tirsdag den 29. oktober 2013

§52a spurningar til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann um CIP:




1. Var løgmaður einsamallur á fundi við umboð fyri CIP áðrenn landsstýrismaðurin og aðalstjórin í Innlendismálaráðnum vórðu innkallaðir til fundin 27.juni?
2. Um ja, hvør hevði kallað inn til fundin?
3. Hvat var umrøtt á fundinum?
4. Hvør luttók á fundinum?
5. Hví hevur løgmaður ikki kunnað um hendan fund?
6. Hví vil løgmaður ikki svarað fjølmiðlum uppá spurningar um hendan fund?
7. Kann løgmaður góðtaka, at løgmansstjórin als ikki vil úttala seg til fjølmiðlarnar um málið um Skálafjarðatunnilin?
8. Hví segði løgmaður í Løgtinginum, at hann ikki átti nakran lut í avtaluni, ið varð undirskrivað við CIP 27.juni?
9. Hvørja lógarheimild hevði løgmaður og landsstýrismaðurin í Innlendismálum fyri at undirskriva avtalu um endurgjald ella break-fee?
10. Er, ella verður, milliónin í break-fee til CIP útgoldin?
11. Um ikki, hvør er orsøkin til at hon ikki verður útgoldin?


Ad 1-4:
Skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í vísa, at løgmaður hevði einsamallur ein fund við CIP, áðrenn landsstýrismaðurin og aðalstjórin í Innlendismálaráðnum vórðu innkallaðir 27. juni. Hetta var dagurin, tá endurgjaldsavtalan upp á eina millión krónur varð gjørd. Dagur&Vika hevur ferð eftir ferð roynt at spurt løgmann, hví hann ikki hevur kunnað um, at hann var einsamallur á fundi við CIP, men løgmaður hevur svarað, at hann onki hevur at leggja afturat í hesum málinum.  
Tí verður løgmaður biðin um skrivliga at svara, hvør kallaði inn til fundin við CIP og um hann hevði ein forfund við umboð fyri CIP áðrenn restin av fundarluttakarunum komu.


Ad 5-7: Løgmaður hevur fleiri ferðir sagt, at hann vil hava fullan opinleika í hesum máli. Kortini hevur hann góðtikið og vart, at týðandi upplýsingar ikki fylgdu við lógaruppskotinum, tá tað kom niðan í Løgtingi. Hann hevur sjálvur ikki sagt frá sínum leikluti á týðandi fundum og tað síðsta er, at hann góðtekur at løgmansstjórin ikki vil úttala seg til fjølmiðlar. Hetta hóast nógv hevur verið funnist at embætisførsluni í Innlendsimálaráðnum, sum í síðsta enda er ábyrgd løgmansstjórans. Løgmaður verður biðin um at svara fyri, hví tað er so lítil samanhangur millum orð og gerðir hansara.


Ad 8: Tað er sera undrunarsamt at løgmaður fleiri ferðir staðfesti, at hann ikki kundi funnið uppá at gjørt nakra avtalu við CIP, tá tað seinni er komið fram, at løgmaður luttók á fundinum og tí var kunnugur við og samtykti, at avtalað varð gjørd við CIP um eina mió í break-fee.


Ad 9: Kann løgmaður vísa á júst hvørja lógarheimild hann hevur, ið loyvir landsstýrismanni at undirskriva avtalu um endurgjald?


Ad 10-11: Sum skilst er milliónin til CIP enn ikki útgoldin, og løgmaður hevur svarað Løgtinginum, at hann visti ikki hví so var, kanska var tað tí, at tey í Fíggjarmálaráðnum ikki funnu kontonummarið hjá CIP. Er væntandi at milliónin verður flutt og um ikki, er nøkur avtala gjørd við CIP um at hon ikki skal flytast teimum kortini?


Gunvør Balle
16. oktober 2013

Bandasavnið í Kringvarpinum kann bjargast við samstarvi millum tað almenna, privata vinnulivi og ALS


Í svari uppá fyrispurning mín um bandasavnið í vár, segði landsstýrismaðurin seg meta hetta arbeiði vera týdningarmikið og at hann saman við Kringvarpinum og Søvnum Landsins fer at fáa lýst hvat skal til fyri at bjarga bandasavninum.
Tað er gleðiligt, at landsstýrsmaðurin sigur seg vilja taka málið upp, men best hevði verið at sæð viljani í verki. Tí samgongan hevur hvørki sett pengar av til bandasavnið í langtíðarkarmunum ella í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014, og samgongan feldi uppskotið frá andstøðuni um at seta pengar av til at byrja talgilding av bandasavninum.
Tað snýr seg um at bjarga einum týðandi parti av okkara mentanararvi, sum lysir søgu og samleika føroyinga tey seinastu gott 50 árini í ljóði og myndum. Umframt at varðveita tilfarið fyri eftirtíðina, snýr tað seg eisini um at gera tað atkomuligt fyri almenningin. Talgilding hevði gjørt tað møguligt hjá øllum borgarum, at fingið atgongd til tann partin av okkara mentanararvi, sum er í ljóði og myndum.
Spurningurin er, um ikki ein alternativ, skjót loysn kann finnast, har fleiri partar  taka á seg at lyfta í felag.

Í uppritinum um bandasavnið sum Mentamálaráðið fekk handað í  2010, varð mett, at tað fór at kosta umleið 30 mió kr at digitalisera bandasavnið. Hetta var tó ein leystlig meting og fólk við skili fyri hesum, meta at talið er ov høgt, helst er talan um hægst 25 mió kr. Landsstýrismaðurin eigur sum tað fyrsta, at fáa greiðu á hvør veruligi kostnaðurin verður.
Síðan eigur ábyrgdin fyri bjarging av bandasavninum at flytast frá Kringvarpinum til Søvn Landsins, tí tað er hesin landsstovnur, ið hevur ábyrgd av at taka sær av varðveitslu og tryggjan av mentanararvinum.
So eigur ein tíðarætlan at setast fyri bjargingarætlanini, og hon nýtist ikki at vera meir enn 6 ár. Tað vildi merkt, at tørvur er á eini 3- 4 milliónum um árið. Landsstýrismaðurin átti at bjóða privata vinnulívinum at vera við til at fíggja verkætlanina. Vænti at fleiri privatar fyritøkur høvdu haft áhuga í at tikið ábyrgd í hesum máli. Tað eigur eisini at kannast, um eitt skilagott samstarv við ALS kundi verðið ein partur av loysnini, soleiðis at arbeiðsleys kunnu hjálpa til í arbeiðinum, í tann mun tað ber til.
Tað finnast privat feløg, ið hava førleika og møguleika at standa fyri talgildingini, og tey eiga at fáa møguleika at bjóða uppá tekniska partin av arbeiðinum, meðan fakkøn fólk taka sær av at velja út og raðfesta hvat tilfar skal varðveitast og tryggjast.
Á henda hátt vildi talan verið um eina einastandandi vinn-vinn loysn. Har tað almenna td rindar 1-2 mió kr. um árið, ymiskar kapitalsterkar føroyskar fyritøkur rinda íalt hinar 1-2 mió um árið og privatar fyritøkur møguliga í samstarvi við ALS sleppa at bjóða uppá at loysa uppgávuna. Ongin ivi er um, at alt føroya fólk stendur saman um at seta hetta arbeiði í verk ongantíð ov skjótt. Hetta snýr seg um okkara felags søgu, sum vit ikki mugu lata doyggja. Søguleyst fók er sum kunnugt støðuleyst fólk.

Gunvør Balle

tingkvinna

onsdag den 9. oktober 2013

Fyrispurngar um politisku ætlanirnar við filmslist og filmsvinnu


Munnligur fyrispurningur
til
Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum
Viðvíkjandi stuðli til filmslist

1.     Hvat er politiska málið við at seta pening av til filmslist?
2.     Hvussu stórur partur av milliónini, ið Mentanargrunnurin eftir ætlan fær aftrat,  verður markaður filmslistini?
3.     Verður serstøk konto stovnað undir Mentanargrunninum til filmslist, soleiðis at talan er um byrjanina til ein veruligan filmsgrunn?
4.     Er ætlanin at játtanin skal hækka støðugt komandi árini?
5.     Hvør skal viðgera umsóknirnar?
6.     Hvørji krøv verða sett teimum, ið fáa stuðul?
7.     Ætlar landsstýrismaðurin at orða ein filmspolitikk?
8.     Samstarva Mentamálaráðið og Vinnumálaráðið um at menna filmslist og filmsvinnu?

Munnligur fyrispurningur
til
Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum
Viðvíkjandi stuðli til filmslist

1. Ætlar Vinnumálaráðið at raðfesta filmsvinnuna í vinnupolitikkinum?
2. Um ja, hvussu skal hetta gerast?
3. Samstarva Mentamálaráðið og Vinnumálaráðið um at menna filmslist og filmsvinnu?


Viðmerkingar:
Tað er komið fram, at landsstýrismaðurin í mentamálum ætlar at marka ein part av hækkaðu játtanini til Mentanargrunnin til filmslist.

Í vár handaði Klippfisk landsstýrismanninum í vinnumálumálum álit um filmsvinnu. Í álitinum verður m.a víst á, at í Íslandi eru filmspolitisku átøkini lutvíst mentanarpolitisk og lutvíst vinnupolitisk, tí filmsvinna er ein samanrenning av økjunum mentan/list og vinna.

Álitið setir tað mál, at um 10 ár skal ein spælifilmur framleiðast um árið í Føroyum, og 50 heiltíðar størv skulu vera í vinnuni. Fyri at náa hesum máli var mælt til at:

-       skattalætti ella stuðul verður latin útlendskum filmsframleiðarum, ið taka film upp í Føroyum
-       skipa ein føroyskan filmsgrunn
-       grunnurin skal byrja við 1,5 mió. um árið, men vaksa til 5 mió. eftir 7 árum
-       stuðla undir at fáa eitt afturvendandi føroyskt tiltak, t.d. filmfestival, har Føroyar verða settar á kortið hjá filmsvinnuni í útlondum.

Tað hevur stóran týdning at orða eitt mál fyri, hví filmslistin skal stuðlast, og hvat vit sum land ynskja at uppnáa við hesum. Spurningurin til landsstýrismannin snýr seg um, um ætlanin er at orða ein filmspolitikk, hvussu stuðulin skal umsitast og um krøv til umsøkjarar. Somu­leiðis má greiða fáast á, um talan bert er um eitt eingangsátak, har ein partur av játtanini úr Mentanargrunninum skal latast filmslistini.


Á Løgtingi, 8. oktober 2013
Gunvør Balle