fredag den 8. juni 2012

Tekniski skúli í Klaksvík - enn einaferð



Eitt av teimum seinastu málunum, ið vóru fyri á Løgtingi í seinastu viku, var útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík. Til 2. viðgerð vóru tríggjar atkvøður ímóti (tvær úr Tjóðveldi, ein úr Fólkaflokkinum) og ein blonk úr Fólkaflokkinum. Til 3. viðgerð vóru tvær nei-atkvøður úr Tjóðveldi og tvær blankar úr Fólkaflokkinum.

Sjálv atkvøddi eg ímóti og eg vil fegin greiða frá, hví eg gjørdi tað. Fyrst er at siga, at hendan
verklagslóg er komin ov tíðliga. Tað er ikki í lagi, at biðja Løgtingið játta 36 mió til útbygging av Tekniska skúla í Klaksvík, áðrenn landsstýrismaðurin hevur tikið ta yvirskipaðu avgerðina um hvussu skúladeplarnir í Norðurøkinum endaliga skulu skipast. Herundir, hvat virksemi skal vera í Klaksvík og hvat skal vera í Kambsdali. Landsstýrismaðurin sigur seg enn ikki hava tikið støðu til um Norðurøkið skal skipast í ein ella tveir deplar enn. Men so eigur hann at bíða við at leggja verklagslógina um útbygging av skúlunum í Kambsdali og Klaksvík fram til tann avgerðin er tikin.

Mangt bendir á, at landsstýrismaðurin hevur hug at hava tveir deplar í Norðoyggjum, ein í Klaksvík og ein í Kambsdali. Vit hava gjørt íløgur fyri 100-tals milliónir í undirsjóvartunlar júst fyri at kunna skipa samfelagið effektivari og skynsamari. Og tað kundi ein skúladepil í Norðurøkinum verið eitt upplagt dømi um. Eg hevði við fullum huga tikið undir við einum uppskoti um at ein fakliga sterkur og spennandi útbúgvingardepil varð skipaður í Norðurøkinum, við einari leiðslu, sum umfatar Handilsskúlan og studentaskúlan ì Kambsdali og Tekniska skúla og HF-skeið í Klaksvík. Tað ber væl til at hava ein depil og eina leiðslu, sjálvt um bygningarnir eru í fleiri støðum. Fleiri skúlar bæði her í landinum og uttanlands liva undir hesum treytum. Síðan avgerð varð tikin um at byggja ein skúladepil í Havn hevur tað ligið í kortunum, at vit skulu hava tríggjar miðnámsskúladeplar í landinum, ein í Suðuroy, ein í Havn og ein í Norðurøkinum. Hetta er tað einasta rætta í einum so lítlum landi sum okkara.

Sum nú er, biðjur Landsstýrið um 36 mió til Tekniska skúla í Klaksvík og vit vita at Landsstýrið ætlar at biðja Løgtingið um 22 mió til skúlarnar á Kambsdali í heyst. 58mió kr eru nógvir pengar at játta uppá kvamsvís. Tí Løgtingið hevur nærum ongar upplýsingar fingið um tørvsmeting, framtíðarætlanir og hvat pengarnir skulu brúkast til.

Løgtingið má tryggja sær at hesar báðar útbyggingar verða samskipaðar so man ikki byggir dupultfunktiónir ella byggir okkurt, ið tørvur ikki verður á. Tí haldi eg ikki tað er ov nógv at krevja, at landsstýrismaðurin kemur við einari felags verklagslóg fyri útbygging av báðum skúlunum, har eitt væl gjøgnumarbeitt fyrireikingar arbeiði er gjørt og har tað er greitt fyri Løgtinginum hvør heildarætlanin er.

Vit mugu koma burtur frá hesum tilvildarliga arbeiðsháttinum og taka við læru av teimum ræðandi dømum um illa fyrireikaðar byggiverkætlanir, ið vit enn stríðast við, td. Apoteksverkið, Trygdarmiðstøðin í Klaksvík og Miðnámsskúlin í Hovi. Vit mugu gerast klókari og fyrireika komandi byggiverkætlanir betri.


Undir 2. viðgerð setti andstøðan eitt uppskot fram, um at bygginevndirnar, ið eru settar í sambandi við útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík og við útbygging av Studenta- og HF-skeiði í Eysturoy, skulu semjast um byggiskrá og forprosjekt fyri báðar verkætlanirnar, áðrenn farið verður undir útbyggingina.

Hetta uppskot var sett fram fyri at tryggja, at útbygging av Studenta- og HF-skeiði í Eysturoy og av Tekniska Skúla í Klaksvík verða gjørdar í samsvari við hvørja aðra, soleiðis at tær saman koma at nøkta tann tørv, ið verður á hølum til matvøru-, yrkis- og miðnámsútbúgvingar í Eysturoynni og Norðoyggjum frameftir. Í uppskotinum varð mælt til, at bygginevndirnar í sambandi við báðar útbyggingarnar samstarva og gera felags tilmæli til byggiskrá og forprosjekt í Klaksvík og í Eysturoynni, áðrenn farið verður undir útbyggingar.

Hetta uppskot feldi samgongan. Um tað hevði verðið samtykt, hevði eg ikki ivast í at atkvøtt fyri lógini um útbygging av Tekniska skúla í Klaksvík.

Gunvør Balle
løgtingskvinna

Ingen kommentarer:

Send en kommentar