tirsdag den 10. februar 2015

Munnligur fyrispurningur til Karsten Hansen um lóg um foreldramyndugleika



  1. Hvat heldur landsstýrismaðurin fyrimunirnar og vansarnar vera við:   
    1. at lata verandi lóg um foreldramyndugleika framhaldandi vera í gildi?
    2. at seta donsku “forældreansvarsloven” í gildi fyri Føroyar?
    3. at yvirtaka málsøkið familju- og arvarætt, so vit kunnu smíða okkara egnu lógir á økinum?
  2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at tað altíð er trygdin og trivnaðurin hjá barninum, sum er í hásæti og ikki rætturin hjá foreldrunum til eins nógva samveru, tá avgerð skal takast um foreldrarætt- og samveru við hjúnaskilna?

Viðmerkingar:
Nú landsstýrið hevur í umbúna at broyta lóg um foreldramyndugleika, hevur sjóneykan seinastu tíðina verið sett á ymisk viðurskifti í hesum sambandi, ma. um at tryggja barninum eins góða samveru við bæði foreldrini eftir hjúnaskilnað. Og tryggja samverurætt hjá tí foreldrinum, ið ikki hevur foreldrarættin (oftast pápin) við børnini eftir hjúnaskilnað. Ein nýggjur vinkul vísir á, at rætturin hjá børnum til tryggan uppvøkstur skal ganga fram um rættin til eins nógva samveru við bæði foreldrini. Tá ið talan er um at annað foreldrið ikki er skikkað at hava samveru við børnini,  - td orsakað av sálarligum órógvi, harðskapi, rúsevnismisnýtslu ella øðrum - kann tað vera beinleiðis skaðiligt fyri barnið, at eitt óskikkað foreldur hevur ótarnaða atgongd til samveru við børn síni.

Víst hevur verið á, at Føroyar verður brúkt sum friðskjól hjá hesum (oftast) mammum og børnum, ið verða noydd at flýggja undan hóttandi og skaðiligum pápum, tí smbrt. nýggju donsku foreldraábyrgdarlógini, hava bæði foreldrini eins stóran rætt til samveru við barnið.
Myndugleikarnir hyggja tí fyrst og fremst eftir, at barnið hevur eins nógva samveru við bæði foreldrini, meðan umstøðurnar hjá foreldrunum, teirra evnir at samstarva um børnini og teirra førleiki at geva barninum góða og trygga uppaling kemur í aðru røð.

Um danska forældreansvarslógin verður sett í gildi fyri Føroyar, skal andin í lógini haldast, og bert smávegis praktiskar tillagingar kunnu gerast. Tey eru mong, ið mæla staðiliga frá, at samtykkja verandi donsku lóg í Føroyum. Um galdandi lóg um foreldramyndugleika heldur ikki er mett at verða nøktandi, kann einasta gongda leið vísa seg vera, at yvirtaka økið og smíða okkara egnu lógir á familju- og arvarættarøkinum.

Tá ið ósemjur eru millum foreldrini eftir hjúnaskilna og myndugleikarnir eru blandaðir uppí, er tað av størsta týdningi at myndugleikarnir seta barnið og tess trivna í miðdepilin. Mong eru dømini um foreldur, ið liggja í innanhýsis beiskum valdsstríði um børnini. Og tann einasti tryggi taparin er barnið. Í slíkum førum skal lógin verða greitt orðað, so trivnaðurin hjá barninum er í fokus og myndugleikin skal hava neyðuga játtan og fakligan førleika at útinna hetta í verki. Myndugleikarnir eiga at átaka sær ein virknan leiklut, fyrst og fremst við at gera neyðugar kanningar og metingarnar um hvar barnið hevur best av at vera. Eisini eigur krav at verða sett til mekling og at foreldrini skulu samstarva um børnini. Men rætturin hjá børnunum til ein góðan og tryggan uppvøkstur eiga at koma framum rættin hjá foreldrunum til børnini.



9. februar 2015
Gunvør Balle
Tjóðveldi

Ingen kommentarer:

Send en kommentar