tirsdag den 14. august 2012

Fyrispurningur til Bjørn Kalsø um Kringvarp Føroya


Skrivligur fyrispurningur
til
Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum
viðvíkjandi Kringvarpi Føroya


  1. Hevur landsstýrið nakra ætlan ella visjón fyri Kringvarpið?
  2. Hevur landsstýrið nakra ætlan um at skipa eitt føroyskt Kringvarp, har keypt tilfar í minsta lagi verður tekstað ella viðgjørt á føroyskum? 
  3. Hvat hevði tað kostað at teksta (ella viðgjørt á føroyskum) alt keypt útlendskt tilfar í Sjónvarpinum?
  4. Hevur landsstýrið nakra ætlan fyri at styrkja mentanartilfar og barna- og ungdómstilfar í Kringvarpinum?
  5. Kann tað góðtakast, at Dagur og Vika verður tikin av skrá í nógvar vikur?
  6. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til at hetta ikki hendir aftur og uppraðfesta tíðindasendingar í Kvf?
  7. Metir landsstýrismaðurin at Kringvarpið livir upp til sínar skyldur sum eru avtalaðar í Public Service sáttmálanum
  8. Nær er samanleggingin av sjónvarpinum og útvarpinum endaliga liðug, tvs nær verður alt virksemi hjá Kringvarpi Føroya savnað undir einum taki?
  9. Hvørja støðu hevur landsstýrismaðurin til at selja bygningin í M.A. Vinthersgøtu?
  10. Hvussu nógv hevur bygningurin í M.A. Winthersgøtu kostað at reka hesi 7 árini síðan samanleggingina?
  11. Verður arbeitt við nøkrum byggiuppskotum um útbygging í Sortudíki?
  12. Ætlar landsstýrismaðurin at eftirmeta samanleggingina av stovnunum?

Viðmerkingar:

Ad 1 – 4:
Kringvarpið átti at havt sín sjálvsagda leiklut sum fremsti almenni fjølmiðil okkara, sum skal veita kritiskan og dygdargóðan tíðindaflutning hvønn dag í árinum. Høvuðsuppgávan er, at framleiða føroyskt tilfar á høgum støði, soleiðis at Kringvarpið gerst mentanarberin, ið støðugt styrkir føroyska samleikan og ger okkum meir tilvitað, klók, errin og góð við okkara mál, mentan og søgu.
Men hesar uppgávur røkir stovnurin tíverri langt frá í dag. Lítið og onki nýtt barna- og ungdómstilfar verður framleitt, tær fáu mentanarsendingar, ið hava verið, eru burtur og sum heild hevur tað gingið afturá hond við góðskuni seinastu árini. Summarskráin er enn ein staðfesting av keðiligu gongdini. Tað tykist sum stovnurin ikki eigur nakran góðan í avvarðandi stjórnarráði, og tí verður spurt um landsstýrismaðurin hevur nakrar hugsanir um og ætlanir fyri hvussu Kringvarpið skal mennast í framtíðini.

Ad 5 og 6:
Við avgerðini um at taka Dag & Viku av skrá í 7 vikur, niðurlaðar stovnurin í veruleikanum sín egna tilverurætt. Hvør skal gera tíðindi, barnasendingar og mentanarsendingar úr Føroyum um Kringvarpið ikki ger tað? Tá hesar uppgávur ikki verða røktar, kunnu vit sum brúkarar av røttum spyrja, hví vit skulu gjalda kringvarpsgjald. Átti fremsta raðfesting ikki heldur at verið, at sett Dag og Viku á skrá hvønn dag í vikuni, alt árið?

Í Public Service sáttmálanum stendur ” Tað verður mett sum eitt minstakrav at hava eina tíðindasending hvønn gerandisdag í árinum. Tað verður ringt at rópa tað fyri tíðindi, um sendingin manglar ein gerandisdag.” Hendan orðing stendur í lýsandi andsøgn til avgerðina, at taka høvuðstíðindasendingina í SVF av alt summarið.

Tí er tað áhugavert, at hoyra hvørja hugsan landsstýrismaðurin hevur til avgerðina um at taka Dag og Viku av skrá í so langt tíðarskeið. Og um hann ætlar at taka stig til at fyribyrgja at hetta hendir aftur.
Ad 7:
Í fremsta setningi í Public Service sáttmálanum stendur, at “stovnurin skal leggja dent á eitt sakligt og óheft upplýsingarvirksemi og eitt fjøltáttað programmtilboð”. Víðari stendur, at “Kringvarp Føroya eigur at leggja dent á at hava gott føroyskt mál í sínum sendingum. Kringvarp Føroya hevur skyldu at tryggja starvsfólkunum holla málsliga ráðgeving.”

Spurningurin er, um landsstýrismaðurin heldur, at Kringvarpið livir upp til hesar orðingar? Eru ætlanir um gera øðrvísi raðfestingar ella broyta nakrar orðingar í Public Service sáttmálanum, ið skal endurnýggjast við ársenda 2013?

Ad 8 - 11:Hóast 7 ár eru liðin síðani samanleggingina, húsast kringvarpið og útvarpið framvegis í hvør sínum bygningi. Sambært langtíðar íløguætlanum hjá landsstýrinum liggur ikki í kortunum, at savna virksemi undir einari lon. Tað, at stovnurin enn ikki er endaliga samanlagdur , verður aftur og aftur ført fram sum tann størsti trupulleikin stovnurin hevur og ein beinleiðis forðing fyri víðari menning.

Fleiri byggiuppskot eru løgd fyri mentamálaráðið seinastu árini, men tað tykist ikki sum landsstýrið ætlar at taka nakra støðu viðv. útbygging í Sortudíki. Tí er tað áhugavert at vita, um mentamálaráðið hevur kannað møguleikan fyri at selja bygningin í M.A. Winthersgøtu, soleiðis at sølupengarnir kundu verið við til at fíggja ein samanlagdan stovn. Tað kostar sjálvsagt eisini í rakstri at reka tveir bygningar, og tí má ein frágreiðing fáast um hví hetta, sum átti at verið ein fyribilsloysn, sær út til at skula halda fram í mong ár fram.

Umframt at tað er óneyðuga kostnaðarmikið og ópraktiskt at hava virksemið í tveimum bygningum, merkir tað eisini, at ymsu mentanirnar framvegis ikki eru samansjóðaðar. Úrslitið sæst aftur í verri góðsku, sum alt samfelagið rindar prísin fyrii

Ad 12:
Í samgonguskjalinum stendur ”Ein heildarmeting verður gjørd av Kringvarpi Føroya, og lógarverkið verður endurskoðað.” Nær er ætlanin at gera hesa heildarmeting?

Nú fleiri ár eru liðin síðan útvarpið og sjónvarpið vórðu løgd saman, átti tað at verið hóskandi at steðga á og spyrja, hvørjar batar og rasjonaliseringar samfelagið hevur fingið við samanleggingini. Hava vit fingið eitt betri sjónvarp? Eitt betri útvarp? Hava vit fingið meir fyri pengarnar?

Eftirmetingin eigur m.a. at viðgera, um tað er nøktandi, at Kringvarpið í veruleikanum bert hevur eina tíðindaredaksjón (og ikki tvær óheftar, sum Public Service sáttmálin greitt tilskilar). Har er bert ein tíðindaleiðsla, og journalistarnir flyta ímillum og starvast í báðum tíðindadeildunum. Tá vit hava so fáar kritiskar fjølmiðlar annars í landinum, er tað óheppi og stundum vandamikið, at Kringvarpið bert hevur ein vinkul uppá søgurnar.

Ein eftirmeting hevði kanska komið fram til, at tað er alneyðugt at savna virksemið í einum húsið og at stovnurin má hava tvær sjálvstøðugar tíðindaredaksjónir. Ella kanska hevði niðurstøðan verið ein heilt onnur - at rættari var at skilja útvarp og sjónvarp sundur aftur. Ella deila játtanina upp, so tað liggur fast júst hvørja játtan útvarpið og sjónvarpið skal hava. Hetta fyri at fyribyrgja, at tað ikki støðugt verður etið av hjá hvørjum øðrum í einum innanhýsis eljustríði um avmarkaðu játtanina.


Á Løgtingi, 7. August 2012

Gunvør Balle
Løgtingskvinna


Ingen kommentarer:

Send en kommentar