tirsdag den 24. februar 2015

UNESCO listin og skyldan at varðveita mentanararvin


Tað er einki minni enn eitt frambrot, at Koltur framyvir skal umsitast sum mentamál. Harvið eru fortreytirnar til staðar, at skapa nakað heilt serstakt og visjonert - fyri okkum sjálv og fyri umheimin. Ein serlig friðingarskipan, ið bæði umfatar mentanararv og náttúruarv, skal skipa Koltur sum ein livandi tjóðgarð. Um rætt verður borið at, fer Koltur at gerast ein kelda til stoltleika, gleði og vitan fyri okkum heimafólk, skúlaflokkar o.a - eins væl og fyri útlendingar - ferðafólk, granskarar og listafólk. Vitan um fornar byggisiðir og -búsetingar, velting, jarðarbrúk og um hvussu náttúran sær út, tá hon er ótamd og órørd.

Í fjør heyst skipaði føroyska UNESCO nevndin fyri kunnandi fundi um UNESCO sáttmálar, heimsarv og føroyskan mentanar- og náttúruarv og um verju av immateriellum mentanararvi. Bæði føroyskir og útlendskir serfrøðingar løgdu fram síni sjónarmið.
UNESCO sáttmálin er mest kendur fyri heimsarvslistan, ið er listi við dømum um mentanar- og náttúruarv, ið verða mett at hava so stórt virði fyri heimin, at serlig átøk skulu gerast fyri, at hesi kunnu verða varðveitt fyri eftirtíðina. Stór virðing er knýtt at heimsarvslistanum, og lond leggja stóra orku í at fáa sítt heimsarvsevni á listan. Í Norðanlondum eru kend støð á listanum eitt nú Þingvellir, Ilulissat ísfjørðurin, rúnarsteinarnir í Jellinge og Bryggjan í Bergen. Onnur kend støð á heimsarvslistanum eru eitt nú pyramidurnar í Giza, kinverski múrurin og Great Barrier Rief í Avstralia. At eitt land fær mentanar- ella náttúruarvsevni á listan hevur stóran týdning fyri ferðavinnuna, tí ferðafólk í stórum tali vitja støðini á heimsarvslistanum. Føroyar hava onki evni á heimsarvslistanum, men kunnandi fundurin var eitt fyrsta stig til at seta føroyskan heimsarv á dagsskránna.
Fundurin á Tjóðsavninum staðfesti, at fyri at søkja um at koma á listan hjá UNESCO yvir heimsarv skal eitt umfatandi og miðvíst arbeiði gerast heima hjá okkum sjálvum fyrst. Víst var á dømi um materiellan og immateriellan mentanararv, ið kann koma uppá tal at søkja um. Tá tað snýr seg um materiellan mentanar- og náttúruarv vísti stjórin á Fornminnissavninum Erland V. Joensen m.a. á, at mentanarminnini í Kirkjubø, búsetingin úti á Reyni, Koltur og Hvalastøðin við Áir kundu verið sjálvsøgd at arbeitt víðari við. Tá tað snýr seg um immateriellan mentanararv kundi talan t.d. verið um føroyska dansin og kvæðini og tann ræsta smakkin.
Visit Faroe Islands hevur rós uppiborið fyri at hava strongt á, at fáa gongd á arbeiðið at lýsa hvat skal til fyri at koma á listan hjá UNESCO yvir heimsarv, tí hetta skumpar undir, at vit gerast tilvitað um týdningin av okkara mentanararvi. Sølva Patursson hevur ótroyttiliga víst á týdningin av, at fáa munagóða brimverju fyri fornminnini í Kirkjubø. Og tess fleiri bólkar og einstaklingar í samfelagnum trýsta á, tess størri vón er fyri, at ein miðvís og skipað tilgongd at varðveita fornminnir og mentanararv verður sett i verk.
Men tað er týðandi at vit gera okkum greitt, at hetta arbeiði skal gerast uttan mun til ferðavinnu og UNESCO listar. Tað skal gerast, tí vit sjálvi síggja og skilja tað neyðuga og virðismikla í mentanararvinum. Um tað kann gagna ferðavinnuni at vit møguleika koma á listan hjá UNESCO, er tað ein eyka ágóði, vit bara kunnu gleðast um. Men tað er sjálv tilgongdin og viljin vit vísa í verki til at varðveita fornminni og mentanarminnini, sum er mest týðandi, fyrst og fremst fyri okkum sjálv. Varðveitingararbeiðið í Kirkjubø er dømi um, at arbeitt verður miðvíst fram ímóti, at mentanarminnini í Kirkjubø sum ein heild verða góðkend av alheimssamfelagnum sum heimsarvur. Men samstundis er manglandi raðfesting av brimverjuni dømi um misrøkt, ið bókstaviliga máðar støði undan varðveitingararbeiðinum.
Mentanarminni umboða okkara felags mentanararv, og tí er tað ein felags skylda og ábyrgd at varðveita tey til framtíðar ættarlið. Hesin mentanararvur skal varðveitast við virðing, umhugsni og teimum bestu kunnleikum og royndum, ið finnast.. Tí má varðveiting av mentanarminnum fáa nógv størri rúmd og raðfesting enn higartil.

Gunvør Balle
24. februar 2015

Ingen kommentarer:

Send en kommentar