tirsdag den 19. august 2014

Suðuroyggin sum setursskúla- og eftirskúlaoyggj



Tjóðveldi man hava lagt uppskot fram um at stovna eftirskúla einar 5-6 ferðir seinastu árini, og tað fara vit at gera hesa tingsetuna við. Men “tøgn kemur ikki á ting” sigur gamalt orð - ella vit kunnu eisini siga “it takes two to tango”, tí um suðringar veruliga ynskja ein eftirskúla í oynna, er neyðugt at leggja trýst á landsins myndugleikar. Eg ivist ikki í, at suðringar eisini kunnu standa saman og vísa sama framtakssemi, tá ið ræður um at skipa ein framtíðar eftirskúla, sum vit hava sæð við setursskúlanum.

Í nýggjasta skúlablaðnum bjóðar Suðuroyggin skúlum norðanfjørðs av við einum frískum og freistandi tilboði. Vit vilja gera Suðuroynna til setursskúlaoyggj! Eitt frálíkt átak frá suðringum, ið bjóða seg fram, at skipa fyri setursskúla fyri aðrar skúlar í landinum og vísa á søgulig pláss, áhugaverd søvn og náttúru- og mentanarupplivingar. Tað eru júst teir somu tankarnir, ið liggja aftanfyri hugsjónina um at stovna eftirskúla í Suðuroy. Tá Eysturoyar- og Sandoyartunnlarnir eru komnir um nøkur ár, er Suðuroyggin einasta oyggj, ið kann kallast “fjarskotin” frá restini av meginlandinum, ið tá er bundið saman. Hetta letur upp fyri heilt nýggjum møguleikum og her fara suðringar ikki at liggja sjóvarfallið av sær. Kenslan av at royna flogið burtur frá foreldrunum er stórur partur av dreyminum hjá unglinginum, ið fer á eftirskúla. Harvið er fyrsta fortreyt hjá eftirskúlanum í Suðuroy longu uppá pláss. Men skúlin sjálvur -  innihaldið, umhvørvið,  næmingabústaðir -  hevur sjálvsagt størstan týdning.

Innihaldsliga haldi eg tað hevði verið áhugavert at skipa skúlan í tvær breytir og nakrar felags ástøðiligar valgreinir. Talan kundi verið um eina listabreyt og ein náttúrubreyt. Listabreytin bjóðar myndlist, skriving, tónleik og sjónleik og á náttúrubreytini verður undirvíst í  náttúru, tilfeingi og upplivingum. Umframt felags vallærugreinirnar føroyskt, danskt, enskt, støddfrøði og samfelagsfak, átti íverksetan at verið kravd felags lærugrein hjá báðum breytunum. Hugsi, at eitt av endamálunum hjá einum føroyskum eftirskúla skal vera, at stimbra tey skapandi evnini og geva næmingunum sjálvsálit og hug til at brúka hesi evni. Um skúlin skal eydnast má hann vera framsøkin og seta høg krøv til lærarar og næmingar og stimbra undir at flyta egin mørk.

Um løgting og landsstýrið - saman við suðringum og kommunum í øllum landinum - megna at seta beina kós móti einum føroyskum eftirskúla, so kann hann gerast veruleiki innan fá ár. Tá  fara vit at geva teimum uml. 130 føroysku ungdómunum, sum á hvørjum ári fara á eftirskúla í Danmark, eitt spennandi og mennandi eftirskúla tilboð heima hjá okkum sjálvum. Tað valið skylda vit heilt einfalt okkara ungdómi.


Gunvør Balle
tingkvinna fyri Tjóðveldi

18. august 2014

Ingen kommentarer:

Send en kommentar