tirsdag den 29. oktober 2013

§52a spurningar til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann um CIP:




1. Var løgmaður einsamallur á fundi við umboð fyri CIP áðrenn landsstýrismaðurin og aðalstjórin í Innlendismálaráðnum vórðu innkallaðir til fundin 27.juni?
2. Um ja, hvør hevði kallað inn til fundin?
3. Hvat var umrøtt á fundinum?
4. Hvør luttók á fundinum?
5. Hví hevur løgmaður ikki kunnað um hendan fund?
6. Hví vil løgmaður ikki svarað fjølmiðlum uppá spurningar um hendan fund?
7. Kann løgmaður góðtaka, at løgmansstjórin als ikki vil úttala seg til fjølmiðlarnar um málið um Skálafjarðatunnilin?
8. Hví segði løgmaður í Løgtinginum, at hann ikki átti nakran lut í avtaluni, ið varð undirskrivað við CIP 27.juni?
9. Hvørja lógarheimild hevði løgmaður og landsstýrismaðurin í Innlendismálum fyri at undirskriva avtalu um endurgjald ella break-fee?
10. Er, ella verður, milliónin í break-fee til CIP útgoldin?
11. Um ikki, hvør er orsøkin til at hon ikki verður útgoldin?


Ad 1-4:
Skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í vísa, at løgmaður hevði einsamallur ein fund við CIP, áðrenn landsstýrismaðurin og aðalstjórin í Innlendismálaráðnum vórðu innkallaðir 27. juni. Hetta var dagurin, tá endurgjaldsavtalan upp á eina millión krónur varð gjørd. Dagur&Vika hevur ferð eftir ferð roynt at spurt løgmann, hví hann ikki hevur kunnað um, at hann var einsamallur á fundi við CIP, men løgmaður hevur svarað, at hann onki hevur at leggja afturat í hesum málinum.  
Tí verður løgmaður biðin um skrivliga at svara, hvør kallaði inn til fundin við CIP og um hann hevði ein forfund við umboð fyri CIP áðrenn restin av fundarluttakarunum komu.


Ad 5-7: Løgmaður hevur fleiri ferðir sagt, at hann vil hava fullan opinleika í hesum máli. Kortini hevur hann góðtikið og vart, at týðandi upplýsingar ikki fylgdu við lógaruppskotinum, tá tað kom niðan í Løgtingi. Hann hevur sjálvur ikki sagt frá sínum leikluti á týðandi fundum og tað síðsta er, at hann góðtekur at løgmansstjórin ikki vil úttala seg til fjølmiðlar. Hetta hóast nógv hevur verið funnist at embætisførsluni í Innlendsimálaráðnum, sum í síðsta enda er ábyrgd løgmansstjórans. Løgmaður verður biðin um at svara fyri, hví tað er so lítil samanhangur millum orð og gerðir hansara.


Ad 8: Tað er sera undrunarsamt at løgmaður fleiri ferðir staðfesti, at hann ikki kundi funnið uppá at gjørt nakra avtalu við CIP, tá tað seinni er komið fram, at løgmaður luttók á fundinum og tí var kunnugur við og samtykti, at avtalað varð gjørd við CIP um eina mió í break-fee.


Ad 9: Kann løgmaður vísa á júst hvørja lógarheimild hann hevur, ið loyvir landsstýrismanni at undirskriva avtalu um endurgjald?


Ad 10-11: Sum skilst er milliónin til CIP enn ikki útgoldin, og løgmaður hevur svarað Løgtinginum, at hann visti ikki hví so var, kanska var tað tí, at tey í Fíggjarmálaráðnum ikki funnu kontonummarið hjá CIP. Er væntandi at milliónin verður flutt og um ikki, er nøkur avtala gjørd við CIP um at hon ikki skal flytast teimum kortini?


Gunvør Balle
16. oktober 2013

Ingen kommentarer:

Send en kommentar