søndag den 10. august 2014

Gev tónleikavinnuni luft undir veingirnar


Áttu vit ikki at stovna eina tónleika-útflutningsstovu, ið hevur til endamáls at menna føroyska tónleikavinnu? Hon skal fyrst og fremst lata stuðul til at flyta tónleikarar og útgerð til og úr landinum, men kann víðkast til eisini at geva tónleikavinnuni ráð og tænastur.

Kanst tú ímynda tær eitt summar uttan tónleik? Uttan stóru pallarnar á G! og SF? Komið er á hægsta summarið nú Twisted Sisters og onnur góð nøvn havað rokkað á Vágsbøi og við Summarfestivalinum eru vit um at leggja enn eitt festival-ár afturum. Tónleikafestivalarnir hava fest røtur og skapað eina nýggja mentanarrørslu í tí føroyska summarinum. Teir gera Føroyar stuttligar og dragandi at vitja og búgva í, bæði fyri fastbúgvandi, útisetarnar og fyri útlendingar. Heilt nógv ferðafólk koma til Føroya bara fyri at uppliva serliga G-Festivalin, eitt livandi dømi um at ferða- og tónleikavinna skapa stór virðir saman. Tónleikanøvnini fáa nú nærum eins stóra rúmd í fjølmiðlunum sum makrelurin, og tað sigur ikki so lítið :)

Saman við fjølbroytta føroyska tónleikalívinum sum heild, skal týdningurin, sum festivalarnir hava sum lopfjøl til eina tónleika útflutningsvinnu, ikki undirmetast. Gransking vísir, at tær skapandi greinirnar verða størstu vinnuøkir í framtíðini, og fara at kasta stór virði av sær til samfelagið. Hetta verður sjálvsagt eisini galdandi í Føroyum, um vit vilja vera partur av framtíðini og fáa kreativ og vælútbúgvin fólk at støðast her. Gaming, telduspøl, filmur og tónleikur eru dømi um vinnur í stórum vøkstri, sum fara um landamørk og kasta heilt nógv aftur til tey lond, ið hava satsað. Hesar listagreinir eru sera kommersiellar og skapa ein endaleysan tørv, ið støðugt skal nøktast í framtíðini.

Tí hevur tað týdning at vit í okkara vinnupolitikki eru framsøkin og støðugt seta neyðugt tilfeingi av til at stuðla undir tær kreativu vinnurnar. Tónleikafestivalarnir skapa eitt gott grundarlag, men neyðugt er við almennum stuðli og hjálp til at tónleikarar sleppa út í heim at royna flogið. Hjá tónleikaranum er tað heilt avgerandi at fara í onnur lond at spæla og kappast fyri áhaldandi at mennast og fyri at hava møguleika at liva av sínum tónleiki. Nógvir tónleikarar, ið liva av at skapa tónleik, setast aftur at flyta heim, tí tað er nærum fíggjarliga ógjørligt at búgva í Føroyum, tá neyðugt er at ferðast til meginlandið fleiri ferðir um árið at spæla.

Eg skilti sera væl vónbrotini frá tónleikavinnuni, tá tað fyrr í summar frættist, at Atlantsflog í nógv minni mun ætlar at stuðla ymsum tiltøkum, sum td. tónleikafestivalum. Hetta fer uttan iva at fáa álvarsama ávirkan á tónleikavinnuna í Føroyum og tí eiga myndugleikarnir at taka eina støðu til hvat so skal gerast.

Fyrr í ár varð eitt uppskot frá mær um at stovna filmsgrunn samtykt, við tí broyting, at Vinnumálaráðið skal gera eina “heildarætlan um ein yvirskipaðan politikk fyri kreativar vinnur, herundir film.” Í hesi heildarætlan fyri kreativar vinnur, sum Vinnumálaráðið vónandi skjótt kemur við, eigur ráðið at seta okkurt slag av tónleika-útflutningsstovu í verk. Tað kundi byrja við eini skipan, ið líkist tí íslendsku Loftbrúnni. Har luttaka stjórnin, Icelandair og aðrir partar í stuðulsskipan, sum tónleikarar kunnu søkja um stuðul til ferðaseðlar og frakt úr, so tað er lættari at sleppa út í heim at spæla. Nú Atlantsflog er 100% almenn ogn, eigur Vinnumálaráðið sjálvsagt at fáa tað at bera til, at fáa flogfelagið saman við Landsstýrinum og øðrum (td kommunum og privatum fyritøkum) við í eina slíkari skipan.


Gunvør Balle
tingkvinna fyri Tjóðveldi
9. august 2014

Ingen kommentarer:

Send en kommentar