mandag den 10. oktober 2011

Fólkavøkstur er vorðið eitt mantra, sum øll tosa um og ynskja at loysa. Vónandi boðar tað frá góðum, so komandi stjórn okkara fer at raðfesta hetta millum fremstu innsatsøkini. Her eru nøkur boð uppá hvat eg haldi skal til, fyri at venda tí gongdini.

Vit skulu:
  • Fyrst og fremst skulu vit sjálvsagt gera tað gott at búgva í Føroyum, so vit fyribyrgja fráflyting. Her mugu vit fáa greiði á um tað eru ávís afturvendandi viðurskifti, ið gera, at fólk flyta burtur? Tá vit vita tað, ber til at seta fokus á at loysa teir trupulleikarnar. Vit vita nokkso væl frá kanningum, hví fólk velja ikki at flyta heimaftur, so her hava vit nakað at arbeiða við.
  • Styrkja um útboðið av útbúgvingum, soleiðis at tey ungu hava møguleika at taka fleiri útbúgvingar herheima. Eg havi fyrr víst á týdningin av einum altjóða universiteti fyri fólkavøkstur. Eitt styrkt Setur fer eisini at skapa arbeiðspláss fyri vællærdar føroyingar og útlendingar.
  • Víðka hugtakið “føroyingar”, til eisini at umfata føroyingar, ið eru búsett fyribils ella fyri altíð uttanlands. Gera skipanir, td dátugrunnar, har tey kunnu skráseta seg, so vit vita hvørjar førleikar tey hava og hvønn møguleika og áhuga tey hava í at brúka sínar førleikar onkursvegna í føroyska samfelagnum.
  • Fáa valrættin víðkaðan til allar føroyingar uttanlands, td. tey fyrstu 10 árini eftir at tey eru flutt heimanifrá. Hetta knýtir fólk til landið, tí við valrætti fylgja tey við í samfelagnum á ein annan hátt, tí teirra atkvøða telir og við henni  kunnu tey gera sína ávirkan galdandi og velja hvussu tey halda samfelagið skal innrættast.
  • Møguliga kundi vit funnið uppá onkra “gularóts” skipan. Td við at fólk, ið taka lestrarlán frá ÚSUN, bert gjalda ein lítlan part av láninum aftur, um tey flyta heim td innan 5 ár eftir loknan lestur.
  • Bíligari ferðasamband: Tað almenna eigur at taka av ella minka um ferðaavgjøldini á flogferðum, soleiðis at tað í størri mun gerst møguligt at búgva í Føroyum og framvegis arbeiða heilt ella partvís uttanlands.
  • Styrkja javnstøðuna: Vantandi javnstøðan í Føroyum er ein ítøkilig orsøk til at nógvar kvinnur - sum vit sum kunnugt mangla mest - ikki flyta aftur til Føroya. Samfelagið verður sæð sum mansdominerað og reaktivt og lítið lokkandi fyri modernaðar, vællærdar kvinnur. Hetta mugu vit taka í álvara og seta nógv meir turbo á javnstøðu í politikki, vinnulívi og øðrum valdspostum.


Gunvør Balle, valevni hjá Tjóðveldi
Les um mínar hugsanir og hjartamál á gballe.blogspot.com ella á Facebook. Har vil eg fegin kjakast og fáa innlit í tykkara hugskot og meiningar.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar