mandag den 15. september 2014

Eitt skúlatilboð til børn og vaksin við lesitrupulleikum




Mentamálaráðið átti at setta eitt ávíst krónutal av í ávíst áramál til ein málrættaðan innsats fyri at minka um orðblindni og lesitrupulleikar. Á sama hátt sum serflokkarnir, ið eru skipaðar á ymsum skúlum fyri børn við autismu og við ADHD, átti eisini eitt veruligt skúlatilboð at verið til lesiveikar og orðblindar næmingar.


Íalt ganga 6.846 næmingar í fólkaskúlunum kring landið skúlaárið 2014/15. Mett verður, at eini 500 av hesum eru beinleiðis orðblind. Tvs uml 7% av øllum næmingum. Ein onnur meting sigur, at um vit rokna øll tey við, ið hava lesitrupulleikar, er samlaða talið fyri bólkin lesiveik/orðblind, eini 1000-1300, ella uml. 15-20% av øllum næmingum. Men talið er rættiliga óvist, tí ongin verulig kanning er gjørd, so vónandi eru metingarnar ov høgar.


Í grannalondunum verður vanliga sagt, at eini 10% av øllum fólkum hava trupulleikar við at lesa og skriva. Um okkara tøl líkjast teimum útlendsku (og tað gera tey helst), merkir tað, at uml. tíggjundi hvør næmingur fer hvørt ár úr 9. flokki í fólkaskúlanum við vánaligum lesi- og skriviførleika.


Aftanfyri hesi turru tøl fjala seg eins nógvar meir og minni ólukkuligar lagnur. Um ósigrar og um at kenna seg býttan og misskiltan. Summi treiskast og fáa ein stálsettan vilja til at vísa umheiminum, at tey eisini duga. Onnur geva upp og trúgva til síðst sjálv uppá, at tey helst munnu vera eitt sindur býttari enn øll hini. Og niðurløgini verða ofta fastir fylgisveinar gjøgnum lívið.


Í vónini um at fáa nøktandi lesiførleikar fara nógvir av hesum næmingum til Danmarkar á eftirskúlar, sum hava servitan um lesitrupulleikar. Tað er so púra sjálvsagt, at hesir næmingar heldur áttu at fingið eitt líknandi tilboð í Føroyum. Einasta tilboð av hesum slag í Føroyum er Skúlin við Áir, men har er umsøkjaratalið tíverri munandi størri enn upptøkutalið, umframt at umsøkjarin skal vera fyltur 18 ár.


Orðblindni og intelligensur hava onki við hvørt annað at gera og tí er tað av alstórum týdningi, at næmingar við orðblindni verða møttir rætt og fáa mest møguligt burturúr frálæru fólkaskúlans. Trupulleikin hevur verið nógv viðgjørdur seinastu árini, hugburðurin broytist spakuliga, vitanin veksur og nógv átøk eru sett í verk, sum gera, at tað gongur rætta vegin.  Somuleiðis er orðingin í fólkaskúlalógini greið, men tíverri er langt eftir á mál.


Mentamálaráðið átti at setta eitt ávíst krónutal av í ávíst áramál til ein málrættaðan innsats at at minka um orðblindni og lesitrupulleikar. Her eru nøkur tiltøk, ið áttu at verið partur av slíkum átaki:

1. Fyrst eigur eina gjølla og faklig kanning at verða gjørd, sum staðfestir hvussu stórur trupulleikin er, so vit vita hvussu innsatsurin skal skipast.
2. Myndugleikarnir eiga at mæla øllum dagstovnum til at brúka tilfarið TRAS.
3. Tað er avgerandi, at børn verða kannað tíðliga fyri orðblindni. Tilfar skal mennast, so tað er møguligt at screena næmingar, áðrenn tey eru 14 ár, sum støðan er nú. Slíkt tilfar hevði avdúkað, hvørjir næmingar eru í vanda fyri at gerast orðblindir. Skjót hjálp er dupult hjálp.
4. Tá ið ein næmingur er staðfestur at vera orðblindur ella lesiveikur, eiga tað at útloysa tímar av sær sjálvum til hjálp (frá orðblindalærarum og/ella frá Sernámi).
5. Sernám má fáa hægri játtan, so tey fáa givið tað hjálp, ið so stórur tørvur er á. Sernám er tann almenni stovnurin, ið hevur fremsta fakkunnleikan á sernámsøkinum og eigur at vera brúktur sum so. Privati felagsskapurin Felagið Lesi- og skriviveik fær pengar á fíggjarlógini og ger eitt stórt og munagott arbeiði fyri tey orðblindu. Men krøv eiga at vera sett øllum privatum felagsskapum, ið fáa almenna játtan, m.a faklig krøv og í hesum føri eisini krøv um samstarv við Sernám. Hetta fyri at tryggja eitt yvirskipað fakligt støði, at mest fæst burturúr øllum góðum kreftum og tryggja tættari samstarv og synergi.
6. Sernám eigur ikki bæði at skulu tilmæla sernámsfrøðiligar tímar og játta somu tímar. Tað setir stovnin í eina tvístøðu, sum td var so eyðsýnd í døminum, har 1. floks næmingur varð greinaður at hava tørv á fullum stuðli (22t/viku), meðan Sernám bert játtaði 10 tímar til allan skúlan hjá dreinginum. Her eigur skilnaður at vera settur í, so annar myndugleiki játtar sernámstímarnar.
7. Faklig krøv eiga at verða sett til tey, ið greina/testa og undirvísa orðblindum/lesiveikum.
8. Tímar skulu játtast til orðblindalærarar í førleikastovunum kring landið til undirvísing, ráðgeving og vegleiðing.
9. Frálæra í at undirvísa orðblindum eigur at vera partur av læraraútbúgvingini.


Harumframt eru fleiri onnur átøk neyðug, sum td. at taka atlit til tey orðblindu ísv próvtøkur, at fáa praktisk viðurskifti at rigga betri - sum td. Orðabankan, atgongd til ljóðbøkur osfr osfr.


Í stuttum ber til at siga, at enn mangla bæði amboð at staðfesta orðblindni við og verulig undirvísingartilboð, har undirvísingin verður løgd til rættis við atliti til teir serligu avbjóðingar ein orðblindur hevur.


Tí er eitt veruligt skúlatilboð inni á skúlunum tað sum orðblindalærar og avvarðandi meta hevði gjørt størstan mun fyri tey orðblindu og lesiveiku. Á sama hátt sum serflokkarnir, ið eru skipaðar á ymsum skúlum fyri børn við autismu og við ADHD, átti eisini serstovur og eitt málrættað tilboð at verið til lesiveikar og orðblindar næmingar. Hetta eigur sjálvsagt at hugsast inn, tá ið nýggir skúlar verða bygdir, sum t.d komandi nýggi Vesturskúlin og nýggi skúlin í Klaksvík. Næmingarnir kunnu ganga í hesum serstovum í styttri ella longri tíðarskeið, hóskandi til tørvin. Eitt slíkt skúlatilboð kundi, aftrat undirvísing av børnum í skúlaaldri, stíla fyri skeiðum, bæði ætlað lærarum, foreldrum og vaksnum orðblindum og átikið sær leiklutin sum ráðgevi til aðrar lærarar og MMR.


Tann góða gongdin at hjálpa orðblindum og lesiveikum er byrjað, men neyðugt er at seta enn størri ferð á, samskipa tilboðini og ikki minst, seta ítøkilig skúlatilboð til lesiveik í verk í skúlunum.

15. september 2014
Gunvør Balle
tingkvinna fyri Tjóðveldi

søndag den 7. september 2014

Nú er stundin komin, at skipa ein føroyskan fólkaskúla

TÍÐARGREIN



Hvussu skapa vit ein fólkaskúla, sum endurspeglar okkara egnu hugsjónir um hvat skúlin skal búgva næmingarnar út til og sum tekur støði í tí føroyska samfelagnum? Sum nú er, eru tær handaligu, kropsligu og listaligu lærugreinirnar sera lítið raðfestar tey 9 árini okkara børn ganga í fólkaskúla. Hóast vit vita frá óteljandi kanningum, at júst hendan breiddin av lærugreinum - saman við teimum bókligu - stimbrar hugin og evnini at læra sum heild.


Seinastu árini havi eg tosað við nógv skúlafólk og við áhuga fylgt skúlakjakinum, og eg haldi nógv bendir á, at fólkaskúlin er á einum vegamóti. Eg fari í nøkrum fylgjandi greinum at siga mínar hugsanir um okkara felags skúla og framtíð hansara.


Vit noyðast at taka eitt grundleggjandi skúlapolitiskt kjak fyri at taka støðu til framtíðar leiðina. Í 1979 bleiv fyrisitingin av skúlaverkinum yvirtikin, men hóast tað, hava vit ikki ein føroyskan skúla. Vit hava støðugt kopierað danskar skipanir og føroyskir skúlamyndugleikar hava bara pjøssað og rættað smálutir øll árini síðan.


Ætla vit at halda fram at byggja víðari á fremmandan leist, ella er tíðin búgvin til, at vit tora at vaska talvuna reina og gera ein veruligan reform? Týdningarmesta tilfeingið vit eiga, eru tey menniskju her búgva. Tann máttur og teir førleikar, ið hvørt einstakt menniskja rúmar, má sleppa at spretta og næla í skúlanum. Tí mugu vit fara undir at byggja ein veruligan, føroyskan skúla upp frá grundini, har vit sjálv orða grundleggjandi innihald og virðir.


Tá ið vit kjakast um fólkavøkstur og at fáa útisetar heim aftur, er tað útfrá tí sannroynd, at størri og størri tal av ungdómum fer undir hægri útbúgving, tey flestu uttanlands. Vit seta ikki spurnartekin við, at vit útbúgva okkara ungdóm av landinum. Vit spyrja ikki, um tað kann vera rætt, at so nógv skulu vera akademikarar. Samstundis er stórur tørvur á handverkarum og stórt grundarlag er fyri vøkstri innan skapandi og kreativar yrkisgeirar. Men øll okkara útbúgvingarskipan er gearað til eina bókliga yrkisleið og hetta mugu vit tora at gera upp við.


Fólkaskúlin hevur ein týðandi leiklut í at skapa tað heila menniskja. Harvið eisini til at skapa tey fólk, ið helst skulu liva og virka í okkara egna samfelag, men sum sjálvsagt eisini skulu hava førleikar at gera seg galdandi í altjóða høpi. Men grundarlagið má vera, at tann einstaki sleppur at brúka sínar - ymisku - førleikar - til gagns fyri seg sjálvan og harvið til gagns fyri alt samfelagið. Og til tað krevjast allir møguligir førleikar, ikki bara teir bókligu. Vit eru til dømis eitt samfelag, sum livir við og av náttúruni og havinum, og tað átti at sæst nógv betur aftur í útbúgvingarskipanini. Sum til dømis við lærugreinum, ið brúka náttúruna aktivt og geva frálæru um burðardygd, um fiski- og alivinnu, um tað sum livir í havinum, um skip, motorar osfr. Tílíkt, ið er beinleiðis viðkomandi fyri tann veruleika vit liva í. Vit hava góðar lista- og tónleikagávur - hetta átti skúlin at framelskað í nógv størri mun. Og týðandi er eisini, at fólkaskúlin framhaldandi leggur dent á fakini heimkunnleiki og smíð, tí prógvað er, at hesi fak gera tað stuttligt at ganga í skúla og øll fáa gagn av hesum kunnleikum til gerandis. Sum nú er, eru tær handaligu, kropsligu og listaligu lærugreinirnar sera lítið raðfestar tey 9 árini okkara børn ganga í fólkaskúla. Hóast vit vita frá óteljandi kanningum, at júst hendan breiddin av lærugreinum - saman við teimum bókligu - stimbrar hugin og evnini at læra sum heild.


Tá næmingar fara í 8. og 9. flokk fáa tey ein lista við einari rúgvu av spennandi vallærugreinum. Men tá avtornar, er bara týskt og alisfrøði í boði, tí tær eru kravdar lærugreinir, og skúlin hevur ikki nóg mikið av læraratímum (les: játtan) til at bjóða hinar lærugreinirnar út. Eg hoyrdi eitt dømi frá einum skúla, har so nógv høvdu valt motorlæru, at tveir heilir flokkar høvdu kunnað verðið skipaðir. Men ongin av teimum, ið hevði glett seg til at fáa motorlæru, sluppu kortini, tí sokallaðu vallærugreinirnar eru bara eitt eiti. Hetta er at halda næmingar fyri gjøldur.


Hetta ger ikki bara tað, at vit í stóran mun útbúgva fólk til eitt annað samfelag enn okkara egna, men eisini at vit missa fleiri av okkara børnum av í svinginum. Vit vita, at ein stórur trupulleiki í fólkaskúlanum í dag er, at nógv fleiri børn eru krevjandi ella hava serligan tørv. Tá talið er so stórt, er tað so ikki ein sera nærliggjandi spurningur, um tað ikki heldur er galið við skipanini - innihaldinum í skúlanum - heldur enn við børnunum? Øll tey, ið ikki eru bóklig, fáa ongan rúmd, har er onki pláss fyri teirra áhugamálum og dygdum. Eitt úrslit av hesum er m.a tann syrgiliga sannroynd, at alt ov nógvir næmingar fara úr fólkaskúlanum uttan at hava lesi- og skriviførleika. Tey, ið hava skil fyri hesum siga, at talan eru um eini 15-20%, eitt tal, ið ikki átti at verið hægri enn hálvtannað til trý%. Tað er eyðsýnt tørvur á nógv fleiri tímum og málrættaðari hjálp til tey orðblindu og lesiveiku. Men um fólkaskúlin ikki var so einsrættað fokuseraður á bókligar førleikar, høvdu nógv fleiri trivist, fleiri høvdu valt tekniskar, kreativar, handaligar og aðrar yrkisrættaðar útbúgvingar og harvið trúgvi eg, at alt samfelagið hevði vunnið.


Og trupulleikin flytir seg og vísir seg longur uppi í útbúgvingarskipanini. Vantandi ikki-bókligar vallærugreinir í fólkaskúlanum ger, at nógv fleiri fara á studentaskúla enn tað sum er náttúrligt. Lutfallið millum student - handilsskúla og tekniskar/kreativar/ vinnurættaðar útbúgvingar átti at verið á leið eins høgt um tað skuldi avspegla ymiskleikan í okkum menniskjum og útboðið av arbeiðsplássum. Ovurstóra næmingatalið á studentaskúlunum skapar aftur stórar avbjóðingar, sum tørvurin á sálafrøðingum og lesivegleiðarum eru talandi dømi um. Mann orsøkin ikki vera, at fleiri av teimum ungu, ongantíð áttu at verið farin í studentaskúla? Og víðari fara flestu studentar nú undir hægri lestur - og nú eru tað universitetini, ið klaga um at støðið lækkar og at tey lesandi eru ov illa fyri osfr. Trupulleikin flytir seg uppeftir í skipanini, tí vit í fólkaskúlanum ikki hava givið øllum møguleika at brúkt øll tey ymisku evnini, tey hava fingið frá skaparans hond.


Hetta er ikki ein serføroysk avbjóðing, serliga í Danmark - haðani okkara skipan jú stavar - verður dúgliga kjakast um hetta evni. Eg havi fatan av, at í Íslandi fara fleiri í einum ungdómsárgangi á “fjølbreytaskúla” sum er miðnámsskúli við ymiskum tekniskum og handaligum útbúgvingum. í Týsklandi, Eysturríki og Sveits hava tey eisini eina áhugaverda skúlaskipan, sum í nógv størri mun er rættað móti yrkisligum førleikum heilt frá fólkaskúlanum og harvið spjaða tey ungu seg javnt millum akademiskar og yrkisligar leiðir.

Har er nógvur íblástur at heinta við at hyggja eitt sindur útum bøgarðarnar á “ríkisfelagsskapinum” og eg haldi tíðin er komin at vit fara at kjakast um ein framtíðar føroyskan skúla.


Gunvør Balle
tingkvinna fyri Tjóðveldi

7. september 2014