eftirmeta lógir, reglur og mannagongdir og taka stig til, at slíkt ikki hendir aftur

14.oktober 2014
Gunvør Balle
------------------------------------

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 11/2014 eftir tingskipanini § 52a til Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmann, frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu um garnaskipið Anitu
Fyrispurningurin var soljóðandi:

1. Hevur løgmaður tikið fiskiloyvið endaliga frá Anitu?
2. Hvussu samsvarar tað, at løgmaður 29. august sigur, at hann fer at taka øll
fiskirættindi frá skipinum, og skipið sama dag fekk nýtt fiskiloyvi at galda í eitt ár?
3. Heldur løgmaður, at føroysk lønar- og arbeiðsviðurskifti skulu galda umborð á
føroyskum skipum – uttan mun til um manningin er føroysk ella útlendsk?
4. Um spurningur 3 er svaraður játtandi, hvør eigur ábyrgdina at syrgja fyri, at føroysk
lønar- og arbeiðsviðurskifti galda umborð á føroyskum skipum?
5. Hevði løgmaður viljað sett eina kanning í verk, so at almenningurin og Løgtingið
fær eina heildarmynd og fullfíggjaða frágreiðing um, hvat er hent í málinum
viðvíkjandi Anitu?

Svar:
Til 1. Nei. Tá dómur er fallin í málinum, fari eg at taka upp spurningin um endaliga
afturtøku. Í dag havi eg tikið avgerð um fyribils afturtøku.

Til 2. VØRN útskrivaði 29. august 2014 m/s Anitu, TG 788, OW 2124 fiskiloyvi til
fiskiskap eftir svartkalva og havtasku við gørnum á føroysku landleiðunum fyri fiskiárið
2014/2015. Málið varð avgreitt samsvarandi § 1 í kunngerð nr. 105 frá 5. august 2013 um
skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku
landleiðunum. Har er m.a. ásett, at fiskiloyvi verða latin eigarunum av teimum fiskiførum,
sum í 2012 hava fingið fiskiloyvi ella hava rætt til fiskiloyvi. M/s Anita hevði garnaloyvi í
2012. Og so leingi eingin avgerð er tikin um at taka fiskirættindini frá skipinum, hevði
eigarin eitt rættarkrav um at fáa fiskiloyvið útskrivað fyri fiskiárið 2014/2015.
Lagt kann vera afturat, at VØRN tók fiskiloyvið í fýra vikur frá m/s Anitu, tá skipið kom
inn í apríl. Tað er tað longsta tíðarskeiðið, ið VØRN hevur heimild at taka aftur fiskiloyvi.
Tá tær fýra vikurnar vóru farnar, hevði VØRN ongan annan møguleika enn at lata m/s
Anitu halda fram at fiska.

Til 3 - 4. Ikki spyrjaranum at siga eru lønar- og arbeiðsviðurskifti nakað, sum partarnir á
arbeiðsmarknaðinum ráða fyri og skipa við samráðingum. Tað er ikki uttan í heilt serligum
undantaksføri, at lóggivið verður á hesum økjum. Um hvørt sáttmálar skulu galda bert fyri
føroyingar ella útlendingar eisini, er ein spurningur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum2 / 2
gera av. Hetta fer landsstýrið ikki at leggja seg út í. Tá ið umræður partin av
arbeiðsviðurskiftunum, sum snýr seg um trygd, so er hetta lóggávuásett. Tað verður ikki
gjørdur munur á føroyingum og útlendingum í trygdarlóggávuni.

Til 5. Hvat “hent er í málinum viðvíkjandi Anitu” er ein rættuliga óneyvur spurningur.
Greina vit viðurskiftini, ið hava verið frammi, eru tey hesi:

1. Trygd á sjónum. Hava trygdarviðurskiftini umborð verið í lagi, tá ið ein maður
sjólátst og heruppií eisini kreppuviðurskiftini umborð aftaná hendingina. Hetta eru
viðurskifti, ið Skipaeftirlitið og fútin varða av.
2. Lógin um vinnuligan fiskiskap. Hetta er mál, ið Vørn varðar av, og sum er meldað
til fútan. Tó so liggur spurningurin um at taka aftur veiðu- og fiskiloyvi hjá
løgmanni orsaka av gegnisviðurskiftum.
3. Arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Hesi viðurskifti ganga eftir útlendingalógini, sum
danskir myndugleikar varða av.
4. Leiðsluviðurskiftini umborð. M.a. verður ført fram, at skiparin ikki var veruligur
skipari. Hetta eru viðurskifti, sum danskir myndugleikar, fútin og Søfartsstyrelsen
varða av. Hetta er ein partur av sjólóggávuni ið, sum kunnugt, ikki er yvirtikin.
5. Formuurættarligu viðurskiftini og bygnaðurin hjá P/f Seta. Hetta eru viðurskifti,
sum Skráseting Føroya varðar av. Fiskiloyvi. Heruppií spurningurin um lógarkrøv
um, at føroyingar eiga ávísan part uppií ella leiða arbeiði. Hetta er økið, ið
Fiskimálaráðið varðar av.
6. Skattligir trupulleikar. At Anita hevur ullint skattlig viðurskifti, m.a. at reiðarin onga
løn fær. Og at felagið hevur nógv minni vinning enn tilsvarandi onnur feløg. Hetta
er mál, ið TAKS varðar av.
7. Social dumping. Hetta eru viðurskifti, ið Vinnumálaráðið varðar av. M.a.
spurningurin um lønina hjá útlendsku fiskimonnunum, at teir gera
handverksarbeiði, at viðurskiftini eru kappingaravlagandi.
Løgmaður hevur ikki nakra generella heimild at seta í verk eina miðsavnaða kanning av
øllum hesum viðurskiftum. Skal eftirlit gerast við myndugleikunum í málinum, má hetta
gerast av vanliga yvirskipaða myndugleikanum sbr. lóggávuni.

Løgmansskrivstovan, 24. oktober 2014
Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður

mandag den 15. september 2014

Eitt skúlatilboð til børn og vaksin við lesitrupulleikum




Mentamálaráðið átti at setta eitt ávíst krónutal av í ávíst áramál til ein málrættaðan innsats fyri at minka um orðblindni og lesitrupulleikar. Á sama hátt sum serflokkarnir, ið eru skipaðar á ymsum skúlum fyri børn við autismu og við ADHD, átti eisini eitt veruligt skúlatilboð at verið til lesiveikar og orðblindar næmingar.


Íalt ganga 6.846 næmingar í fólkaskúlunum kring landið skúlaárið 2014/15. Mett verður, at eini 500 av hesum eru beinleiðis orðblind. Tvs uml 7% av øllum næmingum. Ein onnur meting sigur, at um vit rokna øll tey við, ið hava lesitrupulleikar, er samlaða talið fyri bólkin lesiveik/orðblind, eini 1000-1300, ella uml. 15-20% av øllum næmingum. Men talið er rættiliga óvist, tí ongin verulig kanning er gjørd, so vónandi eru metingarnar ov høgar.


Í grannalondunum verður vanliga sagt, at eini 10% av øllum fólkum hava trupulleikar við at lesa og skriva. Um okkara tøl líkjast teimum útlendsku (og tað gera tey helst), merkir tað, at uml. tíggjundi hvør næmingur fer hvørt ár úr 9. flokki í fólkaskúlanum við vánaligum lesi- og skriviførleika.


Aftanfyri hesi turru tøl fjala seg eins nógvar meir og minni ólukkuligar lagnur. Um ósigrar og um at kenna seg býttan og misskiltan. Summi treiskast og fáa ein stálsettan vilja til at vísa umheiminum, at tey eisini duga. Onnur geva upp og trúgva til síðst sjálv uppá, at tey helst munnu vera eitt sindur býttari enn øll hini. Og niðurløgini verða ofta fastir fylgisveinar gjøgnum lívið.


Í vónini um at fáa nøktandi lesiførleikar fara nógvir av hesum næmingum til Danmarkar á eftirskúlar, sum hava servitan um lesitrupulleikar. Tað er so púra sjálvsagt, at hesir næmingar heldur áttu at fingið eitt líknandi tilboð í Føroyum. Einasta tilboð av hesum slag í Føroyum er Skúlin við Áir, men har er umsøkjaratalið tíverri munandi størri enn upptøkutalið, umframt at umsøkjarin skal vera fyltur 18 ár.


Orðblindni og intelligensur hava onki við hvørt annað at gera og tí er tað av alstórum týdningi, at næmingar við orðblindni verða møttir rætt og fáa mest møguligt burturúr frálæru fólkaskúlans. Trupulleikin hevur verið nógv viðgjørdur seinastu árini, hugburðurin broytist spakuliga, vitanin veksur og nógv átøk eru sett í verk, sum gera, at tað gongur rætta vegin.  Somuleiðis er orðingin í fólkaskúlalógini greið, men tíverri er langt eftir á mál.


Mentamálaráðið átti at setta eitt ávíst krónutal av í ávíst áramál til ein málrættaðan innsats at at minka um orðblindni og lesitrupulleikar. Her eru nøkur tiltøk, ið áttu at verið partur av slíkum átaki:

1. Fyrst eigur eina gjølla og faklig kanning at verða gjørd, sum staðfestir hvussu stórur trupulleikin er, so vit vita hvussu innsatsurin skal skipast.
2. Myndugleikarnir eiga at mæla øllum dagstovnum til at brúka tilfarið TRAS.
3. Tað er avgerandi, at børn verða kannað tíðliga fyri orðblindni. Tilfar skal mennast, so tað er møguligt at screena næmingar, áðrenn tey eru 14 ár, sum støðan er nú. Slíkt tilfar hevði avdúkað, hvørjir næmingar eru í vanda fyri at gerast orðblindir. Skjót hjálp er dupult hjálp.
4. Tá ið ein næmingur er staðfestur at vera orðblindur ella lesiveikur, eiga tað at útloysa tímar av sær sjálvum til hjálp (frá orðblindalærarum og/ella frá Sernámi).
5. Sernám má fáa hægri játtan, so tey fáa givið tað hjálp, ið so stórur tørvur er á. Sernám er tann almenni stovnurin, ið hevur fremsta fakkunnleikan á sernámsøkinum og eigur at vera brúktur sum so. Privati felagsskapurin Felagið Lesi- og skriviveik fær pengar á fíggjarlógini og ger eitt stórt og munagott arbeiði fyri tey orðblindu. Men krøv eiga at vera sett øllum privatum felagsskapum, ið fáa almenna játtan, m.a faklig krøv og í hesum føri eisini krøv um samstarv við Sernám. Hetta fyri at tryggja eitt yvirskipað fakligt støði, at mest fæst burturúr øllum góðum kreftum og tryggja tættari samstarv og synergi.
6. Sernám eigur ikki bæði at skulu tilmæla sernámsfrøðiligar tímar og játta somu tímar. Tað setir stovnin í eina tvístøðu, sum td var so eyðsýnd í døminum, har 1. floks næmingur varð greinaður at hava tørv á fullum stuðli (22t/viku), meðan Sernám bert játtaði 10 tímar til allan skúlan hjá dreinginum. Her eigur skilnaður at vera settur í, so annar myndugleiki játtar sernámstímarnar.
7. Faklig krøv eiga at verða sett til tey, ið greina/testa og undirvísa orðblindum/lesiveikum.
8. Tímar skulu játtast til orðblindalærarar í førleikastovunum kring landið til undirvísing, ráðgeving og vegleiðing.
9. Frálæra í at undirvísa orðblindum eigur at vera partur av læraraútbúgvingini.


Harumframt eru fleiri onnur átøk neyðug, sum td. at taka atlit til tey orðblindu ísv próvtøkur, at fáa praktisk viðurskifti at rigga betri - sum td. Orðabankan, atgongd til ljóðbøkur osfr osfr.


Í stuttum ber til at siga, at enn mangla bæði amboð at staðfesta orðblindni við og verulig undirvísingartilboð, har undirvísingin verður løgd til rættis við atliti til teir serligu avbjóðingar ein orðblindur hevur.


Tí er eitt veruligt skúlatilboð inni á skúlunum tað sum orðblindalærar og avvarðandi meta hevði gjørt størstan mun fyri tey orðblindu og lesiveiku. Á sama hátt sum serflokkarnir, ið eru skipaðar á ymsum skúlum fyri børn við autismu og við ADHD, átti eisini serstovur og eitt málrættað tilboð at verið til lesiveikar og orðblindar næmingar. Hetta eigur sjálvsagt at hugsast inn, tá ið nýggir skúlar verða bygdir, sum t.d komandi nýggi Vesturskúlin og nýggi skúlin í Klaksvík. Næmingarnir kunnu ganga í hesum serstovum í styttri ella longri tíðarskeið, hóskandi til tørvin. Eitt slíkt skúlatilboð kundi, aftrat undirvísing av børnum í skúlaaldri, stíla fyri skeiðum, bæði ætlað lærarum, foreldrum og vaksnum orðblindum og átikið sær leiklutin sum ráðgevi til aðrar lærarar og MMR.


Tann góða gongdin at hjálpa orðblindum og lesiveikum er byrjað, men neyðugt er at seta enn størri ferð á, samskipa tilboðini og ikki minst, seta ítøkilig skúlatilboð til lesiveik í verk í skúlunum.

15. september 2014
Gunvør Balle
tingkvinna fyri Tjóðveldi

søndag den 7. september 2014

Nú er stundin komin, at skipa ein føroyskan fólkaskúla

TÍÐARGREIN



Hvussu skapa vit ein fólkaskúla, sum endurspeglar okkara egnu hugsjónir um hvat skúlin skal búgva næmingarnar út til og sum tekur støði í tí føroyska samfelagnum? Sum nú er, eru tær handaligu, kropsligu og listaligu lærugreinirnar sera lítið raðfestar tey 9 árini okkara børn ganga í fólkaskúla. Hóast vit vita frá óteljandi kanningum, at júst hendan breiddin av lærugreinum - saman við teimum bókligu - stimbrar hugin og evnini at læra sum heild.


Seinastu árini havi eg tosað við nógv skúlafólk og við áhuga fylgt skúlakjakinum, og eg haldi nógv bendir á, at fólkaskúlin er á einum vegamóti. Eg fari í nøkrum fylgjandi greinum at siga mínar hugsanir um okkara felags skúla og framtíð hansara.


Vit noyðast at taka eitt grundleggjandi skúlapolitiskt kjak fyri at taka støðu til framtíðar leiðina. Í 1979 bleiv fyrisitingin av skúlaverkinum yvirtikin, men hóast tað, hava vit ikki ein føroyskan skúla. Vit hava støðugt kopierað danskar skipanir og føroyskir skúlamyndugleikar hava bara pjøssað og rættað smálutir øll árini síðan.


Ætla vit at halda fram at byggja víðari á fremmandan leist, ella er tíðin búgvin til, at vit tora at vaska talvuna reina og gera ein veruligan reform? Týdningarmesta tilfeingið vit eiga, eru tey menniskju her búgva. Tann máttur og teir førleikar, ið hvørt einstakt menniskja rúmar, má sleppa at spretta og næla í skúlanum. Tí mugu vit fara undir at byggja ein veruligan, føroyskan skúla upp frá grundini, har vit sjálv orða grundleggjandi innihald og virðir.


Tá ið vit kjakast um fólkavøkstur og at fáa útisetar heim aftur, er tað útfrá tí sannroynd, at størri og størri tal av ungdómum fer undir hægri útbúgving, tey flestu uttanlands. Vit seta ikki spurnartekin við, at vit útbúgva okkara ungdóm av landinum. Vit spyrja ikki, um tað kann vera rætt, at so nógv skulu vera akademikarar. Samstundis er stórur tørvur á handverkarum og stórt grundarlag er fyri vøkstri innan skapandi og kreativar yrkisgeirar. Men øll okkara útbúgvingarskipan er gearað til eina bókliga yrkisleið og hetta mugu vit tora at gera upp við.


Fólkaskúlin hevur ein týðandi leiklut í at skapa tað heila menniskja. Harvið eisini til at skapa tey fólk, ið helst skulu liva og virka í okkara egna samfelag, men sum sjálvsagt eisini skulu hava førleikar at gera seg galdandi í altjóða høpi. Men grundarlagið má vera, at tann einstaki sleppur at brúka sínar - ymisku - førleikar - til gagns fyri seg sjálvan og harvið til gagns fyri alt samfelagið. Og til tað krevjast allir møguligir førleikar, ikki bara teir bókligu. Vit eru til dømis eitt samfelag, sum livir við og av náttúruni og havinum, og tað átti at sæst nógv betur aftur í útbúgvingarskipanini. Sum til dømis við lærugreinum, ið brúka náttúruna aktivt og geva frálæru um burðardygd, um fiski- og alivinnu, um tað sum livir í havinum, um skip, motorar osfr. Tílíkt, ið er beinleiðis viðkomandi fyri tann veruleika vit liva í. Vit hava góðar lista- og tónleikagávur - hetta átti skúlin at framelskað í nógv størri mun. Og týðandi er eisini, at fólkaskúlin framhaldandi leggur dent á fakini heimkunnleiki og smíð, tí prógvað er, at hesi fak gera tað stuttligt at ganga í skúla og øll fáa gagn av hesum kunnleikum til gerandis. Sum nú er, eru tær handaligu, kropsligu og listaligu lærugreinirnar sera lítið raðfestar tey 9 árini okkara børn ganga í fólkaskúla. Hóast vit vita frá óteljandi kanningum, at júst hendan breiddin av lærugreinum - saman við teimum bókligu - stimbrar hugin og evnini at læra sum heild.


Tá næmingar fara í 8. og 9. flokk fáa tey ein lista við einari rúgvu av spennandi vallærugreinum. Men tá avtornar, er bara týskt og alisfrøði í boði, tí tær eru kravdar lærugreinir, og skúlin hevur ikki nóg mikið av læraratímum (les: játtan) til at bjóða hinar lærugreinirnar út. Eg hoyrdi eitt dømi frá einum skúla, har so nógv høvdu valt motorlæru, at tveir heilir flokkar høvdu kunnað verðið skipaðir. Men ongin av teimum, ið hevði glett seg til at fáa motorlæru, sluppu kortini, tí sokallaðu vallærugreinirnar eru bara eitt eiti. Hetta er at halda næmingar fyri gjøldur.


Hetta ger ikki bara tað, at vit í stóran mun útbúgva fólk til eitt annað samfelag enn okkara egna, men eisini at vit missa fleiri av okkara børnum av í svinginum. Vit vita, at ein stórur trupulleiki í fólkaskúlanum í dag er, at nógv fleiri børn eru krevjandi ella hava serligan tørv. Tá talið er so stórt, er tað so ikki ein sera nærliggjandi spurningur, um tað ikki heldur er galið við skipanini - innihaldinum í skúlanum - heldur enn við børnunum? Øll tey, ið ikki eru bóklig, fáa ongan rúmd, har er onki pláss fyri teirra áhugamálum og dygdum. Eitt úrslit av hesum er m.a tann syrgiliga sannroynd, at alt ov nógvir næmingar fara úr fólkaskúlanum uttan at hava lesi- og skriviførleika. Tey, ið hava skil fyri hesum siga, at talan eru um eini 15-20%, eitt tal, ið ikki átti at verið hægri enn hálvtannað til trý%. Tað er eyðsýnt tørvur á nógv fleiri tímum og málrættaðari hjálp til tey orðblindu og lesiveiku. Men um fólkaskúlin ikki var so einsrættað fokuseraður á bókligar førleikar, høvdu nógv fleiri trivist, fleiri høvdu valt tekniskar, kreativar, handaligar og aðrar yrkisrættaðar útbúgvingar og harvið trúgvi eg, at alt samfelagið hevði vunnið.


Og trupulleikin flytir seg og vísir seg longur uppi í útbúgvingarskipanini. Vantandi ikki-bókligar vallærugreinir í fólkaskúlanum ger, at nógv fleiri fara á studentaskúla enn tað sum er náttúrligt. Lutfallið millum student - handilsskúla og tekniskar/kreativar/ vinnurættaðar útbúgvingar átti at verið á leið eins høgt um tað skuldi avspegla ymiskleikan í okkum menniskjum og útboðið av arbeiðsplássum. Ovurstóra næmingatalið á studentaskúlunum skapar aftur stórar avbjóðingar, sum tørvurin á sálafrøðingum og lesivegleiðarum eru talandi dømi um. Mann orsøkin ikki vera, at fleiri av teimum ungu, ongantíð áttu at verið farin í studentaskúla? Og víðari fara flestu studentar nú undir hægri lestur - og nú eru tað universitetini, ið klaga um at støðið lækkar og at tey lesandi eru ov illa fyri osfr. Trupulleikin flytir seg uppeftir í skipanini, tí vit í fólkaskúlanum ikki hava givið øllum møguleika at brúkt øll tey ymisku evnini, tey hava fingið frá skaparans hond.


Hetta er ikki ein serføroysk avbjóðing, serliga í Danmark - haðani okkara skipan jú stavar - verður dúgliga kjakast um hetta evni. Eg havi fatan av, at í Íslandi fara fleiri í einum ungdómsárgangi á “fjølbreytaskúla” sum er miðnámsskúli við ymiskum tekniskum og handaligum útbúgvingum. í Týsklandi, Eysturríki og Sveits hava tey eisini eina áhugaverda skúlaskipan, sum í nógv størri mun er rættað móti yrkisligum førleikum heilt frá fólkaskúlanum og harvið spjaða tey ungu seg javnt millum akademiskar og yrkisligar leiðir.

Har er nógvur íblástur at heinta við at hyggja eitt sindur útum bøgarðarnar á “ríkisfelagsskapinum” og eg haldi tíðin er komin at vit fara at kjakast um ein framtíðar føroyskan skúla.


Gunvør Balle
tingkvinna fyri Tjóðveldi

7. september 2014

fredag den 22. august 2014

Tú fært ikki steðga einum frummátti, Helgi




Góði Helgi Abrahamsen! Takk fyri høvið at kjakast um sambands-tjóðskapar politikk, tað er harðliga tiltrongt at fáa okkara framtíðar samleika aftur á skrá. Sjálvandi gerast vit bæði ikki samd um hvørt ríkisfelagsskapurin er ein fyrimunur ella ein bági fyri land okkara. Tí vit tosa útfrá fullkomiliga ymiskum fortreytum - og harvið eru argumentini, ið vit hvør í sær brúka, eisini púra ymisk. Helgi Abrahamsen heldur, at eg leiti við lykt eftir tupulleikum við ríkisfelagsskapinum, meðan eg haldi at Helgi leitar við lykt eftir forðingum fyri at tað ber til at vera sjálvstøðugur.


Mítt grundstøði er, at Føroyar skulu taka ræði av øllum málsøkjum, so føroyingar sjálvir ráða í landi okkara. Og tí haldi eg tey trý dømini, eg nevndi, bara leggjast aftrat rúgvuni av argumentum, sum tala ímóti at vit framhaldandi skulu vera ein danskur landslutur.


Men í botn og grund tørvar okkum ikki argumentir. Antin vil man vera sjálvstøðugur og TÍ trýr man og veit, at tað fer at eydnast. Ella ynskir man ikki sjálvstýri og heldur, at vit eru betur farin helst í amtsstøðu við Danmark.


Kann eg spyrja teg Helgi - hví gongur tú ikki inn fyri, at vit sum tað minsta, kunnu vera í einum RÌKJAfelagsskapi við Danmark? Sum tveir javntsettir partar? Hetta helt løgmaður - tín egni formaður - fyri tveimum árum síðani. Um tað stóð til tín, heldur tú so at vit skulu bakka aftur? Avlevera tey málsøki vit hava yvirtikið aftur (undirgrund, skúla, almanna- heilsumál osfr osfr) og tey rættindi vit hava strítst fyri (at tosa føroyskt í skúlum og í kirkjum, sjálv at føra fiskivinnusamráðingar osfr osfr) - Hvat av hesum hevði tú viljað latið aftur? Sera áhugavert at fingið ítøkiligt og greitt svar uppá hesar spurningar.


Fari at mæla øllum - serliga Helga Abrahamsen - til at lesa nýggju søgubókina hjá Jákupi Thorsteinssyni um loysingarpolitikkin. Søgan um hesar ungu menn og kvinnur, sum í útlegd undir seinna kríggi droymdu um at koma heim at byggja frælst land. Og ikki bara droymdu, men sum tey vællærdu, menta- og hugsjónarfólk tey vóru, kannaðu og skrivaðu og løgdu nágreiniligar ætlanir fyri hvussu landið skuldi byggjast upp - í smálutum á øllum økjum.


Og hóast tað ikki gekst júst, sum tey høvdu ynskt og ætlað, so eru ómetaliga nógv av teirra dreymum og visjónum vorðnir til veruleika. Vit eru nærri enn nakrantíð.


Í dag er skjótari at ramsa upp tey málsøki, okkum vantar at taka yvir, enn tey vit hava tikið yvir. Longsti teinurin er rógvin, men gamaní -  helst er tyngsti róðurin eftir. Sjálvur sluttspurturin, har vit vinna fram á mál og eiga landið fult og heilt. Blokkstuðulin er ein viðfáningur - lægri enn yvirskotið hjá størstu alifyritøkuni í fjør, ein lítil partur av árliga virðinum, ið verður fiskað av uppisjóvarfiski. 

Tjóðveldi hevur við Hvítbókum og óteljandi uppskotum á Tingi víst í verki, at tað eru púra realistiskar ætlanir fyri hvussu síðstu økini verða yvirtikin og  restin av blokkstuðlinum kann minkast burtur í onki, uttan at búskapurin merkir nakran skelk. Hetta hevur onki við órealistiskar dreymar at gera. Tað eru ikki búskaparligar avbjóðingar, sum kunnu gera sluttspurturin tungan. Tað er viljin og hugburðurin til at standa á egnum beinum, sum verður avgerandi. 

Allir loysingarsinnaðir føroyingar fara framhaldandi at stríðast fyri at taka tey síðstu tøkini og eg ivist ikki eina løtu í, at vit vinna á mál, tí her er talan um ein frummátt í fólkinum. Stóri spurningurin er bara nær vit eiga landið fult og heilt - ikki um.


22. august
Gunvør Balle
Tjóðveldi

tirsdag den 19. august 2014

Suðuroyggin sum setursskúla- og eftirskúlaoyggj



Tjóðveldi man hava lagt uppskot fram um at stovna eftirskúla einar 5-6 ferðir seinastu árini, og tað fara vit at gera hesa tingsetuna við. Men “tøgn kemur ikki á ting” sigur gamalt orð - ella vit kunnu eisini siga “it takes two to tango”, tí um suðringar veruliga ynskja ein eftirskúla í oynna, er neyðugt at leggja trýst á landsins myndugleikar. Eg ivist ikki í, at suðringar eisini kunnu standa saman og vísa sama framtakssemi, tá ið ræður um at skipa ein framtíðar eftirskúla, sum vit hava sæð við setursskúlanum.

Í nýggjasta skúlablaðnum bjóðar Suðuroyggin skúlum norðanfjørðs av við einum frískum og freistandi tilboði. Vit vilja gera Suðuroynna til setursskúlaoyggj! Eitt frálíkt átak frá suðringum, ið bjóða seg fram, at skipa fyri setursskúla fyri aðrar skúlar í landinum og vísa á søgulig pláss, áhugaverd søvn og náttúru- og mentanarupplivingar. Tað eru júst teir somu tankarnir, ið liggja aftanfyri hugsjónina um at stovna eftirskúla í Suðuroy. Tá Eysturoyar- og Sandoyartunnlarnir eru komnir um nøkur ár, er Suðuroyggin einasta oyggj, ið kann kallast “fjarskotin” frá restini av meginlandinum, ið tá er bundið saman. Hetta letur upp fyri heilt nýggjum møguleikum og her fara suðringar ikki at liggja sjóvarfallið av sær. Kenslan av at royna flogið burtur frá foreldrunum er stórur partur av dreyminum hjá unglinginum, ið fer á eftirskúla. Harvið er fyrsta fortreyt hjá eftirskúlanum í Suðuroy longu uppá pláss. Men skúlin sjálvur -  innihaldið, umhvørvið,  næmingabústaðir -  hevur sjálvsagt størstan týdning.

Innihaldsliga haldi eg tað hevði verið áhugavert at skipa skúlan í tvær breytir og nakrar felags ástøðiligar valgreinir. Talan kundi verið um eina listabreyt og ein náttúrubreyt. Listabreytin bjóðar myndlist, skriving, tónleik og sjónleik og á náttúrubreytini verður undirvíst í  náttúru, tilfeingi og upplivingum. Umframt felags vallærugreinirnar føroyskt, danskt, enskt, støddfrøði og samfelagsfak, átti íverksetan at verið kravd felags lærugrein hjá báðum breytunum. Hugsi, at eitt av endamálunum hjá einum føroyskum eftirskúla skal vera, at stimbra tey skapandi evnini og geva næmingunum sjálvsálit og hug til at brúka hesi evni. Um skúlin skal eydnast má hann vera framsøkin og seta høg krøv til lærarar og næmingar og stimbra undir at flyta egin mørk.

Um løgting og landsstýrið - saman við suðringum og kommunum í øllum landinum - megna at seta beina kós móti einum føroyskum eftirskúla, so kann hann gerast veruleiki innan fá ár. Tá  fara vit at geva teimum uml. 130 føroysku ungdómunum, sum á hvørjum ári fara á eftirskúla í Danmark, eitt spennandi og mennandi eftirskúla tilboð heima hjá okkum sjálvum. Tað valið skylda vit heilt einfalt okkara ungdómi.


Gunvør Balle
tingkvinna fyri Tjóðveldi

18. august 2014

søndag den 10. august 2014

Gev tónleikavinnuni luft undir veingirnar


Áttu vit ikki at stovna eina tónleika-útflutningsstovu, ið hevur til endamáls at menna føroyska tónleikavinnu? Hon skal fyrst og fremst lata stuðul til at flyta tónleikarar og útgerð til og úr landinum, men kann víðkast til eisini at geva tónleikavinnuni ráð og tænastur.

Kanst tú ímynda tær eitt summar uttan tónleik? Uttan stóru pallarnar á G! og SF? Komið er á hægsta summarið nú Twisted Sisters og onnur góð nøvn havað rokkað á Vágsbøi og við Summarfestivalinum eru vit um at leggja enn eitt festival-ár afturum. Tónleikafestivalarnir hava fest røtur og skapað eina nýggja mentanarrørslu í tí føroyska summarinum. Teir gera Føroyar stuttligar og dragandi at vitja og búgva í, bæði fyri fastbúgvandi, útisetarnar og fyri útlendingar. Heilt nógv ferðafólk koma til Føroya bara fyri at uppliva serliga G-Festivalin, eitt livandi dømi um at ferða- og tónleikavinna skapa stór virðir saman. Tónleikanøvnini fáa nú nærum eins stóra rúmd í fjølmiðlunum sum makrelurin, og tað sigur ikki so lítið :)

Saman við fjølbroytta føroyska tónleikalívinum sum heild, skal týdningurin, sum festivalarnir hava sum lopfjøl til eina tónleika útflutningsvinnu, ikki undirmetast. Gransking vísir, at tær skapandi greinirnar verða størstu vinnuøkir í framtíðini, og fara at kasta stór virði av sær til samfelagið. Hetta verður sjálvsagt eisini galdandi í Føroyum, um vit vilja vera partur av framtíðini og fáa kreativ og vælútbúgvin fólk at støðast her. Gaming, telduspøl, filmur og tónleikur eru dømi um vinnur í stórum vøkstri, sum fara um landamørk og kasta heilt nógv aftur til tey lond, ið hava satsað. Hesar listagreinir eru sera kommersiellar og skapa ein endaleysan tørv, ið støðugt skal nøktast í framtíðini.

Tí hevur tað týdning at vit í okkara vinnupolitikki eru framsøkin og støðugt seta neyðugt tilfeingi av til at stuðla undir tær kreativu vinnurnar. Tónleikafestivalarnir skapa eitt gott grundarlag, men neyðugt er við almennum stuðli og hjálp til at tónleikarar sleppa út í heim at royna flogið. Hjá tónleikaranum er tað heilt avgerandi at fara í onnur lond at spæla og kappast fyri áhaldandi at mennast og fyri at hava møguleika at liva av sínum tónleiki. Nógvir tónleikarar, ið liva av at skapa tónleik, setast aftur at flyta heim, tí tað er nærum fíggjarliga ógjørligt at búgva í Føroyum, tá neyðugt er at ferðast til meginlandið fleiri ferðir um árið at spæla.

Eg skilti sera væl vónbrotini frá tónleikavinnuni, tá tað fyrr í summar frættist, at Atlantsflog í nógv minni mun ætlar at stuðla ymsum tiltøkum, sum td. tónleikafestivalum. Hetta fer uttan iva at fáa álvarsama ávirkan á tónleikavinnuna í Føroyum og tí eiga myndugleikarnir at taka eina støðu til hvat so skal gerast.

Fyrr í ár varð eitt uppskot frá mær um at stovna filmsgrunn samtykt, við tí broyting, at Vinnumálaráðið skal gera eina “heildarætlan um ein yvirskipaðan politikk fyri kreativar vinnur, herundir film.” Í hesi heildarætlan fyri kreativar vinnur, sum Vinnumálaráðið vónandi skjótt kemur við, eigur ráðið at seta okkurt slag av tónleika-útflutningsstovu í verk. Tað kundi byrja við eini skipan, ið líkist tí íslendsku Loftbrúnni. Har luttaka stjórnin, Icelandair og aðrir partar í stuðulsskipan, sum tónleikarar kunnu søkja um stuðul til ferðaseðlar og frakt úr, so tað er lættari at sleppa út í heim at spæla. Nú Atlantsflog er 100% almenn ogn, eigur Vinnumálaráðið sjálvsagt at fáa tað at bera til, at fáa flogfelagið saman við Landsstýrinum og øðrum (td kommunum og privatum fyritøkum) við í eina slíkari skipan.


Gunvør Balle
tingkvinna fyri Tjóðveldi
9. august 2014