tirsdag den 29. oktober 2013

Bandasavnið í Kringvarpinum kann bjargast við samstarvi millum tað almenna, privata vinnulivi og ALS


Í svari uppá fyrispurning mín um bandasavnið í vár, segði landsstýrismaðurin seg meta hetta arbeiði vera týdningarmikið og at hann saman við Kringvarpinum og Søvnum Landsins fer at fáa lýst hvat skal til fyri at bjarga bandasavninum.
Tað er gleðiligt, at landsstýrsmaðurin sigur seg vilja taka málið upp, men best hevði verið at sæð viljani í verki. Tí samgongan hevur hvørki sett pengar av til bandasavnið í langtíðarkarmunum ella í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014, og samgongan feldi uppskotið frá andstøðuni um at seta pengar av til at byrja talgilding av bandasavninum.
Tað snýr seg um at bjarga einum týðandi parti av okkara mentanararvi, sum lysir søgu og samleika føroyinga tey seinastu gott 50 árini í ljóði og myndum. Umframt at varðveita tilfarið fyri eftirtíðina, snýr tað seg eisini um at gera tað atkomuligt fyri almenningin. Talgilding hevði gjørt tað møguligt hjá øllum borgarum, at fingið atgongd til tann partin av okkara mentanararvi, sum er í ljóði og myndum.
Spurningurin er, um ikki ein alternativ, skjót loysn kann finnast, har fleiri partar  taka á seg at lyfta í felag.

Í uppritinum um bandasavnið sum Mentamálaráðið fekk handað í  2010, varð mett, at tað fór at kosta umleið 30 mió kr at digitalisera bandasavnið. Hetta var tó ein leystlig meting og fólk við skili fyri hesum, meta at talið er ov høgt, helst er talan um hægst 25 mió kr. Landsstýrismaðurin eigur sum tað fyrsta, at fáa greiðu á hvør veruligi kostnaðurin verður.
Síðan eigur ábyrgdin fyri bjarging av bandasavninum at flytast frá Kringvarpinum til Søvn Landsins, tí tað er hesin landsstovnur, ið hevur ábyrgd av at taka sær av varðveitslu og tryggjan av mentanararvinum.
So eigur ein tíðarætlan at setast fyri bjargingarætlanini, og hon nýtist ikki at vera meir enn 6 ár. Tað vildi merkt, at tørvur er á eini 3- 4 milliónum um árið. Landsstýrismaðurin átti at bjóða privata vinnulívinum at vera við til at fíggja verkætlanina. Vænti at fleiri privatar fyritøkur høvdu haft áhuga í at tikið ábyrgd í hesum máli. Tað eigur eisini at kannast, um eitt skilagott samstarv við ALS kundi verðið ein partur av loysnini, soleiðis at arbeiðsleys kunnu hjálpa til í arbeiðinum, í tann mun tað ber til.
Tað finnast privat feløg, ið hava førleika og møguleika at standa fyri talgildingini, og tey eiga at fáa møguleika at bjóða uppá tekniska partin av arbeiðinum, meðan fakkøn fólk taka sær av at velja út og raðfesta hvat tilfar skal varðveitast og tryggjast.
Á henda hátt vildi talan verið um eina einastandandi vinn-vinn loysn. Har tað almenna td rindar 1-2 mió kr. um árið, ymiskar kapitalsterkar føroyskar fyritøkur rinda íalt hinar 1-2 mió um árið og privatar fyritøkur møguliga í samstarvi við ALS sleppa at bjóða uppá at loysa uppgávuna. Ongin ivi er um, at alt føroya fólk stendur saman um at seta hetta arbeiði í verk ongantíð ov skjótt. Hetta snýr seg um okkara felags søgu, sum vit ikki mugu lata doyggja. Søguleyst fók er sum kunnugt støðuleyst fólk.

Gunvør Balle

tingkvinna

Ingen kommentarer:

Send en kommentar