mandag den 6. januar 2014

Sjálvbjargni og framtíðar støðu Føroya aftur á skrá



Í 1927 helt Jørgen-Frantz Jacobsen røðu á fólkafundi undir heitinum “Vit skulu sjálvir”. Har sigur hann m.a., at stevnuskráin frá 1889 hjá Føringafelagnum um at gera Føroyar sjálvbjargnar í øllum lutum má fram aftur í hásetrið. Hann greiðir fundarfólkinum frá vitamálastjóranum í Íslandi, ið hevði sagt, at fyri hvørja ferð íslendingar hava fingið meira sjálvræði, hevur tað skapað størri framburð í landinum. Jørgen-Frantz endar røðu sína við at siga, “soleiðis verður tað eisini hjá okkum. Vit skulu sjálvir.”

Hetta varð borið fram í 1927. Øll hesi ár seinni kunnu vit sanna, at eisini hjá okkum hava vit støðugt sæð størri framburð so hvørt vit hava tikið meir sjálvræði. Men enn er nakað eftir á mál, og nú 125 ár eru liðin síðan Jólafundin, er stevnuskráin hjá Føringafelagnum, tíverri, enn tíðarbær.

Tað er íborið í okkum menniskjum, at vilja klára okkum sjálv. Fyri vaksin fólk er tað ein sjálvsøgd drívmegi, at vilja standa á egnum beinum, bæði fíggjarliga og á annan hátt. Fyritøkur seta æru í at skapa vøkstur og virksemi, og endamálið er at hava yvirskot og ikki vera bundin at stuðli og hjálp. Hesin hugburður er grundleggjandi fyri sjálvsálitið hjá tí einstaka og fyri samfelagsligan framburð og hann hevur verið avgerandi fyri, at tað gongst landi og fólki so frægt sum tað ger. Tá hesin hugburður er so púra nátúrligur fyri okkum øll persónliga og vinnuliga, hví so ikki eisini tá tað snýr seg um okkum sum land og tjóð? Eyðsæð eru hesi stavnhald ikki minni neyðug tá umræður Føroyar sum land og okkara framtíðar møguleikar í heiminum.

Í kanningini “Førleiki í útlegd” sum Rógvi Absalonsen gjørdi í 2009 um føroyskar útisetar í Stóra Bretlandi sæst, at íalt 65% av teimum 120, ið hava svarað, at tey eru samd ella sera samd í útsøgnini “Føroyar skulu hava fullveldi”. Og ongin ivi er um, at ein stórur meiriluti av føroyingum - eisini mong javnaðar- og sambandsfólk -  halda, at  føroyingar skulu klára seg sjálvar og gerast leys av fremmandum stuðli. Tí er tað ein so ótrúlig andsøgn, at vit nú hava eina politiska leiðslu, ið hevur hækkað blokkstuðulin aftur og harvið sent ein uppgevandi boðskap út til allar føroyingar; vit megna ikki at reka landið sjálvi, vit mugu biðja um meir pening uttanifrá. Fyri tað um landsins leiðsla ikki hevur dirvið, áræði og sjálvsálit til at taka fulla ábyrgd, so hevur fólkið alt tað dugnasemi og framfýsni sum skal til, og tað megina skal ongin taka frá fólkinum.

Og neyðarrópið um meir pening hendir samstundis sum vit hesi ár hava metstórar inntøkur, - av alivinnu, uppisjóvarvinnu, ferðavinnu og í 2014 eisini av oljuvinnu. Tað er ikki bara ein ússalig og óvirðilig biddaragongd, hon er eisini fullkomiliga óneyðug. Politisku flokkarnir hava skyldu til at fremja meirilutan av fólksins vilja og leggja alla orku í at gerast leys av donskum pengum.

Tjóðveldi hevur fleiri ferðir lagt uppskot fram fyri Løgtingi um at tengja inntøkuvøkstur landsins og útslúsing av ríkisveitingini saman. Tað snýr seg einfalt um, at so hvørt inntøkurnar í landinum vaksa, so fara 50% av hesum vøkstrinum til at minka ríkisveitingina á fíggjarlógini, meðan 50% av inntøkuvøkstrinum fer inn á fíggjarlógina. Við hesi skiftisskipanini verður leystliga mett, at fíggjarlógin verður óheft av donsku ríkisveitingini eftir 8-12 árum.

Í fyrrnevndu útiseta-kanning sigur ein føroyskur lesandi í London, at “tað er ofta eitt sindur frustrerandi at vera føroyingur, hevði man blivið samdur um onkrum viðvíkjandi sjálvstýrisleiðini, so trúgvi er samleikin hevði blivið nógv sterkari. Eg minnist aftur tá eg gekk í Hoydølum í 1998, tá helt man, at nú fór man at blíva samdur, nú fór okkurt at henda. Tá var ein ótrúliga góð kensla í landinum.”

Hesi útsøgn munnu flestallir føroyingar vera samdir í og tær prógva, at okkara fólk hevur uppiborið eina politiska leiðslu, sum gevur fólkinum eitt størri mál at savnast um og vera errin av. Eina leiðslu við greiðum hugsjónum um at skapa eitt sjálvstøðugt land fyri tey mongu heldur enn fyri tey fáu. Tá vit seta verkætlanina “Sjálvbjargnar Føroyar” á skrá, tendrast ein neisti av eldhuga og bjartsýni millum fólk og hesar kenslur eru fremsta drívmegin til størri vøkstur og framburð. Tí eru mál sum stjórnarskipan og fólkaatkvøða um ríkisveiting og framtíðar viðurskiftini við Danmark so neyðug at fáa aftur á breddan. Tá vit saman hava víst í verki at vit saktans megna at skapa eitt gott samfelag uttan stuðul, fer tað at broyta alla myndina av hvat ber til og hvat, ið ikki ber til. Tí tað eru bara vit, ið kunnu byggja og bjarga hesum landinum.

Í heyst sleppa íbúgvarnir í Katalonia og Skotlandi til fólkaatkvøðu um sjálvstýrið. Frá okkara  politisku leiðslu er púrt onki í væntu, tí er mítt størsta nýggjársynski, at øll tey, íð veruliga ynskja at síggja eina aðra leið fyri hetta landið, tala at og á allan hátt royna at gera sína ávirkan galdandi. Tá politiska hugsjónarloysið er so fullkomið sum tað hevur verið í drúgva tíð, er skilligt at fólk fellur í fátt og líkasælan fær fastatøkur. Men ábyrgdin er okkara allra at broyta umstøðurnar vit liva í. “Be the change that you wish to see in the world” segði Gandhi.

Gunvør Balle
á trettanda 2014


Ingen kommentarer:

Send en kommentar