mandag den 4. februar 2013

Skrivligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø um forskúlar





1. Ætlar landsstýrismaðurin at vit skulu hava forskúlar í Føroyum?
2. Um ja, nær verður kunngerð um forskúlar sett í gildi?
3. Er ætlanin at øll børn skulu í forskúla, ella skal tað vera frítt val?
4. Hvørjar eru orsøkirnar til at Dagstovnaráðið ikki virkar og nær skal tað fáast at virka?
5. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja fólkaskúlarnar út til kommunurnar at umsita?


Viðmerkingar:

Til spurning 1 og 2:
Eitt av PISA-tilmælunum var at lækka skúlaaldurin, soleiðis at føroysk børn byrja skúlagongdina 6 ára gomul. Fyrrverandi landsstýriskvinna í mentamálum sendi kunngerð viðv. forskúlum til hoyringar í november í 2010, altso fyri 15 mánaðum síðani. Kunngerðin fekk rættiliga blandaða móttøku: Lærarafelagið var positivt, Pedagogfelagið hevur víst á fleiri ivamál meðan nógvar atfinningar vóru frá KSF.

Spurningurin um forskúlar er nær tengdur øllum málinum um hvør eigur ábyrgdina og kostnaðin av fólkaskúlanum. Smbrt kunngerðini kunnu kommunur stovna forskúla, ið skal vera samanrunnin partur av fólkaskúlanum annars, bæði tá ið tað snýr seg um lærutilgongd, starvsfólk, staðseting og nýtslu av teimum tilboðum, sum eru í skúlanum, til dømis skúlabókasavni og kunningartøkni.

Kommunusamskipan Føroya sær onga sakliga orsøk til, at kommunurnar skulu halda útreiðslurnar av forskúlanum, um hann skal skipast smbrt. uppskotinum, ið var til hoyringar. KSF vísir í sínum hoyringssvari á, at “Ætlanin um forskúlar er í øllum lutum í andsøgn við meginregluna um, at tann ið valdar eisini skal gjalda”.  Tí vilja kommunurnar ikki vita av ætlanini, sum tá lá á borðinum.

Spurningurin er viðkomandi, tí tað er nú ein sannroynd, at fleiri skúlar ymsastaðni í landinum byrja at gera forskúlar, uttan kunngerð - og nú er vandi fyri, at man endar í onkrum undaligum, har hvør kommuna og skúli snikka síni egnu tilboð saman.

Til spurning 3:
Í Føroyum er kjakið enn livandi um, hvørt tað er rætt at flyta skúlaaldurin niður ella ikki. Í flestu grannalondum okkara fara børn í skúla 6-ára gomul, men har kallast fyrsta árið 0-ti flokkur, sum altso er fult integreraður í fólkaskúlan og tí eisini er skipaður undir neyvt sama leisti sum restin av skúlagongdini. Men í hesum londum eiga kommunurnar ábyrgdina av øllum fólkaskúla økinum, øvut okkara tvíbýttu skipan.

Eitt er bygnaðarliga skipanin, men annað - og týdningarmeiri - er kjakið um tað er rættast fyri barnið at byrja eitt ár fyrr í skúla. Í Finlandi, ið sum kunnugt er hægst á PISA-listanum, fara børn í skúla 7-ára gomul, men har hava námsfrøðingarnir bachelor-útbúgving og kunnu undirvísa børnum fyrstu skúlaárini, altso í innskúlingini.

Til spurning 4:
Í 2011 vóru tvey ráð sett á stovn, eitt dagstovnaráð og eitt fólkaskúlaráð, ið skuldu virka sum ráðgevar hjá mentamálaráðnum. Orsakað av ósemjum millum kommunufelagsskapir og Mentamálaráðið er Dagstovnaráðið  tó ongantíð komið at virka, og tí hevur landsstýrismaðurin ikki fingið nøktandi ráðgeving frá hesum parti, ið veit mest um menning og tørv hjá børnum undir skúlaaldur.

Pedagogfelagið metir ikki, at spurningurin um forskúlar og um at lækka skúlaaldurin er lýstir nóg væl. Tey eftirlýsa endamálið við at byrja forskúlar, hvat er tað man vil og hví verður brotið inn í dagstovnaøkið. Men tey meta ikki at teirra sjónarmið hava verið hoyrd og viðgjørd nóg væl, tí Dagstovnaráðið - sum er ráð, ið landsstýrismaðurin skal lurta eftir - í veruleikanum ikki hevur virkað.


Tí verður spurt, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera fyri at fáa Dagstovnaráðið at virka.

Til spurning 5:
Málið um forskúlar er sostatt enn eitt dømi um, hvussu umráðandi tað er at Mentamálaráðið sum skjótast stingur út í kortið, hvussu viðurskiftini á skúlaøkinum skulu verða. Tað er í fyrsta lagi kki nøktandi, at arbeitt verður uttan kungerð og Mentamálaráðið hevur harumframt ábyrgdina at tryggja, at allir skúlar arbeiða eftir einum og sama leisti. Mentamálaráðið skal eisini tora at viðgera spurningin, um forskúli skal vera eitt tilboð ella eitt krav og royna at finna breiðar semjur.

Mangt bendir á at málið um forskúlar er endað í óvissuni um fólkaskúlin skal leggjast út til kommunurnar at umsita ella ikki. Tì er tað áhugavert at hoyra hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur hesum viðvíkjandi. Skal fólkaskúlin halda fram í verandi tvíbýttu skipan, verður talan kanska heldur um at skipa samstarvsøkir, ella skal hann leggjast út til kommunurnar. Hvagar gongur leiðin?



Gunvør Balle
løgtingskvinna
4. februar 2013

Ingen kommentarer:

Send en kommentar