torsdag den 1. november 2012

Svar uppá fyrispurning um skerjing av Mentanargrunni og Námi


Svar

upp á

skrivligan fyrispurning frá Gunvør Balle, løgtingskvinnu, til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum. Løgtingsmál nr. 21/2012: Viðvíkjandi skerjing av Mentanargrunninum, Námi og játtanini til Tónleik og Sang.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1.     Hvøjrar mentanarpolitiskar hugsjónir liggja aftan fyri ógvisligu skerjingina av Mentanargrunninum?
2.     Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja skúlanæmingum dagført, føroyskt undirvísingartilfar, tá Nám verður skorið?

Svar

Til 1: Í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina fyri 2013 hava fíggjarkarmarnir, sum Løgtingið samtykti á vári í 2012, ligið sum grundarlag. Tað hevur havt við sær, at neyðugt hevur verið at framt sparingar á § 7.

Samlaða játtanin til mentanarøkið í ár er 76,1 mió. kr. og verður komandi ár 74,3 mió. kr. Hetta svarar til eina sparing á mentanarøkinum á 2%.

Afturat sparingunum eru eisini nakrar umraðfestingar gjørdar. M.a. eru játtaðar góð ½ mió. kr. eyka til nýggja Málráðið, 400 t. kr. til mentanarsøgulig skip og føroyski dansurin er eisini kvinkaður uppeftir.

Sostatt eru tað serliga trongu fíggjarligu karmarnir og smávegis umraðfestingar, ið tíverri hava gjørt tað neyðugt at skerja einstakar játtanir.

Tá hesar skerjingar eru framdar, hevur dentur verið lagdur á ikki at niðurleggja týðandi funktiónir á mentanarøkinum.

Skerjingin í játtanini til Mentunargrunnin fer at hava við sær, at grunnurin fer at hava færri pengar at arbeiða við. Men virksemið hjá grunninum fer kortini at halda fram, við teimum pengum, sum hóast alt framvegis eru játtaðir grunninum.

Til 2: Skerjingin í játtanini til Nám hevur m.a. við sær tillagingar í starvsfólkatalinum, tá starvsfólk fer frá vegna aldur.

Til tess at minka um avleiðingarnar av sparingunum sum mest á útgávuøkinum, hevur Nám seinnu árini ment eitt víðfevnt samstarv við útlendsk forløg. Avtalur eru gjørdar við útlendsk forløg um útgávur, sum verða týddar og tillagaðar til føroysk viðurskifti. Hetta er munandi bíligari og skjótari loysn heldur enn at gera alt frá grundini í Føroyum. Útlendska tilfarið, stendur øll krøv í allar mátar, men er tó grógvið úr útlendskari mentan og siðvenju og skrivað og lagt til rættis har. Dømi um slíkar verkætlanir eru Heimssøgurnar, sum júst eru útkomnar til 7. – 9. flokk, Pit Stop til enskt og landalærutilfar, sum er í gerð.

Tá ið tað viðvíkur føroyskum, er drúgv tilgongd hjá næmingum okkara, áðrenn teir røkka A-støðið á miðnámi. Nám hevur lagt nógv fyri, so henda tilgongdin kann vera sum best frá 1. flokki og allan vegin uppeftir.

Tilfarið til 1. – 3. flokk er nýtt, og ein tann størsta verkætlanin  næstu nógvu árini verður føroyskt til 4. – 7. flokk. Hetta er upprunatilfar, sum umframt at krevja nógva arbeiðsorku, eisini krevur nógva fígging. Tilfarið í framhaldsdeildini er rættiliga nýtt. Væntandi verður tilfar eisini tókt til barnagarðsøkið um ikki so langa tíð.

Tá ið tað viðvíkur miðnáminum í føroyskum hevur tekstasavn verið í gerð í eina tíð. Umframt hetta er sáttmáli undirskrivaður við Norsk Gyldendal um tilfarið ”Panorama”, sum er ástøðistilfar til C, B og A-støðið. Hetta er norskt tilfar, men sum verður tillagað og broytt, so tað fevnir námsætlanina í føroyskum. Umframt hetta verður so lagt aftrat við føroyskum tekstum av øllum slagi.

Samanumtikið kann verða sagt, at útgávuverkætlanir eru drúgvar, og av tí sama eru fleiri teirra í gerð og hava verið tað longu í eina tíð og halda sjálvsagt áfram. Men sum frá líður verður talan um færri nýggjar útgávuverkætlanir við lægri játtan, umframt at tað frameftir eisini verður neyðugt at halda fram við at tillaga útlendskt tilfar heldur enn burturav at gera uppruna tilfar.


Vinarliga

Bjørn Kalsø
landsstýrismaður

Ingen kommentarer:

Send en kommentar