onsdag den 16. maj 2012

Makrel býtið - tað verður betri næstu ferð!

Í hesum døgum fer eitt eljustríð fram, um hvussu tey astronomisku makrel-virðini skulu deilast út til aktørar í vinnuni. Ein útvaldur bólkur av samgongulimum, við fiskimálaráðharranum á odda, hava snikkað saman eitt lógaruppskot, ið deilir makrel út til stórt sæð allar bólkar. Arbeiðshátturin er reindyrkaður sovjettiskur planbúskapur, har ovasta politiska skipanin lutar almenna ogn út til fyritøkur. Summar fáa nógv, aðrar minni. Hvørji kriteriir ella argumentir, ið liggja til grund, er vónleyst at fáa greiðu á. Og tað skal samgongan eiga, hon roynir heldur ikki at fyrigykla okkum, at har er nakað gjøgnumskygni. Øll hava fingið eitt sindur, so ongin kann ordiliga klaga. Men kortini skapar hetta  stóra frustrasjón og illgruna millum fólk, tí ongin skilir og kann gjøgnumskoða rationalið aftanfyri býtið.

Og so mín sann tónar løgmaður fram í bløðunum í gjáravkøldið og sigur, at tað verður betri næstu ferð! At hann heldur ein uppboðssøla hevði verið nógv tann rættari hátturin. Men tað er ikki politisk semja um tað, verður lagt aftrat. Eg eri sannførd um, at tað er semja millum 3/4 av tinglimum um uppboðssøluna, men sig sum er løgmaður. Tað er fólkaflokkurin, ið ikki vil loyva marknaðarskipanini at virka, og sum ikki einaferð boyggir sambandsflokkurin seg í dusti fyri einaveldisflokkinum. Men um løgmaður veruliga meinar tað hann sigur, so veit hann hvørjar flokkar hann skal samstarva við, fyri at fáa eina skilabetri umsiting av fiskivinnuni. Vit eru tilreiðar.

Í umrøðuni í Tinginum mánadagin um makrelbýtið var greitt, at nógv ónøgd er í øllum flokkum um býtið og um manningargjaldið, ið ásetir eitt gjald uppá eina kr/kg fyri at brúka útlendska manning. Niðurstøðan hjá fiskimálaráðharranum var, at líkamikið hvussu hetta verður gjørt, so er vónleyst at gera øll nøgd og har er ongin rættur máti at býta. Hvør skal siga, tí mugu vit bara gera sum frægast.

Tað er helst rætt at tað finst ikki ein perfekt skipan. Men tað er tó ein nógv frægari máti at útluta loyvini uppá, sum er grundaður á gjøgnumskygni og rættvísa kapping. Ein roynd var gjørd í fjørsummar, har grundprinsippið var at nótaskipini fáa útlutað ein part og restin verður boðið út á uppboði.

Sjálvsagt eiga vit at binda fyri, so tær óhepnu avleiðingarnar, ið sóust frá fiskiskapinum í fjør, ikki henda aftur. M.a. ber til at áseta við lóg, at bert fyritøkur skrásettar og heimahoyrandi í Føroyum hava rætt at bjóða og at føroyskir sáttmálar skulu vera galdandi.

Men ongin ivi er um, at vansarnir við politiskari útlutan eru eins mangir og eyðsýndir og fyrimunirnir við uppboðssøluni:

  • Vit sleppa undan eini korruptari skipan. Tá landsstýrismaðurin ikki lutar út, hvørvur illgrunin sum altíð vil vera, óansæð hvussu reiðiligur fiskimálaráðharrin er.
  • Tað er kapping millum aktørarnar, sum avger hvør sleppur framat fatinum, tí hægstbjóðandi fær fiskiloyvi. Hetta er júst sama prinsipp sum í øðrum vinnum, har tann mest kappingarføra fyritøkan vinnur arbeiðið.
  • Uppboðssølan staðfestir, at landið eigur rættindini, og tá fiskaríið er liðugt, fella loyvini aftur til landið, tey kunnu ikki seljast víðari og ongin bólkur kann siga seg eiga forrættindi næstu ferð.
  • Uppboðssølan í fjør prógvaði hvussu stór virðir eru uppá spæl og landið fekk nógv hægri tilfeingisrentu enn væntað. Og við at loyva marknaðarmekanismuni at virka, er tað vinnan sjálv, ið ásetir støddina á tilfeingisgjaldinum. Tí hon bjóðar bert tað uppá fiskin, sum hon veit, at hon klárar at forrenta.

Uppboðssølan hevur helst onkur lýtir, men hon er nógva ferðirnar frægari enn politisk útlutan og bureaukratisk ásett tilfeingisgjald, sum hvørki avspeglar rættvísi ella tilskundan at skapa stóran vinning. Ein marknaðarbaserað skipan ger fyritøkurnar kappingarførar og eggjar til at skapa sum mestan vinning. Hetta prinsipp góðtaka vit og skilja í øllum øðrum vinnum enn í høvuðsvinnuni. Og tað er løgið og sera skaðiligt fyri okkum øll at vit ikki loyva fiskivinnuni eisini at virka undir marknaðartreytum. Tí tað hevði skapt so nógv størri inntøkur bæði til fyritøkurnar og til landið um vit tordu at trúgva uppá at  marknaðarskipanin eisini eigur at virka í fiskivinnuni.

Gunvør Balle
tingkvinna

Ingen kommentarer:

Send en kommentar