Munnligur
fyrispurningur
til
Bjørn
Kalsø, landsstýrismann í mentamálum
Viðvíkjandi
stuðli til filmslist
1.
Hvat er
politiska málið við at seta pening av til filmslist?
2.
Hvussu
stórur partur av milliónini, ið Mentanargrunnurin eftir ætlan fær aftrat, verður markaður filmslistini?
3.
Verður
serstøk konto stovnað undir Mentanargrunninum til filmslist, soleiðis at talan
er um byrjanina til ein veruligan filmsgrunn?
4.
Er
ætlanin at játtanin skal hækka støðugt komandi árini?
5.
Hvør skal
viðgera umsóknirnar?
6.
Hvørji
krøv verða sett teimum, ið fáa stuðul?
7.
Ætlar
landsstýrismaðurin at orða ein filmspolitikk?
8.
Samstarva
Mentamálaráðið og Vinnumálaráðið um at menna filmslist og filmsvinnu?
Munnligur fyrispurningur
til
Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum
Viðvíkjandi stuðli til filmslist
1. Ætlar Vinnumálaráðið at raðfesta filmsvinnuna í vinnupolitikkinum?
2. Um ja, hvussu skal hetta gerast?
3. Samstarva Mentamálaráðið og Vinnumálaráðið um at menna filmslist og filmsvinnu?
Viðmerkingar:
Tað er komið fram, at landsstýrismaðurin í mentamálum ætlar at marka ein part av hækkaðu játtanini til Mentanargrunnin til filmslist.
Tað er komið fram, at landsstýrismaðurin í mentamálum ætlar at marka ein part av hækkaðu játtanini til Mentanargrunnin til filmslist.
Í
vár handaði Klippfisk landsstýrismanninum í vinnumálumálum álit um filmsvinnu.
Í álitinum verður m.a víst á, at í Íslandi eru filmspolitisku átøkini lutvíst
mentanarpolitisk og lutvíst vinnupolitisk, tí filmsvinna er ein samanrenning av
økjunum mentan/list og vinna.
Álitið
setir tað mál, at um 10 ár skal ein spælifilmur framleiðast um árið í Føroyum,
og 50 heiltíðar størv skulu vera í vinnuni. Fyri at náa hesum máli var mælt til
at:
-
skattalætti
ella stuðul verður latin útlendskum filmsframleiðarum, ið taka film upp í
Føroyum
-
skipa ein
føroyskan filmsgrunn
-
grunnurin
skal byrja við 1,5 mió. um árið, men vaksa til 5 mió. eftir 7 árum
-
stuðla
undir at fáa eitt afturvendandi føroyskt tiltak, t.d. filmfestival, har Føroyar
verða settar á kortið hjá filmsvinnuni í útlondum.
Tað
hevur stóran týdning at orða eitt mál fyri, hví filmslistin skal stuðlast, og
hvat vit sum land ynskja at uppnáa við hesum. Spurningurin til
landsstýrismannin snýr seg um, um ætlanin er at orða ein filmspolitikk, hvussu
stuðulin skal umsitast og um krøv til umsøkjarar. Somuleiðis má greiða fáast
á, um talan bert er um eitt eingangsátak, har ein partur av játtanini úr
Mentanargrunninum skal latast filmslistini.
Gunvør Balle
Ingen kommentarer:
Send en kommentar