onsdag den 23. april 2014

Svar frá Jacob Vestergaard um "Anitu"

Fyrispurningur um “Anitu”, settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Gunvør Balle, løgtingskvinna


1.   Hví vórðu stig ikki tikin til at fáa reiðaríið hjá Anitu at taka gørnini inn fyrr?
2.   Hevði Anita fingið undantaksloyvi at lata gørnini standa longri enn teir 72 tímarnar, sum sambært lógini er longsta tíð, tey kunnu standa?
3.   Um ikki, er tað so at meta sum ólógligur fiskiskapur, tá skipið brýtur hesa áseting?
4.   Um svarið upp á spurning 3 er ja, hví sigur Fiskiveiðieftirlitið so, at teir ikki hava mandat at seta reiðarínum krøv um at draga gørnini, ella at fáa annað skip at draga gørnini upp á rokning hjá reiðarínum hjá Anitu?
5.   Fær tað nakrar avleiðingar (fyri avvarðandi myndugleika ella reiðaríið), at gørnini hava staðið so leingi úti?
6.   Í mars í 2013 meldaði Fiskimannafelagið Anitu til ymsar myndugleikar, m.a. Fiski­málaráðið, hvat hevur ráðið svarað felagnum?
7.   Eru nøkur viðurskifti viðv. Anitu, sum landsstýrismaðurin ikki heldur kunnu góðtakast, um so er, hvørji eru hesi, og hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at fyribyrgja at hesi ikki henda aftur?


Svar:

Til nr. 1.
Reiðaríið hjá Anitu hevði bert Anitu til at draga gørnini við. Anita fekk siglingarbann frá Sjóvinnustýrinum, tá farið kom í havn, og manningin bleiv send av landinum. Fiskiveiðieftirlitið kann ikki tvinga reiðaríið til at taka gørnini inn.



Til nr. 2.
Tá fiskifør við loyvi sambært kunngerðini fara inn at avreiða, og gørnini standa úti, skulu ikki ganga meiri enn 72 tímar, til skipið aftur er á fiskileið og fer at draga.

Fiskiveiðieftirlitið kann í serligum førum, sbr. § 13, stk. 2 í kunngerð nr. 105 frá 5. august 2013 um skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum, veita undantak viðvíkjandi tíðarfreistini.

Reiðaríið hevði ikki fingið undantaksloyvi at lata gørnini standa meiri enn 72 tímar.

Til nr. 3.
Tað er at meta sum brot á § 13, stk. 1 í kunngerð nr. 105 frá 5. august 2013 um skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum. Brotið kann, sbrt. § 15, stk. 1, revsast við bót, eins og Fiskiveiðieftirlitið, sbrt. § 15, stk. 2, kann taka fiskiloyvið aftur í upp til 4 vikur.

Til nr. 4.
Fiskiveiðieftirlitið metir seg ikki at hava heimild til at útvega sær annað far ella við egnum fari draga gørnini fyri rokning eigarans. 

Heimild er t.d. í § 35, stk. 1, 2. pkt. í lógini um vinnuligan fiskiskap at kanna reiðskap í havn fyri eigarans rokning, um hann er ólógligur, men eingin slík heimild er at taka gørn ella annan reiðskap upp fyri rokning eigarans.

Gørnini kunnu dragast fyri egna rokning, men hetta var, við atliti at fíggjarkarmi stovnsins, ikki mett ráðiligt.

Um Brimil ella Tjaldrið hevði tikið gørnini upp, varð veiðan tveitt fyri borð, eins og reiðskapurin hevði farist illa av tí, at skipini ikki eru egnað at draga gørn. Eisini av hesum orsøkum var hetta ikki mett at vera ein góð loysn.

Til nr. 5.
Reiðaríið og skiparin verða meldað til fútan fyri brot á § 13, stk. 1 í áðurnevndu kunngerð. Reiðaríið og skiparin kunnu vænta sær eina bót fyri brotið, eins og fiskiloyvið møguliga verður tikið aftur í eitt tíðarskeið í upp til 4 vikur.

Til nr. 6.
Fiskimálaráðið fekk 4. mars 2013 skriv frá Føroya Fiskimannafelag við fráboðan um lógarbrot, bæði um manningarviðurskifti umborð á M/s Anitu, umframt at M/s Anita hevði lagt fisk upp í Miðvági, har eingin innvigingarskipan er.

Fiskimálaráðið sendi skrivið víðari til Fiskiveiðieftirlitið, sum hevur eftirlit við, at lóggávan á fiskivinnuøkinum verður hildin.

Fiskiveiðieftirlitið svaraði Føroya Fiskimannafelag tann 6. mars 2013, at M/s Anita hevur góðkenda innvigingarskipan umborð, sum er givin við heimild í § 3 í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavøru, og at fiskurin hjá skipinum tí er innvigaður, tá skipið kemur til lands, og tá er ikki neyðugt at fara um aðra innvigingarskipan.

Eisini svaraði Fiskiveiðieftirlitið, at spurningar um útlendska arbeiðsmegi ikki er málsøki hjá Fiskiveiðieftirlitinum. Víst varð til Útlendingastovuna.

Fiskimálaráðið fekk avrit av skrivi frá Innlendismálaráðnum til Fiskimannafelagið, sum fráboðanin frá Føroya Fiskimannafelag eisini varð send til. Innlendismálaráðið boðar Føroya Fiskimannafelag frá, at tað er løgreglan, sum hevur eftirlit við, at reglurnar í útlendingalógini verða hildnar. Og av tí, at fráboðanin eisini er send løgregluni, ger Innlendismálaráðið ikki meira við málið, men væntar, at løgreglan, sum rætti myndugleiki, tekur sær av málinum.

Til nr. 7.
Eg meti ikki, at tað er nøktandi, at myndugleikin ikki hevur heimild til at lata gørnini draga fyri eigarans rokning. 

Fyri at kunna draga gørnini fyri eigarans rokning, er neyðugt at hava greiða heimild. Eg ætli mær at leggja uppskot fyri Løgtingið fyri at fáa slíka heimild í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.




Jacob Vestergaard

landsstýrismaður

Ingen kommentarer:

Send en kommentar