fredag den 22. august 2014

Tú fært ikki steðga einum frummátti, Helgi




Góði Helgi Abrahamsen! Takk fyri høvið at kjakast um sambands-tjóðskapar politikk, tað er harðliga tiltrongt at fáa okkara framtíðar samleika aftur á skrá. Sjálvandi gerast vit bæði ikki samd um hvørt ríkisfelagsskapurin er ein fyrimunur ella ein bági fyri land okkara. Tí vit tosa útfrá fullkomiliga ymiskum fortreytum - og harvið eru argumentini, ið vit hvør í sær brúka, eisini púra ymisk. Helgi Abrahamsen heldur, at eg leiti við lykt eftir tupulleikum við ríkisfelagsskapinum, meðan eg haldi at Helgi leitar við lykt eftir forðingum fyri at tað ber til at vera sjálvstøðugur.


Mítt grundstøði er, at Føroyar skulu taka ræði av øllum málsøkjum, so føroyingar sjálvir ráða í landi okkara. Og tí haldi eg tey trý dømini, eg nevndi, bara leggjast aftrat rúgvuni av argumentum, sum tala ímóti at vit framhaldandi skulu vera ein danskur landslutur.


Men í botn og grund tørvar okkum ikki argumentir. Antin vil man vera sjálvstøðugur og TÍ trýr man og veit, at tað fer at eydnast. Ella ynskir man ikki sjálvstýri og heldur, at vit eru betur farin helst í amtsstøðu við Danmark.


Kann eg spyrja teg Helgi - hví gongur tú ikki inn fyri, at vit sum tað minsta, kunnu vera í einum RÌKJAfelagsskapi við Danmark? Sum tveir javntsettir partar? Hetta helt løgmaður - tín egni formaður - fyri tveimum árum síðani. Um tað stóð til tín, heldur tú so at vit skulu bakka aftur? Avlevera tey málsøki vit hava yvirtikið aftur (undirgrund, skúla, almanna- heilsumál osfr osfr) og tey rættindi vit hava strítst fyri (at tosa føroyskt í skúlum og í kirkjum, sjálv at føra fiskivinnusamráðingar osfr osfr) - Hvat av hesum hevði tú viljað latið aftur? Sera áhugavert at fingið ítøkiligt og greitt svar uppá hesar spurningar.


Fari at mæla øllum - serliga Helga Abrahamsen - til at lesa nýggju søgubókina hjá Jákupi Thorsteinssyni um loysingarpolitikkin. Søgan um hesar ungu menn og kvinnur, sum í útlegd undir seinna kríggi droymdu um at koma heim at byggja frælst land. Og ikki bara droymdu, men sum tey vællærdu, menta- og hugsjónarfólk tey vóru, kannaðu og skrivaðu og løgdu nágreiniligar ætlanir fyri hvussu landið skuldi byggjast upp - í smálutum á øllum økjum.


Og hóast tað ikki gekst júst, sum tey høvdu ynskt og ætlað, so eru ómetaliga nógv av teirra dreymum og visjónum vorðnir til veruleika. Vit eru nærri enn nakrantíð.


Í dag er skjótari at ramsa upp tey málsøki, okkum vantar at taka yvir, enn tey vit hava tikið yvir. Longsti teinurin er rógvin, men gamaní -  helst er tyngsti róðurin eftir. Sjálvur sluttspurturin, har vit vinna fram á mál og eiga landið fult og heilt. Blokkstuðulin er ein viðfáningur - lægri enn yvirskotið hjá størstu alifyritøkuni í fjør, ein lítil partur av árliga virðinum, ið verður fiskað av uppisjóvarfiski. 

Tjóðveldi hevur við Hvítbókum og óteljandi uppskotum á Tingi víst í verki, at tað eru púra realistiskar ætlanir fyri hvussu síðstu økini verða yvirtikin og  restin av blokkstuðlinum kann minkast burtur í onki, uttan at búskapurin merkir nakran skelk. Hetta hevur onki við órealistiskar dreymar at gera. Tað eru ikki búskaparligar avbjóðingar, sum kunnu gera sluttspurturin tungan. Tað er viljin og hugburðurin til at standa á egnum beinum, sum verður avgerandi. 

Allir loysingarsinnaðir føroyingar fara framhaldandi at stríðast fyri at taka tey síðstu tøkini og eg ivist ikki eina løtu í, at vit vinna á mál, tí her er talan um ein frummátt í fólkinum. Stóri spurningurin er bara nær vit eiga landið fult og heilt - ikki um.


22. august
Gunvør Balle
Tjóðveldi

Ingen kommentarer:

Send en kommentar