søndag den 4. oktober 2015

Flóttafólk - raka tey okkum?


Støðugi streymurin av flóttafólki, meginparturin úr Sýrialandi, er nú komin til norður Evropu, Danmark og nærkast kanska eisini Føroyum við kvikum fetum. Spurningurin trokar seg inn á okkum: Kunnu vit halda fram at goyma høvdið í sandinum og siga, at hetta rakar ikki okkum?

Eitt átak millum sjálvboðin byrjaði á facebook undir heitinum “Hvussu kunnu vit hjálpa”. Her var undirtøkan beinanvegin so stór, at tørvur var á at skipa fyri einum almennum fundi og hesin varð hildin í Norðurlandahúsinum leygardagin 12. september. Fullur salur av fólki fekk sakliga og góða kunning um hetta fløkta mál frá fólki við innliti úr ymsum økjum. Síðan komu umboð fyri politisku flokkarnar at siga sína hugsa um hvørja ábyrgd Føroyar hava í flóttafólkamálum. Eftir fundin var høvið hjá fólki at skráseta seg um tey onkursvegna vilja hjálpa flóttarfólki - annaðhvørt við húsrúmi, sum stuðulsfamilja, við frálæru í føroyskum el.ø.

Niðurstøðan frá fundinum var, at hóast málið er fløkt løgfrøðisliga og hópin av umberingum finnast fyri einki at gera - so ber tað til. Um politiskur vilji er til tess og um landsstýrið - í samráð við ST og danskar myndugleikar - setir sær fyri at taka ímóti flóttafólki - so ber tað til.

Ja, vit hava ábyrgd og vit taka ábyrgd
Sum umboð fyri Tjóðveldi á fundinum í Norðulandahúsinum var mítt  stutta svar -  ja, sjálvandi skulu vit taka ímóti flóttafólki í Føroyum. Vit eru eins nógv partur av heimssamfelagnum sum onnur lond og vit hava eisini moralska skyldu at gera okkara part.

Men hetta skal gerast rætt og forsvarligt fyri allar partar og tað skal fyrireikast væl. Talan vildi verið um, í fyrstu atløgu, at tikið ímóti uml. 10-15 fólkum og fyri okkara viðkomandi verður talan um at taka ímóti kvota-flóttafólkum. Sokallaðu kvota-flóttafólk sita í ymsum flóttafólkalegum og eru av ST stovninum UNHCR eyðmerkt sum slík, tí tey av ymsum orsøkum ikki kunnu flyta aftur til sítt egna land.

Tey flóttafólkini, ið nú floyma yvir landamørkini kring Evropa, hoyra til ein annan bólk. Tey søkja um friðskjól í tí evropiska landi, har tey verða skrásett, verða send í asyl-sentur og tíðin at viðgerða teirra umsóknir er ofta ómetaliga long.

Feska samgonguskjalið sigur, at Føroyar hava eisini ábyrgd av flóttafólkum. Væntandi verða hesi orð fylgd upp av greiðum politiskum málum og ítøkiligum ætlanum, sum ger, at vit innan fyri eitt hálvt til eitt heilt ár kunnu bjóða teimum fyrstu flóttafólkunum vælkomnum til okkara.

Ísland vil hjálpa okkum at hjálpa
Um vit gera av at taka ímóti flóttafólki, hevur Ísland boðið sær til at stuðla og samstarva við okkum. Ísland hevur tikið ímóti uml. 525 flóttafólkum síðani 1956 og seinastu árini hava tey tikið ímóti uml. 22 flóttum annaðhvørt ár sum liður í UNHCR Resettlement Programme. Umframt hetta eru bara seinastu mánaðirnar  komin yvir 100 flóttafólk til Ísland, ið hava biðið um friðskjól. Tey hava sostatt gjørt sær nógvar royndir á økinum, royndir sum kunnu koma okkum til góðar. Londini eru lík á mangan hátt - samfelagsbygnaður- og stødd, veðurlag, mentan og fólk - og tí liggur tað beint fyri at hyggja eftir hvussu grannar okkara fyri vestan hava gjørt. Gjøgnum frálíka samstarvið millum politikarar í Føroyum, Íslandi og Grønlandi í Útnorðurráðnum hava vit fingið tilsøgn frá starvsfeløgum okkara í Altinginum, at bæði íslendskir politikarar og embætisfólk fegin vilja samstarva við okkum um hetta stóra mál.

Søgan um palestinsku einkjurnar og børn teirra, ið komu til Akranesar
Eg búði sjálv í Íslandi í 2008, tá ið stjórnin, í samstarvi við Akranes kommunu, gjørdi av, at taka 
ímóti 29 palestinskum kvota-flóttafólkum úr Irak. Hetta vóru einkjur við børnum, sum høvdu mist 
sínar menn á syndarligan hátt og sum høvdu verið leingi í flóttafólkalegum. Her fór íslendska stjórnin 
í samráð við UNHCR um hvønn bólk av flóttafólkum tey kundu átaka sær at taka ímóti og úrslitið 
gjørdist at bjóða hesum einkjum og teirra børnum til landið. Áðrenn Akranes kommuna tók 
avgerðina, var drúgv umrøða millum íbúgvararnar í kommununi og hóast mong vóru ivasom, vóru 
flestøll sinnaði at bjóða hesum familjum vælkomnum og at hjálpa til so hetta kundi eydnast.
Talan var um væl fyrireikaða og demokratiska prosess, har íbúgvar í Akranesi vóru væl kunnað og 
fleiri sjálv játtaðu at vera partur av uppgávuni. Og júst hetta hevur alstóran týdning fyri at 
integrasjónin skal eydnast. Palestinsku konurnar fingu eitt heim og eitt arbeiði, eina stuðulsfamilju, 
tulkatænastu, undirvísing í íslendskum 4 dagar um vikuna, umframt sálarfrøðiliga og læknaliga hjálp. 
Og serligar fyriskipanir vóru gjørdar til at taka sær væl av børnunum og teirra tørvi. Sum skilst, var 
ein av størstu avbjóðingunum, at finna sálarfrøðiliga hjálp á arabiskum, tí hóast tulkarnir vóru frálíkir 
høvdu teir sjálvsagt sínar avmarkingar. Summar konur eru síðan fluttar aftur, men hinar búgva 
framvegis á Akranesi. Børnini lærdu skjótt íslendska málið, men verri gekst hjá teimum eldru.
Stjórnin rindaði Akranes kommunu ávíst endurgjald í tvey ár, men tænastan gekk yvir longur enn tvey ár, og tí vóru summi ónøgd við at kommunan situr eftir við útreiðslunum, umframt tað sum hesi tvey ár kostaðu. Umrøðan um slík mál er altíð trupul, bæði tí tað snýr seg um menniskju í dýrastu neyð, men eisini orsakað av, at so nógv okkara bera ein skiljandi ótta fyri hesum fremmanda og eru í iva um hvørjar avleiðingar tað fer at fáa fyri samfelagið, at vit lata upp fyri fólki við heilt øðrvísi mentan og uppruna.
Ein læra úr Akranesi er, at tað sum er mest týðandi fyri at tað skal eydnast væl at taka ímóti flóttafólki, er at tey fáa ta tænastu teimum tørvar. Sum heild, eru royndirnar frá Akranesi góðar, hóast tað sjálvsagt vilja vera avbjóðingar, ið taka langa tíð at loysa.

Integrasjón er lykilin
Ein partur av uppgávuni ið fylgir við tí, at taka ímóti flóttafólki, eru skipanir fyri integrasjón. Í Føroyum búgva í dag longu 1600 fólk, ið koma úr londum uttanfyri Norðanlond. Og íalt ganga 2.464 fólk millum okkum, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál. Hetta eru fólk, sum sjálv hava leitað sær higar at búgva og sum vit hava givið alt ov lítlan ans og virðing. Hesi hava ikki havt góðar møguleikar fyri at sleppa uppí part í okkara samfelag, fyrst og fremst tí tilboðini um undirvísing í føroyskum hava verið alt ov fá og stutt. Tí hevur tað stóran týdning í hesum kjakinum, at vit taka integrasjón í álvara og seta neyðuga orku av til at útlendingar ella flóttafólk, ið koma higar at búgva, hava ein veruligan kjans at trívast og mennast í Føroyum.

Haldi hetta brotið úr grein hjá tíðarritinum “The Economist” ið snúði seg um flóttafólk, er vert at hugsa um:
"People who cross deserts and stormy seas to get to Europe are unlikely to be slackers when they arrive. On the contrary, studies find that immigrants around the world are more likely to start businesses than the native-born and less likely to commit serious crimes, and that they are net contributors to the public purse. The fear that they will poach our jobs or drag down local wages is also misplaced. Because they bring complementary skills, ideas and connections, they tend to raise the wages of the native-born overall, though they may slightly reduce those of unskilled local men. And the migrants themselves benefit enormously."

Loyvi mær at enda við hesum orðum hjá Katrini á Neystabø, aðalskrivara í Amnesty International Føroya Deild: “Latið okkum halda høvdið kalt, men hjartað heitt”.


Gunvør Balle
15. september 2015






Ingen kommentarer:

Send en kommentar